mikudagur 23. mars 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 57 - 23. mars 2005
Viðhvørt eru mál, ið neyðugt er at fara í landsstýrismála-
nevndina við. Hesi mál eru, ella rættari sagt eiga at verða,
stórmál. Mál, ið eiga at standa ovast á breddanum á einari
og hvørjari tíðindasending. Málið um kanning av sjó-
bjargingarstøðini í samband við Jøkulfell er ivaleyst eitt
slíkt mál.
Hinvegin er tað ótrúligt, at ein tinglimur skal koma sær at
fara í landstýrismálanevndina við einum máli, um lands-
stýrið skal sleppa at gera eina sktisu og eitt pappmodell.
Eisini er tað ótrúligt, at miðlar ikki hava eina bagatell-
grensu fyri hvat ovastu breddar skulu brúkast til.
At Hergeir Nielsen leggur slíkt, sum í ringasta føri kann
verða ein umsitingarspurningur, fyri landsstýrismála-
nevndina, vísir bara hvusu smáir skógvarnir eru, tá tað
kemur til vurderingina av arbeiðsuppgávunum hjá ting-
inum. Kanska er ætlanin hjá tingliminum úr Vági at gera
eina lokalpolitiska markering. Hetta ger tað ikki betur,
hóast tað má sigast at hava eydnast væl, tí ikki kann tað
verða ofta, at ein klaga um eitt pappmodell verður
høvuðstíðindi í okkara sjónvarpi.
Tinglimir eiga at verða bevístir um tingsins tign, og lata
verða við at brúka landsstýrismálanevndina til markering-
ar og lokalpolitiskt spæl. Um tinglimir ikki hava nóg nógv
álít á landsstýrinum til at lata tað gera eina skitsu og eitt
pappmodell uttan samtykt, so eigur tingið at reisa misálit
og velja nýtt landsstýri ella seta administratorar ístaðin
fyri ministarar.
Ein kritisk andstøða er altíð gott, men máti skal verða við
øllum. Fyrr í ár var eitt kjak um talið av fyrispurningum
frá Tjóðveldisflokkinum á tingi. Nú sær út sum, at sami
flokkur ætlar at fylla landsstýrismálanevndina við smá-
málum. Vandin er, at tað verður sum við søguni um smá-
drongin, sum rópti, at úlvurin kemur til stuttleikar. Tá so
úlvurin kom, so trúði eingin honum. Hvussu álvarsligt
fara úrskurðir úr landsstýrismálanevndini at verða tiknir,
um hon dag og dagliga noyðist at taka støðu til smámál, ið
verða reist við politiskum gangi sum endamáli?
Tingið eigur at hava ein bagatellgrensu fyri, hvørji mál
skulu fyri tingborð. Nýggja stýriskipanarlógin verður
oftani yvirtulkað í almennu umsitingini, og spurningurin
er, um málið um millumbylgjusendaran ikki er ein
avleiðing av hesum. Hvat er tað fyri eitt parlament, ið skal
taka støðu til, um eitt radiorør skal keypast ella ikki? Hvar
gongur niðara markið? Reservalutir eiga at verða
umfataðir av rammujáttanum, har landsstýrið eigur at fáa
heimild til at flyta millum konti innan somu rammu. Um
tingið skal samtykkja hvønn tann einasta reservalut, og
um tingið skal samtykkja hvørja smávegis flyting frá
einari konto til eina aðra á einum stovni, so steðgar øll
skipanin upp fyrr ella seinni, og spurningurin er, um ikki
millumbylgjusendarin er eitt dømi um júst hetta.
Okkara áheitan er, at tingið endurskoðar skipanina,
soleiðis, at man fær rammujáttanir, sum man sær aðra-
staðni, so vit sleppa undan, at reservalutir til ein sendara
gerast tingmál. Í hesum sambandi er løgið, at eingin setur
spurnartekin við skipanina, heldur enn aktørarnar í henni.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Nei til smámál í Lands-
stýrismálanevndina
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Thorbjörn Brochs
Soleiðis eri eg noyddur at
spyrja, aftaná at hava lisið
tann boðskap, ið onkur
afrikanskur trúboðari hevur
prædikað niðuri í Danmark.
Boðskapurin er, at um tú
ikki verður gröddur, tá ið
tú biðir Gudi um tað - ella
tá ið ein gröðingarmaður
biðjur fyri tær - tá er tað tí
trúgv tín er ikki nóg "stór".
Hesin sami maður hevur
verið fleiri ferðir í Dan-
mark, og tá verður hann
helst altíð umröddur í tí
kristna vikuavísini "Ud-
fordringen", sum vit eisini
kenna her. Tað er sum so til
at skilja, at blaðið ikki vil
seta spurnartekin við læru
hansara, av tí at tað vil vera
eitt blað fyri öll kristin.
Men tað er okkurt í boð-
skapi hansara, sum kann
elva til stórar trupulleikar
hjá nógvum. Blaðið endur-
gevur hann soleiðis: "Hvis
Satan ikke kan stoppe din
frelse, kan han heller ikke
stoppe din helbredelse. Alle
bliver helbredt". Blaðið
skrivar víðari: "Han har en
klippefast tro på, at alle
bliver helbredt, hvis de
tror". Var hesin boðskap-
urin ókendur hjá okkum,
hevði eg tagt. Aðrastaðni
hevur hann tikið mótið frá
nógvum, sum hava verið
trúgvandi síðani tey vóru
börn, og öðrum, sum hava
átt trúnna nógv ár. So fáa
tey at vita, at tað er vant-
andi trúgv, sum er orsökin
til, at sjúkur teirra ikki
verða gröddar. Men hetta er
hvörki frá Jesusi ella frá
apostlunum.Tað er ein læra,
sum menniskjur hava fing-
ið aðrastaðni frá.
Eigi eg - ein ólærdur
maður - at siga móti einum
kendum, afrikanskum trú-
boðara, sum verður boðin
til Danmarkar fleiri ferðir
um árið, og sum fyllir sam-
komuhöllirnar fleiri dagar
hvörja ferð? Döm um tað,
tá ið tú hevur lisið tey
skriftstöð, ið verða víst til.
Paulus hevði eina sann-
föring, sum vit lesa um í
2.Tim.4,8: "Og nú liggur
rættlætiskransurin goymdur
til mín, sum Harrin skal
geva mær á hinum degi,--"
Hesin mikli trúboðarin
visti, at Jesus var frelsari
hansara, og vit hava nógvar
vitnisburðir um trúgv hans-
ara. Men slapp hann undan
at vera sjúkur ella at hava
brek? Slapp han undan at
verða álopin ella dripin?
Nei Paulus mátti tola alt
hetta.
Hevur nakar sagt tær, at
Paulus ikki bað um at verða
gröddur? Neyvan, tí vit vita
bæði, at hann var sjón-
veikur og at hann bað um at
sleppa av við einum breki,
sum hann tó ikki greiddi
okkum nærri frá. Men hann
segði, hvat svar Gud gav
honum. 2. Kor. 12,9 endur-
gevur svarið soleiðis: "Náði
mín er tær nóg mikið; tí at
mátturin verður fullkomin í
máttloysi." Tá ið Paulus
gjördist greiður yvir, at
hetta var Guds vilji, var tað
eisini nokk til at ugga hann.
So hvat er treytin fyri, at
Gud svarar bönir okkara
samsvarandi okkara vilja?
Fyri at ikki eg sjálvur skal
eiga orðini, vil eg vísa til 1.
Joh. 5,14: "Og hetta er tað
treystið, sum vit hava til
hansara, at um vit biðja um
okkurt eftir vilja hansara,
tá hoyrir hann okkum."
Onkur lærir, at hann ið
trýr, verður gröddur. Ein
annar lærir, at hann ið trýr,
verður ríkur. Og tað kann
væl henda. Men eitt veit eg
fyri vist: Guds orð lovar, at
hann ið trýr, verður frelstur.
Og tað verður eisini hon, ið
trýr. Latið okkum tí biðja í
Jesusar anda: "Ikki sum eg
vil, men sum tú vilt." Tí
Gud veit, hvat er best fyri
okkum, og Hann skal geva
okkum tær signingar, ið
gagnar okkum mest. "Og
hetta er tað treystið, sum vit
hava til hansara"!
Hvör trýr "nokk"?
Regin Joensen
16. mars skuldi lógarupp-
skot um lækking av av-
gjaldi á nýggjum motor-
súkklum koma fyri Tingið.
Eg fór spentur oman at
fylgja við viðgerðini av
málinum.
Til seinasta Løgtingsval
var eitt av lyftum Sam-
bandsfloksins at lækka av-
gjaldið á nýggjum motor-
súkklum, so eg helt at nú
teir sita í samgongu mundi
eingin trupulleiki verða at
fáa málið samtykt. So bleiv
tíverri ikki. Nú vóru sam-
gongulimir og andstøðu-
limir brádliga ikki so heitir
fyri uppskotinum.Tað tykt-
ist sum at nú var málið
toygt út til eftir Fólka-
tingsvalið, so nú var ikki
neyðugt at dyrgja við fleiri
gyltum lyftum. Tórbjørn
Jacobsen legði fram upp-
skot um at beina málið aft-
ur í Fíggjarnevndina,somu
nevnd sum var samd um at
leggja uppskotið fyri Ting-
ið !
So bleiv atkvøtt um upp-
skotið hjá Tórbjørn. Stóð á
jøvnum, fall uppskotið og
kundi Tingið sostatt fara
undir 2. viðgerð og sam-
tykkja málið. Við atkvøðu-
greiðsluna vóru 14 atkvøð-
ur fyri men bara 13 at-
kvøður móti at beina málið
aftur í Fíggjarnevndina og
málið for sostatt aftur í
nevnd. Her manglaði ein
Sambandsatkvøða ! Menn
hugdu runt í salinum,
onkur rann út í gongina at
hyggja hvar Marius Dam
var. Var tað nú so livandi
galið at Sambandsflokkurin
sjálvur var við til at goyma
málið til næsta val ? Eg
fekk ikki hetta at passa,tí
sambært Kaj Leo Johanne-
sen er eitt púra vist: Sam-
bandflokkurin loypir ikki
frá lyftum,ein spaki er ein
spaki, ein maður er ein
maður og alt hatta har. Men
sannleikin var óreingiligur :
Her var hvørki spaki,
maður ella Marius !
Tá
tingfundurin
var
liðugur, spurdi eg hvar
Marius var. Onkur helt at
hann var farin til arbeiðis.
Til arbeiðis ? Fær hann ikki
yvir 30.000 kr. um mánaðin
fyri at verða í Tinginum ?
Kanska
Marius
Dam
kann svara mær (eftir ar-
beiðstíð, sjálvandi !) hví
hann ikki var í Løgting-
inum tá atkvøðast skuldi
um uppskotið.
Gleðiligar MC-Páskir
Hvar var Marius Dam ?