Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 164 - 29. august 2000 Nr. 164 - 29. august 2000 Privati kapitalurin sigraði einsamallur í oljumálinum Hvør átti dagin 17. august 2000? 17. august vórðu fyrstu loyvini til leiting og fram- leiðslu av kolvetni í før- oysku undirgrundini givin á samkomu í Norðurlanda- húsinum, har Eyðun Eltør, landsstýrismaður handaði loyvini. Nógv fólk var, sum vera man, komið saman bæði her heimanífrá og úr útlondum. Eisini rættiliga nógvir politikkarar høvdu leitað sær niðan í Norðurlanda- húsið, men vóru tó fámentir í mun til allar teir nála- strípaðu, sum umboðaðu oljufeløgini. Og hetta var eisini teirra dagur burturav. Eg kundi ikki lata vera við at hugsa um, hvussu stórur partur av hesari vælklæddu samkomu mundi hugsa um, hvussu føroyski pallaba kundi tryggjast at fáa sum mest burtur úr hesi nýggju vinnu? Men hin vegin, var tað nú teirra uppgáva? Søguligur var dagurin, ongin ivi um tað, men eg má siga, at tað sanniliga var við blandaðum kenslum, at henda løta varð eygleidd. Hetta var dagurin, tá ein meiriluti á Føroya Løgtingi lat ein veruligan almennan møguleika gleppa okkum av hondum. Ein møguleiki, har almenna Føroyar kundi gjørst virkin partur av einari føroyskari oljuvinnu. Hetta var dagurin, tá almenni før- oyski oljuídnaðurin gjørdist privatur. Tvey privat oljufeløg - og einki alment Gaman í, tvey føroysk olju- feløg vóru partar av út- lendskum oljusamtøkum, sum fingu loyvi, men al- menna Føroyar var ikki við. Føroyska umboðanin var latin til Atlantic Petroleum og Føroya Kolvetni, sum bæði eru privat feløg, með- an felagið hjá vanliga før- oyinginum ikki var við. Sjálvandi kann onkur siga, at tað er bara at bjóða seg fram sum partaeigara í hesi føroysku feløgunum. Men partaeigarar hava nú eina- ferð allir tað til felags, at teir eiga pengar, sum teir hava ráð til at seta í eitt felag. Atlantic Petroleum og Føroya Kolvetni hava gjørt rætt. Tey hava tikið av einum møguleika, sum politiski meirilutin hevði givið teimum - politikkar- arnir høvdu tæað teimum lendið. Og privatu áhuga- málini hjá áðurnevndu fel- øgum hava ikki forðað van- liga føroyinginum at verið við í einum almennum før- oyskum oljufelag, men 17 tingmenn hava forðað øll- um føroyingum henda møguleika. Tá politiska hagreiðingin gjørdist, sum hon gjørdist, so má sigast, at tað var hóast alt gleðiligt, at nøkur fá føroysk áhuga- mál vóru umboðaði. Hetta ynskti samgongan Tað, sum eg her sipið til, er, at sjálvandi skuldu vit havt tryggjað okkum við einum almennum føroyskum olju- felag, sum skuldi havt optión í øllum givnum loyv- um. Og júst soleiðis ljóðaði uppskotið, sum ein minni- luti í vinnunevndini skjeyt upp. Minnilutin (Alfred Olsen, Henrik Old pg Kat- rin Dahl Jakobsen) mælti til, at § 3 fekk eit nýtt stk. 2, sum var soljóðandi: „ Í loyvum sambært stk. 1 skal landsstýrismaðurin treyta sær, at eitt møguligt alment føroyskt oljufelag skal kunna fáa ein part í loyv- inum (optión), sum er mill- um 1% og 5%.“ Men hetta uppskot fekk bert 14 atkvøður (Javnaðar- flokkurin, Sambandsflokk- urin og Miðflokkurin), meðan 17 vóru ímóti (Tjóð- veldisflokkurin, Fólka- flokkurin og Sjálvstýris- flokkurin). Og sostatt hevur sitandi samgonga sagt, at tað almenna skal ikki aktivt inn í eina føroyska olju- vinnu, og at hesin rættur skal falla til tey fáu útvaldu í Føroyum, sum sita inn við kapitali. Og uppskotið var nú bert at lata upp fyri einum almennum møguleika - men gakk. Hvat gjørdu norðmenn? Áhugavert er at siggja í bløðunum, at norski forsæt- ismálaráðharrin Jens Stol- tenberg í røðu síni, tá hann setti oljuráðstevnuna í Sta- vanger m.a. segði, at fyri 100 árum síðan var Noregi eitt fátækt land, men at farna øldin er søgan um, hvussu teir arbeiddu seg burtur úr vesældóminum. Víðari segði hann, at út- lendski pengarnir, vitanin og ráðgevingin vóru neyð- ug. Men at teir syrgdu eisini alla tíðina fyri, at eftirlit og eigaraviðurskiftini vóru á almenum hondum. Og hetta kundi eisini ver- ið okkara leistur, um enn í minni málistokk. Poul Mohr nýtti eina so góða mynd við monnunum undir neystavegginum í einari blaðsamrøðu. Og tað er rætt, at har nyttar ikki at standa, men nú er bara støð- an tann, at nakrir fáir eru slopnir upp í part, meðan vanligi føroyingurin verður standandi undir neystavegg- inum. Ikki tí, at hann ynskti tað, men tí at ein meiriluti á tingi ynskti hann standandi undir neystaveggin. Hyggja vit í bløðini, sum í dag skriva um hesa nýggju avbjóðing, so eru ikki long- ur føroyskir politikkarar millum teir, sum úttala seg. Og orsøkin er tann einfalda, at føroysk oljuáhugamál eru ikki longur almenn, sum politikkarar skulu taka sær av. Vit hava avreitt hetta tilfeingið til tey privatu áhugamálini. Í staðin síggja vit nú sam- røður og myndir av nýggju fólkunum í føroyskari olju- vinnu m.a. Poul Mohr, Kjar- tan Hoydal, Olaf Olsen og Niels Sørensen. Teir hava so teirra lógligu áhugamál at røkja, men neyvan eru tey fóksins áhugamál. Líkt er til, at hugtakið „fólksins ogn“ fyri sam- gonguna hevur ein heilt annan týdning, tí støðan í okkara fiskivinnu er upp- aftur meira døpur. Jóannes Eidesgaard Brúktir bilar til sølu Toyota Camry STC 2.0 160.000 Aug. 1987 9.000,- BMW 316 (1.6) EILER 30.000 Juli 1997 129.000,- Suzuki Baleno Van 35.000 Aug. 1997 75.000,- Ford Escort Diesel 86.000 Aug. 1996 103.500,- Citroën BX 1.9 Diesel 185.000 Aug. 1991 65.000,- Opel Astra 1.6 GLS 66.000 Sept. 1995 99.900,- Citroën Xantia 3.0 V6 34.500 Juni 1998 180.000,- MAZDA 323 1.5 SEDAN 2.500 Mars 2000 145.000,- Mitsubishi Lancer Diesel 189.500 Juli 1990 23.000,- BMW 320i 216.300 Mai 1987 19.000,- GALLOPER 2.5 Tdi - 7 pers. 37.400 Apríl 1999 215.000,- GALLOPER 2.5 Tdi 3H VAN 38.700 Feb. 1999 165.000,- Fiat Scudo 1,9 TD 130.000 Mars 1997 130.000,- Citroën ZX 1.9 D Stw. Feb. 1995 89.000,- FORD FIESTA 114.000 Mai 1989 23.000,- Citroën ZX 1.4i IMAGE Jan. 1996 60.000,- OPEL ASTRA 1.7 TURBO DIESEL 81.000 Des. 1996 115.000,- Hoyv’ksvegur 63 - FO-100 T—rshavn - Tel. 313666 - Fax 310866 Sosialurin - 311820 Verksmiðjumerki km. mán. árg. søluprísur ISUZU PICK UP 4X4 • 226.500 km. Árg. Okt. 1989 • Einans kr. 15.000,- www.ivan.fo www.ivan.fo AVHEINTINGAR- TILBOÐ AVHEINTINGAR- TILBOÐ Við MVG Við MVG Við MVG AVHEINTINGAR- TILBOÐ OG FLEIRI AÐRAR BRÚKTAR BILAR SO HYGG INN Á GÓLVIÐ OG FÁ EITT GOTT TILBOÐ! Tað var beint áðrenn klokkan tvey leygarnátt- ina, at løgreglan í Runavík fekk boðini um ferðslu- óhappið. Sambært vakthavandi á støðini í Runavík, so kom bilurin vestaneftir og skuldi fara antin til vinstru ella høgru, men fór beint ístaðin. Tíverri fyri hann, var eingin vegur, har hann koyrdi, og tískil endaði hann við síðuna av vegn- Løgreglan í Havn var í Nólsoy seinnapartin fríggjadagin. Onkur hevði verið eitt sindur illur í sær, og hevði lagt á hurðina hjá einum ørðum — við einum kúbeini. Hurðin toldi, sum verða man ikki, harðliga gestin, og eigaramaðurin helt tað Breyt hurð við kúbeini Ein hurð varð brotin inn við kúbeini í Nólsoy fríggjadagin Um vikuskiftið fekk løg- reglan boð um, at tað var eldur í á Margarinfabrikk- ini í Havn. Sum skilst á vakthav- andi á støðini í Havn, so var eldur settur á ein plexi- glasrút. Eldurin var kortini sløktur beinanvegin, og tí stóðst eingin skaði av óhappinum. Eini 40 fólk vóru á Mar- garinfabrikkini tá eldurin kom í, men so »løgið« tað ljóðar, so visti eingin av Festu í Margarinfabrikkina Tað loysir seg ikki hjá øll- um at stinga av frá ferðslu- óhappi. Tað kann ein bil- førari í Havn sanna eftir at hann varð handtikin sunnumorgunin. Hann var fyri einum ferðsluóhappi á krossinum við R. C. Effersøesgøta og Eystara Ringveg (í stóru rundkoyringini, blðm.). Løgreglan fekk boð um óhappi, men tá hon kom á staðið fekk maðurin brád- liga skund og rann avstað. Rendi á og rýmdi Ein maður stakk av frá løgregluni, eftir hann hevði verið fyri einum ferðsluóhappi, men løtu seinni varð hann fangaður av hundinum - Vit beittu hundin eftir honum, og tað bert lítil løta, til hann var runnin upp av hundinum, greiðir vakthavandi á støðini frá. Av tí at løgreglan ikki var greið yvir, hvør av teimum báðum, sum í bil- inum vóru, hevði koyrt, tók hon báðar persónarnar við á støðina til blóð- roynd. heldur ikki vera so stuttligt, so hann boðaði løgregluni frá hendingini. Løgreglan fór út til Nólsoyar – við Rituni – og gjørdi tað, sum gerast skuldi fyri at uppklára máli, og tann, sum hevi gjørt skaðan kann vænta sær eina bót. teimum, at siga løgregl- uni, hvør tað var, sum hevði fest í. Tí fór løg- reglan avstað við ófor- rættaðari sak. Annars fekk løgreglan í Havn eisini boð um, at tveir mans vóru roknir í toppin á hvør øðrum. Annar teirra meldaði fyri at fáa eina umbering frá hinum, og tað eydnaðist. Meir verður ikki gjørt við tað málið. Løgreglan fekk ikki at vita, hvør tað var, sum festi í ein plastrút á Margarinfabrikk- ini Ferðsluóhapp í Eysturoynni Ein bilur við sjey fólkum fór út av vegnum í krossinum har vegurin til Æðuvíkar og Rituvíkar møtast um. Løgreglan í Runavík staðfesti, tá komið var á staðið, at meginparturin av teimum, sum vóru í bil- inum vóru ávirkaði av rús- drekka — eisini førarin. Sjúkrabilurin var eisini á staðnum eftir trimum fólkum, sum høvdu fingið snuddir. Sum skilst á vakt- havandi var ikki talan um ógvusligar snuddir. JÚSTINUS LEIVSSON EIDESGAARD Tórshavn: Vesturkirkjan hevur trúgvar kirkjugangar- ar. Vanligar sunnudagar eru millum 3-400 fólk í kirkju, men sunnudagin var hon stúgvandi full, eini 800 fólk vóru í kirkju. Og tað var lagt upp til eina rætta hátíðarløtu. Kórið var fult av prestum, bæði Vesturkirkjan fylti við maner Kirkjufólkið fylti kirkjuna sunnudagin, tá hátíðargudstænastan varð hildin teir sum starvast í kirkjuni í dag og eisini fyrrverandi prestar. Sálmasongurin lyfti næstan tekjuna omanav, tá fullsetta kirkjan saman við mannskórinum sungu mergjaðar sálmar. Hans Jacob Joensen, biskupur minti okkum á í prædiku síni á hvør Gud er. At tað ikki dugir at seta Gudi treytir og at Gud er óbroytiligur og at menniskj- an ikki kann ávirka Gud. Hann brúkti tekstin úr Hebrearabrævinum, har myndin, at tað er ikki lista- verkið, sum sigur lista- manninum hvussu hann skal gera, men øvugt, varð tikin fram. »Soleiðis er við Gudi,« segði biskupur, »tað er ikki menniskjan sum kann seta Gudi treytir, men øvugt.« Heri Joensen, høvuðs- prestur í Vesturkirkjuni prædikaði yvir dagsins teksti á sínum eyðkenda sjarmerandi ráma svínoyar- máli. Bergur D. Joensen, prestur endaði hátíðarguds- tænastuna. Aftan á var kirkjukaffi í kjallaranum og nógv fólk hugnaðu sær. SVEINUR TRÓNDARSON Fríggjakvøldið fekk alarm- sentralurin boð um, at tað var eldur í gamla timbur- handlinum í Runavík. Bygningurin, sum stendur á bryggjuni, er tann, sum Lynfrost og Netavirkið eis- ini hava hildið til í, og sum Fiskavirking nú eigur. Tað var kortini ikki her, tað brann, men í miðhædd- ini. Tað er henda hæddin, sum leggur hølið til nýggja timburklædningin, sum skal setast á Tinghúsið. Og sum skilst, so var tað heppið, at nýggi timburklædningurin ikki brendi inni. Av løgreglustøðini í Runavík frætta vit, at tað var í tøkum tíma, at eldurin varð uppdagaður. — Men tað gekk skjótt at sløkkja og tíbetur hevði eldurin ikki fest í klædningin, sigur vakthavandi. Tað er Mogens Skoradal, málarameistari, sum eigur uppgávuna at mála nýggja tinghúsklædningin. Hann greiðir frá, at kædningurin Tinghúsviðurin mundi brent inni var ikki tespiligur at síggja til, tá eldurin var sløktur, men at tað bert var uttaná. - Viðurin hevur tíbetur ongan skaða fingið. Tað var bara sót tað heila, og tí ráddi um at fáa vaska viðin. Loyvið var fingið og tí er alt longu vaska og lagt til turkingar, greiðir hann frá. Tað merkir, at tað ikki ganga nógvir dagar, til ar- beiðir við at mála kann byrja aftur. Mogens Skoradal heldur kortini, at tað var ómetaliga heppið, at tað ikki brendi alt sum tað var. - Har eru gipsplátur undir loftinum, og sum eg skilji, so eru tær orsøkin til, at eld- ur ikki hevur breitt seg. Hevði hann tað, so hevði ikki verið sprek eftir av nýggja tinghúsklædningin- um, sum er fingin til vegað úr Noregi.