týsdagur 22. mars 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 - 22. mars 2005
17
B36 og HB vunnu tor-
førar avbjóðingar, og
harvið er møguleikin
fyri finalu millum
havnarfeløgini varð-
veitur
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Síðani tað í lutakastinum
var greitt, at stóru havnar-
feløgini ikki kundu bresta
saman í steypakappingini
fyrrenn í finaluni, hevur
møguleikin
fyri
finalu
Ólavsøkudag millum B36
og HB verið ynskidreymur-
in millum viðhaldsfólkini
hjá havnarfeløgunum.
Nú tað mest sum er greitt
at spæla fjórðingsfinalur-
nar er møguleikin fyri fin-
alu millum tey bæði bestu í
landskappingini í fjør fram-
vegis til staðar. B36 og HB
áttu bæði torførar uppgávur
í 2. umfari, og bæði havnar-
feløgini vunnu.
HB hevði vitjan av NSÍ.
Teir í Runavík hava ofta
staðið seg væl í Gundadali,
og teir vóru hesa ferð partur
av lutfalsliga væl spældari
uppgerð. HB vann 3-2, og
harvið er tað greitt, at NSÍ,
sum í fjør tapti finaluna
ímóti júst HB, ikki fyri
triðju ferð í fýra ár fer at
verða partur av ólavsøku-
uppgerðini.
Jens Martin Knudsen
vardi NSÍ málið, meðan
Tróndur Vatnhamar fyri
fyrstu ferð var í HB máli-
num.
Fyrrverandi
B36
maðurin
hevði
vunnið
kappingina um avloysara-
sessin aftanfyri Bárð Jo-
hannesen, sum var skaddur,
ímóti einum øðrum fyrr-
verandi B36 málverja —
Pól Næss Joensen.
Tróndur stóð seg so væl,
sum tað kundi roknast við.
Jens Martin hevði fleiri
góðar bjargingar — ikki
minst tá ið hann meistarliga
í 2. hálvleiki vardi fyri
brotssparki frá Rúna Nols-
øe — men hann átti sín lut í
tveimum teimum fyrstu HB
málunum.
Tór-Ingar Akselsen, sum
er komin afturíaftur eftir
sabbatsár, setti hol á við
roynd úr sera spískum.
Andy Olsen, sum tykist
skula verða ein av berandi
kreftunum hjá NSÍ, syrgdi
fyri javnleiki, men fimm
teir síðstu minuttirnar und-
an steðginum skoraði HB
tvær ferðir. Eftir rimmar
roynd frá Rasmus Nolsøe
úr 40 metrum, hálvbjargaði
Jens Martin, og nýggi
álopsmaðurin,
Páll
M.
Joensen, var fyrstur á retur-
inum. Eftir innlegg úr
vinstru stýrdi Rúni Nolsøe
við handara stólpan í málið.
Eitt lítið korter eftir
steðgin sendi Ike við høvdi-
num eftir horna í málið, eft-
ir at bólturin fyrst hevði
verið tvær ferðir á træverki-
num. So var tað, at Rúni
Nolsøe fekk gylta møgu-
leikan at taka luftina úr
dystinum, men fyrst hálv-
bjargaði Jens Martin, og so
sendi HB liðformaðurin
returbóltin upp um víðopna
málið.
NSÍ hevði fleiri ferðir
síðstu løtuna HB á króki-
num, men meistararnir og
steypavinnararnir hóraðu
undan, hóast teir síðstu
smáu tíggju minuttirnar
vóru undirmannaðir. Tað
komst av, at innskifti Vagn-
ur Mohr Mortensen noydd-
ist at taka seg aftur orsaka
av skaða. Tá hevði HB skift
tríggjar spælarar inn.
Í fjórðingsfinaluni skal
HB spæla á heimavølli
ímóti ÍF. Fuglfirðingar vóru
í Vági, har teir fingu ein-
asta málið. Málskjútti var
Sylla, sum sendi í kassan,
eftir at miðvallarin Hanus
Eliasen hevði lagt innfyri.
2. páskadag skal ÍF aftur til
Vágs, og tað kann ikki sig-
ast annað, enn at sjálvsálit-
ið hjá teimum fekk eina
tonn rætta vegin sunnudag-
in.
KÍ og B68
Hinir partarnir, sum kapp-
ast við HB og ÍF um finalu-
pláss, eru KÍ og B68. Tofta-
menn vóru á Mølini sunnu-
dagin, og teir høvdu alla or-
søk at vera fegnir, tá ið teir
fóru til hús aftur. Kristian
Anton Andreasen skoraði
einsamalla málið, tá ið
tíggju minuttir vóru eftir.
Fabricio smekkaði til, og
Kristian Anton stýrdi bólti-
num inn um Gunnar á
Steig. Síðstu løtuna legði
heimaliðið ógvusligt trýst
á, men teir fingu ikki mál.
Tættast við vóru teir, tá ið
teir royndu við frísparki av
brotsteigar markinum. Men
Albert Sævarsson, sum er
komin aftur í B68 málið at
standa, tveitti seg og bjarg-
aði meistarliga.
Í Gundadali var tað eftir
sjey minuttir greitt, at KÍ
skal vera partur av fjórð-
ingsfinaluni. Tá høvdu Er-
ling Fles, Atli Danielsen og
Arnhold Joensen lagt KÍ
framum um 3-0, og so var
tað bara ein spurningur um,
hvussu stórur sigurin fór at
verða.
Tríggir útisigrar
Í hinum partinum staðfesti
B36 á Skála, har teir onkra
ferðina hava havt stórar
trupulleikar, at teir eru væl
fyri, sjálvt um fleiri skift-
ingar eru gjørdar síðani í
fjør.
Ingi Højsted hevur roynt
eitt sindur av hvørjum.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki
skoraði hann fyrst ferð fyri
barndómsfelagið í bestu
deildini.
Undir hvíldini var fram-
vegis stórur spenningur í.
Ein minutt fyri hálvleik
sendi
Iulian
Florescu
hornaspark beinleiðis í
málið.
Eftir steðgin legði B36
seg framum 4-1, áðrenn
Jónhard
Frederiksberg
pyntaði
um.
Klæmint
Matras stútaði við handara
stólpan til 2-1, eftir at Allan
Mørkøre hevði lagt fríspark
innfyri, og Bergur Midjord
var tryggleikin sjálvur, tá ið
hann gjørdist einsamallur
við nýggja Skála málverja-
num. Innskifti Bogi Herm-
ansen, sum í fjør royndi seg
í Frem, økti til 4-1, áðrenn
landsliðsmaðurin hjá Skála
syrgdi fyri, at úrslitið
gjørdist 4-2.
Hvørjum B36 skal spæla
ímóti í fjórðingsfinaluni
verður avgjørt í kvøld, tá ið
GÍ hevur verið í Leirvík.
Leygardagin hevði LÍF
vitjan av AB. Vøllurin í
Leirvík er ovarlaga, og tað
var neyðugt við maskinum
at beina kavan burtur, áðr-
enn argjamenn kundu fara á
vøllin. Heimaliðið skoraði
tvær ferðir — evnaríki
Andreas Lava Olsen og so
Magnus Skoralíð, ið longu
telist millum veteranarnar á
liðnum við brotssparki -
meðan argjamenninir vóru
merkiliga spakir.
TB stóð royndina á Vall-
oyruni í Sandavági. Men
tað tók sína tíð. Eftir van-
liga leiktíð var 1-1, og tá
hevði John Thomsen lagt
heimaliðið á odda. Stutt
undan
hvíldini
javnaði
Hallur Christiansen, og so
kom einki mál fyrrenn í
fyrra umfarinum í longdu
leiktíðini. Tá sendi Alex-
ander Jovevic, sum er kom-
in til TB frá NSÍ, brots-
spark í málið aftanfyri Jó-
han á Mýrini.
Sandoyingar
skulu
í
fjórðingsfinaluni spæla á
Sevmýri. B71 var í Mið-
vági, har teir vunnu 2-0 á 4.
deildarliðnum. Á B71 lið-
num vóru fleiri ungir spæl-
arar. Eitt nú er Símun
Rógvi Hansen í málinum,
meðan Waldemar Nowicki,
sum seinastu fimtan árini
hevur vart B71 málið, var á
beinkinum.
Jónsvein
Thomsen legði B71 fram-
um, tá ið eitt korter var far-
ið, og í 2. hálvleiki stútaði
Tummas Pauli Olsen til 2-0
eftir horna.
LØGMANSSTEYPIÐ
Innleiðandi umfar
Royn-FSV 2004 0-1 (0-0)
0-1: Birgir Joensen
1. umfar
NÍF-Fram 0-13 (0-2)
Hansmar Poulsen (4), Kári
Reynheim (3), Sunnleif
Jacobsen (3), Fróði Bald-
vinsson, Mortan Joensen,
Gunnar Haraldsen
Sumba-MB MB ud
LÍF-AB 2-0 (0-0)
1-0: Andreas Lava Olsen
2-0: Magnus Skoralíð br
SÍ-FSV 2004 2-3 (1-2)
0-1: Jón Nielsen 8.
1-1: Wenzel Mortensen 30.
1-2: Silva 35.
2-2: Georg Haraldsen 49.
2-3: Sonni Johansen 59.
2. umfar
MB-B71 0-2 (0-1)
0-1: Jónsvein Thomsen 15.
0-2: Tummas Pauli Olsen
61.
Fram-KÍ 1-7 (1-5)
0-1: Erling Fles
0-2: Atli Danielsen
0-3: Arnhold Joensen
0-4: sjálvmál
0-5: Hjalgrím Elttør
1-5: Hansmar Poulsen
1-6: Kristofur Jacobsen
1-7: Ovi Nysted
Skála-B36 2-4 (1-1)
0-1: Ingi Højsted 25.
1-1: Iulian Florescu 44.
1-2: Klæmint Matras 55.
1-3: Bergur Midjord 75.
1-4: Bogi Hermansen
2-4: Jónhard Frederiksberg
HB-NSÍ 3-2 (3-1)
1-0: Tór-Ingar Akselsen 7.
1-1: Andy Olsen
2-1: Páll M. Joensen 40.
3-1: Rúni Nolsøe 45.
3-2: Ike 58.
VB-ÍF 0-1
0-1: Sylla
EB/Streymur-B68 0-1
(0-0)
0-1:
Kristan
Anton
Andreasen 83.
LÍF-GÍ í kvøld
FSV 2004-TB 1-2 (1-1)
eftir umdyst
1-0: John Thomsen
1-1: Hallur Christiansen
1-2: Alexander Jovevic br.
Fjórðingsfinala 5. mai
KÍ-B68
LÍF/GÍ-B36
HB-ÍF
TB-B71
Q e b C^ s l r o f q b O b p q ^ r o ^ k q
D I > P P Q L S> K
MÛph^a∞dro◊f ¬ Di^ppqlsrkf Ph¬ofpe∂pa^d) I^kd^co¬ddg^a^d) .+ MÛph^a^d ld /+ MÛph^a^d hi+ ./+-- * //+-- _g∂◊^o Di^ppqls^k ebp^ MÛph^j^qphoÛ7
Cloo≠qqro7 I≠qqpqlhq^o gÛhrmpphbig^o sf◊ ifjbm^pq^ ld dlodlkpli^p∂p E∞sr◊po≠qqro7 P^iqfj_l``^ ^s i^j_phg∞qf sf◊ plmmrj) dlro`fbqqrj ld es¬qs¬kppl◊p∂p Lj^kÛ7 Jbi∂kp^i^q sf◊ `fqo∂kplo_bq ld _bog^p∂p+ Mo¬pro7 / o≠qqfo ho+ .62)* 0 o≠qqfo ho+ //2)* ?^ok^j^qphoÛ7 Mfqp^) hfmp ld pla^s^qk ho+ .--)* Pboqfi_l◊ cvof dfpqfkd sf◊ jlodrkj^qf7 Armriq h^j^o ho+ 02-)* Bfkhriq h^j^o ho+ 2--)* Mo¬profk bo d^ia^kaf mo+ mbop∂k,mo+ kÛqq ¬ q¬◊^ophbf◊krj /0+ * /6+ j^op+ ?¬ibddf◊ Û 0.42-- bii^ Û ttt+elqbiclolv^o+cl+ Høvuðstaðurin eigur framvegis møguleikan
Ingi Højsted skeyt fyrsta
málið, tá B36 vann seg víðari
við einum 4-2 sigri á Skála
Mynd: Bárður Lydersen