Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 164 - 29. august 2000 gult cyan magenta svart Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Rúnar Reistrup Dia Midjord Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Ein skammblettur fyri vælferðarsamfelagið SØGAN um tann heimleysa Martin í Tíðinda- blaðnum Sosialinum leygardagin er ein sorgar- søga, sum vísir, at vælferðarsamfelag okkara er ikki so fullkomið, sum vit ofta gera tað til. Hetta var ein harmasøga um ein føroying, sum er komin illa fyri. Tú ella eg kunnu koma fyri somu lagnu. Kunnu vit hugsa okkum ta støðu, at vit hvørki hava tak yvir høvdið ella eina song at leggja okkum í? Valla. TANN journalistiska greinin í Tíðindablaðnum Sosialinum leygardagin er um Martin, sum einki hevur at búgva í. Eingin vil leiga honum eina íbúð. Tíansheldur eitt kamar. Heimstaðarkomm- unan vil ikki taka sær av honum. Hann heldur tí til í Havn. Í høvuðsstaðnum svevur hann við hvørt í Frelsunarherinum. Aðratíðir er ein bonkur á Skansanum song hansara. Á berajólum svevur hann so sunnanfyri, tá hann er høgur í ættini og norðanfyri, tá hann er lágur í ættini! SØGAN er sonn. Men tað er ikki bara Martin, sum hevur verið fyri eini slíkari vanlagnu. Hann er bara ein av mongum. Summi hava bara Frelsunarherin at leita til. Onnur hava kanska eitt annað stað, onkran vin ella kenning, sum letur eitt kamar standa opið. Men helst bara í eitt avmarkað tíðarskeið. Frelsunarherurin skal hava stóra tøkk fyri sítt arbeiði her – og aðra- staðni við – men er hetta ein støða, sum vit – ein framkomin, mentað og sosialt tilvitandi tjóð – kunnu góðtaka? Nei, avgjørt ikki. NÚ vil onkur sjálvandi siga, at tey hava sjálvi verið úti um tað. Tey kundu tikið seg saman osfr., tí ein og hvør »er sín egni lagnusmiður«. So er bara ikki. Nornan hon spinnur! Og hvør skal so koma við hjálpandi hondini. Skal tað vera Frelsunarherurin, aðrir hjálparfelagsskapir ella almannaverk okkara? Tað er frálíkt, at felagsskapir hjálpa til og gera vart við støðuna, men tað má vera felagsskapurin hjá okkum, sum tekur sær av slíkum, ella samskipar og stuðlar slíkt virksemi. Eins og tað má vera almannaverkið, sum roynir at fáa tey, sum eru komin illa fyri, upp á rættkjøl aftur, um tað letur seg gera. TEY flestu vita, at tað eru fleiri slíkar lagnur í Havnini. Fleiri halda til í Frelsunarherinum um náttina. Um dagin eru tey á gøtuni ella finna sær lívd í onkrum skýli. Koyra ein rundtúr við býbussum ella sita á onkrum beinki. Vit eiga ikki, um vit hava eina samvitsku, at góðtaka hesa støðuna, tí hetta er ein skammblettur. Vit brúka milliónir til so mangt marglæti – tað sein- asta er løgtingshúsið – samstundis sum vit ikki hava eitt herberg til tey av okkum, sum av eini ella aðrari orsøk ikki hava tak yvir høvdið. EIN skammblettur fyri vælferðarsamfelagið. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og á annan hátt stuðlaðu, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og systir Poula Elisabeth Nielsen doyði og varð jarðað. Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á Suðuroyar Sjúkrahúsi og øll tey, sum vóru um hana til tað seinasta. Tøkk til Petur Martin Rasmussen prest, kirkju- tænarar, sangarar, berarar og gravara, og øll tykk- um, sum á ein og hvønn hátt hjálptu til í samband við jarðarferðina. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur. Eina hjartans tøkk til øll tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Tórður, Majken og Guðrun EYÐUN KLAKSTEIN Trupulleikin við teimum heimleysu í Føroyum økist, men framvegis kunnu tey onga hjálp fáa frá myndug- leikunum, tá tey standa á gøtuni uttan hús og heim. Fleiri og fleiri fólk leita sær hjálp á Herberginum hjá Frelsunarherinum í Havn, har tey kunnu fáa innivist um náttina. - Hetta er tað einasta stað- ið, sum tey heimleysu hava at taka til, um tey ynskja inni- vist um náttina, sigur leiðarin á Herberginum, Niels Edvard Olsen. - Men okkara tilboð er bara tað minsta, vit kunnu bjóða slíkum fólki. Tey sleppa at sova inni, fáa mat og sleppa at vaska sær sjálvum og klæði. Á Herberginum eru sjey kømur, har fastbúgvandi halda til, og síðani eru rúm til tey, sum hava brúk fyri innivist um náttina. Har er opið frá klokkan 10 á kvøldi til klokkan 10 á morgni. Fleiri og fleiri Talið á teimum, sum yvir- nátta á Herberginum, økist í hvørjum. Í fjør yvirnáttaðu 1274 fólk har, meðan talið í ár longu er farið upp um tey 1100. Tá árið er av, fer talið at verða munandi hægri enn í fjør. - Tá vit byrjaðu við Her- berginum kom tað javnan fyri, at eingin yvirnáttaði onkra nátt, men tað kemur als ikki fyri longur. Nú er altíð fólk her, og viðhvørt er so trongligt, at skal tú verður noyddur at gleiva upp um kroppar allastaðni, sigur Niels Edvard Olsen. Tað er ymiskt, hvussu nógv fólk yvirnátta hvørja nátt á Herberginum, men talið liggur frá eini sjey og upp um tey 10. - Fyri tað mesta eru tað tey somu andlitini, sum ganga aftur, men vit síggja eisini nýggj andlit viðhvørt. Tá eru tað ofta fólk av bygd, sum eru strandað í Havn, og hava brúk fyri einum staði at yvirnátta, áðrenn tey fara heimaftur, sigur Niels Ed- vard Olsen. Øll sleppa inn Meðan treytir verða sett teimum, sum eru fastbúgv- andi á Herberginum, verða ongar serligar treytir sett teimum, sum kom á Her- bergið fyri náttina. - Vit plaga at biðja tey um at lata okkum rúsevni, tendrarar og møguligan knív, men tað verður bara gjørt av trygdaráðum, og tey fáa alt aftur, tá tey fara avstað aftur, sigur Niels Ed- vard Olsen. - Øll, sum koma á gátt, sleppa inn. Einasta er, at tey ikki gera seg inn á nakran og uppføra seg nøkunlunda, sigur hann. Sengurnar á Herberginum eru altíð fullar, og tí sova fólk eisini á madrassum á gólvinum. - Vit hava tveym rúm, har menn og kvinnur eru fyri seg, men ofta verða vit noydd at leggja fólk á gólv- ið í rúminum, har vit eta. Átrokandi við hjálp Í leygardagsblaðnum høvdu vit samrøðu við Martin Eliassen úr Klaksvík, sum ongastaðni hevði at búgva. Antin yvirnáttaði hann á Her- berginum hjá Frelsunar- herinum, ella mátti hann sova úti - eitt nú á Skansanum. Martin kendi seg noydd- an at fara til Havnar fyri at fáa tak yvir høvdið, og sam- bært leiðaranum á Herberg- inum eru tað fleiri onnur fólk, sum koma av bygd, tí haðani tey koma er einki tilboð til tey. - Tað er ein skomm fyri samfelagið, at vit einki hava at bjóða teimum heimleysu. Teir gomlu vóru frægari, enn vit eru, tí teir tóku sær altíð av hvørjum øðrum, sigur Niels Edvard Olsen. - Eg sigi ikki, at fólk skulu taka heimleys inn til sín, men tað má finnast eitt alment tilboð til hesi fólkini, og tað gerst meira og meira átrokandi at fáa okkurt gjørt, tí trupulleikin bara økist. Orð loysa ongan trupulleika Almannastovan kann ikki bjóða teimum heimleysu nakran bústað, men vísa til tann privata íbúðarmarkn- aðin, har tey heimleysu ongan kjans hava fyri at finna eina íbúð. - Nógv av hesum fólk- unum eru tungir brúkarar, og í hesum døgum, tá eftir- spurningurin eftir íbúðum Átrokandi við hjálp til tey heimleysu Tað er ein skomm fyri samfelagið, at vit einki hava at bjóða teimum heimleysu, sigur Niels Edvard Olsen, leiðari av Herberginum hjá Frelsunarherinum - Eg sigi ikki, at fólk skulu taka heimleys inn til sín, men tað má finnast eitt alment tilboð til hesi fólkini, og tað gerst meira og meira átrokandi at fáa okkurt gjørt, tí trupulleikin bara økist, sigur Niels Edvard Olsen, leiðari á Herberginum hjá Frelsunarherinum. Mynd: Jens Kristian Vang er so stórur, hava tey ongan møguleika at finna sær nak- að at búgva í, sigur Niels Edvard Olsen. Og hesi fólkini enda so á Herberginum hjá Frelsunar- herinum, tí tað er einasti og seinasti møguleikin, tey hava fyri at fáa innivist. - Tey fólkini, sum yvir- nátta hjá okkum, renna frá Per til Pól fyri at fáa hjálp, men øll standa hjálparleys. Myndugleikarnir mugu taka seg saman, tí tað loysir ong- an trupulleika, at tað bara verður tosa um at gera okk- urt, sigur Niels Edvard Olsen. - Orð eru góð, men tey nøkta ongan tørv hjá teim- um heimleysu, slær hann fast.