mikudagur 23. mars 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 58 - 24. mars 2005
Páskir eru størsta hátíðin hjá kristna heiminum. Á
páskum taka børn og foreldur upp tann fyrndar-
gamla sið at rulla páskaregg. Páskareggið er ímynd-
in upp á várið, ið kemur eftir vetur við nýggjum lívi
og nýggjum vónum. Eggið er eisini ímyndin uppá
kristindómin. Skalið, ið er hart ímyndar grøvina,
meðan tað, sum er innan ímyndar lív og vón við
Kristi føðing, deyða og uppreisn. Á páskum reis
heimsins frelsari frá deyðum og harvið birtist ein
livandi vón fyri alla mannaættina.Vit eiga tí at nýta
hesar komandi dagarnar til at umhugsa okkara støðu
og einhvør má spyrja seg sjálvan, hvussu hann hevur
tað við øllum teimum stóru spurningum, sum pásk-
irnar seta tí einstøku menniskjuni.
Hendingarnar í Jerusalem fyri meira enn tvey tús-
und árum síðani fóru fram í eini ófriðaligari tíð. So
kunnu vit spyrja, um nakað er broytt í hesum parti
av heiminum. Svarið er tíverri neiligt. Alt Miðeystur
ber enn sum áður dám av ófriði, klandri og stríði.
Miðeystur er av nógvum ymiskum orsøkum støðugt
í brennideplinum hjá stórveldunum. Afturat hesum
koma átrúnaðarligar ósemjur og yvirgangur oftast
stavandi frá átrúnaðarligari fanatismu. Fundamenta-
lisman er ein hin mest vanliga orsøkin til yvirgangs-
virksemið í økinum. Men eisini hesi fyribrigdi hava
sínar orsøkir og sínar røtur. Í Miðeystri er ein heil
tjóð uttan egið føðiland. Eitt heilt ættarlið er borið í
heim og uppvaksið í flóttafólkalegum sum annan
floks menniskju. Hesi menniskju kenna seg svikin
og sleppt uppá fjall. Tey liva í fátækdømi uttan nakra
vón um eitt betri lív. Undir slíkum umstøðum eru
ungfólk mestsum verjuleys offur fyri eirindarleysar
leiðarar í fundamentalistiskum yvirgangsfelagskap-
um. Skal veruligur og varandi friður vinnast í eitt nú
Palestina, so mugu trupulleikarnir loysast frá botni
av. Ísrael má viðra ST samtyktirnar, palestinska
stjórnin má basa yvirganginum og eitthvørt muna-
gott má gerast við fátækdømið.
Her við størstu kristnu høgtíðini fyri framman er
bert at vóna, at heimsins leiðarar bera seg at sum
kristin fólk og viðurkenna, at palestinar eisini eru
menniskju við somu mannarættindum sum onnur.
Vit kunnu bert vóna, at tað eydnast at beina yvir-
gangin burtur og at fundamentalisman missir vindin
úr seglunum. Fundamentalisman er ikki bert í Mið-
eystri. Hon er allastaðir og í ein ávísan mun er hon
eisini her hjá okkum. Væntandi tollyndi og virðing
fyri teimum, ið hugsa øðrvísð ella sum eru øðrvísið
kemur meira enn so fyri í Føroyum. Vit kunnu øll
hóskandi nýta páskadagarnar til at hugsa um hesar
álvarsomu spurningar. Vit ynskja øllum Føroya fólki
einar gleðiligar páskir.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
En stór høgtíð
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Bill Justinussen
løgtingsmaður
Tað var gott, at útvarpið á
døgverða
týsdagin
enn
einaferð tók matarviður-
skiftini í fólkaskúlanum
upp viðgerðar. Sagt varð, at
um Arbeiðseftirlitið varð
spurt, hevði tað ikki góðtik-
ið matarumstøðurnar hjá
skúlabørnum okkara. Eisini
5’arin seinasta mikudag um
sama evni var sera viðkom-
andi.
Skúlin arbeiðspláss
Nú eru 2 1/2 ár síðani, at
landsstýrið setti sær fyri at
seta fólkaheilsuna á før-
oysku
politisku
dags-
skránna. Sum landsstýris-
maður á økinum var tað
mær sera greitt, at neyðugt
var við nýggjum raðfest-
ingum á fólkaheilsuøkinum
og serliga við atliti til
skúlabørnini. Og skjótt
varð staðfest, at teirra við-
urskifti til eitt heilsugott og
mennandi umhvørvi á skúl-
unum eru alt annað enn
góð. Løgið at hugsa sær, at
vit vaksnu hava so serliga
stóra umsorgan fyri, at vit á
okkara
arbeiðsplássum
hava allar neyðugar hent-
leikar
til
matarsteðgir,
meðan børnini fullkomiliga
eru gloymd. Tey sita enn
sum eg sjálvur sat fyri 30
árum síðani og eta ost,
livradeiggj, kjøt og sjoku-
láta-viðskera á sama borði,
har rokni-, skrivi- og lesi-
bøkurnar liggja. Mjólkin
ella saftin eru flógv, tí
mangastaðni hevur komm-
unan ikki hildið seg havt
umstøður til at gera íløgur í
kuldaskáp. Vegir og havnir
hava størri týdning. Høvdu
vit vaksnu funnið okkum í
at drukkið kaffi og eti mat-
pakka, meðan vit sótu
frammanfyri telduskíggjan
á skrivstovuni ella meðan
vit stóðu við flakaskeri-
borðið? Skúlin er eitt arb-
eiðspláss fyri okkara børn,
og hetta eiga vit vaksnu at
virða.
Krøv mugu
lógarfestast
Hugburðurin er ikki nevni-
vert broyttur. Enn sum áður
verða skúlar bygdir og
teknaðir, uttan at matarum-
støðurnar verða íroknaðar.
Málið um kantinurnar kann
samanberast við at gera
íløgu í ein flottan, dýran
BMW, men fyri at spara eitt
sindur, velja vit ikki at
koyra so nógv við honum,
so
bensinútreiðslurnar
verða hildnar niðri. Vit gera
stórar íløgur í fólkaskúlan
alla tíðina - kommunur og
land - fyri at tryggja ung-
dómi okkara bestu útbúgv-
ingarmøguleikar.
Flottar
bygningar, dýrir arkitektar,
dýrir arbeiðsbólkar, sum
ráðleggja um undirvísing-
artilfar, inniluft, hølisinn-
rættan, útsýni og hvat veit
eg. Men í trivnaðin gera vit
ikki íløgur. Bensinið, sum
skal fáa bilin at koyra. Hvat
nyttar við góðum rammum,
vælútbúnum lærarum, góð-
um útsýni og inniluft, um
næmingurin er svangur og
illa tilpassar? Um hann ikki
trívist? Hvat nyttar at tala
fyri deyvum oyrum? Tá
hugburðurin ikki broytist
av øllum tí, sum er frammi
í tíðini, er bert eitt at gera:
at krevja við lóg, at allir
skúlar skulu hava kantinur.
Nógv børn orka ikki at
eta tíðliga á morgni. Tey
fara heiman kl. 07.30 og
eru heima aftur kl. 14.30.
Altso eru tey burtur ein
heilan arbeiðsdag uttan at
hava havt møguleika til
matnáðir. Hvussu kunnu
tey vera væl fyri? Er tað
stimbrandi fyri teirra skúla-
hug, sum annars ikki man
vera tann besti hjá nógvum
teirra? Ein kantina er eitt
andarhald, eitt sosialt fríst-
að, har tú eisini sum barn
kanst kobla úr eina løtu.
Har gerast børnini bæði
kropsliga og andaliga betri
fyri at taka móti undirvís-
ing. Og nógvar aðrar góðar
grundgevingar finnast.
Landsstýrið
Í undanfarna landsstýri var
eitt
samstarv
millum
heilsuverkið og skúlaverkið
byrjað á ovastu rók. Kantin-
urnar vóru eitt mál. Frukt,
mjólk, djús, kalt vatn og
heitur matur eitt annað. Ein
nýggj lærugrein við inni-
haldinum lívsstílur, heilsa,
rørsla, matvanar v.m. eitt
annað. Eisini gjørdu vit eitt
lógaruppskot um ein lands-
skúlalækna fyri øll skúla-
børn. Hann skuldi vera ein
týðandi faklig drívmegi í
fólkaheilsuarbeiðnum við-
víkjandi
skúlabørnum.
Men hendan samgongan vil
ikki vita av tí uppskotinum.
Hon dugir helst ikki at
síggja "perspektivini" við
hesi skipan. Heldur vil
landsstýrismaðurin við ein-
um alternativum uppskoti
leggja alla ábyrgdina á
kommunulæknaskipanina,
sum frammanundan er ein
søkkandi skúta.
Tíverri náddi undanfarna
samgonga ikki á mál við
fólkaheilsupolitikkinum, tí
túrurin varð avbrotin av
klandri, sum øll vita um.
Núsitandi samgonga hevur
lovað okkum ein fólka-
heilsupakka á Ólavsøku.
Eg gleði meg og vóni tað
besta fyri okkara skúla-
børn.
Kantinur til skúlabørn
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Lesið
- so eru tit við