Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

At nýggi VW Passat verður ein succes er eingin ivi um. Bilurin er smartur og elegantur í heilt nýggjum stíli. Eisini kabinan er innrættað eftir ergonomiskum og brúkaravinar- ligum prinsippum í sera góðum kvaliteti BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Barcelona: VW Passat kemur nú í sættu genera- tión, ið er bæði longri, breiðari og hægri enn for- gangarin og er nú størstur í sínum klassa. Eisini við- førisrúmið við sínum 565 litrum er tað størsta í klass- anum. Hóast alt er nýtt, hevur bilurin ikki mist identitetin, og eingin ivi er um, at talan er um VW Passat. Bilurin hevur nógv til felags við konseptbilin VW Concept C og tann størra VW Phae- thon, ið nýggi Passat líkist. Í mun til forgangaran hevur hesin ikki motorin upp á longs men upp á tvørs. Hetta gevur munandi betur pláss í kabinuni, saman við tí at bilurin nú eisini er munandi størri. Nýggi Passat hevur onga hondbremsu, men í staðin eina elektroniska parker- ingsbremsu, sum verður aktiverað við einum knøtti til vinstru á instrument- borðinum. Bremsan slær automatiskt frá, tá bilfør- arin startar bilinum, setur í gir og aktiverar spitaran. Passat fæst eisini við "Hill holder", sum ger at bilurin ikki rullar eftir hæli í eini brekku. Forsetrini stuðla væl og eru løtt at stilla inn til røttu koyristøðuna. Nakkapútur- nar eru aktivar, so tær verja móti koyrsilsbresti, um bilurin verður ákoyrdur aft- anífrá. Startlykilin er av- loystur av eini "diskett", sum verður sett í start/stopp lyklarholið. Fyrsta ábending um gjøgnumførda kvalitetin á Passatinum er ljóðið, tá man letur hurðarnar aftur og setur seg til rættis í bilin- um. Kabinan er innrættað eftir ergonomiskum og brúkaravinarligum prin- sippum í sera góðum kvali- teti. Servostýringin er elek- tromekanisk og tillagar seg alla tíðina ferðina, ið bil- urin koyrir. Koyrieginleikarnir eru framúr góðir. Undirvognur- in er so at siga tann sami, sum VW Golf fær so góð ummælir fyri. Hetta fingu vit av sonnum roynt í Spania. Passat fæst í útgávunum Trendline, Comfortline, Sportline og Highline. Í standardútgávuni er bilurin útgjørdur við t.d. fartpiloti, fjarstýrdum sentrallási, el- rútum, síðuspeglum við hita, 16" hjólum, radio v. fløguspælara, Climatic air- condition, og ESP (Elek- tronic Stabilitet Program) sum hjálpir um bilurin glíður út í svingum. Automatiski DSG-gir- kassin við dupultari kobling skiftir skjótt og væl, uttan at tað merkist. Girkassin er ein kollvelting í sær sjálvum, við tað at hetta er fyrstu ferð í søguni, at ein automatiskur girkassi brúkar minni brennievni enn ein vanligur girkassi. DSG-girkassin kann bæði skifta automatiskt og manuelt (tiptronic funk- tión). Motorskráin sær soleiðis út. Bensinmotorar: 1,6 litur við 102 hk (kemur í mai), 1,6 litur FSI við 115 hk, 2,0 litur FSI við 150 hk, 2,0 litur FSI turbo við 200 hk (kemur í august), 3,2 litur V6 4-Motion við 250 hk (kemur í heyst). Diesel- motorar: 1,9 litur TDI við 105 hk, 2,0 litur TDI við 140, 2,0 litur TDI Piezo við 170 hk (kemur í septemb- er). Passaturin kemur á før- oyska og danska marknaðin í apríl, og frá Bilasøluni v. Øssur Johannesen verður upplýst, at prísirnir eru ikki ásettir enn, men teir verða í øllum førum kappingar- førir. Stationcar útgávan, Variant, kemur á markn- aðin í heyst. Nr. 57 - 23. mars 2005 21 Nýggi Passat verður ein succes Hóast alt er nýtt, hevur bilurin ikki mist identitetin, og eingin ivi er um, at talan er um VW Passat VW Passat er bæði longri, breiðari og hægri enn forgangarin og er nú størstur í sínum klassa. Eisini viðførisrúmið er tað størsta í klassanum Startlykilin er avloystur av eini "diskett", sum verður sett í start/stopp lyklarholið Kabinan er innrættað eftir ergonomiskum og brúkara- vinarligum prinsippum í sera góðum kvaliteti Koyrieginleikarnir á nýggja Passat eru framúr góðir