Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-19, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 2005síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 19. mars 2005 41 TINGHELLUKLUMMAN Thomas Arabo Í Føroyum verður mangan kjakast um ting sum um tey eru svørt ella hvít. Royn og nevn orðið studningur í fjølmiðlun- um, og alt fer í sjálvsving um aftur í 80’ini, og ólukkudýrið, ið dittaði sær at nevna hetta fær ikki eitt bein til jørðina. Eg havi sæð nógvar studn- ingsskipanir í mínari tíð. End- urnýggingin av fiskiflotanum í 60’unum og bygnaðarbroyt- ingarnar í fiskivinnuni í 70’unum. Sum vit sóu í 80’unum, so yvirlivdu summar av hesum skipanum seg sjálvan, og gjørdust beinleiðis skaði- ligar eftir sína vitjunartíð. Rakstrarstudningsskipanir eru ikki tey hepnastu dømini um studningskipanir. Fyrst í 90’unum var toska- fiskiskapurin ein fimtingur av tí vanliga, fimti hvør føroy- ingur var arbeiðsleysur og privat fígging var hopleyst at fáa. Fólkafráflytingin var ovurhondstór. Hvat skuldu vit sum politikarar gera? Vit kundu valt at sitið og hugt at, meðan vit bíðaðu eftir at batin fór at koma av sær sjálvum. Tað valdu vit ikki at gera. Vit meintu, at man reint politiskt mátti skunda undir at vinnan kom fyri seg aftur. Hetta gjørdu vit út frá tí, at tað ikki var líka mikið í tí djúpu kreppu, ið var, um landið kom fyri seg tvey ár fyrr ella seinni. Vit fóru beinleiðis inn og lótu stuðul til smoltútseting í ali- vinnuni fyri at fáa hana upp á eitt hægri bluss so skjótt sum møguligt. Alivinnan, hóast millum lítið og einki í dag, var ein av høvuðsorsøkunum til at seinna helvt av 90’unum hyldn- aðist so væl, sum hon gjørdi. Hvussu nógv av hesum skyld- aðist smoltstudningin veit eg ikki, og tað er so heilt eiðasørt, at okkara fremstu búskapar- frøðingar brúka tíð at analysera hetta. Dogmaið í dag er, at studningur er av tí illa, óansæð, hvat slag av studningi talan er um og óansæð, hvørjar umstøðurnar eru. Vit hava tann ivasama heiður at verða einasta land í vestur- heiminum við hesari dogmat- isku uppfatan. Vit kunnu hyggja at ørgrynnuni av ES studningsskipanum fyri ikki at tala um studningin, ið USA letur flogfeløgum og stálídnaði hjá sær sjálvum. Studningur er ikki ein ja ella nei spurningur. Vit hava sera ringar royndir í Føroyum av ávísum studningskipanum, ið vóru beinleiðis skaðiligar, men vit hava eisini góðar royndir. Eg havi hug at nevna studn- ingin til flakavirkir fyrst í 90’unum, har vit politiskt stuðl- aðu útgerð til portiónsfram- leiðslu og góðsking annars. Aftur skal eg ikki siga, hvønn mun hesin stuðulin gjørdi, men eg kann við einum ávísum áhuga staðfesta, at tey virki, ið fingu henda stuðul eru millum tey fáu fiskavirki, ið framvegis eru opin í dag. Sum við øllum øðrum krevst breiður ryggur politiskt til at tryggja, at man disponerar rætt og dugir at steðga skipanum, ið yvirliva seg sjálvan. Tað krevst eisini politiskur ryggur til at tora at tosa ímóti simplistisku svart hvítt uppfatanini av al- mennum studningi, ið verður favoriserað av økonomum, ið hava ilt við at røra seg útum fyrsta part av pensuminum, og tí annars viðhvørt væl- informeraðu pressuni. ov seint er. Vit eru longu um at dragna afturút í alheimsgerðini. Vit hava eitt innilokað samfelag, sum viðhvørt arbeiðir sum var tað einasta eind í heiminum. Okkum tørvar vinnufýsi og dirvi at arbeiða út eftir. Ein partur av hesum stendst av at vit hava skerdar uttanríkispoltiskar førleikar, og tí ikki kunnu virka ótarnaði í altjóða samstarvi, sjálvt á yvirtiknum málsøkjum. Tí eru vit ikki partur av tí vitannarbýti, sum í stóran mun gongur fyri seg í altjóða felags- skapum og stovnum. Vit eru í vanda Tiðin er runnin, at vit kunnu yvirliva og menna okkum á sama støði, sum heimsins fremstu lond, við eini so fragmentaraðari politiskari skipan, har flokkarnir ikki megna samstarv ella at gera langtíðarætlanir. Tað ber heilt greitt ikki til hjá einum so lítlum landi sum okkara. Tíðin er eisini farin frá bert at hugsa um fisk, tí alternativ skulu á borðið. Vinnu- lívið má vísa sítt dirvi og lata segstanda á odda og verða veitarar av visiónum, og útkik- arin finnur møguleikarnar og setur neyðug krøv. Fakfeløgini mugu sleppa vananum og trygdarnarkomaniini um at fokusera ov nógv á nomiellar lønarkrónur. Spurningurin er eisini um ikki fakfeløg og arbeiðsgevarar eiga er verða búnir til byrja eina tilgongd, har samráðingarnar eru meira savn- aðar og ein støðugur dialogur ger, at munurin á vánunum (expectations gap) ikki gerst himmalvíður, og sum so eisini kann elva til verkfall. Útbúgv- ingarskipanin má eisini royna at vísa á hvat tað eru fyri útbúgv- ingar vit skulu hava í framtíðini, men eisini verða við at hava eina veruliga føroyska skúla- og útbúgvingarskipan, sum tekur atlit at føroyskum viðurskiftum. Kompromisloysnir Hetta skal síggjast í einum al- tjóða samteksti, tí tað sum vit ynskja av Føroyum sum sam- felag, skal lagast eftir alheims- veruleikanum. Tí skal støða eisini takast til t.d. ES. Skulu vit ES ella skulu vit ikki ES og skal hetta verða innanfyri ella uttan fyri ríkisfelagsskapin. Vit eru, sum William Heinesen segði, eitt lítið sandkorn. Vit kunnu nógv meira enn vit gera í dag, men tað krevur samstarv og ætlanir, og at tað verður arbeitt og gjørt nakað. Allir flokkarnir hava stevnu- mið og valskráir, sum leggja upp til framstig, men megna ikki í nóg stóran mun at samstarva, soleiðis at nakað fæst av skafti. Vit skulu hava tjóðskaparliga semju um hvørja vinnu og hvørjar Føroyar vit skulu eiga um 15 ár, og hvussu. Tað er ikki nóg mikið bert við politiskum semjum. Tær eru ein fortreyt, men neyðugt er somuleiðis at fáa arbeiðsmarknaðarpartarnar at verða ein partur í hesi tilgongd, og at sál verður løgd í at fáa gongd á málið. Vit eru longu afturútsigld, og skulu vit verða millum heimsins fremstu samfeløg skal takast annað skinn um bak. Vit yvirliva ikki av at halda áfram í núverandi fiski- vinnu, og tað er ikki nøktandi at halda fast í hesum. Vit mugu skapa okkum eitt yvirlit um hvat vit vilja og kunnu altjóða, men mest umráðandi av øllum er viljin og dirvið til broytingar og samstarv, at arbeiða okkum fram ímóti felags málum. Vit skulu burtur úr undirbrotligheitini og fanatismuni um at bert egin hugskot duga. Vit mugu hava kompromisloysnir. Kanska ætlanirnar hjá løg- manni um at lyfta samfelagið upp millum heimsin bestu, er ein byrjan.Men tað er als ikki nóg mikið, og tað er ikki bara løgmansembætið sum skal gera tað. Vit skulu út um okkara landoddar. Vit skulu hugsað alternativt, og vit skulu virka og ikki bert andøva, og harvið drepa allar visiónir og framburð. Hava vit nakran dreym um at verða annað enn ein stuðlaður blindvegur og ein dynamikleys og fastfryst vatikanlíknandi mentannareind í heimsins kalda útjaðara, er tað nú vit skulu raknað við og arbeiða. Tjóð- skaparligar semjur eru neyðugar, bæði fyri at samstarva okkum fram eftir við klárum málum og visiónum, men eisini fyri at persónligar útskiftingar í poli- tikki og samfelagnum annars, ikki sorla heilar tilgongdir. Studningur sum stýringsamboð Vit mugu semjast og fáa nakad burturúr ílegugransking!