mikudagur 23. mars 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 57 - 23. mars 2005
11
Drúgvar og áhaldandi
kanninga á Seychellunum
hava víst, at barnakonur
har hava týðandi meira
kyksilvur í blóðinum enn
tær føroysku,
men at
børnini eru púra frísk.
Jákup Petersen
yvirlækni
Størsti kyksilvur profess-
arin í heiminum finnur
onki brek við børnunum.
Heimskendi og óiva størsti
kyksilvurgranskarin nakr-
antíð Dr Thomas Clarkson,
er professari og stjóri á
instituttinum fyri umhørvis
medisin á Rochester uni-
versitetinum í New York.
Hann hevur verið limur í
nógvum
ráðleggingar-
nevndum hjá tíðandi ameri-
kanskum stovnum so sum
Environmental Protecton
Agency (EPA), National
Institutes of Health, De-
partment of energy o.s.fr.
Hevur
doktaragradir
á
øðrum universitetum og
hevur skrivað meira enn
300 vísindaligar ritgerðir.
Clarkson hevur leitt kyk-
silvurkanningar um allan
heim seinastu 30 árini og
hevur sinastu 20 árini leitt
eina áhaldandi, vælskipaða,
neyva og nógv respekteraða
kanning á Seychellunum í
Indiska havinum. 750 børn
hava luttikið í kanningini
og nógvar vísindiligar rit-
gerðir á høgum stigi eru
skrivaðar um hesi børn. Tað
sum er serliga áhugavert er,
at mammurnar á Sey-
chellunum í meðal høvdu
6,8 av kyksylvuri meðan
tær føroysku bert høvdu
4,3.
Eftir at heimsins størstu
kyksilvurgranskarar
so-
leiðis í 20 ár hava kannað
hesi børn á Seychellunum
hava teir ikki funnið minsta
brek sum kann skyldast
kyksilvur! Seinasta ritgerð-
in skrivað í januar mánaða í
ár, stendur at lesa í Environ.
Res. 2005 Jan;97(1):100-8,
og har kann Dr. Clarkson
enn einaferð staðfesta, at
hesi børn eru púra frísk.
Danskur professari ger
kyksilvurkanningar
í Føroyum
Sum áður nevnt vísti før-
oyska kyksilvurkanningin
hjá professara Dr. Philippe
Granjean á Odense Uni-
versiteti heldur ikki nakað
árin á føroysku børnini.
Bert eftir at ávísar nógv
umrøddar broytingar vóru
gjørdar í tilfarinum, helt
hann seg síggja smáar broy-
tingar.
Dr. Granjean er eisini
adjunkt professari á Har-
vard
universitetinum
í
Boston og hevur nú tikið
yvirlækna Pál Weihe undir
sínar veingir har. Hetta er at
frøðast um, tí yvirlækni Pál
Weihe hevur verið til stóra
hjálp hjá Dr. Grandjean í
hansara
kanningum
av
kyksilvuri í Føroyum, og
hevur nú fingið ein uppi-
bornan møguleika sum
gesta — granskari har.
Eisini kann Pál Weihe
gleða seg um, at hann ikki
verður einasti føroyingurin
á Harvard.
Eru granskarar álítandi?
Nú skulu vit heldur ikki
gera granskingar hjá ávís-
um bólkum til nakað hei-
lagt. Ferð eftir ferð hevur
tað víst seg, at sjálvt mætir
granskarar gerða stórar
brølarar og hava gjørt al-
miklan skaða, tá teir hava
ført síni kanningarúrslit
fram alment.
Vit minnast helst frá
okkara barnaskúla Sir Cyril
L. Burt (1883 — 1971).
Óivað størsti psykologurin í
síni tíð og harafturat ein
avhildin og høgt mettur
granskari innan intelligens
og útbúgvingar psykologi
hjá børnum. Hann hevðið
stóra ávirkan í Onglandi
har stjórnin brúkti hansara
kanningar sum grundarlag
fyri tí ensku útbúgvingar
skipanini.
Burt kom fram til at in-
telligensur varð viðføddur
og, at umhvørvið ikki hevði
stórvegis árin á hesi viður-
skifti. Fátæk fólk høvdu
lágan intelligens, men tað
varð tí at tey vóru fødd so-
leiðis, og tann lági intelli-
gensurin varð orsøk til
teirra fátækradømi. Mynd-
ugleikarnir dugdu tí ikki at
síggja nakra meining í at
brúka pening til, at útbúgva
henda partin av borgarun-
um. Aðrir granskarar komu
til aðra niðurstøðu, men
vóru bert hoyrdir seinri.
Seinri kom eisini fram at
Burt hevðið falsað gransk-
ingarnar av eineggjaðum
tvíburðum fyri at fáa tað at
passa við hansara teoriir.
Linus C Pauling (1901 —
1994) varð ein af fremstu
vísindamonnum
í
hesi
øldini. Fekk Nobel virðis-
lønina í kemi í 1954 og
friðarviðrisløn Nobels í
1962. Varð professari í
California
Institute
of
Technology í Pasadena og
harafturat á Stanford uni-
versitetinum.
Stovnaði
"Linus Pauling Institute of
Science and Medicine".
Hann varð eitt flogvit innan
kemi og verður óivað mest
mintur fyri síni stóru fram-
stig innan vitamin gransk-
ingini.
Flestu vita væl, at um ein
tekur nóg nógv av c-vita-
min so kann ein fyribyrgja
forkølilsi. Hetta er eitt úr-
slit av granskingunum hjá
Linus Pauling. Hann kom
eisini fram til at antioxi-
dantir (A,E,C vitaminir)
kundu mótvirka krabba-
mein, økja um aldurin og
annars bøta stórt tal av
sjúkum. Men tað sum tey
flestu ikki vita er, at C-vita-
min als ikki kann fyribyrgja
forkølilsi, at E vitamin
kann
framkalla
lunga
krabba og, at vanlig fólk nú
eta fyri milliardir av krón-
um í vitaminum sum eru
tilsettar mati ella eru í ta-
blettum, Hetta púra óneyð-
ugt, og harafturat við vanda
fyri at skaða seg.
Sjónvar pshyggjarar
kenna óiva James Randi.
Tað er amerikanarin sum
hevur lovað eina millión
dollarar til fólk sum kunnu
vísindaliga prógva ymisk
sjáldsom fyribrigdi. Hann
hevur eisini fellt granskarar
sum ikki tóku placebo
effektina við nóg stórum
álvara. Tú kanst nevniliga
føla teg væl betri um tú
tekur eina litaða tablett,
sum tú hevur stóra tiltrúgv
til. Hetta sjálvt um tablettin
bert er gjørd úr sukri. Ein
granskari kann yvirføra
sínar vónir til tann sum
hann kannar, og soleiðis
stimbra viðkomandi til at
útynna meira enn hini.
Møguleikarnir eru óteljandi
og vísundin syndar móti
hesum reglum alla tíðina.
Tey sum halda at vísindin
er sannleikin kunnu gerast
ógvuliga kløkk av veruleik-
anum. Hvør visti til dømis
at
Mendel,
Darwin,
Pasteur, Freud og aðrir til
tíðir falsaðu ritgerðir? Er
nakar í yva so kann bókin
hjá Horace Freeland Judson
"The great betrayal —
Fraud in science" ISBN 0-
151-00877-9, sum kom út í
2004 og kastar eitt sindur
av ljósi yvir hvussu vís-
indin, tvørturímóti hvat tey
flestu halda, er full av
óreglusemi. Ofta hoyrir ein
tó, at um okkara leiðir
hendir tað ikki. Okkara
maður gerð tað ikki. Og tað
er heldur ikki lukkuligt at
verða tannn sum sigur, at
kaisarin er nakin.
Torførar og yvingar-
samar kanningar, sum
skulu tulkast varðisligaí
eini heildarmeting.
Lat meg nevna, at bilsin
foreldur hava greitt mær
frá, at teirra nýføðingar
sum komu við í føroysku
kanningini høvdu nógv
kyksilvur í sær sjálvt um
mamman
ikki
hevðið
leskað grind. Ein mamma
kom heim av flatlondum.
Nýfødda barnið kom beint
inn í kanningina og hetta
barnið vísti seg, at hava
nógv
kyksilvur,
hóast
mamman ikki hevðið etið
grind. Barnið fór síðani
skjótt at dáma grind, og át
nógva grind heima í Før-
oyum. Men kanningin vísti,
at kyksilvurið so líðandi
minkaði í barninum.
Hetta bert fyri at vísa á
hvussu nógv er at hugsa
um, tá kanningar verða
gjørdar. Afturat
hesum
koma so fleiri onnur evni
og viðurskifti sum kunnu
líkjast kyksilvurárini.
Hvat hava hesar barna-
konur etið annað enn grind.
Hava tær etið stórar nøgdir
av fiski, sum eisini inni-
heldur kyksilvur, ella hevur
stór inntøka av fiski gjørt,
at tær mangla onnur tíðandi
evni.. Hava tær etið onnur
evni, sum kunnu líkjast
kyksilvurárini so sum PCB
og alkohol. Her er eitt ør-
grynni av møguleikum.
Hava børnini havt jarn-
mangul, sum ávirkar heil-
an. Hava tey fingið omega-
3 feittevni sum stimbrar
heilan ella hava tey mangla
B12 sum gerð barnið
veikari.
Og hvat við vitamin E,
selenium, vitamin C, kobar
o.s.fr. Um barnið manglar
Selenium verður upptøkan
av kyksilvuri økt. Føði-
vektin og graviditets tíðin
hevur tídning. Fekk barnið
bróstamjólk ella fekk tað
pulvurmjólk? Aldurin hjá
mammuni
hevur
eisini
týdning. Sosiala og búskap-
arliga støðan heima hevur
sera stóran týdning og
eisini royking. Og hava so
granskarnir í heila tikið
skrivað rætt upp. Ella hava
teir kanska tikið partar av
kanningini burturúr fyri at
fáa tað at passa við teirra
teoriir. Og hvat við placebo
og ynski granskarans at
gerðast kendur?
Heilsupolitikkur?
Og hvat skulu vit so siga til
eina kanning við so nógv-
um ókendum og lítið kend-
um faktorum, har fyrstu
útmeldinganar verða, at øll
børnini eru púra normal.
Og at tað síðani verða tikin
data út úr kanningini so
aðrir granskarar øtast við,
og kalla bæði granskarnar
og kanningina fyri óálít-
andi. Og at tað harafturat
eru topp granskarar innan
kyksilvur sum kanna onnur
børn við væl meira kyksilv-
ur enn tey føroysku og
finna tey púra normal. Vit
kunnu so leggja afturat, at
tað sum føroyska kanningin
eftir alt hetta tykist at vísa,
er so lítið, at sterkir luppar
skulu til fyri at síggja tað.
Og tað næsta sum er í
kykaranum er sjálvandi, at
kyksilvur í smáum nøgdum
geva hjartatrupuleikar. Eitt
sera yvingarsamt projekt,
sum helst verður blást stórt
upp í Føroyum av persón-
ligum ávum.
Eg og fleiri við mær hava
sitið kurr í 20 ár meðan ein-
staklingar í tøttum sam-
arbeiði við fjølmiðlar, av
persónligum ávum og løtt-
um tíðindafluttningi, hava
stuttleika sær við at leypa
ótta á barnakonur og aðrar
borgarar. Eg havi sum
lækni plikt til at siga frá um
eg meti at kunning á heilsu-
økinum er avskeplað. Helt
at public service ábyrgdin
hjá føroyskum fjølmiðlum
fór at hjálpa til, men gakk.
Skulu vit verunliga til at
geva tilmæli út frá slíkum?
Skulu vit verunliga til at
geva partar av okkara ment-
an skot fyri bógvin ársaka
av hesum? Og skulu vit
veruliga reka okkara unga
ættarlið frá heilsugóðum og
stimbrandi mati yvir til
pylsuvognar og eitt sitandi
lív ársaka av hesum?
Hinvegin vita nokk tey
flestu í Føroyum hóast alt,
at tað er ikki grind sum er
trupuleikin hjá ófødda og
fødda
barninum.
Tær
evarsku smáu broytingar
sum ávísir granskarar halda
seg hava funnið, og sum
aðrir granskarar ikki kunnu
finna gera ongan skaða í
Føroyum.
Barnakonur
kunnu sostatt óttaleysar eta
grind og fáa púra normal
børn, eisini í vissuni um, at
kyksilvurdálkingin í havin-
um tykist at verða mink-
andi.
Nei vandarnir hjá ófødda
barninum koma frá heilt
øðrum støðum. Seinast
nevndi eg royking sum ein
nógv størri vanda og hesu-
ferð vil eg nevna alkohol
sum ein enn størri vanda.
Veruligu vandarnir!
Tað hevur leingi verið kent,
at inntøka av alkoholi undir
graviditeti kann geva fost-
urskaðar. Yvi hevur verið
um, hvussu lítil nøgd skal
til fyri at skaðar kunnu
síggjast, men nú bendir
nógv á, at tað ikki er nakað
stórvegis minstamark. Ein
til tvær øl um vikuna kann
geva barninum kroppsligar-
og heilaskaðar.
Hvørja ferð ein barna-
kona fær sær eina øl, so fær
barnið tað sama. Alkohol
fer beinleiðis inn í lív-
móðirna og ávirkar barnið
líka nógv sum barna-kon-
una. Munurin er tó, at barn-
ið
stendur
í
sterkum
vøkstri, bæði likamliga og
sálarliga.
Hetta samanborið við at
umleið 50% av graviditet-
unum ikki eru ætlaðir, og at
tað ofta ganga vikur til
mánaðir til mamman er
greið yvir at hon er uppá
vegin, gerð støðuna enn
meira hættisliga. Tí tað er
serliga tann fyrsta tíðin
undir graviditetinum sum
gevur teir stórstu skaðarnar.
Kanningar
í
okkara
grannalondum vísa vaks-
andi nýtslu av alkoholi
millum barnakonur. Sein-
astu 10 árini er tað komið
uppá eini 15%. Hetta var
ein øking við eini 3-400%
uppá 15 ár. Her mugu vit
hava í huga, at verunliga
talið kann verða væl hægri
eftirsum fólk ikki vanliga
vilja reypa sær av at
drekka.
Fetal Alkohol Syndrome
(FAS) er enska navnið fyri
sjúkueyðkenni hjá børnum,
sum hava fingið skaða av,
at mamman nýtti alkohol
undir graviditeti. Roknað
verður við, at tað í USA
føðast umleið 40.000 børn
árliga við hesum breki.
Hetta svarar til, at tað í
Føroyum føðast 2 børn
árliga við hesum breki.
Harafturat er funnið árin
við heilaskaða og vakstrar-
skaða á enn fleiri børn, sum
svarar til at 3 børn afturat
árliga verða fødd í Føroy-
um við ávísum brekum.
Samanlagt finna vit so
statistiskt, at 2 børn árliga
verða fødd við FAS í Før-
oyum og, at tað harafturat
eru eini 3 børn sum verða
fødd vid minni heilaskaða
og kroppskaða ársaka av at
mamman hevur tikið alko-
hol undir graviditetinum.
Men hvat er FAS?
Lat meg deila tað upp í 3
lutir: Trupulleikar við føð-
ing, uppvøkstur og seinri í
lívinum.
Trupulleikar við føðing:
Lág føðivekt, barnið er lítið
og veksur spakuliga, lítið
høvd, smá eygu, stutta flata
nøs, flatar hjálkar, lítla
høku, løgið oyraskap, tunna
yvirvørr, sjón og hoyrn
trupulleikar, hjartabrek og
lítlan heila.
Sum barnið veksur:
Trupuleikar við mati og
svøvni, fer seint at tosa,
læru trupuleikar, rusut, lág-
an intelligens, vánaliga ko-
ordinatión, trupult við at
konsentrera seg, atferðar
trupulleikar, ringt við at
halda sær, trupuleikar við at
verða saman við øðrum
børnum.
Trupuleikarnir við FAS
varða alt lívið og seinri í
lívinum eru so:
Trupuleikar í skúlanum,
klára ikki at halda eitt ar-
beiði, trupult við at klára
seg einsamøll, lætt við at
gerast alkoholikarar, angist
trupuleikar, illsint og lyndi
til samanbrestir við løg-
regluna.
Hetta
eru
álvarsmál.
Statistiskt verða eini 2 børn
árliga fødd í Føroyum við
hesum breki og so eini 3
afturat við minni breki. Ein
stórur trupuleiki í hesum
sambandi er, at tað skal bert
ein øl av og á til at gerða
skaða. Harafturat eru teir
størstu skaðarnir fyrst í
graviditetinum. So einasti
háttur at sleppa undan hes-
um stóra trupuleika er, at
kvinnurnar ikki leska tað.
Við øðrum orðum eiga
okkara ráð at verða, at
kvinnur millum 10 og 40 ár
skulu ikki leska alkohol!
Og hetta má standa ovar-
laga á listanum tá fjøl-
miðlar og fakfólk kunna
um vandar.
Góðar páskir!
Frísk børn, men meira kyksilvur enn í Føroyum