Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 58 - 24. mars 2005 Stjórin á Ferðaráði Føroya væntar ikki, at monopolstøðan, sum í løtuni er galdandi á loftferðsluøkinum fer at standa við. Hann væntar, at kapping aftur verður um ferðafólkini FERÐAVINNA Edvard Joensen Heri niclasen, stjóri á Ferðaráði Føroya, heldur ikki, at monopolstøðan, sum Atlantsflog í løtuni hevur á loftvegis Føroya- rutunum, ferat standa við. hann metir, at tað fer at verða kapping aftur um ferðafólkini. – Nei eg meti ikki, at monopolstøðan er íkomin fyri at vera. Fyri 5 mánað- um síðani hevði eg allar- helst sagt ja, sigur Heri Niclasen. Men við teirri ferðatrongd sum liggur í mongum menniskjum um at sleppa burtur eina tíð - ofta fleiri ferðir árliga - fyri ein sámuligan prís, saman- hildið við liberaliseringar innan flogferðsluna kring heimin og stóru fram- gongdina hjá lágprísfeløg- um, er tað ongin kraft í verðini, sum í longdini kann fora føroyingum í at fáa ein góðan bita av hesi køkuni. Kapping og prísir Ført hevur verið fram, at út- boðið av flúgvarasetrum er minkað, at ferðaseðlaprísir- nir eru ov høgir, og at tað er óheppið, at ongin kapping er á flogrutunum til Føroya. Heri Niclasen sigur, at er tað nakað, sum kann halda ein »en garde« og altíð hava antennurnar úti, so er tað júst hetta at vera í kapp- ing við onkran annan. Tá ræður um altíð at liggja fremstur. Tá ongin kapping er, liggur tú altíð fremstur. Men í mun til hvat? spyr ferðavinnustjórin. –Tá tú kemur inn í eina monopolstøðu, kanst tú hava so góðar intentiónir, sum tú vilt, og garantera bæði líkt og ólíkt. Men sum tíðin líður, uttan at tú merk- ir tað í gerandisdegnum, byrjar »bacillan« at gera um seg, og tú fert á glið so ella so, uttan at tú ætlaði tað. Tað er bara so, staðfest- ir hann. Heri Niclasen sigur, at tá hann arbeiddi í Smyril Line, sum var í kapping við DFDS á Føroyarutuni, var tað altíð lættari at áseta prísirnar til Íslands har ongin kapping var, enn at áseta teir millum Føroyar og Danmark har Winston Churchill eisini sigldi. Starvsfelagi hansara í DFDS segði seinni, at teir altíð bíðaðu, til Smyril Line hevði ásett ferðaseðlaprísir- nar, og so komu teir aftaná og løgdu seg uml. 10% undir. –Soleiðis var tað bara, og tað helt okkum aftur við ikki at vera alt ov gramligir á Føroyarutuni. Slíkt er bara gott, og kappingin kemur altíð kundunum til góðar. Við nýggju Norrönu er komforturin hækkaður munandi og kapaciteturin øktur uml. 50%, sigur Heri Niclasen. Hann vil ikki gera við- merkingar til kostnaðar- støðið á flogferðaseðlum millum Føroyar og Dan- mark. Tað eigur ferðavinn- an og onnur vinna sjálv gera vart við. Og tað hava teir eisini gjørt, frættist í fjølmiðlun- um, sigur hann og sipar til tað, hotelfólk í seinastu viku søgdu um, at ov lítið pláss var til fremmand ferðafólk, sum ætlaðu sær hendanveg um summarið. –Mín fakligi áhugi liggur í, at Atlantic Airways syrgir fyri, at ríkiligt av kapaciteti altíð er til staðar til øll sløg av ferðandi, og at teir arb- eiða væl og virðiliga við breiðum viftum av prís- strukturum og marknaðar- føring fyri at fáa ferðafólk til Føroya. Hinvegin skilji eg væl, at Atlantic Airways roynir at fáa nakrar krónur í kassan. Flogfør teirra eru ikki heilt ung longur og skulu skiftast út um ikki so langa tíð, og tá tosað vit um risaupphæddir, sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráði Føroya. Monopolið verður brotið Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráði Føroya, væntar ikki, at Atlantic Airways verður verandi einsamalt á Føroyarutuni. Monopolið verður brotið, sigur hann Stjórin á Ferðaráð- num skilir ikki rætti- liga teir gistingarhús- eigarar, sum halda, at manglandi gistingar um summarið stand- ast av verri ferða- møguleikum. Tí vit hava helst eini 1.000 flogsetur fleiri og rættiliga nógv betri kapasitet sjóvegis, sig- ur hann FERÐAVINNA Edvard Joensen Stjórin á Ferðaráði Føroya, Heri Niclasen, metir ikki, at grundin til, at færri gisting- ar eru á føroyskum gisting- arhúsum í juli, enn pláss er fyri, er orsakað av ov lítlum flutningskapasiteti. Sjálvur metir hann,a t í ár eru umleið 1.000 flogsetur fleiri til taks, enn í gjør. Og Norröna hevur seinastu trý økt flutningsmøguleikarnar munandi. Orsøkirnar til færri gist- ingar í juli kunnu vera fleiri, metir Heri Niclasen. Ein tann mest vanliga or- søkin til hetta fyribrigdið hjá bæði flutningsfeløgum og gistingarhúsum plagdi at vera, at fyritøkurnar lótu út stór "allotments" (fyribils- bíleggingar) til bólkar hjá útlendskum ferðavinnufyri- tøkum, sigur hann. Tá so onnur ferðafólk royna at bí- leggja sær pláss fáa tey at vita, at gistingarhúsið er fullsett. So kann sjálvandi tað keðiliga henda, at fleiri bólkabíleggingar vera av- lýstar, og gistingarhúsið stendur við tómum kømur- um, eftir at hava víst øðrum bíleggingum frá sær. Tá ov stórar bólkaavlýsingar knappliga koma inn, kann tað vera trupult at fylla upp aftur í eini handavending. Hvussu stórur hesin trup- ulleikin er ídag, sigur Heri Niclasen ikki vita. Men gistingarhúsini eru nógv í dag meira avgjørd við bólkabíleggingum, har strangari reglar fyri deposi- tum, gjaldi og fráboðanum seta túroperatørunum harð- ari treytir. Hetta er væl skiljandi, tí gistingarhúsið kann missa væl av peningi, um túr- operatørurin fær loyvi til at avlýsa ov stutt áðrenn frá- ferð. Ferðavinnutíðin í Føroyum, har peningur skal vinnast, er avmarkað. Men tey sum kanska kunnu svara hesum spurninginum best, eru tey føroysku in- comingfeløgini sum eisini hava dagliga samskiftið við gistingarhúsini, sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráði Føroya. –Er tað so, at flutnings- kapaciteturin er ov lítil, hava vit ein álvarsligan tru- pulleika. Tí tá kann tað koma fyri, at ferðandi før- oyingar, sum fara av landi- num at brúka valuta, fora útlendskum ferðafólki at koma til Føroya at brúka teirra valuta. Mær vitandi økir Atlantic flúgvitíttleik- an á Danmarkarrutuni nú Maersk Air ikki flýgur her longur. Um hetta er nøkt- andi, kann eg ikki siga nak- að um. Men um eg ikki fari heilt skeivur meini eg, at Atlantic Airways og Maersk Air í juli mánaði í fjør samanlagt útbjóðaðu uml. 13.500 setur úr Dan- mark til Føroya. Eg vil meta at Atlantic Airways í juli 2005 hevur eitt útboð uppá uml. 14.500 setur úr Danmark til Føroya, altso uml. 1000 fleiri. Um hetta er ov lítið til at nøkta tørv- in, ið er, dugi eg í løtuni ikki at meta um, sigur stjór- in á Ferðaráðnum. Tá Winston Churchill í 1992 gavst at sigla uppá Føroyar, var tað ein trupul- leiki, at ov trongt var á Danmarkarrutuni hjá gomlu Norrönu. Vandi var tá fyri, at føroysk ferðandi millum Danmark og Føroya foraðu europearum í at fáa pláss við gomlu Norrönu á teimum longu og kostn- aðarmiklu strekkjunum til Íslands. Hesin trupulleikin var loystur við einum snildisligum samspæli millum taktiskar prísir, fráferðarhavnir og ferða- dagar. Serliga við at slúsa føroyingar umveigs Ber- gen, vísir Heri Niclasen á. Ferðamøguleikarnir betri enn fyrr