Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 • Páskirnar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Very special price for you Tinghellan síða 40–41 Páskir eru ein minnishátíð, fyrst og fremst fyri tað sum hendi fyri 2000 árum síðani: Pálmasunnudag, tá Jesus reið inn í Jerusalem. Skíriskvøld, tá hann át seinastu máltíðina saman við lærusvein- um sínum. Langafríggjadag tá hann sum dømdur maður doyði á kross- inum. Og síðani páskadag, tá hann reis aftur úr grøvini. Bæði børn og vaksin gleða seg til hesa høgtíðina, og síggja fram til nakrar dagar saman við familju og vinum heima ella burturi í bygd. Heima við hús verður stákað við bakstri, reingerð og hugna. Summi fara til andalig tiltøk, meðan onnur taka hetta sum eina viku í friði. Í dagstovnum hava børnini málað páskaregg og hava pyntað rundan um seg. Í kirkjum og samkomum síggja tey fram til at koma saman og minnast Jesu krossar- deyða og uppreisn hansara frá deyðum. Fólk flest vóna at veðrið verður gott, soleiðis at børn og vaksin sleppa út at rulla páskar- eggini. Nógvu frídagarnir geva eisini fólki góðar møguleikar til lesnað. Og í blaðnum í dag er hópurin av góðum tilfari - sum páskalestur, og sum kunning um nakað av tí, sum fer fram hesa komandi vikuna. Góðan lesihug. Og gleðiligar páskir. Páskirnar eru fyri øll Tann størsta kristna hátíðin stendur fyri framman, og nógv fyrireiking er gjørd fyri at gera hesa hátíðina til tað, hon er og skal verða