Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mars 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 - 22. mars 2005 19 Liðskiparin hjá VB, Rannvá Augustinus- sen, vildi staðfesta meistaraheitið eftir oddabrakið leygar- dagin HONDBÓLTSPRÁT Terji Nielsen, terji@sosialurin.fo Tað var ein fullkomiliga pøst Rannvá Augustinus- sen, ið Sosialurin fekk orðið á beint eftir sigurin á Stjørnuni leygardagin: - Eru tit meistarar nú? Nei, ikki heilt, men hetta var eitt stórt stig á leiðini. Tað sá rættuliga svart út í fyrra hálvleiki? Vit vóru ótrúliga ner- vøsar, og verjan riggaði slet ikki. Vit fingu heldur ikki skorað, og tær skor- aðu allatíðina. Men tá ið vit sluppu av við nervar- nar, koyrdu vit tað heim. Tær vóru á odda við tveimum málum stutt fyri leiklok, men tit komu aft- uríaftur? Ja, vit hildu høvdið kalt og settu okkum fyri, at verjan skuldi standa stinn, og tær skuldu ikki fáa fleiri mál, og tað eydnað- ist okkum at vinna til síðst. Tit skiftu lítið út á lið- num, var tað ein harður dystur? Heilt ótrúliga harður dystur. Tað var so heitt, tí tað var so nógv fólk og so nógvur gangur. Tað var heilt ótrúliga hart. Hvussu nær eru tit meistaraheitinum? Nei, tað vil eg einki siga um. - vit hildu høvdið kalt og settu okkum fyri, at verjan skuldi standa stinn, og tær skuldu ikki fáa fleiri mál, segði ein fegin Rannvá Augustinussen eftir dystin seg til, og tað gjørdi eisini mun, tá ið landsliðsleikarin Gurið Mortensen, ið er heima í páskafrí, kom á vøllin miðskeiðis í fyrra hálvleiki. VB togaði seg inn á Stjørnuna, og tað eydnaðist heimaliðnum at minka um munin niður í fýra mál, áðr- enn farið var til hálvleiks, og tí tóktist einki avgjørt í steðginum. Stjørnan fekk ikki mál Byrjanin í seinna hálvleiki var eitt ógvuliga avgerandi tíðarskeið í dystinum. Tá hendi nevnliga tað, at Stjørnan fullkomiliga steðgaði upp, og hesum gjørdi heimaliðið sær dælt av. Stjørnan var á odda 16- 12 í steðginum, men henda leiðsla helt sær ikki leingi. Tí VB tók seg mál fyri mál inn á Stjørnuna, og tá ið gestirnir als ikki megnaðu at svara aftur í hinum enda- num, eydnaðist tað enntá heimaliðnum at leggja seg á odda. Stjørnan megnaði als ikki at skora fyrstu ellivu minuttirnar av seinna hálvleiki, og tí var hálvleiksleiðslan hjá teimum skjótt etin upp, og ístaðin legði VB seg á odda 18-16, áðrenn Stjørnan glógvaði aftur. Síðani gekk tað rættuliga javnt á, og tað er einki at taka seg aftur í, at tað var stórur spenningur, og øll tann stóra áskoðarafjøldin var á gosi. Tað vóru ikki bert vágbingar til dystin, men eisini fólk aðrastaðnis úr oynni, og rættuliga fitt av klaksvíkingum høvdu eisini lagt leiðina suður til Vágs. Onkur áskoðari gjørdist so mikið heitur, at dómararnir noyddust at steðga dystinum og vísa manninum úr høllini. Tað er harmiligt, at slíkt skal koma fyri, men áskoðarar eiga at verða so mikið at sær komnir, at teir velja at nýta orkuna uppá at stuðla sínum liði heldur enn at finnast at dómarunum. Daiva var avgerandi leikarin Tá ið VB hevði fullkomi- liga vent dystinum, vóru tað fleiri, ið hildu, at nú var Stjørnan "knekkað", men so var ikki. Klaksvíkskvinnurnar vístu sera góðan stríðsvilja, og tær fingu aftur fótin fyri seg. Tær bardu seg upp á javnt, og tær narkaðust al- samt sigrinum aftur. Ikki minst var tað verjan hjá Stjørnuni, sum hesa løtuna var heilt framúr, ið gjørdi sítt til, at tær komu fyri seg aftur. Farið var nú undir teir seinastu tíggju minuttirnar, og tað tóktist nú sum um, at tað var Stjørnan, ið hevði sálarligu yvirvágina. Tær løgdu seg eisini á odda 26- 24, men VB svaraði aftur og kom upp á javnt, 26-26, og spenningurin var øgilig- ur. Tað hoyrdist næstan ikki mannamál, og tað mundu verða nógvar negl, ið blivu styttar munandi hesa løt- una. Tveir minuttir fyri leik- lok stóð eisini á jøvnum, 27-27, og tað lá líkasum í luftini, at næsta málið fór at verða avgerandi, tí málini vóru ikki so títt. Tað var Daiva Tomaite, sum fekk næsta málið í dystinum, tá ið hon legði VB á odda 28- 27. Daiva var heilt stóri spælarin í dystinum, og hon skeyt ikki færri enn 14 mál. Stjørnan fór í álop, men tá ið Joan M. Djordjevic royndi at bróta seg gjøgn- um verjuna hjá VB, mettu dómararnir, at talan var um álopsfeil, og tí fekk VB bóltin aftur, og minni enn ein hálvur minuttur var eftir at leika. Tey seinastu se- kundini spældu vágskvinn- ur bara bóltin sínamillum og lótu tíðina ganga, og tá ið lúðurin ljóðaði, var ein øgiligur rómur í høllini. Ein rúgva av fólki rann út á vøllin at heiðra heimalið- num, og venjarin hjá VB, Aivaras Daugas, kastaði seg bara skerflatan á búkin mitt úti á vøllin. VB hevði bast greipu- vinnarunum úr Stjørnuni og er nú tvey stig framman fyri klaksvíksliðið í toppi- num í Sunset-kappingini. Harafturat er VB nærum 100 mál framman fyri Stjørnuna í málmuni, og tey eru fá, ið trúgva uppá, at hendan leiðslan hjá VB ikki fer at halda sær til kappingarlok 30 apríl. Liðskiparin hjá Stjørnuni, Una Ol- sen, heldur ikki, at VB nú fer at snáva á veg móti FM-gulli- num HONDBÓLTSPRÁT Terji Nielsen, terji@sosialurin.fo Una Olsen sá ikki sørt vónbrotin út, tá ið vit fingu orðið á hana úti í gongini í VB-høllini. Er kappingin avgjørd nú? Eg veit ikki, um man skal takka fyri seg og verða nøgd við steypa- kappingina. Men so at siga haldi eg, at hon er av- gjørd, tí eg rokni ikki við, at nakað annað lið tekur VB, og málmunin fáa vit ikki gjørt nakað við, so um vit vinna í Klaksvík, so rokni eg við, at vit verða ov stuttar avlíkavæl. Tit høvdu eina greiða leiðslu í fyrra hálvleiki, hvat hendir so? Vit settu okkum fyri í hálvleikinum at fara inn aftur og halda á við sama lag, men so steðga vit upp. Álopsspælið koyrdi alt ov seint, og vit fingu ikki mál. Samstundis fáa tær nógv mál í hinum enda- num, har tær sleppa ígjøgnum, har tær ikki skuldi sleppa ígjøgn- um.Vit kiksa simpulten í verjuni. Tað vóru teir somu spælararnir á vøllinum næstan allan dystin. Var tað øgiliga hart? Tað var øgiliga hart, men tað er tað altíð móti VB. Og til ein slíkan dyst hevur tú eisini altíð orku til spæla allan dystin. Tit fingu leiðsluna aftur seint í dystinum? Ja, men so eru vit ókon- centreraðar og gera býttar feilir. Vit hava ikki tol til at spæla runt, til vit fáa upplagdar møguleikar, og tí taka vit hálvar møgu- leikar, og tað kostar. Eru tað slíkir dystir, sum gera tað stuttligt at spæla hondbólt? Ja, tað er tað, hóast vit taptu. Tað er bara spell, at tað bert eru tveir slíkir dystir um árið, har man hevur nervar áðrenn dyst. Soleiðis skuldi tað verið hvørt vikuskifti. Rannvá Augustinussen, VB: - Eitt stórt stig móti meistaraheitinum Una Olsen, Stjørnan: -Eg haldi, at tað er avgjørt - Eg rokni ikki við, at nakað annað lið tekur VB, og málmunin fáa vit ikki gjørt nakað við, sigur Una Olsen, sum roknar við, at kappingin nú er avgjørd VB-Stjørnan 28-27(12-16) VB: Daiva Tomaite 14(6), Christina Holm 4, Gurið Mortensen 4, Rannvá Augustinussen 3, Laila Jespersen 2, Aukse Vysniaskaite 1 Stjørnan: Alina Olaru 8(3), Joan M. Djordjevic 4(1), Katarina Stjepanov 4(3), Anna Kristina Samson 3, Una Olsen 3, Annika Ljósstein 3, Bára S. Klakstein 2 Brotskøst: VB 6(6), Stjørnan 12(7) Útvísingar: VB 6, Stjørnan 5 Dómarar: Brandur Johansen og Heri Petersen — løgdu eina harða linju beinan vegin, og teir hildu linjuna allan dystin, hóast hon kostaði nógvar útvísingar og ein hóp av brotskøstum. Slíkir dystir eru altíð truplir at døma, men hoyvíkingarnir komu væl frá uppgávuni. Teir hildu høvdið kalt, tá ið spenningurin var í hæddini, og tað er neyðugt í slíkum dystum. Áskoðarar: Ein rúgva FAKTA UM DYSTIN: