Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hetta er akkurát sum at vera á einum hotelli! Onnur heilsaði stjóranum og konuni, og ynsktu teim- um góðan byrð. Hetta vóru serliga fólk, sum hava áhuga fyri sjómansheimi- num og sjómanmissión. Og uppaftur onnur komu við blómugávum frá missións- vinum í økinum. Samanlagt kann sigast, at hesin fyrsti dagurin gevur fyristøðufólkunum vónir um at tað fer at eydnast, - tann ætlanin um at reka hetta hotellið sum eitt ho- tell í framtíðini. Málningaframsýning Sjómansheimið hevur tey seinastu mongu árini verið fyri munandi broytingum og ábøtum á tað, sum var vorðið ótíðarhóskandi. Innkomin í gongina sær ein alt fyri eitt, at her er meiri ljóst at koma inn. Og tá tú kemur upp á fyrstu hædd kemur tú beint í mót- tøkuna. Til høgru fyri móttøkuna, har lesistovan var áður, er gjørt eitt sera hugnaligt rúm við góðum møblum og borði, har ein rættiliga kann slappa av eftir langa ferð. Matstovan er ikki til at kenna aftur, tí hon er vorðin nógv ljósari og meiri tíðar- hóskandi. Og tann lítli sal- urin har afturi er í dag um- broyttur til eitt fundarhøli, har ein við alskyns hent- leikum hevur møguleika at hava øll skeið og fundir. Eitt annað nýskapandi við hotellinum er tann møguleikin, sum nú verður royndur við at hava lista- framsýning inni í mat- stovuni og fundarhølinum. Í løtuni hevur 38 ára gamli Magni Mikkelsen av Toft- um framsýning við 24 av sínum verkum. Hann kundi tíverri ikki vera til staðar til almennu móttøkuna. Kømrini eru eisini vorðin nútíðargjørd við árunum, og tí er tað nýggja fyri- støðuparið á mangar mátar komin til skorin klæðir. Tey hava sjálvi sett síni sermerki á tað nýggja ho- tellið, soleiðis at tað í dag lýkur øll krøv, sum sett kunnu verða Hotel Runa- vík. Nr. 57 - 23. mars 2005 7 kunnu tey uttan at smæðast kalla nýggja arbeiðspláss sítt fyri Hotel Runavík og við undirheitinum Sjó- mansheimið. Bæði Kirstin og Andreas hava góðar vónir fyri fram- tíðina, og tey kunnu longu nú fegnast um, at bílegg- ingarnar so smátt eru byrj- aðar at koma inn, bæði á páskum og ikki minst í summar. Hotellið hevði almenna móttøku leygardagin, har nógv fólk vitjaðu inn á gólvið fyri at ynskja teim- um góða eydnu við virk- seminum í framtíðini. Broytt konsept Í august mánaði í fjør lat Runavíkar Sjómansheim dyrnar aftur, og síðani tá hevur tað ikki verið opið. Men nú skal gongd koma aftur á hetta gistingarhúsið, har langt er til næsta húsið av slíkum slagi. Nýggi stjórin á Hotel Runavík hevur tí góðar vónir fyri framtíðina fyri hotellið. Og hann hevur eisini sínar orsøkir til tað. - Vit hava broytt konsept- ið við hesum staðnum rættiliga nógv. Í fyrsta lagi hava vit valt at reka hetta sum eitt hotell við tí, sum hoyrir til eitt slíkt. - So vit fara hereftir at satsa uppá tvey ting: Gist- ing og matstovu, sigur hann. Og tað er eisini nógv sum bendir á, at fólk longu nú hava víst hesum nýggja ho- tellinum áhuga. Nógvir møguleikar Andreas sær nógvar møgu- leikar við rakstrinum av hesum nýggja hotellinum. Bygningurin uttan er hóast alt hin sami, men innan eru rættiliga stórar broytingar gjørdar. Nógvar av hesum broyt- ingunum vóru longu gjørd- ar, tá Andreas og konan herfyri gjørdu av at lata sjó- mansheimið uppaftur. Men tey hava so hildið fram við hesari dagføringini innan- veggja. Ein stór broyting er, at tey hava innrættað eitt rættiliga stórt høli til ym- iskt virksemi, har allir nú- tíðar hentleikar eru til bæði at hava skeið og fundir. - Í dag kann eg siga, at hetta staðið er nútímans við øllum tí, sum kravt verður í dag, sigur hann. Gott mót Tað er altíð trupult at fara undir nýtt virksemi, og tað er eisini trupult at lata eitt hotell upp, so tætt uppundir summarsesongina. Men hetta hevur kortini ikki tikið mótið ella dirvið frá nýggja stjóranum. Tí longu nú sær ljóst út fyri komandi summar. Tað varð sagt í hesum blaðnum herfyri, at tað er trupult at fáa ferðafólk hendavegin í juli mánaði. Tað átti at verið tann besti mánaðurin til fremmand ferðafólk, men trupult er hjá teimum at sleppa hendavegin, tí so nógvir føroyingar vilja sleppa heim í summarfrí. - Hetta hava vit eisini merkt til í bíleggingunum. Og tá eg so hyggi í kalend- arin, so síggi eg, at juni mánaður er í veruleikanum tann besti mánaðurin hjá okkum, sigur Andreas. Hóast stutt er fráliðið síð- ani tey alment boðaðu frá ætlan síni at lata Hotel Runavík uppaftur, so hava tey longu fingið fleiri posi- tivar reaksjónir frá fólki, meðan tey hava fyrireikað upplatingina. - Eg vóni so bara, at fleiri fara at koma higar at búgva, og serliga størri bólkar av ferðafólkum, sigur hann. Opið á páskum Nú standa páskini fyri framman, og tí er spurning- urin um fólk ikki fara at ferðast til familju og vinir kring landið, heldur enn at fara á eitt hotell at búgva. Hotel Runavík kemur kortini at hava opið allar dagarnar um høgtíðina, eins og vanligt - frá kl. 7 á morgni til 10 á kvøldi. Og líkt er til, at tað verður heldur ikki heilt fólkatómt í hotellinum hesa komandi vikuna. Støðan er nevniliga tann, at tær kristnu samkomurnar kring Skálafjørðin hava páskastevnur á ikki færri enn trimum støðum. - Og fleiri av luttakarun- um á hesum stevnum fara at búgva her hesar dagar- nar, sigur Andreas. tell ið lýkur øll krøv koma á eitt hotell Fyristøðufólkini á Hotel Runavík, Andreas og Kirstin Andreassen hava góðar fyri framtíðina Nógv fólk vitjaðu inn á gólvið leygardagin at ynskja hotellinum blíðan byrð framyvir Fólk ymsastaðni frá og við ymiskum ørindum hava havt sína dagligu gongd á tí sum fyrr kallaðist sjómansheimið. Her fáa Asbjørn av Eiði og Oggi eitt prát