Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mars 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Almenna kunningin um mammografi- kanningar er als ikki í tráð við granskingar- úrslit ella veruleikan. Alt bendur á, at pen- ingalig áhugamál hava størri týdning, enn rættartrygdin hjá sjúklingum, vísir nýggj kanning, kunn- gjørd í Ugeskrift for læger. Elin Larsen, sjúkrarøktarfrøðingu r, undrast yvir, hví onki av hesum er komið fram, nú ætl- anir eru um at seta hesar kanningar í verk í Føroyum MAMMOGRAFI Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Vandin fyri skaðaárinum av mammografikanningum er minst fimm ferðir størri, enn møguleikin fyri bata. Og enn er tað ongantíð prógvað, at hesar kanningar hava verið við til at minka um talið av deyðstilburðum av bróstkrabba. Hetta eru bara nakrir av nógvum upplýsingum um mammografikanningar, sum verða hildnir aftur fyri almenninginum, sambært nýggjari kanning, sum stóð at lesa í Ugeskrift for læger í januar mánað. Kanningin vísir, at sum heild er kunn- ingin so ófullfíggjað, at hon ikki livir upp til minstu krøvini hjá Etiska Ráðnum um "Kunnað samtykki", sum sigur, at ein sjúklingar eigur at fáa allar viðkom- andi upplýsingar, áðrenn hann játtar at vera við í eini heilsukanning. Greinin byggir á eina kanning, sum læknarnir Karsten Juhl Jørgensen og Peter C. Gøtzsche á Ríkis- sjúkrahúsinum hava gjørt av heimasíðum hjá 26 sjúklingafeløgum, almenn- um stovnum og brúkara- samtøkum, har kunnað verður um mammografi- kanningar. Út frá tí sann- roynd, at 47 % av íbúgvun- um í Danmark leita sær upplýsingar um heilsu og sjúku á internetinum, hava læknarnir kannað heima- síður í Danmark, Noreg, Svøríki, Australia, Canada, Stóra Bretlandi, New Zea- land og USA. Peningalig áhugamál Elin Larsen, sjúkrarøktar- frøðingur, hevur lisið kann- ingina og vísir á, at sam- bært hesum er eitt av best vardu loyndarmálunum við mammografikanningum eftir øllum at døma vandin fyri óneyðugum diagnosum og harav viðgerðum. Sam- bært nýggjum granskingar- úrslitum liggur talið á óneyðugum diagnosum á heili 30 % ella meira. Hetta merkir, at fyri hvørjar 1000 kvinnur, sum verða kann- aðar í eitt 10 ára skeið, fáa fimm frískar kvinnur óneyðugu staðfest bróst- krabba, hjá tveimum verður bróstið tikið, meðan tríggj- ar fáa eina bróstvarveitandi skurðviðgerð. Hóast vandin fyri álv- arsligum skaðaárinum so- statt er fimm ferðir størri, enn møguleikin fyri bata, verður hann als ikki nevndur ella stórliga undir- mettur á flestu heimasíð- unum. Somuleiðis verður lítið og onki gjørt burturúr, at mammografikanningar sum heild hava við sær størru nýtslu av stráluvið- gerðum, sum eisini eru tengdar at ávísum skaða- árinum. Nomið verður heldur ikki við ta sannroynd, at 10% av kvinnunum ganga sálarliga tyngdar í mánaðvís eftir at hava fingið eitt falskt postivt svar frá kanningini, meðan heldur onki verður sagt um eina kanning, sum vísir, at út við 50 % av kvinnunum uppliva so stóra pínu undir kanningini, at tær nokta at vera við næstu ferð, tær verða innkallaðar. Spurningurin er so, hví so nógvir stovnar og feløg velja at lata vera við at siga allan sannleikan um mammografikanningar. Elin Larsen vísir á, at sambært greinini er tað ongin ivi um, at peningalig áhugamál spæla ein týdn- ingarmiklan leiklut fyri, hvørjir upplýsingar verða givnir, og hvussu teir verða settir fram. Øll sjúklinga- feløgini, sum vóru við í kanningini, fáa peninga- ligan stuðul frá fyritøkum, sum hava fíggjarligan áhuga í mammografi-kann- ingum og møguligum fylgj- andi viðgerðum. Eisini al- mennir stovnar, sum bjóða mammografikanningar, tykjast vera stýrdir av peningarligari játtan, sum setur ávís krøv til eitt nú talið á luttakarum. - Samanumtikið tykist tað sum, at hesar kanningar fyrst og fremst eru ein verkætlan, sum skal eydn- ast, har sjúklingurin so má koma í aðru røð, heldur Elin. Vitanin skal út til fólk Elin Larsen undrast stórliga á, at so gott sum onki hevur verið at frætt her heima um ivasomu ella beinleiðis skaðiligu árinini av mammografikanningum, nú alt bendir á, at hesar kanningar skulu setast í verk í Føroyum. - Eg eri neyvan tann ein- asta, sum havi fingið ta fatan, at mammografi- kanningar nærum bara eru av tí góða, og at útlitini fyri at gerast frískur av bróst- krabba økjast munandi við hesum kanningum. Ongin mynduleiki her í Føroyum hevur givið mær osøk til at seta spurnartekin við kunn- ingina, eg havi fingið, og tí kom hendan greinin sera óvart á meg, tí hon gevur eina heilt aðra mynd av hesum kanningunum. Fólk hava krav uppá at vita, hvat tað er tey siga ja til, tá tey samtykkja at vera við í slíkum kanningum, og tí eiga hesir upplýsingar eis- ini at koma út til almenn- ingin, sigur Elin. Hon legg- ur afturat, hetta møguliga setur okkum í eina tvíðstøðu, tá avgerðin um at seta hesar kanningar í verk skal takast, men tað frítekur okkum ikki fyri at gera vart við vansarnar. - Við hesum sigi eg ikki, at vit ikki skulu hava mammografikanningar í Føroyum. Men eg haldi tað vera ábyrgdarleyst bara at fara í gongd uttan at kunna um og leggja upp fyri møguligum vansum, með- an vit enn hava møgu- leikan. Vísir tað seg so, at fyrimunirnir ikki viga upp ímóti vansunum, ja so er tað ein spurningur, um vit yvirhøvur eiga at seta hetta í verk. Nýggja kanningin gevur í øllum førum orsøk til at ivast, sigur Elin Lar- sen Føroyskir myndug- leikar positivir Fyrr í ár heitti Føroya Felag móti Krabbameini á lands- stýrismannin í heilsumál- um, Hans Paula Strøm, um at fáa sett í verk regluligar mammografikanningar í Føroyum. Í svarinum, dag- fest 17. februar í ár, boðaði landsstýrismaðurin frá, at hann var sinnaður at ar- beiða fyri at hesar kanning- ar verða settar í verk her heima. Samstundis upplýsti landsstýrismaðurin, at áheitanin hevði verið til viðmerkingar á Lands- sjúkrahúsinum, sum eisini metti tað vera skilagott at fara undir hesar kanningar. Atfinningarnar móti mammografi-kannigum verða stutt nevndar, men álit verður sett á, at danska heilsustýrið fer at góðsku- tryggja kanningarnar betur, "soleiðis at tær ikki skapa ótryggleika og óneyðugt arbeiði fyri sjúkrahúsini.", stendur at lesa í skrivinum. Onki verður sagt um, at al- menna kunningin um hesar kanningar ikki er í tráð við granskingarúrslit, og rætt- artrygdin hjá sjúklingum verður ikki nevnd. Greinin, "Information om brystkræftscreening på internetsider er ensidig og mangelfuld", stendur at lesa í Ugeskrift for læger, nr. 2, 10. januar 2005 Nr. 56 - 22. mars 2005 7 Kunnað samtykki Úr lógini um sjúklinga sjálvsavgerðarætt og -rættar- trygd. ANORDNING NR. 827 FRÁ 30. SEPTEMBER 2002. OM IKRAFTTRÆDEN FOR FÆRØERNE AF LOV OM PATIENTERS RETSSTILLING Informeret samtykke § 6. Ingen behandling må indledes eller fortsættes uden patientens informerede samtykke, medmindre andet følger af lov eller bestemmelser fastsat i henhold til lov eller af §§ 8-10. ( sipar til ómyndugar persónar, blaðkv.) Stk. 3. Ved informeret samtykke forstås i denne lov et samtykke, der er givet på grundlag af fyldest- gørende information fra sundhedspersonens side, jf. § 7. § 7. Patienten har ret til at få information om sin hel- bredstilstand og om behandlingsmulighederne, herunder om risiko for komplikationer og bivirk- ninger. Nýggj kanning: Misvísandi kunning um mammografi Elin Larsen, sjúkrarøktarfrøðingur, undrast yvir, hví onki hevur verið at hoyrt frá føroyskum mynduleikum um vansarnar við mammografikanningum