mikudagur 23. mars 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 24. mars 2005
5
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum
fær frið fyri Hans Paula Strøm
Hóast sjúkrarøktar-
frøðingar hótta við
verkfalli, fer lands-
stýrismaðurin í
heilsumálum ikki at
leggja seg út í ósemj-
una á føðideildini á
Landssjúkrahúsinum
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg fari ikki at leggja meg
út í, hvussu leiðslan á
Landssjúkrahúsinum legg-
ur arbeiðið til rættis.
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður, fer ikki taka
politisk stig til at forða
leiðsluna á Landssjúkra-
húsinum at seta umstríddu
umleggingarnar á føði-
deildini í verk.
Sostatt er tað greitt, at
hóast sjúkrarøktarfrøðingar-
nir taka málið so álvarsliga,
at tær hótta við verkfalli,
rínur tað ikki við Lands-
stýrismannin í hesum føri.
Felagið Føroyskir sjúkra-
røktarfrøðingar
skrivaðu
annars landsstýrismannin-
um bræv í farnu viku, har
tað heitti á hann um at bera
so í bandi at ætlaðu um-
leggingarnar ikki verða
settar í verk.
Felagið ger púra greitt, at
tað fer ikki undir nøkrum
umstøðum at góðtaka um-
leggingarnar og tað fer at
taka tey stig, sum eru neyð-
ug at taka fyri at forða fyri,
at tær verða settar í verk.
Leiðslan á Landsjúkra-
húsinum ætlar at siga nøkr-
um sjúkrarøktarfrøðingum
á føðideildini á Lands-
sjúkrahúsinum upp og at
lata ljósmøðurnar yvirtaka
arbeiðið.
Ljósmøðurnar eru á vakt
kortini, men verða bara til-
kallaðar, tá ið kvinnur skulu
eiga. Leiðslan á Lands-
sjúkrahúsinum vil tí hava
tær at verða við í vanliga ar-
beiðnum á føðideildini fyri
at fáa meiri nyttu burturúr
teimum. Tað fer at kosta átta
sjúkrarøktarfrøðingum
á
føðideildini, starvið.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir
siga, at tað er ein krígsav-
bjóðing at taka røktina frá
sjúkrarøktarfrøðingum og
leggja hana undir ein annan
fakbólk, sum tær siga ikki
hevur røktarfrøðiliga út-
búgving.
Fer ikki at seta krøv
Men
landsstýrismaðurin
ger púra greitt, at hann fer
ikki at taka stig til at forða
fyri, at umleggingarnar
verða settar í verk.
– Leiðslan á landssjúkra-
húsinum er sett til at leiða
og at skipa arbeiðið og tað
fari eg ikki at leggja meg út
í, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann ger heilt greitt, at tað
er ikki uppgávan hjá polit-
iska myndugleikanum at
leiða og skipa arbeiðið á
Landssjúkrahúsinum.
Tí
verður tað heldur ikki hann,
sum fer at seta krøv til,
hvør skal arbeiða hvar á
Landssjúkrahúsinum.
Hann vísir á, at leiðslan á
Landssjúkrahúsinum
er
mannað bæði við einum
sjúkrahústjóra, ein lækna-
stjóra og einum røktarstjóra,
so har eru bæði læknafrøðin
og sjúkra-røkt-arfrøðin um-
boðað í sjálvari leiðsluni.
– Uppgávan hjá leiðsluni
er at leggja arbeiðið á lands-
sjúkrahúsinum til rættis,
eisini á teimum einstøku
deildunum og í hesum føri
eru umleggingarnar gjørdar
í samráð við depilsdeildir-
nar á Landssjúkrahúsinum.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at í hesum førum hevur
leiðslan á Landssjúkrahús-
inum gjørt nakrar umlegg-
ingar á føðideildini og á
psykiatrisku deild.
– Leiðslan hevur hvat var-
hugan av, at stríð kundi fara
at taka seg upp um hesar
umleggingar og tí hevur
hon eisini lagt tær fyri al-
manna- og heilsumálaráðið
og mær sum landsstýris-
mann.
Hans Pauli Strøm hevur
somuleiðis boðað leiðsluni
frá, at hann fer ikki at seta
seg upp ímóti umlegging-
unum.
– Eg havi at vita, hvørjar
avleiðingar hesar broyt-
ingar hava og eg havi boðað
frá, at eg fari ikki at seta
meg upp ímóti teimum.
– Tað kemur sostatt ikki
upp á tal, at politiski mynd-
ugleikin fer at leggja seg út
í málið?
– Nei, tað fari eg ikki. Eg
virði rættin hjá leiðsluni á
Landssjúkrahúsinum
at
leiða og skipa arbeiðið og
tað vænti eg eisini, at sjúkra-
røktarfrøðingarnir gera.
Hans Pauli Strøm leggur
afturat, at hesar umlegging-
arnar eru als ikki gjørdar í
óðum verkum.
– Hetta eru umleggingar,
sum er hava verið í umbúna
í nógv ár og sum sostatt eru
væl og virðiliga gjøgnum-
hugsaðar.
Hann leggur afturat, at
Føroyar eru eitt lítið land
og Landssjúkrahúsið hevur
avmarkaða játtan og tað
mugu vit liva við.
Hann leggur afturat, at
talan verður neyvan um, at
uppsøgdu sjúkrarøktarfrøð-
ingarnir á føðideildini koma
at ganga arbeiðsleysir, tí tað
er altíð brúk fyri teimum
aðrastaðni í húsinum.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir
leggja nevniliga dent á, at
tað prinsipiella í málinum
er, at talan er um at taka eitt
røktarøkið og leggja tað
uppí hendurnar á einum
fakbólki, sum ikki er
útbúgvin til tess og at tað
kemur ikki undir hugtakið
at leiða og skipa arbeiðið?
– Jú, tað er tað. Her er
talan um at leggja arbeiðs-
gongdina um fyri at skil-
bøta raksturin og størri
gagn av tí arbeiðsmegi,
sum er til taks og tað er ein
leiðsluábyrgd.
– Leiðslan hevur eisini
ábyrgdina
av,
at
allar
mannagongdir eru fylgdar,
tá ið slíkar umleggingar
verða gjørdar og mær
kunnugt eru tær tað.
– Tí er ikki talan um at
nakrar umleggingarnar á
føðideildini eru smoygdar
niðuryvir høvdið á nøkrum,
sigur Hans Pauli Strøm.
– Nú lækkar prísurin
á farmaflutningi ímill-
um Suðuroy og Havn-
ina næstan niður í
helvt
PRÍSLÆKKING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta er einki minni enn
størsta
framstigið
fyri
vinnulívið í Suðuroy í nógv
ár.
So høgt metir Hendrik
Old, løgtingsmaður, ætlan-
ina hjá samgonguni um at
lækka prísin á farmaflutn-
ingi ímillum Suðuroy og
Havnina.
Hendrik Old er tingmað-
ur fyri Suðuroy og hartil er
hann formaður í Vinnu-
nevndini hjá Løgtinginum
og er tí ein av fremstu
vinnuligu talsmonnunum
hjá samgonguni.
Prísurin á farmaflutningi
ímillum Suðuroy og Havn-
ina er so høgur, at í nógv ár
hevur hann verið mettur
sum ein stórur bági fyri at
hava vinnulív í Suðuroy.
Men týsdagin boðaði
Jógvan við Keldu, lands-
stýrismaður í innlendismál-
um, frá, at samgongan hev-
ur gjørt av, at prísurin á at
flyta farm ímillum Suðuroy
og Havnina skal javntsetast
við prísin á at flyta farm
ímillum
Havnina
og
Sandoy og ímillum Leirvík
og Klaksvík.
– Tað merkir, at prísurin á
at flyta farm ímillum Havn-
ina og Suðuroy fer næstan
niður í helvt, sigur Hendrik
Old.
Ómetaliga stórt
framstig
Hann sigur, at tað er nógv
ár síðani at vinnan í
Suðuroy hevur verið fyri so
stórum frambroti, tí hann
heldur, at hetta fer at vera
ein ómetaliga stórur bati.
Hereftir verða allir bilar
yvir fimm metrar langir
roknaðir sum farmabilar og
nú fer prísurin á at flyta teir
aftur og fram við Smyrli
næstan niður í helvt.
– Harumframt fer prís-
urin á at flyta vanligan farm
eisini niður í næstan helvt.
Formaðurin
í
vinnu-
nevndini leggur dent á, at
her er ikki bara talan um at
lækka prísin á at flyta fisk,
sum mest hevur verið um-
røtt. Her er eisini talan um
at lækka prísin á ølllum
farmaflutningi yvirhøvur.
– Hetta fer at fáa ómeta-
ligan týdning fyri alt vinnu-
lív í Suðuroy, ikki bara fyri
fiskivinnuna. Týdningurin
fyri fiskivinnuna verður
heldur ikki at forsmáa. Eitt
nú hava tey, sum fáast við
saltfisk í Suðuroy, mangan
funnist at, at tað er ov dýrt
at fáa salt til Suðuroyar,
men tann prísurin fer nú
niður í helvt.
Men tað eru eisini aðrar
fyritøkur, kanska serliga
tær, sum fáast við tungan og
stóran flutning, sum hava
fýlst á flutningskostnaðin,
men tað fer alt niður í helvt.
– Samstundis fer hetta at
geva bilaeigarum og flutn-
ingsfeløgum í Suðuroy heilt
aðrar møguleikar at bjóða
seg fram at til flutning norð-
ureftir og til at átaka sær
flutningsuppgávur norðan-
fyri, tí nú verður kostnaður-
in av at flyta bilar við Smyrli
ikki tann stóri trupulleikin,
sigur Hendrik Old.
– Hetta er tann einfald-
asti og besti mátin at javnt-
seta vinnulívið í Suðuroy
við vinnulívið aðrastaðni,
uttan at lata studning.
Kostar tríggjar
milliónir
Tað hevur verið upplýst, at
tað fer at kosta Strand-
ferðsluni
einar
tríggjar
milliónir í inntøkumissi, at
prísurin á farmaflutningi
ímillum Suðuroy og Havn-
ina fer niður í helvt.
Men Hendrik Old ivast
ikki í, at hetta fer at føra við
sær, at Smyril fær so nógvan
farm at føra, at samanum-
tikið fer tað at geva Strand-
ferðsluni fleiri inntøkur.
Hann vísir eisini á, at í
hesum sambandi skal flutn-
ingsstuðulin fyri at flyta
fisk ímillum Havnina og
Suðuroy
eisini
lækkað
niður á sama støðið sum
hann er fyri at flyta fisk
ímillum meginlandið og
Sandoynna
og
ímillum
meginlandið og Klaksvík.
– Soleiðis ber til at fíggja
ein part av tí, sum hetta
kostar. Men verður tað
neyðugt við eini eykajáttan
afturat til Strandferðsluna,
verður tað gjørt, sigur
Hendrik Old.
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum skal hava frið at arbeiða og tí
fer Hans Pauli Strøm, lansstýrismaður, ikki at forða fyri
umleggingunum á føðideildini, hóast sjukrarøktarfrøðingarnir
hótta við verkfalli
Størsta framstig fyri
suðuroyingar í nógv ár
Hetta fer at skapa heilt aðrar møguleikar fyri vinnuligum
framburði í Suðuroy, sigur Hendrik Old, formaður í
vinnunevndini