týsdagur 22. mars 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 56 - 22. mars 2005
Føroyameistarin í
billard eitur enn eina-
ferð Henrik Pedersen.
Bjarni Skaalum
gjørdist nummar tvey
og Jan Müller numm-
ar trý
TÍÐINDASKRIV
Henrik Pedersen vann ann-
að árið á rað gull í føroya-
meistarkappingini,
sum
hesaferð varð spæld í
Klaksvík. Hetta er hansara
sætta FM heiti. Henrik
vann í finaluni á Bjarna
Skaalum, eisini úr Havn,
sum hesaferð gjørdist júst
ov stuttur at røkka sínum
fyrsta føroyameistaraheiti.
Nr. 3 gjørdist Jan Müller,
sum vann tepurt á fyrrver-
andi føroyameistaranum úr
Klaksvík, Kristian Suna
Høgnesen.
Tilsamans 8 mans vóru
við í kappingini um føroya-
meistaraheiti fyri stakling-
ar, sum varð spæld í Klaks-
víkar Klubba allan fríggja-
dagin
og
leygardagin.
Hesaferð varð eisini høvi
hjá
almenninginum
at
síggja allar dystirnar á stór-
skíggja í hølunum hjá
Klaksvíkar Billardfelag.
Eftir eina sera harða og
javna kapping eydnaðist
tað fýra spælarum at spæla
seg til semifinalurnar. Hen-
rik Pedersen og Kristian
Sune Høgnesen spældu seg
í aðra semifinaluna og
Bjarni Skaalum og Jan
Müller í hina.
Henrik vann á Kristian
Suna við einans seks eyg-
um á muni. Eftir ein sera
spennandi dyst, har Krist-
ian Sune var á odda stóran
part av tíðini, tók Henrik
dyk á seg í einum ordilig-
um endaspurti, honum so
líkt, og legði meistaraspæl-
aran úr Klaksvík afturum
seg. Úrslitið gjørdist 690
ímóti 684. Hin semi-
finalan, sum varð millum
báðar
kaggaspælararnar
Bjarna og Jan, gjørdist ikki
so spennandi. Bjarni vann
sannførandi við 424 eygum
móti 254 eygum.
Lagt varð nú upp til eina
spennandi finalu. Bjarni
Skaalum, sum hoyrir til
unga ættarliðið av billard-
spælarum, sum hava eina
bjarta framtíð fyri sær, sá
fyri sær møguleikan at
vinna sítt fyrsta FM heiti
fyri staklingar, nú hann
hevur verið við til at vinna
mestsum allar aðrar kapp-
ingar.
Men tað skuldi ganga
øðrvísi. Henrik, sum hevur
verið ósvitaliga sikkur í øll-
um hesum billardárinum,
ruddaði eisini hesaferð
keylurnar av borðinum
hvørja ferð hann stoytti.
Við
sínum
sjáldsama
trygga og eleganta spæli
endurvann Henrik Pedersen
føroyameistaraheitið
við
630 eygum ímóti 350.
Dysturin um 3. plássið
gjørdist ein sannur gysari.
Fleirifalt føroyameistarin
frá sjeyti- og áttatiárunum
Jan Müller, sum framvegis
er við, dróg longra stráðið
ímóti billardkempuni úr
Klaksvík, Kristian Suna
Høgnesen, tó at munurin
var sera lítil. Tá avtornaði
hevði Jan 422 eygu og
Kristian Sune 398.
Føroyameistarakapping-
in hesaferð varð annars
merkt av einum sera høgum
støði, har fleiri av spælar-
unum, sum ikki megnaðu at
koma víðari til semifinalur-
nar, høvdu sera stór spøl og
meðaltøl. Nevnast kann at
Sonhard Johannesen og
Ólavur Kjølbro høvdu um-
leið 30 eygu í meðal fyri
sínar dystir.
Besta spælið í kappingini
og samtíðis eitt tað hægsta,
sum nakrantíð er spælt í
Føroyum, hevði Kristian
Sune Høgnesen. Hann fekk
1068 eygu einum dysti. Tað
er hansara persónliga met
og sum skilst tað næstbesta
í føroyskum billardspæli.
Í liðkappingini gjørdist
Havnar Klubbi føroya-
meistari, meðan Klaksvíkar
Billardfelag vann 2. deild.
Við hesum kappingin er
billardárið komið at enda.
Billardsesongin byrjar aftur
í oktober mánað við tí stóru
Haldor Holm Cup kapping-
ini. Í september verður tó
ein jubileumskapping í
Havn, nú Billardsamband
Føroya herfyri hevði 25 ár á
baki.
Henrik føroyameistari í billard
Henrik Pedersen var
ósvikaliga tryggur, tá
avgerandi kúlurnar
skuldu stoytast