Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 7 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 164 - 29. august 2000 Nr. 164 - 29. august 2000 JAN MÜLLER STAVANGER Millum mongu gestirnar á altjóða oljuframsýningini í Stavanger vóru eisini ein- stakir ráðharrar, sum hava stóran áhuga fyri gongdini í Føroyum, nú tey fyrstu oljuloyvini eru latin olju- feløgum. Sosialurin hitti nýggja bretska kvinnuliga orku- og oljumálaráðharran, Marga- reth Lidell eftir fundin hon hevði við føroyska starvs- bróðurin, Eyðun Elttør. Tað var eftir ynski frá bretum, at hesin fundurin kom í lag. Tað var annars ein fundur millum táverandi oljumála- ráðharran í Bretlandi og Eyðun Elttør á júst sama stað á ONS í Stavanger, sum fekk gongd á aftur samráðingarnar millum før- oyingar og bretar um mark- ið. Hesaferð var fundurin tí meira á vinarligum og sam- starvsligum støði. Eyðun Elttør sigur seg vera sera væl nøgdan við fundin, sum hann kallar eina roynd at byggja brýr millum Føroyar og Bretland á oljuøkinum. -Nú vit ikki longur skulu brúka tíðina uppá at loysa eina marknatrætu, fáa vit betri tosað um felags áhuga- mál og ítøkiligt samstarv. Eyðun Elttør sigur við Sosialin, at tað er greitt, at bretar vilja hava samvinnu við føroyingar, tí hetta kann hava týdning fyri bretska Bretski oljumálaráðharrin: Nú komandi útbjóðingin á bretskum øki longu er vorðin útsett í eina tíð og helst verður tað nakað enn kemur tað væl við hjá bretskum myndugleikum og ídnaðinum, at føroyingar nú hava sett hol á sína fyrstu útbjóðing. Bretski oljumálaráðharrin heldur, at hetta kann hava stóran týdning fyri bretar eisini JAN MÜLLER STAVANGER Eisini norski oljumálaráð- harrin nýtti høvi at vísa før- oyingum ans á oljuráð- stevnuni í Stavanger. Sam- an við forsætisráðharranum Jens Stoltenberg og norska konginum vitjaði hann før- oyska básin, tá framsýning- in lat upp týsdagin. Olaf Akselsen nýtti eisini høvi her at heilsa uppá føroyska starvsbróðurin. Akselsen, sum tók við starvinum herfyri, sigur við Sosialin, at hann er fegin um, at føroyingar valdu Statoil sum eitt av feløgu- num til at leita eftir olju og gassi á landgrunninum. Hann sigur seg vóna, at bæði Statoil og onnur olju- feløg, sum fara at virka í Føroyum, fara at brúka norska teknologi, tá tey skulu gera sínar kanningar. – Eg hevði ein sera posi- tivan fund við Eyðun Elttør og har segði eg honum, at við teimum 35 ára royndu- num, sum vit í Noregi hava á oljuøkinum, so eru vit sera Føroysk oljuleiting týdning fyri bretar Statoil er eitt gott val hjá føroyingum áhugaðir í samstarvi og vilja bjóða fram ta hjálp, sum føroyingar hava brúk fyri. Olaf Akselsen vónar, at tað verða funnar stórar goymslur við bæði olju og gassi á føroyska land- grunninum. Spurdur um hann ikki er vónsvikin av, at hitt norska hálvalmenna oljufelagið Norsk Hydro ikki fekk leiti- loyvi sigur Akselsen, at tað er spell, at tað ikki hevur klárað seg í kappingini. -Ég havi ikki nóg nógvan kunn- leika til, hví tað gekk sum tað gjørdi, men eg kann so bert vera fegin um, at tað eydnaðist øðrum av norsku oljufeløgunum at vera við. Hvat viðvíkur vónunum at finna olju við Føroyar, so heldur norski oljumálaráð- harrin tað vera rættiliga sannlíkt, at olja er til steðar, nú stór fund eru gjørd so stutt frá markinum. Norski oljumálaráðharrin hevur ongar ætlanir at vitja í Føroyum í næstum, men tað hevði kunnað verið áhugavert at vitjað norrønu ættfrændir sínar. – bert spell, at hitt norska oljufelagið ikki megnaði at fáa loyvi Norski oljumálaráðharrin: oljuídnaðin, sum ikki hevur fingið nóg nógv arbeiði burtur úr oljuvirkseminum Hesi ungfólkini syrgdu fyri at veita útlenskum vitjandi alla ta hjálp sum hugsast kann. Føroyar hava vissuliga eina presentabla móttøku, tá ræður um at marknaðarføra Føroyar. Mynd jan. Básurin, sum eisini tók seg sera væl út, hava tey hjá Team 85 staðið fyri. Eitt gott arbeiði er gjørt har. Bretski oljumálaráðharrin Helen Lidell her saman við norska starvsbróðurinum, Olav Akselsen stutt eftir at tey høvdu havt samrøður við føroyska oljumálaráðharran Eyðun Elltør Mynd jan Eyðun Elttør, oljumálaráðharri og Kjartan Kristiansen, á føroyska básinum Mynd jan JAN MÜLLER STAVANGER Millum føroyingarnar á oljuráðstevnuni í Stavanger var eisini stjórin í Oljumála- stýrinum, Herálvur Joensen. Tá Sosialurin fekk orð á hann helt hann tað vera gott, at føroyskur ídnaður og fyritøkur gera so stórt ar- beiði fyri at fáa føroyskt innihald í komandi oljuleit- ing. Tað var eisini nettupp fyri at ganga hesum á møti, at Oljumálastýrið og fólkini har gjørdu sær so stóran ómak fyri at hava útbjóð- ingina klára áðrenn ONS. M.a. hevur Menningarstjór- in, sum hevur lagt luttøkuna á ONS til rættis, lagt stóran dent á júst hetta, at loyvini kundu verða latin, áðrenn føroyingar fóru á olju- messu. Annars heldur stjórin í Oljumálastýrinum tað vera eitt sindur spell, at okkurt er komið eitt sindur skeivt fyri í føroyskari pressu í sambandi við loyvisgeving- ina. Hann vísir á, at fleiri oljufólk hava sett seg í sam- band við hann og spurt, hvat liggur aftanfyri úttalilsini í føroyskum fjølmiðlum um, at tað skal hava verið ein Føroyskt oljufelag ikki av- gerandi fyri loyvisgevingina USA Dollarar Bretland Pund Týskland Markur Svøríki Króna Noreg Króna Frakland Frankur Belgia Frankur Sveits Frankur Holland Gyllin Italia Liri Finnland Markur Ísland Króna Eysturríki Skillingur Spania Pesetas Portugal Escudos Kanada Dollari Grikkaland Drakmur Japan Yen Írland Pund Evra 28.08.00 826,4900 1214,6300 381,2500 88,5300 92,2800 113,6800 18,4840 482,8800 338,3700 0,3851 125,4100 10,3100 54,1890 4,4820 3,7190 556,8400 2,2090 7,7697 946,7900 745,6600 Ultimo juli 806,4000 1208,6200 381,2200 87,8000 90,8200 113,6700 18,4830 481,7200 338,3400 0,3851 125,4000 10,2600 54,1850 4,4810 3,7190 545,0700 2,2100 7,3727 946,7200 745,6000 VALUTAKURSIR fyrimunur fyri at fáa loyvi, at eitt føroyskt felag hevur verið partur av bólkinum. – Tá tað á pressufundi- num í Norðurlandahúsinum í farnu viku varð spurt, um involvering av føroyingum í eini komandi oljuvinnu hevði havt nakra ávirkan á loyvisgevingina, tá tað stóð javnt millum feløgini, greiddi eg frá, at tað fyrst og fremst var leitipro- grammið við høvdu hugt eftir, men hitt var eisini eitt kriterium. Víst varð á í sambandi við føroyskt inni- hald, at tað var tann saml- aði pakkin um, hvat man vildi gera fyri mennning, upplæring osfr., sum hevði týdning. Herálvur Joensen sigur tí, at tá hann hann verður end- urgivin fyri at hava sagt, at tað var avgerandi at hava føroysk oljufeløg við, stóð tað á jøvnum millum feløg, so er tað beinleiðis skeivt ella ein misskiljing. -Vit hava alla tíðina sagt, at tað ikki hevði nakran serstakan týdning, og tí vildi tað verið heilt burturvið av okkum, eftir at loyvini eru latin, at sagt, at tað kortini hevði týdning. vestan fyri Hetland. -Ein út- bjóðing stendur fyri framm- an á bretskum øki, sum tó er vorðin útsett vegna nýggjar umhvørvisligar reglur. Eg ivist ikki í, at tá teirra útbjóðing fer í gongd, so fer eisini hon at hava týdning fyri alt økið her á Atlantsmótinum. Við teim- um drúgvu royndunum, sum bretar longu hava gjørt sær á djúpum vatni nær við okkara leiðir, haldi eg, at eitt samstarv kundi verið fruktagott fyri oljuleitingina og vónandi framleiðsluna í okkara øki í framtíðini sigur ein bjartskygdur oljumála- ráðharri, sum fegin rættir hondina út til bretar eins og aðrar grannar, sum vilja eitt sínamillum samstarv, har báðir partar hava nakað at vinna. Góðan fund Bretski orkumálaráðharrin Margareth Lidell heldur seg eisini hava fingið nógv burt- ur úr fundinum við føroyska starvsbróðurin. -Vit høvdu sera fruktagóðar samráðing- ar. Bæði bretski oljuídnað- urin og stjórnin eru ovur- fegin um úrslitið av fyrstu føroysku útbjóðingini. At síggja ast bretsk oljufeløg nú fáa møguleika at arbeiða í hesum nýggja økinum er eisini sera kærkomið. Hon ynskir annars føroy- ingum góða eydnu og um so er, at føroyingar hava brúk fyri hjálp ella ráðgev- Umboð fyri bæði tey føroysku oljufeløgini vóru við á oljuráðstevnuni í Stavanger. Her eru tað Poul Mohr frá Atlants Kolvetni og Olaf Olsen frá Føroya Kolvetni, sum eru saman við einum øðrum veterani innan vinnulív og kommunalt arbeiði, Dánjal av Rani Mynd jan ing av nøkrum slag, so eru bretar til reiðar at geva hana. – Vit hava gjørt nógv mistøk gjøgnum árini og hava lært nógv av teimum. Kunnu vit hjálpa føroying- um við okkara royndum, so vilja vit heldur enn fegnir hjálpa. Margareth Lidell heldur tí almannakunngerðingina av føroysku útbjóðingini vera góð tíðindi fyri bæði føroyingar, fyri bretsku stjórnina og annars alla oljuverðina. Bretski oljumálaráðharrin sigur, at tað ikki bert eru bretsk oljufeløg sum opera- tørar, t.d. BP og Amerada Hess, sum eru fegin um at hava fingið fótafesti í Før- oyum. Hon sær eisini, at bretskur ídnaður fær møgu- leikar at virka í Føroyum við tí úrsliti at hetta kann vera ein, sum hon málber seg á oljumáli, „win to win“ støða fyri báðar partar. Hon sigur annars, at ar- beitt verður við at gera 19. útbjóðing á breska land- grunninum klára. Henda er vorðin útsett orsakað av nýggjum umhvørviskrøv- um til oljuleiting, sum eru komin í gildi eftir trýst frá Greenpeace. Margareth Li- dell sigur, at hóast mangir brunnar eru boraðir vestan fyri Hetland uttan úrlists, so er tað ætlanin hjá stjórnini at halda fram við at bjóða øki út á Atlantsmótinum. Hon dugir ikki at siga, um hetta verður í hesum ári- num, men bert, at tað verður skjótast tilber. Bretski oljumálaráðharrin dylur ikki fyri, at føroyska útbjóðingin verður sera positivt móttikin av bretsk- um myndugleikum, tí hon gevur eisini vónir til bretska partin av Atlantsmótinum. Næstformaðurin í stórtings- bólkinum hjá norska Høgra- flokkinum heldur, at Noreg eigur at slaka í reglunum um innflytarar fyri á tann hátt at loysa trupulleikarnar hjá arbeiðsmarknaðinum at fáa fatur á arbeiðsmegi. Á einari ráðstevnu í Oslo um vikuskiftið segði Per Kristian Foss, at verða regl- urnar linkaðar, kann norski búskapurin fáa gagn av inn- flytarunum. Fleiri kanningar seinastu tíðina hava víst, at norski arbeiðsmarknaðurin fer at hava tørv á fremmandari ar- beiðsmegi í komandi árum. M. a. hevur ein kanning av- dúkað, at bara kommunur- nar fáa brúk fyri 145.000 nýggjum starvsfólkum næstu árini. Tað er ikki bara í Noregi, at vinnulívið og tað al- menna tosa um vantandi ar- beiðsmegi í framtíðini. Tað sama er eisini galdandi í Danmark. Noreg vantar arbeiðsmegi Back-up!? Sosialurin - 311820 Tel. 22 17 87 • geymar@post.olivant.fo Hygg eisini á www.ecrix.com Geymar eiga Hans Eliasar, Herbein og Snorri Fjallsbak. Sp/f GEYMAR Ein VXA-bandstøð kostar 12.081,- kr. (MVG íroknað). Eitt 170 metrar langt VXA-band rennur 170 m(!), tá ið 66 GB verða pakkaðar á bandið. Til sammetingar: Eitt DLT-band rennur umleið 20 km. at goyma somu nøgd! Meiri næstu ferð.