Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mars 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 56 - 22. mars 2005 Við einum teprum sigri á Stjørnuna í einum sera spennandi og dramatiskum dysti í Vági leygardagin, hevur VB nærum tryggjað sær meist- araheitið í kvinnu- hondbólti SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen, terji@sosialurin.fo Høllin í Vági var fullsett og væl tað, tá ið tey bæði nógv tey fremstu kvinnuligu hondbóltsliðini í landinum brustu saman leygardagin í einum dysti, sum hevði ovurhonds stóran týdning fyri stríðið um FM-heitið. Karmarnir til dystin vóru optimalir, og lat tað verða sagt beinan vegin, at spæl- ararnir livdu upp til hesar karmar, og vit fingu 60 minuttir, ið vóru fullir av intensiteti, drama, hugtak- andi einmansavrikum, knallhørðum verjuspæli og frálíkum málum. Stjørnan fleyg avstað Sum tað hevur víst seg mangan áður, tá ið júst hesi bæði lið bresta saman, so kann tað svinga rættuliga nógv í dystinum. Soleiðis var eisini leygardagin. Stjørnan fekk eina frálíka byrjan, og liðið úr Klaksvík sá leingi út til at fara at vinna ein stórsigur, ið kanska kundi verða eitt plástur á sárið fyri eyð- mýkjandi ósigurin í Klaks- vík fyrr í ár. Gestirnir struku avstað, og heimaliðið megnaði als ikki at fóta sær fyrstu drúgvu løtuna. Stjørnan sýndi gott hugflog í álops- spælinum, og í hinum endanum stóð verjan sum ein múrur, og aftan fyri múrin stóð ein annar múr- ur, nevnliga Fríða Petersen í málinum, sum legði bragdliga fyri í oddadysti- num. VB fekk als ikki gongd á álopsspælið hjá sær, og tað tóktist einamest koma av tí, at spælskiparin Aukse Vysniaskaite ongantíð av álvara kom í gongd í dysti- num leygardagin. Aukse royndi seg fleiri ferðir við skotum úti frá, ella við frí- spælingum inn á strikuna, men tað kom so at siga einki burtur úr hjá henni í fyrra hálvleiki. Fjáltur kom nú á spælararnar á heima- liðnum, og nervarnir hingu uttaná. VB gjørdi eina rúgvu av tekniskum feilum, og fleiri ferðir var bólturin spældur beint í hendurnar á leikarunum hjá Stjørnuni. Hetta merkti, at Stjørnan fekk eina dreymabyrjan. Gestirnir lupu avstað, og áðrenn fyrri hálvleikur var hálvrunnin, høvdu tær fingið sær eina leiðslu upp á sjey mál, og mótbrekkan hjá VB tóktist øgilig. Men so líðandi kom VB fyri seg, og ikki minst var tað Asta í málinum, sum gjørdi sítt til, at heimaliðið skuldi fáa fatur á gestunum. Asta hevði fleiri frálíkar bjargingar, tá ið Stjørnan annars sá út til at avgerða dystin, og hesar bjargingar vóru við til at halda lív í vónunum hjá VB. Broyttu álopsspælið Ein av orsøkunum til, at tað gekk so illa hjá VB í álops- partinum fyrstu løtuna av dystinum, tóktist verða, at alt allar royndir upp á mál skuldu fara umvegis annan av útlendsku spælarunum, Daivu Tomaite ella Aukse Vysniaskaite, og hetta gjørdi tað lætt hjá Stjørnuni at verja fyri. Men nakað út í dystin tóktist tað sum um, at tað vóru fleiri á heima- liðnum, ið tordu at bjóða VB-Stjørnan 28-27(12-16): Eitt fantastiskt drama Við eini knallharðari verju helt VB Stjørnuni frá mál- unum fyrstu 11 minuttirnar eftir steðgin, og tað fær helst avgerandi týdning fyri FM- stríðið