Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-19, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 2005síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 55 - 19. mars 2005 Almannastovan Skrivstovufulltrúi á Almannastovuni Hevur tú hug at royna tíni evni í einari organisatión í støðugari menning? So er hetta kanska nakað fyri teg. Eitt fulltíðarstarv sum skrivstovufulltrúi við tænastu á Veitingardeildini á Almannastovni er leyst at seta pr. 16. apríl 2005. Um deildina: Á Veitingardeildini í Tórshavn arbeiða í løtuni 11 starvsfólk. Økið hjá deildini eru allar lógarbundnar veitingar. Tær eru pensjón, stuðul til uppihalds- pening, dag- og barnapening. Arbeiðs- og ábyrdarøki: • Pensjónsmál - eftirlit og ávísing • Dag- og barnapengamál - eftirlit og ávísing • Uppihaldspeningur - eftirlit og ávísing • Eftirlit við langtíðar veitingum frá almannamiðstøðunum • Ráð og vegleiðing til málsviðgerar á deildini • Upplæring av nýggjum starvsfólkum • Lóggáva - at menna EDV-kervið til nýggja lóggávu • Hagtøl • Samskifta við aðrar partar av Almannastovuni • Aðrar uppgávur Útbúgving: Skrivstovuútbúgving, merkonom ella onnur viðkomandi útbúgving. Førleikakrøv: Góðan kunnleika til KT og Office forritini Gáðan málburð bæði munnliga og skrivliga Góð samstarvsevni Sjálvstøðug/-ur Evni og vilja til at arbeiða í heildarloysnum og tvørfakligt Dámar væl avbjóðingar og er ágrýtin Lønar- og setanarviðurskifti: Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið. Byrjunarlønin er í lønarbólki 4. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Tummas Djurhuus, deildarleiðara á Veitingardeild- ini tlf. 353510. Umsóknarfreist: Umsóknir við avriti av prógvum o.ø. skulu vera Almannastovuni, Smyrilsvegur 20, Postboks 3096, 110 Tórshavn í hendi innan 31. mars 2005 kl. 12:00. Um Almannastovuna Fyri at betra um tænastustøði hevur Almannastovan framt bygnaðarbroytingar, har fleiri tænastur eru lagdar út á økini, soleiðis at viðskiftafólk og stovnar fáa lættari atgongd til tænasturnar. Høvuðsuppgávan hjá Almannamiðstøðunum er at geva almenninginum ráð og vegleiðing um rættindi sambært almannalóggávuni eins og at taka avgerðir. Almannastovan hevur fakligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av veitingum, fyriskipaðar eftir pensjón- dagpeninga- og forsorgarøkinum v.m. Stovnurin umsitur fyri umleið 800 mill. kr. og her arbeiða umleið 100 fólk. Almannastovan hevur almannamiðstøðir í Tórshavn, Suðuroy, Eysturoy og í Norðoyggjum, og harumframt fevnir stovnurin um Hjálpartólamiðstøðina og aðrar landsdekkandi serdeildir. Málningaframsýning á páskum Lions Club Eysturoy skipar fyri árligu málninga- framsýningini 1. og 2. páskadag í Runavíkar skúla Opið verður báðar dagarnar fra kl. 15 til 20. Kostnaður 40 kr. Atgongumerki (myndaskáin) er samstundis luta- seðil uppá ein málning. Annars verða lutaseðlar uppá málningin seldir báðar dagarnar. Framsýningin verður sett 1.páskadag kl.15 av Petur Martin Petersen, Fuglafjørð. Innkomni peningurin fer til góðgerandi endamál. (Framsýningin er ikki sensurerað. Fólkið og eftir- tíðin metir um stílvirði) Lions Club Eysturoy Søkt verður eftir fólki til bygdarhúsið á Strondum at byrja sum skjótast. Tann,ið settur verður,skal taka sær av rakstrinum av húsinum, m.a. matstovuni, reingerð og útleig- an av hølum. Løn samb. avtalu. Møguligar umsóknir skulu vera kommunu- skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 1. apríl 2005 Kommustýrið tilskilar sær rætt til at velja millum umsøkjarnar ella ongan at seta. Sjóvar kommuna Skúlavegur 10 490 Strendur Lærupláss til Kvik køkar Vit søkja eftir einum handilslærlingi. Skal helst hava FHS ella HH, men eingin treyt. Vilt tú vita meir um læruplássi, so ring 312480 ella 512480. Skrivlig umsókn við ummælum skal sendast til Kvik køkssentrið Hoyvíksvegur 65 Box 3182 100 Tórshavn Vit sóknast eftir goymslulærlingi Uppgávurnar umfata í høvuðsheitinum: Goymslustýring, viðlíkahald av goymslu og útgerð, útkoyring, bílegging av vørum umframt aðrar uppgávur. Fyrimunur er um tú hevur royndir innan goymslu umframt áhuga og kennir til maskinur. Neyðugt er, at tú er álítandi, røkin og arbeiðir sjálvstøðugt. Koyrikort til bil er neyðugt. Hevur tú hug at royna teg, so send okkum eina skrivliga umsókn við møguligum viðmælum og prógvum. Heilsøla, smásøla & umboð Brekkutún 7 Postboks 1200 FO-188 Hoyvík