týsdagur 22. mars 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 - 22. mars 2005
23
Mjølnir er
føroyameistari
Kvinnurnar hjá
Mjølnir tryggjaðu sær
leygardagin føroya-
meistaraheitið í
kvinnuflogbólti, tá ið
tær vunnu ein trygg-
an 3-0 sigur á ÍF í
Klaksvík
FLOGBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Flogbóltskappingarárið er
komið at enda, og staðfest-
ast kann, at tað er Mjølnir,
sum eigur besta kvinnu-
liðið í landinum. Spenning-
urin í meistaradeildini hjá
kvinnum
helt
sær
til
seinasta umfar, tí Mjølnir
og TB lógu ájavnt í stigum,
men Mjølnir hevði betur
settmun.
TB livdi í vónini
Bæði Mjølnir og TB høvdu
á pappírinum lættar heima-
dystir í seinasta umfarin-
um. Mjølnir fekk vitjan av
ÍF í Fuglafirði, meðan TB í
Trongisvági hevði vitjan av
botnliðnum SÍ.
Greitt var undan seinastu
dystunum, at um Mjølnir
vann sín dyst, var meistara-
heitið verandi í Klaksvík, tí
settmunurin hjá teimum var
væl betur enn tann hjá TB.
Men TB livdi tó í vónini
um, at fuglfjarðakvinnur
kundu gera ein vørr og
syrgja fyri einum óvænt-
aðum úrsliti í Klaksvík,
sum kundi hjálpt TB til
meistaraheitið.
Hetta var tó lættari sagt
enn gjørt, tí klaksvíks-
kvinnur vóru ógvuliga upp-
settar upp á avgerandi dyst-
in, og tær høvdu ongar ætl-
anir um at snáva ávegis
móti gullinum.
Væntaðu úrslitini
Mjølnir gjørdi sína skyldu,
og sigurin hjá teimum og
harvið meistaraheitið var
ongantíð í vanda. ÍF fekk
als ikki hótt oddaliðið, sum
vann ein greiðan 3-0 sigur.
Í fyrsta settinum fingu
fuglfjarðakvinnur oyruni í
Mjølnir-maskinuna, og tað
settið vann Mjølnir sann-
førandi 25-14.
Tey bæði næstu settini
endaðu ávíkavíst 25-21 og
25-19 til Mjølnir, sum har-
við endurvann sær føroya-
meistaraheitið.
að hjálpti tí einki, at TB,
sum livdi í vónini, vann sín
dyst móti SÍ í Trongisvági.
Heldur ikki í hesum dystin-
um var nakar ivi. Tað var
bert í tí fyrsta settinum,
sum TB vann 25-22, at eitt
sindur av spenningi var í.
Tey bæði næstu settini vann
heimaliðið greitt 25-16 og
25-12, men tað var tó ikki
nóg mikið til at røkka
gullinum.
Gott ár hjá Mjølnir
Tað er einki at taka seg aft-
ur í, at talan hevur verið um
eitt framúr gott ár hjá
kvinnunum hjá Mjølnir. Í
februar mánað vunnu tær
steypakappingina, tá ið tær
í finaluni bastu júst TB.
Leygardagin var greipan
tryggjað, og tað er einki at
ivast í, at klaksvíkskvinnur
eru væl nøgdar við kapp-
ingarárið.
Hvussu gangast fer hjá
Mjølnir komandi kapping-
arár, er tó ilt at meta um.
Veteranurin yvir øllum
veteranum, Marjun Kalsø,
hevur boðað frá, at hon
gevst, og tað er ein stórur
missur fyri Mjølnir. Tað
hevur eisini ljóðað, at ein
annar av veteranunum hjá
Mjølnir,
Vera
Larsen,
somuleiðis ætlar sær at
gevast, og um so er, er tað
eisini ein dyggur smeitur
fyri føroyameistararnar.
Hinvegin hevur Mjølnir
nóg ungt og evnaríkt fólk,
og eitt nú eru báðar døtrar-
nar hjá Marjun Kalsø longu
nú partur av hópinum hjá
meistaradeildarliðnum hjá
klaksvíkingunum.
Sosialurin ynskir Mjølnir
hjartaliga
tillukku
við
meistaraheitinum.
Hóast hon fleiri ferðir hevur boðað frá, at nú er
liðugt, so var tað aftur Marjun Kalsø, sum tók
móti steypinum fyri Mjølnir
Mynd: Bárður Lydersen
Ein væl kend støða í Klaksvík. Mjølnir kvinnurnar fegnast, nú tað enn einaferð hevur eydnast
teimum at vinna gullið í flogbóltskappingini
Mynd: Bárður Lydersen