Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mars 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 56 - 22. mars 2005 Honum dámar eftir øllum at døma at vekja ans um sín per- són. Nú kappingarár- ið er farið at halla, liggur Mourinho í stríði við alt og øll LJÓSKASTARIN Á MOURINHO Stefan í Skorini, stefan_skorini@hotmail.co m Hann er burturvístur av løgregluni frá leikvøllinum í Cardiff. Hann hevur fing- ið bót frá enska fótbólts- sambandinum fyri at sam- anbera Manchester United leikarar við sjónleikarar, og UEFA hevur givið honum greið boð um at halda seg í skinninum framyvir, um hann vil sleppa undan revsing frá evropeisku fótbóltssam- gonguni. Maðurin vit tosa um er sjálvandi portugisiski venj- arin hjá enska oddaliðnum Chelsea. Tað gongur nevni- liga sjáldan stillisliga fyri seg, tá José Mourinho er nærhendis. Men hvør er hetta nýggja stjørnuskotið, sum hevur lagt fótbólts- heimin fyri sínar føtur? Ræðist ongan Tá Alex Ferguson einaferð viðmerkti, at úrslitini hjá Mourinho byggja á rullandi milliónirnar hjá russiska oligarkinum Roman Abramovic, vísti Mourinho á, at tá hann var venjari hjá Porto seinasta kappingarár, arbeiddi hann við einum fíggjarkarmi, ið bert var ein tíggj- undapartur av tí, sum Sir Alex hevur at arbeiða við í Manchester United. Hóast hendan himmal- víða munin á ressursum megnaði Mourinho at vinna Champoions League við millum annað at vinna á Manchester United í fjórðingsfinaluni. Hann setti við øðrum orðum mest vinnandi venjaran í Englandi so dyggiliga uppá pláss við eini rættiliga beinraknari samanbering. Hóast hann enn ikki hevur prógvað sítt virði eins og Alex Ferguson, fýrir Mour- inho ikki fyri at bíta frá sær. So leggur hann vertin á, um tað er Ferguson ella Mourinho: Maðuri Lítil ivi er um, at Lon- don felagið Chelsea fer at vinna Premier League. Nú átta dystir eru eftir at leika, er Chelsea ellivu stig frammanfyri næst- fremsta liðið, og tað klára hvørki Man- chester United ella Arsenal at vinna inn- aftur. Spenningur er tó um Champions League pláss, har Liv- erpool og Everton kempa um tað fjórða plássið ENSKUR FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini, stefan_skorini@hotmail.com Nú enska landskappingin er farin at líða móti enda- num, hevur Chelsea so at siga tryggjað sær sigurin, ið er fyrsta meistaraheiti fel- agsins síðan 1955. Lopið uppá ellivu stig fara væl leikandi stjørnurnar í Chel- sea neyvan at spæla sær av við. Alt annað hevði verið ein skandala fyri felagið, nú russisku olju-milliónir- nar hjá Roman Abramovic av álvara eru farnar at bera ávøkst. Tó er bert tann lítla steypakappingin komin í hús, og Mourinho fer at leggja sínum leikarum eina við ikki at missa fótafestið nú móti endanum. Men tað væntar eingin, heldur ikki ein sera optimistiskur Uni- ted fan. Status quo í oddinum Í hesum umfarinum vóru fá óvæntað úrslit at síggja. Øll trý oddaliðini vunnu á munandi veikari mótstøðu- liðum, og tí er status quo í oddinum. Chelsea hevði vitjan av niðurflytingar-kandidatun- um úr Crystal Palace, sum enn hevur alt at stríðast fyri í botninum. Uppflytararnir og grannarnir hjá Chelsea góvu biðlunum til meist- araheitið harða mótstøðu, og tað var ikki fyrr enn seinni hálvleikur var hálv- runnin, at Chelsea endiliga fekk buktina og báðar end- arnar. Frank Lampard, ið er eitt upplagt evni til ársins leik- ara í Onglandi, legði heimaliðið framum. Men gestirnir svaraðu aftur stutt fyri steðgin, tá finnin Aki Rihilaati heldur óvæntað fekk javnað. Chelsea tók sær tó um reiggj eftir steðgin. Fyrst syrgdi avloysarin hjá Arjen Robben Joe Cole fyri 2-1 málinum, og áleyparin Ma- teja Kezman beindi allan iva til viks, tá hann skeyt tvey mál móti endanum. Kezman fekk bert eitt lítið korter á vøllinum, so hann gav venjaranum ein trupul- leika til komandi dyst. Ser- bin hevur havt trupulleikar við at skjóta mál í nýggja felagnum, men nú bendir okkurt á, at hann er við at spæla seg til rættis í álopi- num hjá teimum bláu. Áhugavert var eisini at síggja, at Arjen Robben fekk eini tjúgu minuttir á vøllinum. Tað var ein dygg- ur smeitur hjá Chelsea, tá hann fekk ein skaða í fótin fyrr í ár, og eygleiðarar mettu, at hetta kundi desta- bilisera ta annars væl smurda maskinaríið hjá Mourinho. Robben hevur verið ein av teimum heilt sentralu leikarunum hjá Chelsea í ár og hevur til tíðir víst stór- spæl, tá hann hevur verið arkitektur aftanfyri fleiri perlur hjá oddaliðnum. Chelsea gjørdi sanniliga ein góðan handil, tá teir tryggjaðu sær bert 21 ára gamla Robben frá PSV Eindhoven fyri bert 12 milliónir pund seinasta summar. United enn á øðrum plássi Manchester United heldur enn fast um annaðplássið, og við sigrinum á Fulham varðveita teir tvey stig nið- ur til argastu fíggindarnar í Arsenal. Christiano Ro- naldo skoraði einasta málið í einum dysti, har United var um at missa á stokki- num. Fulham bardi seg inn- aftur í dystin í seinna hálv- leiki, og bæði Lee Clark og fyrrverandi United-áleyp- arin Andy Cole høvdu sera naskar royndir. United hevur nú ikki tapt í nítjan Premier League dystum, men so løgið tað ljóðar eru framvegis heili ellivu stig upp til oddaliðið. Hetta gevur eisini eina góða mynd av, hvussu illa tað gekst í hond teir fyrstu dystirnar. Arsenal var á vitjan hjá Blackburn, ið berjist fyri framhaldandi luttøku í fremsu deildini. Unga ta- lentið Robin van Persie fekk einasta málið í dysti- num. Arsene Wenger hevur gjørt greitt, at teirra mál er nú at enda á øðrum plássi frammanfyri United og at vinna FA-Cup, har teir møta júst Blackburn í hálv- finaluni. Við hesum sigri- num hava teir framvegis menn Fergusons í eygsjón. Tað er eisini ein fyrimunur at enda á øðrum plássi, tí tá sleppur liðið undan at spæla kvalifikatiónsdystir til bólkaspælið í Champi- ons League. Hesir kvali- fikatiónsdystir kunnu mangan hava eina órógv- andi ávirkan á fyrireiking- arnar til eitt nýtt kappingar- ár. Hetta hevur annars verið eitt miseydnað kappingarár hjá báðum risunum í ensk- um fótbólti, Manchester United og Arsenal, ið hava havt einkarætt uppá meist- araheitið síðstu tíggju árini. Tað einasta tey bæði feløg- ini nú berjast fyri er annað- plássið og FA-Cup, og hetta er heilt einfalt ikki nóg gott hjá so sigursvandum feløg- um. Eingin ivi er um, at Ferguson og Wenger longu nú eru farnir at leggja eina strategi fyri komandi kapp- ingarár, um hvussu teir kunnu basa nýggja makt- faktorinum í enskum fót- bólti. Liverpool eltir Champions League Sunnudagin var ein tann mest áhugaverdi dysturin hetta vikuskiftið, og tað var á Anfield, at Liverpool og Everton brustu saman í eini lokaluppgerð. Tað óvanliga við hesum dystinum er, at Everton liggur frammanfyri arva- fíggindarnar Liverpool. Men Liverpool vann ein uppibornan 2-1 sigur, og nú eru bert fýra stig á muni. Okkurt bendir á, at Everton hevur fingið gummibein, nú kappingin er farin at halla. Liverpool legði út sum eitt ódnarveður, og støðan var 2-1 í hálvleikinum við málum frá Gerrard og Luis Garcia. Móti endanum av dystinum misti Milan Ba- ros høvdið og varð sendur av vøllinum fyri eina grova takkling. Baros hevði ann- ars havt tveir gyltar møgu- leikar at leggja heimaliðið framum 3-0, men tað eydn- aðist ikki. Hinvegin mink- aði Tim Cahill um munin til 2-1, tá tíggju minuttir vóru eftir at leika, men Liver- pool megnaði at halda fast. Hetta hevur við sær, at dysturin um tað fjórða og seinasta Champions Lea- gue plássið, ið hevur sera stóran týdning fyri penga- kistilin og framtíðar menn- ing hjá einum felag, er farin at harðna. Spurningurin er, um dygdargóða arbeiðið hjá Everton-venjaranum Dave Moyes at venda eini søkk- andi skútu er nóg mikið at vinna ein ferðaseðil til tað lovaða landið, ið hevði havt kolossalt stóran týdning fyri Everton, ið ongantíð áður hevur roynt seg í harð- astu kapping í heiminum. Ein onnur lokaluppgerð var eisini hetta vikuskiftið, og tað var í Birmingham, har Aston Villa var gestur hjá Birmingham. Danski málverjin Thomas Søren- sen hevði ein óhepnan høv- uðsleiklut, tá hann við veikum málmansspæli lat Heskey skora fyrra málið. Endaliga úrslitið gjørdist 2- 0 til Birmingham, ið hevur sera gott tak á Aston Villa í innanhýsis dystunum. Southampton komið fyri seg Tey, ið hava fylgt við ensk- um fótbólti seinastu árini, hava vant seg við, at Sout- hampton hoyrir heima í bestu deildini. Hóast tað mangan hevur riðið um snarið hjá felagnum á suð- urstrond Onglands, so hev- ur felagið hvørja ferð lív- bjargað sær. Fyri stuttum fekk felagið nýggjan venjara, sum er Harry Redknapp, ið kom frá grannunum úr Ports- mouth, har hann hevði góð úrslit. Har hevði hann ein sterkan pengamann, serban Milan Mandaric, aftanfyri seg. Men hesir báðir spældu óklárir, og so fór Redknapp víðari. Hetta umfarið vann Sout- hampton heldur óvæntað 3- 1 á útivølli ímóti Middles- brough, ið óivað hevði UEFA-Cup dystin frá hós- degnum sitandi í beinun- um. Sviin Andreas Jakobsson legði Southampton fram- um, men Hasselbaink javn- aði aftur fyri steðgin. Síð- ani gjørdi Peter Crouch bart miðskeiðis í seinna hálv- leiki, tá hann innanfyri sjey minuttir skoraði tvey mál og tryggjaði Southampton trý sera kærkomin stig. Sig- urin hevði við sær, at Sout- hampton fyri fyrstu ferð í langa tíð er at finna oman- fyri ta ófrættakendu niður- flytingarstrikuna. Chelsea stevnir beina leið ímóti gullinum 19. mars 2005 Blackburn-Arsenal 0-1 (0-1) 0-1: Robin van Pierse, 43 Charlton-WBA 1-4 (1-1) 0-1: Geoff Horsfield, 9 1-1: Jonathan Johansson, 24 1-2: Robert Earnshaw, 73 1-3: Robert Earnshaw, 84 1-4: Robert Earnshav (br), 90 RK: Talal El Karkouri, 29 Chelsea-Crystal Palace 4-1 (1-1) 1-0: Frank Lampard, 29 1-1: Aki Riihilahti, 42 2-1: Joe Cole, 54 3-1: Mateja Kezman, 78 4-1: Mateja Kezman, 90 Manchester Utd-Fulham 1-0 (1-0) 1-0: Christiano Ronaldo, 21 Portsmouth-Newcastle 1-1 (1-1) 0-1: Kieron Dyer 1-1: Steve Stone Tottenham-Manchester City 2-1 (1-1) 1-0: Jermain Dofoe, 16 1-1: Claudio Reyna, 44 2-1: Robbie Keane, 84 Bolton-Norwich 1-0 (1-0) 1-0: Stelios Giannakopoulos, 42 20. mars Birmingham-Aston Villa 2-0 (0-0) 1-0: Emile Heskey, 52 2-0: Julian Gray, 89 Middlesbrough-Southampton 1-3 (1-1) 0-1: Andreas Jakobsson, 14 1-1: Jimmy Floyd Hasselbaink, 41 1-2: Peter Crouch, 60 1-3: Peter Crouch, 67 Liverpool-Everton 2-1 (2-0) 1-0: Steven Gerrard, 27 2-0: Sanz Luis Garcia, 32 2-1: Tim Cahill, 82 RK: Milan Baros, 77 ÚRSLIT, PREMIER LEAGUE