Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 58 - 24. mars 2005 - Hava vit nakran út- búgvingarpolitikk yvirhøvur? Tú finnur onki til dømis í sam- gonguskjalinum. Í øðrum londum hava tey greiðar málsetn- ingar, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Før- oya Handilsskúla, nú miðnámsskúlarnir mugu geva noktandi svar til stóran part av umsøkjarunum ÚTBÚGVING Hans Kárason Mikkelsen mikkels@fas.harvard.edu Allir miðnámsskúlarnir kring landið hava í ár fleiri umsøkjarar enn undanfarna ár. Í fjør vóru tilsamans 1061 umsøkjarar til før- oysku miðnámsskúlarnar, men í ár er talið komið upp á 1212. Hetta talið er tó óviðgjørt, tí summi av hes- um lúka ikki upptøkutreyt- irnar -- men tað stendur greitt, at umsøkjaratalið í ár er nógv størri enn í fjør. Tað er avmarkað, hvussu nógvir næmingar kunnu sleppa í skúla. Miðnáms- skúlarnir hava ikki pláss fyri øllum, sum fegin vilja sleppa í skúla. Ein av hes- um miðnámsskúlunum, sum noyðist at venda bakið til nógvar umsøkjarar, sum annars lúka vanligu krøv- ini, er Handilsskúlin í Tórs- havn. Har er umsøkjaratal- ið økt við einum 15 til 20 prosentum í ár, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á skúlanum. Verri tíðir Handilsskúlin hevur tíggju flokkar í løtuni og hevur komandi skúlaár pláss fyri sjey flokkum afturat. Men sjey flokkar afturat stendur langt frá í mát við umsøkj- aratalið, tí umsøkjaratalið svarar til væl meira enn sjey flokkar. Heilir 181 næmingar hava søkt inn á FHS, og 87 hava søkt inn á HH á Handilsskúlanum. -Vit mugu ansa eftir ikki at tulka ov skjótt. Ein orsøk til hækkaða talið kann vera verri tíðir og stórir føðiár- gangir. Útlitini fyri at fáa arbeiði eru kanska ikki so góð, og tað er avmarkað, hvørjir aðrir møguleikar eru fyri tey ungu, sigur Reidar Nónfjall. Siga nei til helvtina Stjórin á Handilsskúlan hevur eina lítið hugaliga uppgávu um hendi. Hann verður noyddur at geva helvtina av øllum umsøkj- arunum noktandi svar. Helvtin av umsøkjarunum sleppa ikki at ganga á Før- oya Handilsskúla. Fysisku rammurnar kring skúlan loyvi ikki fleiri næmingum. Manglandi politiskar visiónir Men sambært Reidari Nón- fjall standa vit andlit til andlits við størri og verri trupulleikum. Stjórin spyr, um vit í Føroyum vilja, at størri og størri partur av fólkaskúlanæmingunum fara víðari til miðnáms- skúla. Hvar eru tær polit- isku visiónirnar á hesum økinum, spyr hann. Í Noreg sigur mann, at øll hava rætt at ganga í miðnámsskúla. -Eg finni ikki eitt konkret orð í samgonguskjalinum um at menna útbúgvingar- skipanina í Føroyum. Tosa vit um útbúgvingarpolitikk, so tosa vit ikki specifikt um ein skúla. Vit mugu hugsa breiðari og longri. Tað hev- ur eina skaðiliga ávirkan á samfelagið, at samgongu- skjalið ikki er meira kon- kret, enn tað er, sigur Reid- ar Nónfjall. Vit missa heilar -Eg sakni eina raðfesting. Eg sakni politiskar visiónir og strategiir. Hygg til døm- is eftir fíggjarlógini. Av- speglar hon framdrift, spyr Reidar Nónfjall retoriskt. -Hetta skapar ótryggleika í øllum samfelagnum, at vit ikki vita, hvat tann politiski málsetningurin er. Um vit í Føroyum ikki megna at orða nakrar visónir og strategiir og føra tær út í verki, so fer tann dugnaligi føroyingurin aðrastaðni. Vit missa teir góðu heilarnar, tí hesir kunnu uttan trupul- leikar fara aðrastaðni at arbeiða, har umstøðurnar eru betri, sigur Reidar Nón- fjall. Signal til landsstýrismannin Stjórin á Handilsskúlanum heldur, at støðan í mið- námsskúlunum kring land- ið er eitt greitt signal til politikararnar. -Vit mugu finna útav, hvat vit vilja. Okkara polit- ikarar mugu taka eina støðu, og seta nakrar visi- ónir út í kortið fyri hetta landið. Í hesum sambandi er neyðugt at tryggja sær, at tað sum mann ger á útbúgv- ingarøkinum hongur saman við onnur øki í samfelag- num, hvat mann ynskir og ætlar -- vit mugu tryggja okkum, at øll øki í samfel- agnum og vinnuni verða samskipaði, leggur Reidar Nónfjall dent á. Páskamøtir kring alt landið Páskir eru tann høgtíðin har flest andalig tiltøk eru á skránni. Kring landið verða nógv møtir hildin, samstundis sum ein eis- ini hevur føstu, vøku, listaframsýning og dans PÁSKAMØTIR Snorri Brend Samkomur: Ein skal ikki leita leingi undir tiltøkum í bløðunum, fyrrenn ein fær eyga á tann týdning, sum páskir hava í teimum ymisku kirkjunum og samkom- unum kring landið. Nógvastaðni skipar ein beinleiðis fyri páskastevn- um, onkustaðni er missiónsvika á skránni, meðan ein aðrastaðni stillisliga og einfalt savnast til møtir. Sum nevnt aðrastaðni í blaðnum hava prestarnir úr at gera slíkar dagar, og tað sama hava eisini trúboðarar og samkomuleiðarar, tí nógv tiltøk standa á skránni hesa komandi vikuna. Felags fyri øll hesi tiltøkini er kortini tað, at ein há- tíðarheldur hesa stóru kristnu hátíðina, tá Jesus fyrst doyði á krossinum, men tríggjar dagar seinni reis upp aftur av deyða. Hetta verður gjørt við prædikum, talum, lovsangi, listaframsýning, filmi, retreati, vøku, tilbiðjan, føstu og eisini dansi. Sangur og tala Í fleiri støðum verða serstakar páskastevnur hildnar. Aðrastaðni í blaðnum er nevnd páskastevnan í Kelduni í Skálafirði, men hetta er kortini ikki einasta páska- stevnan við Skálafjørðin. Í Missións- og Ungdómshúsinum á Glyvrum skipar Heimamissiónin fyri páskastevnu, sum byrjar skíris- dag og varir til 2. páskadag. Tær fýra samkomurnar hjá Brøðrunum við Skála- fjørðin bjóða eisini til páskastevnu. Talan er um sam- komurnar Nebo á Toftum, Nerija á Skála, Berøa í Sal- tangará og Elim í Søldarfirði. Byrjað verður við møtum í Nerija á Skála skírisdag og langafríggjadag, men síðani verða møtini flutt í ítróttarhøllina í Runavík alt fram at 2. páskadegi. Millum aðrar páskastevnur kann nevnast ein í Skála- num í Klaksvík, ein í Missiónshúsinum í Porkeri og eina missiónsviku, sum veðrur hildin í Dali. Frelsunarherurin í Vági fær serstaka vitjan um pásk- irnar, har norðmaðurin og majorurin Niels Bernhar Toppland talar. Hann var leiðari fyri Frelsunarherin í Vági í 1987 og vitjar nú aftur við talu og sangi sínum. Trøllarok á Hálsi 2. páskadag skipar Havnar Hornorkestur fyri einum risa Trølla Pætur showi í høllini á Hálsi, og seinni verður konsert við Elton John Jam og Guðrun Sólju. TILTAK Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Ikki er neyðugt hjá børnum at ganga og keða seg um høgtíðina. Ein tann besti vinurin hjá nógvum føroysk- um børnum er Trølla Pætur, og hann fer at undirhalda í Havn 2. páskadag. Tá verður stórt Trøllarok í ítróttar- høllini á Hálsi, har Trølla Pætur fer at undirhalda sam- an við Ommuni, politistunum báðum, Erlingi og Jógv- an, og ikki minst Kára handilsmanni. Talan er um størsta trøllashowi nakrantíð, siga fyri- reikararnir. Seinni um kvøldið verður konsert við Elton John Jam, ið er sama manning sum í kenda dansibólkinum Showmenn, og teir fáa eisini vitjan av navnframu Guð- run Sólju Jacobsen. Til konsertina verður størsta ljóð- og ljósanlegg í landinum nýtt. Trøllarok byrjar klokkan 17, meðan konsertin verð- ur klokkan 20. Vit mangla visiónir Stjórin á Handilsskúlan í Tórshavn, Reidar Nónfjall, hevur eina lítið hugaliga uppgávu um hendi. Hann verður noyddur at geva helvtina av øllum umsøkjarunum noktandi svar Mynd: Jens Kr. Vang Eykajáttan neyðug Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður við mentamálum, verður noyddur at biðja um eykajáttan, nú talið á skúlaflokkum er so nógv hækkað. -Talan verður helst um einar tríggjar milliónir, sigur Jógvan á Lakjuni. Neyðugar útbúgvingar -Vit mugu útbúgva føroyingar til tað, sum vit hava brúk fyri. Tað er klárt, at tíðin í dag krevur vitan, men tað er umráðandi, at vit hava tær røttu útbúgvingarnar, sigur Jógvan á Lakjuni.