Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mars 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 56 - 22. mars 2005 Eftir tvey ára fráveru kom FM-steypið aftur til Vestmanna leygar- dagin, tá VÍF við sigri á StÍF fekk sett eitt flott punktum fyri kappingarárinum MEISTARAR orð: Jákup Mørk, myndir: Jens Kristian Vang Ivaleyst vóru vestmenning- arnir fegnir um, at gull- stríðið var avgjørt, longu áðrenn StÍF kom á vitjan. Er tað nakað lið, sum hevur sett kílar í hjá VÍF seinastu árini, so eru tað fyrst og fremst strandingarnir, sum javnt og samt hava argað vestmenningarnar – bæði í lands- og steypakapping. Gekk striltið Fyrsta langa partin av dystinum tóktist tað eisini, sum skuldu strandingarnir oyðileggja VÍF dagin. Við frálíkum málmansspæli av Marian Cirloganescu og óghugnaligu skotstyrkini hjá Justinussen beiggjun- um, vóru tað alla tíðina gestirnir, sum høvdu betra takið á dystinum. Vest- menningarnir royndu at fylgja við, men fyri tað all- ar mesta gekst hetta sera striltið, og kanska restaði seinasti neistin eisini í, nú spurningurin longu var greiddur fyri teirra viðkom- andi Í so máta hevði StÍF meira at spæla fyri, tí við einum sigri kundu teir fara framvið Kyndli á talvuni, um úrslitini annars lagaðu seg. Men tað gjørdu tey ikki, og kanska høvdu meldingarnar av Hálsi í hálvleikssteðginum eisini sína ávirkan. Í øllum førum vóru strandingarnir als ikki líka tendraðir, tá farið varð und- ir seinna hálvleik. VÍF kom nú alt betri við, og tá StÍF so eisini misti Svein Just- inussen – breyt allar helst ein fingur – kom kinkur av álvara í. Og so tóku vestmenning- arnir av. Seinasta korterið av dystinum vendu teir 21- 24 til endastøðuna, 30-27, og fyri hvørt málið, sum nú varð skotið, gjørdist rómur- in í høllini alt ljódligari. Og tá seinasta bríksli hevði ljóðað, var leyst og liðugt. Kanska var rómurin ikki so stórur, sum tú skuldi hildið, men í Vestmanna eru tey jú von við gullið. Heldur var talan bara um stór smíl alla staðni, tá Palli Joensen í frásøguleiklutinum seði frá um spælararnar, meðan gullið varð hongt um hálsin og steypið fingið til høldar. Vit lata myndirnar frá degnum tala fyris eg. Gulldansur í Vestmanna Daniel Rápa hevur verið nógv skaddur tey árini, hann hevur verið í Føroyum, men seinastu mánaðirnar hevur hann veruliga tikið ábyrgd á seg, tá hetta var mest tiltrongt