Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 57 - 23. mars 2005 Familju- dagur hjá Ættleið- ingafel- agnum Ættleiðingafelagið skipar fyri familju- degi á Argja skúla leygardagin 9. apríl ÆTTLEIÐINGAR- DAGUR Tíðindaskriv Tað er júst eitt ár síðani at stovnandi aðalfundur hjá felagnum varð hild- in. Hesin dagurin var sera væl eydnaður og ætlanin er hesa ferð at gera enn meiri burturúr, at hetta skal vera ein dagur fyri familjuna. Á degnum verður eis- ini ein løta, har felagið heldur aðalfund og tá verður skipað fyri undirhaldi fyri børnun- um. Skráin fyri aðal- fundin er at lesa á heimasíðu felagsins. Argja skúli er eitt spennandi stað til eitt tílíkt tiltak, tí møguleiki er fyri, at børnini kunnu svimja. Aftaná at fólk eru komin, og hava fingið morgundrekka er ætlanin at fara at svimja. Tað er eisini gott pláss at spæla og rokast í fim- leikahøllini og uttanfyri – um veðri er til vildar. Á middegi er ætlanin at borðreiða við rættum frá teimum ymsu londun- um, sum tey ættleiddu koma frá. Familjurnar skulu hvør taka ein rætt við og fer nevndin at samskipað hetta. Tað er tó ikki nakað krav, at tað skal verða ein eksotisk- ur rættur. Tað er eingin treyt at verða limur í felagnum, men øll sum hava áhuga, kunnu gerast limir. Tey, sum umhugsa at ættleiða, er eisini hjartaliga vælkomin. Fleiri upplýsingar fáast á heimasíðuni hjá fel- a g n u m : www.aettleiding.fo Jacob Andersen kem- ur aftur á ferð til Før- oya í mai. Hvørt Guðrun Sólja Jacob- sen og Jacob fara sam- an á pall siga søgur onki um, men hvør sær hava tey úr at gera. Tann 2. apríl er Guðrun í Parkini í Keypmannahavn TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Jacob Andersen gjørdist endaligi vinnarin av kapp- ingini Stjørna eitt Kvøld, tá stóru stjørnurnar kappaðust um hetta heiðurspláss. Hann hevur vitjað í Før- oyum áður, og nú liggur leiðin aftur til Føroya. Í mai fer hann á pall í Fuglafirði og á Tvøroyri. Jacob hevur júst ferðast á konsertferð við kenda John Fogerty, har hann hevur verið upphitari. Ein uppliv- ing og møguleiki, sum Jac- ob ikki var seinur at taka av. Men nú er hann aftur á heimligari leiðum, spælir í Danmark, og um ein mánað ella so, stendur hási danin á føroyskari grund. Guðrun í Parkini Tá Jacob seinast vitjaði í Føroyum, var tað saman við Guðruni Sólju Jacob- sen, sum eisini hevur úr at gera eftir stjørnukappingar- nar, har hon eisini gjørdist vinnari. Hóast søgur hava verið um hesa samansetingina enn einaferð, so sigur Guðr- un seg onki vita um, at tey skulu saman á pall, men hon veit, at Jacob kemur til Før- oya í mai. Guðrun hevur eisini úr at gera. Tann 2. apríl verður hon í Parkini í Keypmanna- havn í samband við eitt H.C. Andersen tiltak. – Og har verður Jacob eisini við, sigur Guðrun. 2. páskadag fara Guðrun og Showmenn at spæla til stuðulstiltak hjá Havnar Hornorkestri og í næstum eru eisini allir festivalarnir í Danmark, millum annað nærkast SommerRock. Gu- ðrun luttekur á fleiri av hesum. Guðrun hevur ætlanir um fleiri framførslur við Showmonnum í Føroyum. Millum annað vil hon fegin spæla í Suðuroynni, og tað eydnaðist ikki í hesum umfarinum, sum tey nú hava verið saman á ferð. Men konsertirnar við Guðruni og Showmonnum mugu bíða til seinni í summar, tí øll hava tey ym- iskt á skránni í hesum døg- um, so illa passar saman hjá teimum. Men Jacob Andersen síggja og hoyra vit í mai, og eisini Guðruna Sólju hoyra vit av og á komandi mánað- irnar, fyrst 2. páskadag til stuðulstiltakið í Havn hjá Havnar Hornorkestri. Nú verður aftur møguleiki at taka dip- lomútbúgving sum demenssamskipari í Føroyum ÚTBÚGVING tíðindaskriv Fyri at stuðla undir, at borgarar við sjúkuni dem- ens fáa eitt virðiligt lív, hevur Tórshavnar komm- unan avgjørt at skipa fyri útbúgvingini sum demens- samskipari. Í februar 2004 tóku 18 føroyingar prógv sum de- menssamskiparar. Tað var Alzheimerfelagið, sum tók stig til og stóð fyri fyrstu útbúgvingini av hesum slagnum, sum varð hildin í Føroyum. Í ár verður so farið undir at útbúgva eitt lið afturat. Hesaferð verður tað Tórs- havnar kommuna, sum fer at standa fyri útbúgvingini. Tórshavnar kommuna ásannar stóra tørvin á at fáa útbúgvið fólk til hetta økið, tí fleiri tilboð eru komin í kommununi til fólk við sjúkuni demens. Eitt nú fer Heimið fyri minnisveik í Vallalíð at lata upp í ár. Skeiðið verður tó ikki bert fyri starvsfólk í Tórs- havnar kommunu. Møgu- leiki verður eisini hjá fólki kring landið at søkja um upptøku. Eins og í fjør verða tað skeiðsleiðarar frá Omsorg- sorganisationernes Samråd í Danmark, sum fara at undirvísa. Endamálið við at skipa fyri tílíkari útbúgving er, at kommunan kann stuðla undir, at borgarar við sjúk- uni demens fáa eitt virði- ligt lív, og at teirra avvarð- andi kunnu fáa stuðul, veg- leiðing og kunning um sjúkuna. Útbúgving neyðug Tað er ein sannroynd, at umhvørvið hevur nógv at siga, tá ið talan er um trivn- aðin hjá fólki við sjúkuni demens. Tey skulu hava serligar umstøður, og tað krevst av starvsfólkunum, at tey hava innlit í sjúkuna. Tí er útbúgving av starvs- fólki sera neyðug. Við at útbúgva starvsfólkini verð- ur góðskan á røktini betri. Tann sjúkurakti varðveit- ir førleikan longri, trívist betri, atferðartrupulleikar minka, og nýtslan av siss- andi heilivági verður minni. Samskiftið millum tann sjúkurakta og starvsfólkið verður betri, og nøgdsemi í arbeiðinum batnar. Endamálið við útbúgv- ingini er at útbúgva fólk, sum kunnu: • leggja til rættis frálæru og vegleiða starvsfelagum og øðrum • koma við hugskotum, leggja til rættis menningar- ætlanir og seta tær í verk • samskipa arbeiðsork- una, tá ið tað snýr seg um viðgerðar- og røktarspurn- ingar • vera lyklapersónar í tvørfakligum samstarvi á demensøkinum. Skeiðið er í trimum modul- um. Fyrsta modul verður í juni, eitt í august og eitt í desember. Kunning um skeiðið, tilmelding o.a. er at finna aðrastaðir í blaðnum. Jacob til Føroya Útbúgving sum demenssamskipari Tórshavnar Kommuna fer nú undir at útbúgva næsta liðið av demenssamskiparum Jacob Andersen kemur aftur til Føroya í mai. Tá hann seinast vitjaði, vóru hann og Guðrun á konsertferð saman, men hvørt tað verður soleiðis hesaferð, siga søgurnar onki um. Myndin er frá fyrstu vitjan hansara; Jacob og Guðrun á palli í Trongisvági Mynd: D.Olsen