Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mars 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 56 - 22. mars 2005 Við einum sigri á KÍF leygardagin, fór H71 upp um kollfirðingar á stigatalvuni og gjørdust nummar fýra í landskappingini ATLANTIC AIRWAYS- KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Hondbóltskappingarárið í Hoyvíkshøllini endaði leygardagin ógvuliga hóskandi við einum dysti millum bestu mansliðini hjá teimum báðum feløg- unum, ið hava heimavøll í høllini, H71 og KÍF, og tað vóru hoyvíkingar, ið end- aðu omaná. Høvdu munin allan dystin Tað vóru hoyvíkingar, sum høvdu munin á kollfirðing- um allan dystin. Gamaní legði KÍF fyri við at leggja seg á odda 3-0, men síðani tók H71 yvir, meðan KÍF fullkomliga steðgaði upp og als ikki fekk skorað næstu tíggju minuttirnar. Tað munaði eisini væl hjá hoyvíkingum, at lið- skiparin, Halgir Dahl Ole- sen, var við aftur. Halgir var ikki við, tá ið H71 um- farið frammanundan var fyri lemjandi ósigri móti Neistanum, og tað sást eis- ini aftur á avrikinum hjá H71 í tí dystinum. Kollfirðingar blivu full- komiliga rendir um koll, og eitt skifti í fyrra hálvleiki vóru hoyvíkingar á odda við átta málum. Eftir steðgin sá ikki út til, at gongdin í dystinum fór at venda, tí munurin bara vaks millum liðini. H71 var um miðjan seinna hálvleik á odda við ikki færri enn ellivu málum, 23-12, áðrenn tað eydnað- ist kollfirðingum at fóta sær eitt lítið sindur og pynta um úrslitið. Misjavnt ár hjá báðum Við sigrinum á KÍF leygar- dagin eydnaðist tað H71 at yvirhála kollfirðingar á stigatalvuni í evstu løtu. Bæði liðini endaðu við ellivu stigum, men av tí at H71 hevur betur málmun, eru tað teir, ið enda kapp- ingarárið á fjórðaplássin- um, meðan kollfirðingar noyðast at taka til takkar við fimtaplássinum. At kollfirðingar kansksa eru eitt sindur misnøgdir, nú kappingarárið er farið aftur um bak, er kanska einki at siga til. Tað er nevnliga ikki so langt síð- ani, at teir lógu heilt har frammi á bronsuplássin- um, og enntá høvdu teir møguleikan at vinna seg upp á silvurplássið. Men KÍF tapti teir seinastu fýra dystirnar á rað, og tí skramblaðu teir niður eftir stigatalvuni. Í Hoyvík eru teir ikki heilt nøgdir við kappingar- árið. H71 fekk eina sera góða byrjan upp á árið, men steðgaði upp, og hoyvík- ingar komu ongantíð av álvara í gongd aftur. Við tí leikarahópi, sum Henrik Gerster, venjari, hevur havt at ráða yvir í ár, skuldi úrslitið helst verið betur, og hetta man óivað hava givið leiðsluni í H71 nakað at hugsa um í hesum døgum. KÍF: Gert Hansen 4, Petur Martin Poulsen 4, Regin Petersen 4(2), Arnbjørn Hansen 2, Rógvi Weihe 2, Ingi Vagnsson Johannesen 1, Teitur Joensen 1, Jóan Pauli Olsen 1 H71: Halgir Dahl Olesen 8(2), Piti Negru 6, Esbern Patursson 5(1), Johnny Durhuus 4, Hans Jákup 3, Olaf Vesturgarð 1, Bjarni Sørensen 1 Brotskøst: KÍF 4(2), H71 5(3) Útvísingar: KÍF 4, H71 5 Dómarar: Gunnar Gregori- ussen og Dánjal Samuelsen Áskoðarar: 80 KÍF-H71 19-28(9-15): Hoyvíkingar yvirhálaðu kollfirðingar Neistin-Kyndil 31-45(13-20): Málrík grannauppgerð Talan gjørdist um eina ógvuliga málríka grannauppgerð, tá ið Neistin og Kyndil hitt- ust á seinasta leik- degnum, og kyndils- menn tryggjaðu sær silvurið ATLANTIC AIRWAYS- KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Kyndilsmenn tryggjaðu sær leygardagin silvurið í fremstu mansdeildini í hondbólti, tá ið teir vunnu ein greiðan sigur á Neistan- um. Teir grønu úr Havn lógu á silvurplássinum undan seinasta dystinum, men greitt var, at strand- ingar høvdu møguleika at taka silvurið frá Kyndli, um havnarliðið snávaði móti grannunum úr Neistanum. Eingin ivi Tað vóru teir grønu úr Kyndli, sum høvdu munin allan dystin, og tað sást eisini týðuligt, at teir høvdu eitt sindur at spæla fyri í mun til neistamenninar, sum einki høvdu at stríðast fyri uttan æruna. Teir grønu tóktust eitt sindur meiri uppsettir, og tað sást aftur á máltalvuni. Fyrstu løtuna av dystin- um var ikki tann stóri mun- urin á liðunum báðum, hó- ast tað var Kyndil, sum allatíðina var á odda, men móti endanum av fyrra hálvleiki setti Kyndil ferð á, og Neistin megnaði als ikki at fylgja við. Hetta hevði við sær, at Kyndil fekk sær eina greiða leiðslu, áðrenn farið var til hálvleiks, og tí var dysturin í veruleikanum avgjørdur, áðrenn hann var hálvrunnin. Málini skolaðu inn Báðir partar tóku sær eitt sindur av løttum eftir steðg- in, og tað var ikki lagt so nógv fyri í verjunum. Av tí sama gjørdust málini rættu- liga nógv í tali, og satt at siga skolaðu bóltarnir inn í málið hjá Neistanum. Í hinum endanum komu eis- ini rættuliga nógv mál, men neistamenninir vóru ikki eins dugnaligir til at skora sum grannarnir. Stóri munurin á liðunum báðum hevði eisini við sær, at Kyndil valdi at geva onkrum ungum leikara fitt av spælitíð, og eitt nú kom ungi Poul Rói Mohr stak væl frá tí á vonginum, og skeyt hann fýra mál í seinna hálvleiki. Óivað ein spælari, ið vit koma at hoyra meiri um seinni. Stóri málskjúttin hjá Kyndli í stórsigrinum var tó elsti maður á liðnum, Jakob Jónsson, sum fekk ikki færri enn 12 mál á konto- ina. Tað eigur at verða nak- að síðani, at Jakob hevur fingið so frægt av málum í einum og sama dysti. Hjá Neistanum var fræg- asti málskjúttin Ólavur Brimnes við níggju málum, og vestmenningurin hevur kanska verið besti spælarin hjá Neistanum í hesum kappingarárinum. Eftir dystin fingu kynd- ilsmenn silvurmerkini handaði sum tekin um, at teir gjørdust næstbesta liðið í føroyskum manshondbólti í hesum kappingarárinum. Um tað er nøktandi hjá havnarfelagnum, skal verða ósagt, men tað er ein sann- roynd, at hjá teimum flestu av spælarunum á liðnum er bert gullið nóg gott. Neistin hevur havt eitt stak vánaligt kappingarár, og tað eigur at geva leiðsl- uni í felagnum nakað at hugsa um, at liðið við trim- um av sterkastu útlendsku spælarunum í føroysku kappingini liggur á aftasta plássi á stigatalvuni. Sum nevnt her í blaðnum áður, er havnarfelagið í samráð- ingum við ein dana um at gerast venjari hjá besta mansliðnum komandi kapp- ingarár, men sum skilst, er einki komið upp á pláss hesum viðvíkjandi. Neistin-Kyndil 31- 45(13-20) Neistin: Ólavur Brimnes 9, Áki Mørk 6, Damir Oros 4(1), Blagoje Buha 4(1), Rani Slættanes 3, Jón Lud- vík 3, Helgi Michelsen 2 Kyndil: Jakob Jónsson 12, Hans Áki Dal-Christiansen 6, Josef Abrahamsen 6(4), Finnur Hansson 6(3), Poul Rói Mohr 4(1), Janus Einar Sørensen 3, Høgni Klein 3, Rókur Akralíð 2, Ragnar Stakksund 2, Hans Arni Thomsen 1 Brotskøst: Neistin 4(2), Kyndil 8(8) Útvísingar: Neistin 8, Kyndil 4 Dómarar: Poli Hansen og Hartvig Joensen Áskoðarar: 150 Kyndil vann ein knúsandi sigur á Neistanum í seinasta dystinum á árinum, og soleiðis staðfestu teir grønu silvurmerkini fyri árið