mikudagur 23. mars 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 57 - 23. mars 2005
– Vit hava ongantíð
pástaðið, at mammo-
grafikanningar ongar
vansar hava við sær,
men tær eru framveg-
is tað besta, vit kunu
bjóða. Vit eiga eisini
at ansa eftir, at vit
ikki bara gloypa eini
kanning, sum hasi í
Ugeskrift for læger,
uttan at kunna okk-
um um aðrar kann-
ingar, sigur Jansy
Gaardlykke, samskip-
ari á Føroya Felag
móti Krabbameini
MAMMOGRAFI-
KANNINGAR
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Atfinningarnar
móti
mammografikanningum,
sum vórðu endurgivnar í
blaðnum í gjár, koma ikki
óvart á Jansy Gaardlykke,
samskipara í Føroya Felag
móti krabbameini.
– Slíkar greinar og at-
finningar koma fram við
jøvnum
millumbilum.
Sjálvt um tú kanst loyva tær
at ivast í, hvat endamálið
við teimum er, eiga atfinn-
ingarsomu røddirnar sjálv-
sagt eisini at verða hoyrdar.
Men tað finst altíð ein
onnur síða av málinum, og
tí mugu vit bara viga fyri og
ímóti, sigur Jansy, sum
framvegis er sannførd um,
at tað er rætt, at seta
mammografikanningar
í
verk í Føroyum.
Ongi dulsmál
– Sum er, hava vit onki
betri enn mammografi-
kanningar at bjóða í roynd-
unum at forða fyri, at bróst-
krabbi breiðir seg. Tí halda
vit tað vera ábyrgdarleyst
ikki at bjóða føroyskum
kvinnum hesar kanningar,
sigur Jansy, sum undrast
yvir, at ført verður fram, at
ongin kunning hevur verið í
Føroyum um vansarnar við
mammografikanningum.
– Eg havi sjálv fleiri
ferðir sagt alment, at
mammograf ikanningar
kunnu ikki fyribyrgja bróst-
krabba. At vandin fyri
følskum positivum úrslitum
er til staðar, og at kanningin
ikki er pínuleys, hevur
heldur ongantíð verið nak-
að dulsmál. Tað kann vera,
at kunningin á ymsum
heimasíðum ikki er so góð,
sum hon átti at verið, men
alt hetta fáa kvinnurnar at
vita í einum brævi, tá tær
verða innkallaðar, sigur
Jansy. Hon vísir samstundis
á, at ein heilt nýggj donsk
kanning vísir, at kvinnur
heldur vilja váða at fáa eitt
falskt positivt svar, enn at
lata vera við at fara til
kanningina, og undrast yv-
ir, at greinin í Ugeskrift for
læger als ikki nevnir hesa
kanningina.
At
kunningin
um
mammograf ikanningar
skal vera stýrd av peninga-
ligum áhugamálum, dugir
Jansy illa at ímynda sær.
Um so skuldi verið, kunnu
vit jú als ikki líta á nakra
kunning um sjúkur og við-
gerðir yvirhøvur, og so
koma vit í øllum førum ikki
langt í royndunum at fyri-
byrja og lekja, heldur Jansy.
Finnast aðrar
kanningar
Fyri Jansy sær tað út til, at
greinin í Ugeskrift for læg-
er mestsum leitar eftir
onkrum at finnast at, tí øll,
sum hava fylgt neyvt við í
hesum kjakinum vita, at tað
í flestu førum finnast kann-
ingar, sum vísa nakað heilt
annað, enn tað, sum greinin
velur at taka við.
Til dømis heldur greinin
uppá, at tað enn ongantíð er
prógvað, at mammografi-
kanningar hava verið við til
at minka um talið á bróst-
krabbatilburðum. Sambært
Jansy er hetta beinleiðis
skeivt. Kanningar hava
fleiri ferðir víst, at í
Svøríki, Noreg og Íslandi,
har mammografikanningar
verða gjørdar um alt landið,
er talið á teimum, sum yvir-
liva bróstkrabba munandi
hægri enn í Danmark, har
bert trý amt bjóða hesar
kanningar. Kanningar vísa
enntá, at í økinum kring
Keypmannahavn yvirliva
25% fleiri bróstkrabba enn
í teimum amtum í Dan-
mark, sum ikki hava hesar
kanningar. Hetta samanber-
ingargrundarlagið
hevur
vigað rættiliga tungt hjá
Føroya Felag móti Krabba-
meini, tá heitt var á lands-
stýrismannin um at seta
mammografikanningar
í
verk í Føroyum.
Óneyðug diagnosa?
Jansy vísir á, at tað, sum
hevur allarmest týdning í
samband við viðgerðir fyri
krabbamein, er at avdúka
sjúkueyðkennini so tíðliga,
sum til ber. Og sum er, eru
mammografikanningar tað
besta vit hava til at finna
knyklar í bróstinum, sum
tað ofta ikki ber til at finna
uppá aðrar mátar.
– Tað kann sjálvandi
henda, at óneyðugar diag-
nosur verða stillaðar, men
spurningurin er, nær ella
hvussu tú veist, um ein
diagnosa er óneyðug. Tað
óhugnaliga við krabba-
meini er jú, at tað er so
trupult at meta um, hvussu
sjálvt ein evarska lítil knyk-
il fer at bera seg at seinni,
og tí er neyðugt at handla
uppá tað, man finnur, sigur
Jansy.
J ansy Gaardlykke leggur
afturat, at tað altíð hevur
verið eitt aðalmál hjá fel-
agnum at kunna so væl,
sum til ber, um krabbamein
og møguligar viðgerðar-
hættir. Tí vil hon í hesum
sambandi
eisini
fegin
minna á, at felagið 16. mars
skipar fyri einum almenn-
um fyrilestri, har íslendski
læknin Baldur Sigfússon
fer
at
geiða
frá
um
mammografikanningar. Ís-
land var millum fyrstu
Norðurlondini, sum settu í
verk mammografikanning-
ar, og Baldur Sigfússon er
ein av teimum, sum hevur
drúgvastu royndirnar á júst
hesum økinum.
Krabbameinsfelagið:
Mammografi tað besta vit kunnu bjóða
Jansy Gaardlykke ivast í, hvussu álítandi kanningarnar eru, sum atfinningarnar móti mammografikanningum byggja á
Tíverri eydnaðist tað ikki
at fáa fatur í landsstýris-
manninum í heilsu-
málum. Hann var farin í
páskafrí