týsdagur 22. mars 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hóast tað longu nú er
mest sum 100% víst,
hvør vinnur hvat í
Sunset-kappingini, so
skulu bæði leikarar
og venjarar stríða seg
ígjøgnum 7-8 dystir
afturat, áðrenn heið-
urskrónurnar kunnu
handast
SUNSET-KAPPINGIN
Jákup Mørk
Manskappingin endaði um
vikuskiftið. Heiðursmerki
og steyp vórðu handað, og
eftirfylgjandi fingu spælar-
arnir uttan iva loyvi at taka
sær av løttum.
Undir vanligum umstøð-
um vildi kvinnukappingini
eisini endað sama viku-
skifti sum tann hjá monn-
unum, men soleiðis verður
tó ikki í ár. Heldur ikki hó-
ast tað við 99,99% vissu
longu nú kann sigast,
hvussu
heiðursmerkini
verða býtt, og hvat av
liðunum endar á áttanda og
aftasta plássinum.
Við sigrinum hjá VB á
Stjørnuni skal ein sensatión
av teimum stóru til, áðrenn
tær hjá VB missa takið á
gullinum. Silvurið er mest
sum longu staðfest hjá
Stjørnuni, og tað skal vilja
illa til, um Neistin ikki
heldur fast um triðja pláss-
ið, sum tær eru á í løtuni.
Somikið vís er hendan rað-
fylgjan,
at
undirritaði
gjarna setir ein kassa av - tí
nú nærum forkunnuga -
Sisu upp á spæl, um nakar
hevur hug at halda nakað
annað.
At Søljan verður nummar
fýri, er eins vist, so einasti
spurningurin – og hann í
veruleikanum uttan týdning
– er, hvussu raðfylgjan av
VÍF, StÍF og Kyndil verður.
Skeiv avgerð
Og tí er tað ikki bara spell,
men beinleiðis óheppið og
keðiligt, at kappingin í ár er
víðkað upp í átta lið. Ikki
endiliga tí at átta er eitt so
keðiligt tal, og heldur ikki tí
tað er hetta, sum hevur tikið
spenningin úr kappingini.
Tí ivaleyst vildi talan verið
um somu einvísu - men
spennandi - kapprenning
millum VB og Stjørnuna.
Men tað er skeivt, at
kappingin
er
víðkað,
grundað á ein hálvan rossa-
handil, har » Tjaldur bjóð-
aði sær at taka uppskotið
aftur, um teir fingu vissu
fyri, at teir fingu ein upp-
flytingardyst ella at tað
vórðu 8 lið í 1. deild kapp-
ingarárið 2004/05«, so sum
formaðurin í HSF staðfesti
í lesarabrævi í vikuskiftis-
útgávu okkara.
Tí hvussu fegin tey í
Tjaldrinum enn vilja hava
lið í bestu deildini, og
hvussu stórt arbeiði tey enn
leggja í at byggja felagið
upp til nakað stórt, so er
liðið enn ikki búgvið til at
spæla í bestu deildini.
Stigatalvan
lýgur
ikki,
verður ofta tikið til, og
sannleikin í ár tykist nær-
um ræðandi. Einki stig og
ein málmun, sum er nega-
tivur við 399 málum! Tað
svarar til at liðið hevur tapt
hvønn dystin við 21 málum
í miðal!
At formaðurin í HSF
samstundis verjur avgerð-
ina við, at »pláss skal vera
fyri øllum« er bæði látur-
og grátuligt. Sjálvandi skal
pláss vera fyri øllum, men
ikki øll eiga pláss í bestu
deildini. Kappingin er seg-
menterað júst við tí fyri
eyga at finna rætta plássið
til øll. Bestu liðini spæla í
ovastu røðini og so fram-
vegis...
Og lat tað verða sligið
fast, at yvirritaði blaðmað-
ur einki hevur ímóti Tjaldri
sum so. Tað er bara ein
staðfesting, at liðið í løtuni
ikki hoyrir heima í bestu
deildini. Og tað er stór synd
fyri føroyskan kvinnuhond-
bólt sum so. Og ikki minst
er tað synd fyri spælararnar
hjá Tjaldrinum, sum høvdu
havt eina munandi meira
mennandi og spennandi
hondbóltstilveru, um tær
høvdu tikið lut í kappingini
í aðru deild í ár, heldur enn
at skula vera offur fyri ein-
ari avhølving fyri og aðrari
eftir.
Óneyðugur munur
Og hetta hevur gjørt, at
styrkismunurin er vorðin
óneyðuga stórur.
Sjálvandi vil ein ávísur
styrkismunur altíð vera, og
sjálvandi vilja tað altíð
koma ár fyri, har eitt lið
rennur undan øllum. Men
tað er ongantíð áður komið
fyri, at kappingin er vorðin
so óneyðuga long, orsakað
av einum klokkukláran
brølara í sambandi við til-
rættislegging av kapping-
ini.
At tað eisini eru onnur
viðurskifti, sum spæla inn í
hesum. Til dømis at menn-
inir ofta fáa ein lutfalsliga
(ov?) stóran part av arb-
eiðs- og fíggjarorkuni í fel-
øgunum, er ein royndur lut-
ur. Men hetta kann á ongan
hátt verja avgerðina, sum
varð tikin undan hesum
kappingarárinum. Tann av-
gerðin hevur í fyrstu atløgu
viðført
eina
óneyðuga
drúgva
og
óspennandi
landskapping.
Nr. 56 - 22. mars 2005
25
Ein brølari
Við ongum stigum og einum
málmuni, sum vendir 399
mál skeiva vegin, hevur
Tjaldur als ikki sannført um,
at tær í løtuni hava nakað at
gera í bestu kvinnudeildini
vunnin tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur stig
1
VB
7
7 - 0 - 0
686
415
271
27
2
Stjørnan
7
6 - 0 - 1
581
407
174
25
3
Neistin
6
4 - 0 - 2
565
425
140
18
4
Søljan
6
3 - 0 - 3
520
477
43
14
5
VÍF
6
2 - 0 - 4
469
460
9
9
6
StÍF
6
1 - 0 - 5
442
532
-90
7
7
Kyndil
6
2 - 0 - 4
397
545
-148
7
8
Tjaldur
6
0 - 0 - 6
295
694
-399
0
vunnin tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur stig
1
VÍF
10
8 - 0 - 2
584
527
57
24
2
Kyndil
10
6 - 0 - 4
614
504
110
20
3
StÍF
10
6 - 2 - 2
537
559
-22
17
4
H71
10
3 - 0 - 7
569
595
-26
11
5
KÍF
10
3 - 1 - 6
490
544
-54
11
6
Neistin
10
2 - 1 - 7
561
626
-65
8