leygardagur 19. mars 2005síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
TINGHELLUANALYSAN
Bogi Eliasen
Stjórnmálafrøðingur
(cand.scient.pol)
Hvat skulu vit liva av í
framtíðini og hvussu sær
Føroyar út um 15 ár?
Mangan verður sagt at vit liva í
eini broytingartíð, og vit mugu
ansa eftir at Føroyar ikki gerast
eftirbátur í alheimsgerðini. Vit
mugu fylgja við í nýskapan og
broytingum og laga samfelag
okkara til støðugt broytandi
veruleikan. Men hvat merkir
hetta?
Føroyar eftirbátur
Heimurin broytist, og tað hevur
hann altíð gjørt. Við nýmótans
tøknini broytast viðurskiftini
skjótt, og tí er umráðandi at
verða við alla tíðina, fyri ikki at
gerast eftirbátur. Vit ynskja jú at
hava eitt samfelag, sum er
millum heimsins bestu og vit
fíggja í stóran mun samfelagið
við at útflyta vørur. Í okkara lítla
landi búgva so mikið fá fólk, at
heimamarknaðurin eina er ov lítil
til stórar fyritøkur. Vit byrja
eisini at merkja, at leisturin vit
hava ífiskivinnuni, helst ikki
verður nøktandi, tí t.d. Kina
megnar at skera fisk fyri so lítlan
pening, at tað loysir seg hjá
sjálvt russum at flyta fiskin til
Kina at virka. Spurningurin er
um vit bert skulu verða fiskur og
um vit skulu framleiða fisk, um
vit so ikki skulu broyta okkum á
hesum øki. Men hetta er eisini
tengt at nógvum øðrum viður-
skiftum.
Dygd
Land okkara er jú lítið, og hevur
hetta bæði fyrimunir og vansar.
Vit eru lítil tá talan er um
nøgdarframleiðslu, og kunnu tí
hava ilt við fóta okkum soleiðis.
So kundi verið sagt at vit eiga at
miða eftir dygd, og eru flestu
samd um at so er. Men mest
umráðandi er, at vit miða eftir at
brúka teir fyrimunir, vit hava av
at liggja mitt í Atlantshavinum,
og at vit hava sera avmarkað
landaøki við einum lítlum fólka-
tali, men eitt stórt havøki og
rímiliga prísgóð fiskasløg. Tað er
ikki nøktandi bert at gagnnýta
okkara tilfeingi sum best ber til.
Tað má verða eitt krav at vit
royna at gagnnýta í mestan mun,
soleiðis at samfelagið fær sum
mest burturúr.
Hetta krevur m.a. at politiskar
semjur, helst millum allar flokk-
arnar, verða gjørdar. Talan er
bæði um vinnubygna, arbeiðs-
markna, útbúgving og ikki minst
gransking.
Hvat vilja vit?
Vit hava brúk fyri at hava bæði
eitt politiskt, men eisini at
fólksligt kjak, um hvussu vit
ynskja einar framtíðar Føroyar.
Hvat ætla vit at landið skal liva
av og hvussu? Vit vita, at vit
verða støðugt noydd at menna
okkum og taka lut í tøknimenn-
ingini, um vit skulu hava vónir
um at klára okkum mitt í
alheimsgerðini. Hvussu skulu vit
fáa sum mest burturúr kumuler-
ingsavtaluni, hvussu skal sam-
starvið við ES verða og hvat
skulu vit raðfesta hægst? Eiga vit
at leita okkum eftir møguleikum
aðrastaðni eisini, ella er ES
einasta alternativið. Og nei, tað
er ikki gott nokk at bíða eftir
hvat Noreg og Ísland fara at
gera.
Ikki bert okkara avgerð
Partur av alheimsgerðini er, at
alheimurin er meira tengdur
saman, og tí ávirkar tað okkum
hvat onnur gera. Møguleikarnir
vit hava eru eisini tengdir at
heimssamfelagsstøðuni og
regionalum tendensum. T.d. eru
okkara ynski um støðu mótvegis
ES, tengt at hvat Noreg og Ísland
velja at gera. Men tað er ikki nóg
mikið at vit sita hendur í favn og
bíða. Ynskja vit eitt dynamiskt
fyrstaheimssamfelag millum tey
fremstu í heiminum, nyttar ikki
at bíða eftir møguleikum, og so
brynja og fyrireika seg. Føroyar
skulu vera fyrireikaðar, soleiðis
at vit kunnu taka av møguleik-
unum, tá teir eru. Hetta er av-
gerandi neyðugt, um vit vilja
skipa samfelagið eftir okkara
ynskjum, tí so eru vit klár at taka
hesar avbjóðingar, sum geva
okkum hetta samfelag.
Tingið er ov veikt
Ein stórur veikleiki í hesum
sambandi er eitt mál eg ofta fyrr
havi viðgjørt. Tingið er ov veikt.
Tingfólkini fáa ov lítla hjálp og
møguleikar at seta seg inn í
torfør og stór mál, og tí er tað
ringt til fulnar at arbeiða og
koma við uppskotum til tjóð-
skaparligar semjur, tí orkan er
ikki at gera tað grundleggjandi
arbeiði, sum skal til fyri at hava
nakað at gera semju út frá.
Hvar er vinnan?
Vinnulívið sjálvt er heldur ikki
merkt av ov nógvum visiónum.
Her er eisini tørvur á, at vinnu-
lívið sjálvt er meira sjónligt, um
hvussu framtíðar Føroyar skulu
síggja út vinnuliga í einum
burðadyggum leisti. Her mangla
visiónir, bæði um fisk, men so
sanniliga eisini í málum at fáa
onnur bein at standa á enn fisk.
Fakfeløgini neyðug
Fyri at fá ein heildarleist, skulu
vit eisini hava fakfeløgini við í
tilgongdina. Tey umboða ein
stóran part av fólkinum, eru við í
lønartreytum og hvussu t.d
samráðingar ganga á arbeiðs-
marknaðinum, og at alt verður
lagt lamið við hvørt. Fakfeløgini
hava verið við til at tryggja
virðilig kor fyri tey allarflestu.
Her er eitt gott og neyðugt
arbeiði gjørt, men tann tíðin er
farin. Nú skal byggjast víðari;
uppgávan er at tryggja ein liði-
ligan arbeiðsmarkna, og skal
hetta m.a. gerast við alla tíðina
tilætlað at førleikamenna fólk.
Uppgávan sum fakfeløgini als
ikki er komin nóg væl frá, er
fokus upp á at hava eina arbeiðs-
megi sum er í heimsklassa, har
vit leggja okkum eftir einum øki
og har vit skulu vera einaráð-
andi. Hetta ræður ikki bert um
eftirútbúgving av akademikarum.
Hetta snýr seg um at geva t.d
flakakvinnum minst eina viku
um árið á skeiðbonki í teldu-
tøkni, ella øðrum tey hava brúk
fyri. Og her er tað at saman-
spælið við arbeiðsgevararnar er
umráðandi og krevur meira
visiónir av teimum. Eftir-
útbúgving ger glaðari starvsfólk,
men samstundis eisini betri fyri
tann einstaka arbeiðsgevaran og
fleksibilitet fyri landið, fram
ímóti einum Føroyum sum t.d.
kunnu leggja seg eftir high tec
og vistfrøðiligum luksusvørum.
Vinnulív og skúlaskipan
Vinnulívið og skúlaskipanin
mugu eisini samstarva og seta út
í kortið, hvør útbúgvingar-
tørvurin er og verður í Føroyum
eftir teimum leistum sum lagdir
verða. Vit hava eitt sera av-
markað fólkatilfeingi, og tí skal
gagnnýtast optimalt.
Vitannarbýti
Sum so ofta fyrr nevnt, er heim-
urin í eini stórari broytingartíð
og fægstu ivast í, um okkara
núverandi háttur at virka fisk
hevur nakran kjans at hóra
undan. Sjálvt russar flyta fisk til
Kina. Vit mugu hálsa um, áðrenn
Tjóðskaparligar Semjur
Framtíðar vinna Føroya
broytingar eru neydugar og menning stedgar ikki!
40
Nr. 55 - 19. mars 2005