Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 24. mars 2005 9 Almennur stuðul er ikki altíð bara av tí ringa, sigur stjórin á Ferðaráðnum. Hann vísir til, at bæði At- lantsflog og Smyril Line hava fingið al- mennan stuðul. Og um ikki so var, er iva- samt, um hesi feløgini í dag høvdu verið til. Men politikararnir skulu ansa eftir ikki at »grípa inn í tíð og ótíð«, sum hann tekur til FERÐAVINNA Edvard Joensen Tað er í lagi, at tað almenna stuðlar eini vinnu, sum av einihvørji orsøk kemur í trupulleikar. Men máti skal vera við, sigur stjórin á Ferðaráðnum, Heri Nicla- sen. –Sjálvandi skal tað al- menna ikki grípa inn í tíð og ótíð. Men tað vil altíð koma fyri í tí veruliga lívi- num, at stór samfelagsbú- skaparlig virði standa uppá spæl, og tá skal ein vera serliga varin. Tá nyttar lítið at blaka um seg við polit- iskum stevnuskráum og lærubókscitatum. Tá er tað gott, at tað úr rúgvuni stinga seg upp nakrir úr- mælingar, sum uttan atlit til egnu politisku áskoðanir ella egnan vinning gera sína ávirkan galdandi. Eis- ini um hetta gongur beint ímóti tí, sum búskaparfrøð- ingar meta vera rætt, sigur Heri Niclasen. Hann vísir á, at mong dømi eru um hetta. Bæði her heima hjá okkum sjálv- um og aðrastaðni. Hugsað bert um nøkur av minning- arorðunum sum fyrrver- andi løgmaður okkara, Atli Dam sáli, fekk frá fleiri av okkara fremstu vinnulívs- monnum, sigur hann. Hann vísir á, at um tað almenna ikki hjálpti Smyril Line á heysti 1984, var tann fyritøkan farin á heysin. Og um tað almenna ikki setti partapening í Atlantic Airways í december 1992, var kanska onki føroyskt flogfelag til í dag, heldur hann. Hann fegnast um ta loysn, ið gjørdist endin á trupulleikunum, sum Smyril Line seinastu tíðina hevur verið í. –Hatta dámar mær væl, sigur hann. Tað vóru annars ógvuliga døpur, og oftani diffus, signal, sum hava verið at frætt í fjølmiðlun- um frá einaferð í heyst og til fyri stuttum. Mær dámdi als ikki framtíðarætlanir- nar, soleiðis sum tær vórðu lagdar fram tá. Nú sær tað í hvussu so er ørðvísi út. Tað er av størsta týdningi fyri ferðavinnuna, at vit eisini hava eitt gott sjóvegis sam- band, og tí vóni eg, at teir skjótt fáa ta neyðugu jávn- vágina í raksturin. Tað verður tungt, men tað er gjørt fyrr við hepnari hond við gomlu Norrönu, og kann gerast aftur. Danskt fordømi Tá talað verður um bjarg- ing av reiðaríum, hava vit eisini okkurt fordømi í Danmark, vísir Heri Nicla- sen á. Eitt misseydnað Ba- hamacruise ævintýr hjá DFDS, sum teir byrjaðu uppá í 1978, var líka við at koppa felagnum í 1983 og hótti við at taka alla J. Lauritzen koncernina við sær í fallinum. –Uttan at fara í smálutir kann eg nevna, at í táver- andi stjórnini hjá Anker Jørgensen, sat ein vinnu- málaráðharri, sum æt Er- ling Jensen. Tá ein serlig DFDS-nevnd vendi sær til hansara við sínum trupul- leikum, legðist hann ikki á boðini, men brúkti tey sam- bond, hann hevði inn í máttmiklu arbeiðaragrunn- arnar sum eitt nú Dansk Er- hvervsinvestering og Løn- modtagernes Dyrtidsfond, sigur Heri Niclasen. Hesir grunnar sprændu so mikið av peningi inn í koncernina, at hon hóraði undan. Aftaná fimm ár í ódnarveðri fekst aftur yvir- skot á botnlinjuna í 1985. Og tað hevur tað verið síð- ani, vísir hann á. –Hetta líkist nógv teim- um signalum, sum okkara egni vinnimálaráðharri hevur sent okkara grunn- um. Hetta forðaði fyri, at gomlu og heiðurskrýndu fyritøkurnar hjá J. Laurit- zen, konsuli, og C. F. Tiet- gen, etátsráði, fóru av knóranum. –Í okkara lítla viðbrekna samfelag skalt tú vera ógvuliga varin og ikki alt ov avgjørdur, tá týdningar- mikil vinnutól standa og ridla. Vit hava jú ikki so mong at velja ímillum, sig- ur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráði Føroya. Hvørt til sína tíð Um tað almenna ikki setti partapening í Atlantic Airways í december 1992, var kanska onki føroyskt flogfelag til í dag, heldur stjórin á Ferðaráðnum Hans Pauli Strøm: Mammografimálið - ikki leyst og liðugt - Fyrireikingararbeiðið í mammografimáli- num er als ikki liðugt enn. Allir tættir, eis- ini teir atfinningarsomu, skulu lýsast gjølla, áðrenn kanningarnar eftir ætlan verða settar í verk í Føroyum í 2008, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í Heilsumálum MAMMOGRAFI Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í sambandi við umrøðu av grein í Ugeskrift for læger, har hvassliga verður funnist at mammografikanning- um, varð nevnt, at landsstýrismaðurin í Heilsumálum, Hans Pauli Strøm, er sinnaður seta hesar kanningar í verk í Føroyum. Í umrøðuni varð sipað til skriv til frá landsstýrismanninum til Føroya Felag móti Krabba- meini, har bert verður nomið við onkra av atfinning- unum, sum hava verið at hoyrt. Í stuttari viðmerking ger landsstýrismaðurin vart við, et hetta ikki merkir, at atfinningarnar ikki verða havdar í huga í fyrireikandi arbeiðinum til at fara undir hesar kanningar í Føroyum. Klárt í 2008 - Um hetta málið longu var leyst og liðugt, var í prin- sippinum onki til at hindurs fyri taka avgerðina her og nú og seta kanningarnar í verk beinanvegin. Men tað eru framvegis nógvir tættir í hesum málinum, sum skulu lýsast nærri, og tað er millum annað tað vit eru í gongd við í fyrireikandi arbeiðinum, sigur Hans Pauli Strøm. Landsstýrismaðurin heldur at, at hóast atfinningar- nar eiga at vera havdar í huga, skulu vit ansa eftir, at ein grein, sum eitt nú tann í Ugeskrift for læger ikki verður fatað sum einasti sannleikin. - Sum lið í fyrireikandi arbeiðinum komandi árini heinta vit allatíðina nýggjar upplýsingar inn, sum lýsa bæði fyrimunir og vansar við mammografikanning- um. Síðani verður ein fíggjarliga meting gjørd og ikki fyrr enn tá, er klárt at koma við eini endaligari tilráð- ing, sigur Hans Pauli Strøm, sum miðar ímóti, at hetta arbeiðið verður liðugt í 2008. - Ikki fyrr enn allir tættir í mammografimálinum, eisini teir atfinningarsomu, er lýstir gjølla, er klárt at gera eina endalig tilráðing um at seta kanningarnar í verk, sigur Hans Pauli Strøm