Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 24. mars 2005 7 Ein toftagenta er mill- um næmingarnar á PVE eftirskúlanum í Mariager, sum fyri stuttum hava verið í Kenya og sum á pásk- um eru í Føroyum, har teir fara at luttaka við fleiri páskatiltøk. – Eg vóni at vitjanin verður eitt minni fyri lívið, sigur 17 ára gamla Guðri Tausen SKÚLAVITJAN Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Skúlavitjan: Nógvir før- oyskir ungdómar hava mill- um ár og dag verið á donsk- um eftirskúlum, og við- hvørt hava teir saman við floksfeløgunum vitjað í Føroyum. Nú á páskum vitjar ein 10. flokkur frá PVE eftir- skúlanum í Mariager - áður Pinsevækkelsens efterskole - í Føroyum. Tey koma henda vegin skírisdag, og tey fara avstað aftur týs- morgunin eftir páskir. Millum næmingarnar er 17 ára gamla Guðri Tausen av Toftum. Í flokkinum eru seytjan næmingar og tríggir lærarar koma saman við teimum henda vegin. Undir vitjanini skal flokkurin luttaka í opið hús tiltaki á samfelagsstevnuni í ítróttarhøllini í Runavík langa fríggjakvøld. Leygar- kvøldið skulu tey luttaka á páskastevnuni í Kelduni í Skálafirði, og fyrrapartin páskadag skulu tey vera við á møtinum í Lívdini í Hoy- vík. Við lív og sál Danskir skúlanæmingar, og ikki minst teir á eftirskúlum ferðast ofta og nógv. Ferðin til Føroya er ikki tann fyrsta hjá hesum flokkinum í hes- um skúlaárinum. Í februar vóru tey í Af- rika, har tey í tvær vikur vitjaðu skúlar og hjálptu børnum, sum eru heimleys og tískil liva so at siga á gøtuni. Ferðin var partur av vallærugreinini, sum tey kalla 10+. Farið varð úr Danmark 3. februar. Málið við ferðini var at stuðla danska trúboð- araparinum Súsonnu og Leif Madsen í teirra arb- eiði. Tey hildu til í Nakuru, sum er ein av stóru provins- býunum. Har vitjaðu tey skúlar og luttóku í barna- arbeiði. Nøkur hjálptu til við at byggja eina kirkju í einum býi, sum eitur Eldo- ret. Undan fráferðini úr Dan- mark høvdu næmingarnar fyrireikað seg í fleiri mán- aðir í at venja dukkuteatur, dans og drama, sum tey á ferðini nýttu sum amboð at boða kristna boðskapin. Í vikuskiftunum vitjaðu næmingarnir lokalar kirkj- ur. Tey luttóku og vóru eis- ini eygnavitni til, hvussu afrikanararnir leggja lív og sál í, tá ið teir eru til guds- tænastu og ikki minst, tá ið teir syngja. Høvið var eisini at vitja í eini av tiltiknu tjóðarpark- unum í Kenya. Úr bussi- num sóu tey villu djórini, og í hesum sambandinum vitjaðu tey eisini eina masai bygd. Stolti ættbólkurin, sum er kendur fyri litføgru búnarnar og prýðislutirnar livir og húsast framvegis, sum fólk á okkara leiðum gjørdu fyri nógvum hund- rað árum síðani. Eygnavitni Fyri at fíggja ferðir sum hana til Kenya og nú til Føroya arbeiða næmingar- nir á PVE eftirskúlanum nakrar tímar um vikuna á verksmiðju, sum framleiðir leikur. - Eg havi fingið ógvuliga nógv burturúr ferðini til Af- rika. Á slíkari ferð verða nógvir lutir settir í nýtt ljós. Ikki minst tá ið tú ert eygnavitni til neyðina, sum er gerandisdagur hjá nógv- um í Afrika. - Her hugsi eg serliga um børnini á gøtuni, sum vit hittu og tosaðu og spældu við, sigur Guðri Tausen. Eingin av floksfeløgum hennara hevur verið í Før- oyum áður. - Og tí vóni eg, at vitjanin her á páskum fer at vera eitt minni fyri lívið hjá teimum, sigur 17 ára gamla tofta- gentan. - Eitt páskaminni fyri lívið Guðri Tausen av Toftum er júst afturkomin av ferð í Af- rika. - Á slíkari ferð verða nógvir lutir settir í nýtt ljós. Ikki minst tá ið tú ert eygna- vitni til neyðina, sum er ger- andisdagur hjá so nógvum, sigur hon. Saman við flokki sínum á donskum háskúla er hon nú á vitjan í Føroyum Nevndarformaðurin í Framtaksgrunninum, Dagmar Joensen, sig- ur, at síðan í novem- ber í fjør, tá ið avgjørt varð at leggja P/F United Seafood og P/F Faroe Seafood saman, hevur verið arbeitt miðvíst við at samskipa raksturin av báðum feløgunum til eina vælvirkandi heild SAMANLEGGING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Samanleggingin av P/F United Seafood og P/F Faroe Seafood verður form- liga samtykt á eykaaðal- fundi 29. mars, sum er komandi týsdag. Hesum boðar Dagmar Joensen, nevndarformaður í Framtaksgrunni Føroya, frá í tíðindaskrivi. - Vit hava samtykt, at samanlagda felagið, P/F Faroe Seafood, verður sett til sølu í seinasta lagi, 24. oktober 2005. Í skrivinum vísir nevnd- arformaðurin á, at Fram- taksgrunnurin og P/F Uni- ted Seafood í eina tíð hava arbeitt við at fyrireika sølu av P/F United Seafood. - Hetta arbeiði hevur eitt nú fevnt um tillagan av teimum einstøku virkjun- um - við tí endamáli at betra sølumøguleikarnar og um gerð av tilfari, ið skal nýtast sum grundarlag fyri at fara víðari við tilgongd- ini og søluni. Dagmar sigur, at síðan í november í fjør, tá ið av- gjørt var at leggja P/F Uni- ted Seafood og P/F Faroe Seafood saman, hevur verið arbeitt miðvíst við at sam- skipa raksturin av báðum feløgunum til eina vælvirk- andi heild. - Henda samanlegging verður so formliga samtykt á eykaaðalfundi komandi týsdag, og navnið á fram- haldandi felagnum verður tá P/F Faroe Seafood. Hon sigur, at tillagingar- nar á einstøku virkjunum og samskipanin av rakstri- num av báðum feløgunum er nú komið so væl áleiðis, at grunnurin hevur samtykt, at samanlagda P/F Faroe Seafood í seinasta lagi, 24. oktober 2005, verður sett til sølu. - Í tíðarskeiðnum fram til, at samlaða fyritøkan verður lýst til sølu, verður endaliga sølutilfarið gjørt liðugt, sigur nevndarfor- maðurin. Dagmar Joensen leggur aftrat, at sølan verður skip- að í samráð við Corporate Finance-deildina hjá KPMG og framd eftir ein- um leisti sum ger, at allir áhugaðir keyparar fáa møguleika at bjóða upp á partabrøvini í felagnum. Samanlagda felagið, Faroe Seafood: Verður lýst til sølu til heystar Handritið til eina skaldsøgu eftir Willi- am Heinesen, sum ongantíð varð givin út, er nú sett á upp- boðssølu hjá Bruun- Rasmussen Kunst- auktioner. "Den yderste tid" er heitið á skaldsøguni frá 1941, sum forlagið Levin & Munksgaard vrakaði, men sum nú verður mett at vera 40.000- 50.000 krónur verd. RÚNAR REISTRUP Keypmannahavn: William Heinesen royndi í 1941 at fáa handritið til skaldsøg- una "Den yderste tid" út- givið í bók. Men rithøvund- in Otto Geldsted, sum tá var redaktørur á forlagnum Levin & Munksgaard, ið áður hevði útgivið fleiri av hansara handritum, helt ikki, at skaldsøgan fór at hava almennan áhuga og vrakaði tískil handritið. Helst hevði sami Geld- sted havt eina aðra áskoð- an, um hann skuldi tikið støðu til sama handrit í dag, nú William Heinesen verð- ur viðurkendur sum eitt av mætastu skøldum í Norður- londum, og á Bruun- Ramussen Kunstauktioner meta tey eisini, at handritið er bæði málsliga og listar- liga vert at geva út. Fyrstu ferð almenningur- in hoyrdi um handritið var í 2003, tá Jess Jessen, stjóri á Frederiksberg Antikvariat, sum hevði handritið í varð- veitslu, ætlaði at geva tað út í bók. Orsøkin til at ókenda handritið hjá William Heinesen nú er sett til sølu er at eigarin av Frederiks- berg Antikvariat, ríkmað- urin og bókasamlarin Bjarne Saxhof, herfyri and- aðist, og sambært arva- skjali hansara skuldu allar bøkurnar seljast á uppboðs- sølu. Fyrsta uppboðssølan yvir bøkur Saxhofs varð í november í fjør. Tá vóru eisini nakrar føroyskar bøk- ur seldar, millum annað enska útgávan av bókini Færoe, & Færoa Reserata hjá Lucas Debes, sum kom út í 1676. Handritið til skaldsøguna "Den yderste tid" verður selt á uppboðssøluni hjá Bruun-Rasmussen í Bred- gade í Keypmannahavn týs- dagin 19. apríl. Mett verður at bøkur Saxhofs samanlagt fara at verða seldar fyri eina trý- siffraða milliónaupphædd. Ókent handrit eftir William Heinesen á uppboðssølu Vrakaða handrit William Heinesens verður selt 19. apríl. Mynd: Bruun-Rasmussen Kunstauktioner