týsdagur 29. august 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
5
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 164 - 29. august 2000
Nr. 164 - 29. august 2000
Café Nátúr
og Club 20
nú somu
eigarar
EIRIKUR LINDENSKOV
Fyri nøkrum vikum síðani
boðaði Turið Samró, stjóri
í Café Nátúr frá, at tey
høvdu selt felagið, ið rekur
mat- og ølstovuna, Café
Nátúr á Áarvegnum í Havn.
Seinnapartin fríggjadagin
skifti café’in eigarar. Tá
skrivaðu Petur Olsen og
Toni Dam undir keypssátt-
málan, og harvið yvirtók Sp/
F 31. mars 1999 Cáfe Nátúr.
Talan er um sama felag,
sum eigur náttklubban,
Club 20, ið varð stovnað
sum limafelag í 1989.
Tað eru teir báðir, Petur
Olsen og Toni Dam, sum
eiga hetta partafelag einsa-
mallir, og er tað eisini hetta
felag, sum í løtuni er í sam-
ráðingum
við
Havnar
Klubba um at skipa ein
annan náttklubba í veitslu-
høll Klubbans, ið teir kalla
Club 25:35 - ein náttklubba
fyri tey, sum eru ov gomul
at ganga í Club 20, siga teir.
Starvsfólkið fingið
lønarhækkan
– Vit ætla at byrja spaku-
liga, so tað verða ikki tær
stóru kollveltingarnar nú
beinanvegin, siga teir báðir
við ein munn, tá Sosialurin
hitti teir í gjár.
– Men ein broyting hendi
beinanvegin. Starvsfólkið
fær nú meira í løn - tað
sama, sum starvsfólkið í
Club 20 fær, og tað liggur
oman fyri sáttmálan, sum
gjørdur er við Gistingarhús-
og Matstovufelagið.
Nýggju eigararnir á Café
Nátúr ætla at brúka tað
næsta hálva árið at finna seg
til rættis. Broytingarnar,
sum gjørdar verða beinan-
vegin, verða slíkar, sum
kundin ikki fer at merkja.
– Vit skerja beinanvegin
niður upp á fyrisitingarút-
reiðslurnar, sigur Toni Dam.
– Vit hava eina fyrisiting
í felagnum, sum rekur Club
20, og henda fyrisiting fer
so eisini at standa fyri
rakstrinum av Café Nátúr.
Á henda hátt vænta vit at
spara fitt av rakstrarútreiðsl-
unum, sigur hann.
Fara eisini at selja
Restorffsøl
Tað er Føroya Bjór, sum
eigur gomlu handilshúsini
hjá Essaba, sum hýsa Café
Nátúr. Men Føroya Bjór
hevur einki við nýggja fe-
lagið at gera, siga teir.
Café Nátúr hevur bert selt
øl frá Føroya Bjór. Nýggju
eigararnir hava gjørt ein
nýggjan, langan leigusátt-
mála við Føroya Bjór - sum
ikki hevur nakrar bindingar
um, at teir bara skulu selja
øl frá Føroya Bjór.
– Men vit fara kortini bara
at selja føroyskt øl, sigur
Petur Olsen, sum vísir á, at
teir á henda hátt vilja stuðla
føroysku ølframleiðsluni,
sum annars ikki hevur
møguleikar at kappast við
sterku útlendsku feløgini.
Tískil fer at bera til eisini at
keypa Restroffsøl á Café
Nátúr.
Toni Dam vísir á, at
føroysku bryggjaríini hava
nógv betri tænastu, enn
Rúsdrekkasølan kann veita
viðvíkjandi keypi av øli.
– Vit hava fingið sera
góða tænastu frá báðum
bryggjaríunum í Club 20.
Skulu vit selja útlendskt øl,
noyðast vit sjálvir í Rúsuna
eftir tí, sigur hann.
Duldur keypsprísur
Nýggju eigararnir hava
bundið seg til ikki at siga,
hvussu nógv teir hava
goldið fyri Café Nátúr. Men
teir hava keypt smáparta-
felagið, ið átti caféina.
Greitt er tó, at felagið hevði
hall upp á umleið eina milli-
ón krónur, og tí er neyðugt
at broyta raksturin munandi.
– Men vit eru sannførdir
um, at vit klára at venda
gongdini. Annars høvdu vit
ikki fara undir hetta, siga
teir.
Teir viðganga báðir, at
Café Nátúr er komið í ringt
orð av stríðnum um lønar-
viðurskiftini. Hetta vóna
teir at fáa broytt, og vilja
teir gera alt fyri, at øll skulu
kenna seg væl á Café Nátúr.
Café Nátúr er kend fyri
livandi tónleikin, sum ofta
er at hoyra. Tað hevur ser-
liga verið jazztónleikarar, ið
hava framført har, men hetta
verður broytt, siga nýggju
eigararnir.
– Vit fara at hava eitt
Fyrsta broytingin var, at starvsfólkið
beinanvegin fekk lønarhækkan. – Vit
fara at gera alt fyri at bøta umdømið
hjá Café Nátúr, siga nýggju eigarar-
nir, Petur Olsen og Toni Dam
heldur breiðari úrval av tón-
leiki. Men tað verður ikki
bara slíkur tónleikur, sum er
at hoyra í Club 20, siga teir
- og leggja stóran dent á, at
Club 20 ikki á nakran hátt
verður flutt oman í Café
Nátúr.
Nýggju eigararnir hava
stórar vónir til framtíðina.
– Býurin er í støðugum
vøkstri, og fer ein oljuvinna
at taka seg upp, fer eisini at
dryppa á okkara vinnu, siga
teir.
EIRIKUR LINDENSKOV
Fyri hálvum øðrum ári síð-
ani tóku Toni Dam og Petur
Olsen yvir Club 20. Felagið
varð stovnað sum limafelag
í 1989 og rikið sum aðrir
ølklubbar. Men raksturin av
felagum gav stórt hall. Tí
varð á aðalfundi 31. mars í
fjør gjørt av at selja Club 20
til smápartafelagið »31.
mars 1999«, sum Toni Dam
og Petur Olsen eiga.
Tað er hetta felagið, sum
nú hevur keypt Café Nátur.
Síðani tá hava teir báðir
greitt størsta partin av skuld-
ini og eru í løtuni í ferð við
at nútímansgera hølini hjá
Club 20 í Havnar Klubba.
Felagið er eisini í løtuni í
samráðingum við Havnar
Klubba um leigu av veitslu-
høllini til nýggja náttklubb-
an, Club 25:35.
Club 20: Frá lima-
felag til partafelag
Toni Dam og Petur Olsen – nýggju eigararnir av Cafe Natúr
Mynd: Jens K. Vang
JOHN JOHANNESSEN
Frá í dag fer grundlógar-
nevndin hvønn týsdag at
kunna miðlarnar um eitt
ávíst øki í arbeiðinum hjá
nevndini.
Enamálið við hesum er at
geva almenninginum og
viðkomandi feløgum og
áhugabólkum høvi at siga
sína hugsan og gera sína
ávirkan galdandi
Nevndin sigur í tíðinda-
skrivi, at hon enn ikki hevur
tikið støðu til ymsu spurn-
Grundlógararbeiðið
út til alment kjak
Arbeiðið í grundlógarnevndini er nú komið mikið langt, at nevndin nú fer at
halda regluligar tíðindafundir fyri at skapa alment kjak um ymsu evnisøkini
ingarnar enn, men hevur
lagt dent á at viðgera allar
tættir, og síðani taka støðu
eftir eitt breitt, alment
orðaskifti.
Tí er tað, sum kemur fram
á tíðindafundunum, ætlað at
skapa kjak, heldur enn at
endurgeva nakra avgjørda
støðu hjá nevndini.
Higartil hava framløgur
verið í grundlógarnevndini
um fleiri av evnisøkjunum.
Skipaðir fundir
Tíðindafundirnir verða væl
skipaðir í trimum tættum. Á
hvørjum fundi verður lagt
fyri við einum fakligum
inngangi, har skrivarin í
nevndini og ein samfelags-
frøðingur leggja fyri við í
stuttum at kunna um evnis-
økið og støðu tess í grund-
lógini.
Síðani leggur samfelags-
frøðingurin fram dømi um
ásetingarnar. Hann greiðir
frá vanligu ásetingunum í
stýrisskipanarlógini,
donsku grundlógini og
øðrum grundlógum. Í hes-
ÓLAVUR Í BEITI
Teir báðir andstøðuleið-
ararnir, Jóannes Eidesgaard
og Edmund Joensen, hava
sett løgmanni 7 spurningar í
fyrispurningi og vilja teir
m.a. hava at vita, hvør í
landsstýrinum tikið hevur
stig til at senda ST bræv
viðvíkjandi samráðingunum
millum Føroyar og Dan-
mark? Nær er løgmaður
kunnaður um brævið? Hví
er brævið ikki undirskrivað
av løgmanni, tá politiski
boðskapurin í brævinum er,
at danska stjórnin ikki veru-
liga vil samráðast um ein
fullveldissáttmála? Og teir
spyrja eisini, hví brævið
verður sent, tá løgmaður í
Útvarpinum 23. august 2000
viðgongur,
at
ætlanin
sjálvandi ikki er, at ST skal
leggja upp í samráðingar, og
at hetta heldur ikki letur seg
gera, um ikki eisini danska
stjórnin ynskir tað?
Politisk viðmerking
Í viðmerkingunum til fyri-
spurningin, siga Jóannes
Eidesgaard og Edmund
Joensen, at sambært heima-
síðu landsstýrisins umsitur
løgmaður stýrisskipanina,
uttanlandsmál og komm-
Óvanlig
mannagongd
við ST-brævinum
Hevur landsstýrið sett seg í samband við
aðrar altjóða felagsskapir hesum máli við-
víkjandi? spyrja Jóannes Eidesgaard og
Edmund Joensen nú brævið til ST gjørdist
alment
unumál, so tá hetta mál uttan
nakran sum helst iva snýr
seg um uttanlandsmál, verð-
ur fyrispurningurin løg-
manni sum ábyrgdahavandi
av økinum.
Síðan greiða andstøðu-
leiðararnir frá gongdini í
málinum viðvíkjandi bræv-
inum til ST og eru stórliga
bilsnir um at løgmaður ikki
hevur kunnað um brævið.
– Í brævinum verður m.a.
sagt, at danska stjórnin ikki
hevur víst veruligan vilja til
at samráðast. Hetta má kall-
ast at vera ein verulig po-
litisk viðmerking, men tó
hevur løgmaður ikki undir-
skrivað brævið.
– Vanliga mannagongdin
í sambandi við uttanlands-
mál, sum jú er felagsmál, er
ikki heldur fylgd, sum eisini
brævið frá uttanríkismála-
ráðharranum til løgmans
tann 23. august ber boð um.
– Tað hevur sjálvsagt
áhuga fyri bæði spyrjararnar
og fyri alt Føroya fólk at fáa
at vita, um landsstýrið hevur
sett seg í samband við aðrar
altjóðar stovnar í sambandi
við fullveldissamráðingar-
nar, siga Edmund Joensen
og Jóannes Eidesgaard m.a.
í viðmerkingunum.
ÓLAVUR Í BEITI
Bústaðartørvurin hevur ver-
ið lýstur í Sosialinum her-
fyri, og nú hevur Katrin
Dahl Jakobsen sett menta-
málaráðharranum Tórbjørn
Jacobsen fyrispurning um
bústaðartrupulleikarnar hjá
lesandi.
Katrin Dahl Jakobsen,
hevur spurt um landsstýris-
maðurin veit at siga, hvussu
stórur bústaðartørvurin er
hjá okkara lesandi? Og hon
vil eisini hava at vita, hvønn
vanda landsstýrismaðurin
sær í, at skúlaungdómur
verður tvungin út á privata
leigumarknaðin? Og at enda
vil Katrin Dahl Jakobsen
hava at vita um nøkur ætlan
er at bøta um bústaðarviður-
skiftini?
Lættari
Í viðmerkingunum sigur
Fara heldur
til Danmarkar
Um somu tíð, sum stórar ætlanir eru fyri
framman á útbúgvingarøkinum, er líkt til,
at spurningurin um bústaðarmøguleikar
verður gloymdur, sigur Katrin Dahl
Jakobsen
javnaðartingmaðurin, at um
somu tíð, sum stórar ætlanir
eru fyri framman á útbúgv-
ingarøkinum, er líkt til, at
spurningurin um bústaðar-
møguleikar verður gloymd-
ur.
– At neyðin hjá teimum
ungu nú er vorðin so stór, at
nógv teirra eru givin at søkja
sær innivist, ber boð um,
hvussu vánaligar umstøður-
nar veruliga eru.
– Somuleiðis, at tað eru
tey, sum heldur fara til Dan-
markar undir miðnámsút-
búgving, tí at tað er lættari
at fáa innivist har.
– Skal okkara ungdómur
fáa sum mest burtur úr
skúlagongdini, ber ikki til at
bjóða teimum umstøður,
sum gera tað so óliviligt, at
arbeiði kemur fram um lesn-
aðin, sigur Katrin Dahl Ja-
kobsen í viðmerkingunum til
spurningarnar.
Bjarni er nú
landsstýrismaður
Bjarni Djurholm sat í gjár, sum landsstýrismaður í Vinnumálum, á fyrsta sinni á landsstýrisfundi
Mynd: Jens K. Vang
JOHN JOHANNESSEN
Dagurin í gjár var fyrsti
dagurin hjá fólkafloks-
manninum Bjarna Djur-
holm, sum landsstýrismað-
ur.
Bjarni Djurholm tók við
landsstýrissessinum eftir at
Finnbogi Arge valdi at fara
Á midnátt 28. august tók Bjarni Djurholm við sessinum sum landsstýrismaður
í Vinnumálum. Í gjár var hann fyri fyrstu ferð á landsstýrisfundi
um sambandi fer sam-
felagsfrøðingurin eisini at
vísa á, hvussu orðingarnar
innan hansara evnisøki
kundu sæð út í einari før-
oyskari grundlóg.
Samfelagsfrøðingurin og
skrivarin fara eisini at
greiða frá dømum um,
hvønn ítøkiligan týding tað
fær, hvussu lógargreinin er
orðað.
Allir tíðindafundirnir fara
at byggja á teir bólkafundir,
framløgur og kjak, ið hava
verið í nevndini.
úr landsstýrinum, so hann
aftur kundi røkja starvið
sum stjóri á Bilasølu síni,
P/F Meinhard Arge.
Bjarni Djurholm fekk
longu setanarbrævið 18.
august, tá tað var greitt, at
hann skuldi taka við lands-
stýrissessinum,
eftir
at
Finnbogi Arge fyri ólav-
søku hevði heitt á løgmann
um at verða loystur úr sess-
inum.
Tískil var eingin formlig
tilnevning á skránni í gjár,
tá Bjarni Djurholm tók við
landsstýrissessinum. Í stað-
in var almenn móttøka í
Tinganesi seinnapartin.
Bjarni Djurholm heldur
tað ikki vera so torført at
taka við eftir Finnboga
Arge, tí nógv mál eru loyst
seinastu árini, og hann held-
ur seg hava eitt gott støði at
standa á.