Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 23. mars 2005 9 -Tað er stuttligari at spæla ímóti kammer- atum enn ímóti teld- uni, sigur ein av lut- takarunum á Net- Upp-teldutiltakinum, sum var um viku- skiftið TELDUPRÁT Hans Kárason Mikkelsen mikkels@fas.harvard.edu Høgni Vesturklett var ein av vinnarunum av Net- Upp, sum Føroya Tele við Bergi Strøm skipaði fyri frá fríggjadegnum til sunnu- dagin. Høgni Vesturklett spældi á liði saman við tveimum øðrum telduspæl- arum, og hansara lið vann kappingina, tá spælt varð í strategispælinum Starcraft. -Eg varð ringdur upp og spurdur, um eg hevði hug at taka lut í teldukappingini um vikuskiftið, tí teir manglaðu ein spælara til liðið, sigur 22 ára gamli Høgni Vesturklett. -Vit á liðnum høvdu allir royndir í Starcraft, og mót- støðuliðini vóru generelt ikki góð. Tað var lætt. Tað var manglandi mótstøða, sigur Høgni Vesturklett. Starcraft snýr seg um at samla sær tilfeingi, og so byggja sær ein her. Tann herurin skal so stýrast, og leypast skal á. Hvør spæl- ara hevur sín bý. -Tað er stuttligt at spæla hesi spølini, men tað er nógv stuttligari at spæla ímóti kammeratum enn ímóti telduni, sigur Høgni Vesturklett, spurdur hví so nógv fólk høvdu teknað seg til slíka kapping. Høgni Vesturklett sigur, at hann savnast saman við kammeratum annan ella triðja hvønn mánað, har teir seta teldurnar saman og spæla ímóti hvørjum øðr- um. Um vikuskiftið varð skipað fyri stórfingn- ari teldukapping í hølunum hjá Føroya Tele. Heilir 95 teldu- knáir føroyskir ung- dómar í ymsum aldursbólkum luttóku í Net-Upp- kappingini, sum er tann størsta av sínum slag í Føroyum TELDUSPØL Hans Kárason Mikkelsen mikkels@fas.harvard.edu Tað er eitt vælkent fyri- brigdi millum ung fólk í Føroyum og kring allan heim. Tey taka teldu í hendi og savnast í felagshølum, har teldurnar verða settar saman við káplum. Síðani verða ymisk spøl sett í gongd, til dømis skjótispøl, har luttakararnir kappast ímóti hvørjum øðrum í lið- um ella sum einstaklingar. Felagsheitið fyri hesar samkomurnar er LAN- party. Um vikuskiftið var tað Føroya Tele, sum við sínum stóru hølum var karmur um eitt LAN-party. Teldurnar vórðu settar upp í kantinuni í høvuðssætinum hjá felag- num. Heili 95 fólk høvdu teknað seg til Net-Upp, og komu tey øll við egnari teldu til LAN-ballið. Nú skuldi spælast, og tað væl og leingi. Kappingin byrj- aði fríggjadagin klokkan 19, og seinasta teldan varð ikki sløkt fyrrenn sunnu- kvøldið klokkan 21. Strategi- og skjótispøl Tað var Bergur Strøm frá Føroya Tele, sum var stig- takari til tiltakið, sum var tað størsta av sínum slag í Føroyum higartil. -Tiltakið gekk ógvuliga væl. Hóast við høvdu nakr- ar byrjunartrupulleikar við netverkinum fríggjakvøld- ið, so vóru fólk sera fegin um kappingina, sigur Berg- ur Strøm. Kappast varð í fýra ym- iskum telduspølum: Star- craft, sum er eitt strategi- spæl, og í skjótispølunum Call of Duty, Counter Strike, og Unreal Tourna- ment 2004. Bergur Strøm sigur, at meirilutin av luttakarunum var um 16 ára aldur, men at tað vóru alt frá 10 til 27 ára gamlar eldhugaðar teldu- sálir. Nokk av mati og drekka Bergur Strøm var ikki einsamallur maður á Før- oya Tele-borgini, tá fólk fóru at kappast í ymsu spølunum. Ein skúlaflokkur hjálpti til við at selja mat og okkurt drekkandi, meðan avtala varð fingin í lag við Pizza 67 um at fáa mat sendandi niðan í kantinuna annan hvønn tíma. Bergur Strøm vónar, at høvið verður at skipa fyri líknandi tiltaki í framtíðini. -Tað veldst um, hvat leiðslan sigur. Um eg fái loyvi, so geri eg tað aftur, sigur Bergur Strøm um størsta føroyska teldutiltak av tínum slag. Vinnarar av Net-Upp: Starcraft: (liðkapping) Høgni Vesturklett Uni Johannesen Bogi Jørgensen Call of Duty: (einstaklingakapping) 1. Pætur Breckmann Counterstrike: (liðkapping, størsta kappingin) 1. Perfect[5] 2. tnR Unreal Tournament 2004: (einstaklingakapping) 1. Bjarni Jacobsen 2. Boas Hansen Viðmerking: Bergur Strøm sigur, at liðini Perfect[5] og tnR vóru á einum hægri støði enn øll hini. Per- fect[5] hava verið uttanlanda og kappast í Counter Strike-kappingum. Bæði liðini eru semiprofessionel, sigur Bergur Strøm FAKTA Net-Upp: Størsta føroyska teldukappingin Spæla ímóti kammeratum Umleið 95 fólk vóru til Net-Upp-kappingina um vikuskiftið, og tey høvdu øll egna teldu við Summar kappingar vóru skipaðar sum liðkappingar, meðan aðrar vóru einstaklingakappingar Spælt varð frá fríggjadegnum klokkan 19 til sunnukvøldið klokkan 21