mikudagur 23. mars 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 57 - 23. mars 2005
5
– Umleggingin á føði-
deildini á Lands-
sjúkrahúsinum er ein
krígsavbjóðing, sum
vit ikki góðtaka undir
nøkrum umstøðum,
siga sjúkrarøktar-
frøðingarnir
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit fara at taka øll neyðug
stig fyri at ætlaðu umlegg-
ingarnar á landssjúkra-
húsinum ikki verða settar í
verk.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir
á
Landssjúkrahúsinum
hótta nú beinleiðis við
verkfalli, verða ætlaðu um-
leggingarnar á føðideildini
á Landssjúkrahúsinum sett-
ar í verk.
Tær gera nú Hans Paula
Strøm, landsstýrismanni í
heilsumálum púra greitt, at
tær fara undir ongum um-
støðum at góðtaka ætlaðu
umleggingarnar á Lands-
sjúkrahúsinum.
Leiðslan
á
Lands-
sjúkrahúsinum ætlar at siga
nøkrum sjúkrarøktarfrøð-
ingum á føðideildini á
Landssjúkrahúsinum upp
og at lata ljósmøðurnar yv-
irtaka arbeiðið.
Ljósmøðurnar eru á vakt
kortini, men verða bara til-
kallaðar, tá ið kvinnur
skulu eiga. Leiðslan á
Landssjúkrahúsinum vil tí
hava tær at verða við í van-
liga arbeiðnum á føðideild-
ini fyri at fáa meiri nyttu
burturúr teimum. Tað fer at
kosta átta sjúkrarøktarfrøð-
ingum
á
føðideildini,
starvið.
– Eitt slíkt stig kann ikki
fatast sum annað enn ein
krígsavbjóðing ímóti felag
okkara og hetta áttu tygum
sum landsstýrismaður fyri
javnaðarflokkin og sum
fakfelagsvinur at verið tann
fyrsti til at fata, sigur Fel-
agið Føroyskir Sjúkrarøkt-
arfrøðingar við Landsstýr-
ismannin.
Felagið sigur eisini, at tað
er til reiðar at taka øll
neyðug stig fyri at forða
fyri, at ætlaða umleggingin
verður sett í verk.
Eru tit eisini til reiðar at
fara í verkfall?
– Vónandi verður tað ikki
neyðugt, men vit fara at
gera tað, sum er neyðugt
fyri at forða fyri at umegg-
ingarnar á føðideildini
verða settar í verk, sigur
Jana H. Dalsgaard, for-
kvinna í Felagnum Føroysk-
ir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Brot á reglur og
siðvenjur
Felagið Føroyskir sjúkra-
røktarfrøðingar kann als
ikki góðtaka, at eitt ar-
beiðsøkið, sum altíð hevur
verið væl og virðiliga røkt
av okkara limum, á henda
hátt, við væl fyrireikaðum
snildum, verður flutt til ein
annan fakbólk.
– Hetta er greitt í stríð
við allar siðvenjur á ar-
beiðsmarknaðinum, sigur
felagið.
Felagið sigur, at ætlaðu
umleggingarnar føra við
sær,
at
arbeiðið,
sum
sjúkrarøktarfrøðinga altíð
hava røkt, nú skal flytast til
ljosmøðurnar, uttan hald-
góðar grundgevingar.
– Hetta verður gjørt mitt í
einum sáttmálaskeiði og er
eitt greitt brot á allar ar-
beiðsrættarligar reglur, sum
partarnir á arbeiðsmarkn-
aðinum hava skyldu at
halda.
Er tað ikki ein partur av
uppgávuni hjá leiðsluni at
leggja arbeiðsgongdina til
rættis og hevur leiðslan ikki
rætt til tað?
– Leiðslan hevur rætt til
at leiða og skipa arbeiðið.
Men hon hevur ikki rætt til
at leggja tað arbeiðsøkið,
sum eitur sjúkrarøkt, undir
ein annan fakbólk. Og tað
er hetta, sum er kjarnin í
málinum, sigur forkvinnan
í Felagnum fyri Sjúkrarøkt-
arfrøðingar.
Men hvør heldur tú so er
orsøkin til at ætlanin er at
seta umleggingarnar í verk.
Er tað fyri at spara ella eru
hetta forsvarligar umlegg-
ingar, soleiðis, sum leiðslan
á Landssjúkrahúsinum hev-
ur ført fram.
– Forsvarligar umlegg-
ingar er tað í hvussu so er
ikki, sigur Jana H. Dals-
gaard.
Àtaluvert
Felagið føroyskir sjúkra-
røktarfrøðingar mótmæla
sostatt harðliga umlegging-
unum, sum ætlanin er at
gera á føðideildini.
– Føðideildin á Lands-
sjúkrahúsinum er ikki bara
ein føðideild. Tað er eisini
ein sjúkradeild.
Tað merkir at hon er eisini
ein deild, har sjúkar barna-
konur liggja. Tað er eisini
ein neonatal deild. Tað
merkir, at á føðideildini á
Landssjúkrahúsinum liggja
eisini børn, sum eru fødd ov
tíðliga, umframt sjúk børn
og børn við breki annars.
– Sostatt er føðideildin á
Landssjúkrahúsinum eisini
ein sjúkradeild og tí kann
hon ikki samanberast við
føðideildir í hinum Norð-
anlondunum, sigur Jana
H.Dalsgaard.
Men bæði ljósmøðurnar
og leiðslan á Landssjúkra-
húsinum føra fram, at ljós-
møðurnar eru fult útbúnar
til at átaka sær at røkja sjúk
pinkubørn og sjúkar barna-
konur?
– Eg vil bara vísa á, at á
neonatalum deildum í Dan-
mark, Noregi, Svøríki, Ís-
landi og Finlandi, arbeiða
bara læknar og sjúkrarøkt-
arfrøðingar, tí talan er um
sjúkradeildir. Tað kemur
ikki fyri, at ljósmøður ar-
beiða har og tað er ikki
uttan orsøk, sigur forkvinn-
an í Felagnum føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar.
– Tað er eisini átaluvert,
at leiðslan á Landssjúkra-
húsinum roynir at billa
Føroya Fólki inn, at um-
leggingarnar fara at føra
við sær, at dygdin í røktini
fer at hækka. Tað er bein-
leiðis ósatt. Tvørturímóti
fer støðið í sjúkrarøktini at
fella, leggur hon afturat.
Felagið fyri sjúkrarøktar-
frøðingar vísa eisini á, at
fyri nøkrum árum síðani
var pinkubarnadeyðin í
Føroyum tann hægsti í
Norðanlondum.
– Síðani er gongdin vend,
so at barnadeyðin í Føroy-
um nú er tann lægsti í øll-
um Norðanlondum.
– Hetta er ikki minst sera
dugnaligum sjúkrarøktar-
frøðingum á føðideildini og
barnalæknunum fyri at
takka.
Jana H. Dalsgaard sigur,
at tað kanska serliga er
barnalæknanum, Ulrikku
Steuerwald, fyri at takka, at
barnadeyðin lækkaði, tí
hon gjørdi nógv av at senda
sjúkrarøktarfrøðingar
á
føðideildini á skeið á neon-
atalum deildum í øðrum
londum, so at tær nú mugu
metast at vera serfrøðingar
á økinum.
Tí heitir Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
á
landsstýrismannin í heilsu-
málum um at bera so í
bandi, at ætlaðu umlegging-
arnar á Landssjúkrahúsin-
um ikki verða settar í verk.
Landssjúkrahúsið
aftur hótt av verkfalli
Fjølbroytt
framsýning
í Oynni
Í dag letur upp ein
fjølbroytt lista-
framsýning í
Oynni á Tvøroyri
Í dag letur upp lista-
framsýning í listaskál-
anum Oynni á Tvøroyri.
Tað er danska listakon-
an Rita Gram, sum sýnir
fram í oynni tær næstu
vikurnar.
Framsýningin letur upp
í dag klokkan 17 og hon
er opin hvønn dag frá
klokkan15-20,
men
mánadag er stongt.
Rita Gram hevur áður
havt framsýningar bæði
í Danmark og uttan-
lands.
Tað, sum hugkveikir
hana
eru
náttúran,
byggilist, myndir og
annað.
– Ætlaðu umleggingarnar á føðideildini á Landssjúkrahúsinum eru ein krígsavbjóðing ímóti sjúkrarøktarfrøðingum, sum vit undir ongum umstøðum fara at
góðtaka, sigur Jana H.Dalsgaard, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar