Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-22, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mars 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 - 22. mars 2005 27 onkur annar tungvektari, ið stendur í ringinum. Hann ræðist hvørki Gud ella Fan- an. Tann kontroversielli venjarin hevur seinastu vik- urnar verið í andglettinum ferð eftir ferð. Fyrst legði hann Manchester United leikarar undir at spæla sjónleik undir fyrru hálv- finaluni í Carling Cup. Alex Ferguson fekk eisini toyggið fyri at hava tosað við dómaran í steðginum og harvið ávirka dømingina í seinna hálvleiki sambært Mourinho. Fyri hetta fekk hann eisini eina bót uppá 5000 ensk pund frá enska fótbóltssambandinum. Burturvístur av løgregluni Síðani varð hann sendur inn í skiftingarrúmið undir Carling Cup finaluni ímóti Liverpool. Hetta hendi eftir at Chelsea hevði javnað, tá bert tíggju minuttir vóru eftir, og Mourinho gjørdi ikki mætari enn at venda sær ímóti áskoðarunum hjá Liverpool og legði fingurin á munnin sum eitt tekin um, at viðhaldsfólkið skuldi lata gákin aftur. Løgreglan metti, at hann provokeraði áskoðararnar hjá Liverpool so mikið nógv, at trygdin á stadion varð sett í vanda, og tí varð hann burturvístur. Aftaná vísti hann á, at hesin gestus varð ætlaður fjølmiðlunum, ið høvdu lagt trýst á Mour- inho undan finaluni. Men tað mundi vera fáur, ið trúði hesi umbering. Tað man eisini vera ein- dømi í enskum fótbólti, at løgreglan beinleiðis hevur víst einum venjara burtur av stadion fyri provokera áskoðarar hjá øðrum felag. Breið semja er í fótbólts- heiminum um, at ein venj- ari í størri mun enn áskoð- arar og viðhaldsfólk eigur at duga sær hógv undir dystum. Fleiri funnust eis- ini hvassliga at Mourinho fyri ósømiliga atburðin undir finaluni. Undan finaluni ímóti Liverpool var Mourinho annars hart trýstur. Hann hevði fyri fyrstu ferð í sín- um venjarayrki tapti tveir dystir uppí slag, fyrst ímóti Newcastle í FA-Cup og síð- ani ímóti Barcelona í Champions League, og nú stóð triðja tapið fyri durum. Chelsea megnaði tó at venda hóttandi tapinum til ein sigur. Dómarafelagið finst at Mourinho UEFA hevur eisini givið manninum greið boð um at steðga sínum verbalu tira- dum ímóti gud og hvørjum manni. Mourinho spýði fyrst gor og gall yvir svenska dómaran Anders Frisk, ið hann legði undir at hjálpa heimaliðnum, síðani legði hann hjálparvenjaran hjá Barcelona undir at hava sparkað Mourinho í aftur- partin eftir dystin, og at enda ákærdi hann Rijkaard fyri at hava ávirkað dómar- an í steðginum. Og sum prikkurin yvir i-ið møtti einki umboð fyri Chelsea á tíðindafundinum eftir dystin. Endin var, at Frisk stutt eftir dystin boðaði frá, at hann gevst sum dómari á hægsta stigi, eftir at hann hevði fingið deyðshóttanir. Mourinho varð lagdur und- ir at hava eggjað fólki til slíkan atburð, men hann vardi seg við, at venjarar og leikarar altíð hava funnist at dómarum, og at hetta var einki serligt í so máta. Formaðurin fyri dómara- felagið í UEFA, Volker Roth, hevur funnist sera hvassliga at Mourinho og kalla hann ein fígginda hjá fótbóltinum um allan heim. Mourinho hóttir nú við ein- um rættarmáli, um Roth ikki tekur viðmerkingar sínar aftur. Roth hevur hin- vegin boðað frá, at hann gleðir seg til at møta Mour- inho í rættinum, um hesin ger álvara av sínum hótta- num. Ásannar trupulleikar Mourinho hevur hóast alt viðgingið, at hann er ov opinskáraður. Hann hevur boðað frá, at hann framyvir fer at broyta sín atburð fyri at sleppa undan teimum stóru gølunum og yvir- skriftum í bløðunum, men hann hevur samstundis lagt dent á, at hann ikki fer at broyta sína persónligheit á nakran hátt. Hóast hesa frá- boðan kunnu vit allarhelst gleða okkum til fleiri kon- troversiellar útsagnir frá Mourinho. Fleiri vilja vera við, at Mourinho tilætlað leggur tey vælkendu fjølmiðla- showini til rættis fyri at flyta trýstið av sínum leik- arum og yvir á seg sjálvan. Á hendan hátt verða leikar- arnir ikki órógvaðir at per- sónligari umtalu í fjølmiðl- unum. Men tað eru bert git- ingar um orsøkina til at- burðin hjá Mourinho. Byrjaði sum tolkur Mourinho hevur ongantíð verið yrkisleikari, men stendur í dag á odda fyri ríkasta felag í heiminum. Hann hevur stútt og støðugt klivið uppeftir stiganum og situr í dag, bert 42 ára gam- al, í einum av heitastu venj- arasessunum í heiminum. Tó skal nevnast at pápi Mourinho var málverji hjá portugisiska landsliðnum. Mourinho byrjaði sum tolkur fyri Bobby Robson, tá hesin gjørdist venjari hjá Sporting Lissabon í 1992. Fyri nøkrum vikum síðani var Bobby Robson í fjøl- miðlunum og legði Mour- inho eina við ikki at missa jørðforbindilsið, hóast hann kanska kennir seg óyvirvinniligan í hesum døgum. Síðani fylgdi Mourinho við Robson fyrst til FC Porto og síðani til Barce- lona í nítiárunum. Hann fekk sítt fyrsta starv sum høvuðsvenjari hjá Benfica, men stóð bert við róðrið í níggju dystum, tá ósemja tók seg upp ímillum hann og nevndina. Næsta starvið var við Uniao de Leiria, har hann fekk góð úrslit. Síðani vóru boð eftir honum frá FC Porto, sum eisini gjørdist hansara stóra gjøgnumbrot. The rest is history as they say. Keldur: Soccernet og The Sun Mourinho hevur ongantíð verið yrkisleikari, men stendur í dag á odda fyri ríkasta felag í heiminum. Hann hevur stútt og støðugt klivið uppeftir stiganum og situr í dag, bert 42 ára gamal, í einum av heitastu venjarasessunum í heiminum Føddur: 26. januar 1963 Feløg sum høvuðsvenjari: Benfica, Uniao de Leiria, FC Porto Sigrar: Meistaraheitið í Portugal 2003 og 2004. Steypakappingina 2003. Champions League 2004. UEFA 2003. FAKTA UM JOSÉ MOURINHO: n í brennideplinum