mikudagur 23. mars 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 24. mars 2005
11
VIÐMERKINGAR
Unn í Dali
Vit eru "væleydnað", halda
vit, tá húsini líkjast einum
grikskum monumenti og
bilurin stendur hápoleraður
í túninum. Í "tínum túni!",
vildi tú staðfest.
Men sannleikin er, at tú
eigur einki. Við skjølum og
oðrum, tú rópar og skrálar,
verjir tína ogn. Men skjalið
finnur sín egna veg til
moldar aftur - eins og títt
stemmuband.
Vit eru sálir sum gista á
Móður jørð. Og Hennara
gestablídni og tol er nærum
óendaligt. Vit vitja eina
stutta tíð og so fara vit víð-
ari.
Ein
samanbering
av
Móður jørð kundi verði ein
gomul langomma, sum tú
vitjar. Hús hennara eru
merkt av elli, eins og andlit
hennara. Hon smílist og
bjóðar tær alt tað besta, hon
eigur, góðan mat og heita
song. Tú viðurkennir henn-
ara gestablídni. Og tá ið tú
takkar fyri teg, hevur tú
reitt songina, ruddað av
borðinum og tikið uppvask-
ið. Tí tú virðir hana.
Móður jørð er langomma
tín, sum tú vitjar. Hvussu
virðismetur tú hennara
gestablídni?
Ein
túrur
við
sjóvarmálan avdúkar, at tú
neyvan gjørdi reint borð.
Har liggur alt tað, sum sum
tú heldur, er úr eygsjón,
tað, sum tú heldur er burtur
og gloymt, meðan tú situr í
heitu stovu "tíni."
Hugsa tær, um tú fekk
ein gest, sum blakaði papp-
írið frá smørpakkanum út
av køksvindeyganum, ein
sum traðkaði tyggigummi
niður í teppið í stovuni, ein
ið klovdi tað nýggja eiki-
træðsborið til pinnabrenni?
Hevði tú haft blídni og tol á
sama støði sum Móður jørð
hevur til tín, hvønn dag?
Viðurkenn
tí,
at
tú
EIGUR ONKI annað enn
tann fríða viljan; viljan at
síggja og innsíggja, at tá
samanum kemur, ert tú
nokk sjálvur, tann mest
óuppdrigni gesturin.....ein,
sum heldur ikki tú vildi
havt á gátt!
Bogi Eliasen
stjórnmálafrøðingur
cand scient pol
Undirritaði hevur skrivað
tríggjar kapitlar í bókini
"The Right to National Self
Determination –Ð- the Far-
oes and Greenland"
Eini kapitulin er ein
kanning av Føroyum og
Grønlandi í ST skjølum,
nevndur "The Faroes and
Greenland in UN docu-
ments". Talan er ikki um
eina gjøgnumongd av øll-
um skjalasavninum hjá ST,
men ein kanning við sínum
uppruna í eini kanningaferð
til ST í New York. Skjølini,
sum fram eru funnin eru
leitaði fram á heimasíðum
og databankum undir ST
skipanini. Talan er um
formlig skjøl, sum løgd eru
út á alnótina. Hesi skjøl
vísa á støðu Føroya í mun
til altjóða sáttmálar, Dan-
mark er partur av, hví Før-
oyar hava undantak á yvir-
tiknum málsøkjum, at Dan-
mark ikki einsæris kann
seta í gildi sáttmálar fyri
Føroyar á yvirtiknum mál-
søkjum og eisini er nakað
um Føroyar og sjálvsav-
gerðarrættin í ymsum høpi.
Áhugin fyri hesum kom, tí
at eg í samband við serrit-
gerð nógvastaðni fekk tað
svar, at Føroyar aldri høvdu
verið frammi í ST skipanin.
Tá ST nú seinastu árini er
farið í gongd við at leggja
almannakunngjørd skjøl á
alnótina, bar til at kanna
hetta. Henda kanningin var
mítt egna hugskot og eg
havi sjálvur funnið tilfarið
fram, gingið tað ígjøgnum
og skrivað kapitulin um til-
farið.
Trupulleikin um tað sum
higartil er sagt um bókina
og kapitulin er, at fá hava
lisið bókina. Hon er útgivin
av einum viðurkendum
Niðurlenskum forlagi og er
nakað dýr. Men nakrar við-
merkingar hava verið, ser-
liga aftaná fyrra svarið frá
Per Stig Møller og uppund-
ir Fólkatingsvalið bleiv
millum manna yvið sáddur
um júst hesar skeivu upp-
lýsingarnar, og vildi Per
Stig heldur ikki uttan víðari
viðurkenna hesar umstøður
í tí fyrsta svarinum hann
gav Fókatinginum.
Endamálið við kapitli-
num er sostatt at kannað
hvat finst um Føroyar og
Grønland í ST skipanini.
Hetta er áhugavert út frá
ásjónini um "Customary
Law", har útsagnir og gerð-
ir av statum hava virði í al-
tjóða rætti. Her kann takast
fram, at enn verður kjakast
um gildið av donsku grund-
lógini í Føroyum. Danir
siga at eingin mótmælti,
mótstøðufólk siga at undir-
tøka ikki var og at eingin
bleiv spurdur. Tá høvdu vit
ikki fólk vit vitan, sum
kundu greiða støðuna og
koma við ynskjum.
Kanningin fevnir um
skjøl í ST skipanini og ikki
skjøl í donsku skipanini.
Tað má metast sum partur
av donsku uppgávuni at
syrgja fyri, at tær upplýs-
ingar sum Danmark letur
ST um Føroyar, erurættar.
tá føroyski uttanríkispoli-
tikkurin skal umvegis Dan-
mark.
Sjálvur havi eg ofta undr-
ast at støðan aftaná seinna
Veraldarbardaga viðvíkj-
andi loysing og sambandi
ikki var meira altjóða fevn-
andi. ST var á breddanum
og enski retorikkurin fyri at
kríggjast var millum annað
ein frælsur heimur uttan
hjálond og Danmark mátti
boða ST frá um Grønland.
Men einki var boðað um
Føroyar og eingin í Føroy-
um sær út til at hava roynt
at grundgivið við altjóða
viðurskiftum, ella at seta
Føroyar inn í ein samtekst
uttanfyri ríkisfelagsskapin
og fullveldi. Hetta kann
hava verið, tí vit ikki hava
havt fólk, sum hava verið
vitandi um hesi viðurskifti
og altjóða rættindi.
Støðan í dag er ein onnur.
Í dag hava vit nógv fólk við
høgari útbúgving og ser-
kunnleika á altjóða støði.
Samstundis hevur alheims-
gerðin gjørt, at nógv lættari
er at fáa innlit í ymisk við-
urskifti. Tað ger, at vit onga
umbering hava fyri kom-
andi ættarliðum. Vit eiga í
dag kunnleikan til at ansa
eftir okkum sjálvum og at
tryggja okkara rættindi.
Hetta umfatar millum ann-
að at rópa varskóð, tá
skeivar upplýsingar verða
lætnar altjóða samfelag-
num um okkum og føroysk
viðurskifti.
Málið er so seinni tikið
upp av Norðuratlantsbólki-
num á Fólkatingi, sum hev-
ur kravt svar frá danska
Uttanríkismálaráðharra-
num um skeivar upplýsing-
ar lætnar ST. Her hevur
danski Uttanríksimálaráð-
harrin í næsta svari sínum
um málið nú boðað Fólka-
tinginum frá, at hann fer at
rættað hetta í ST skipanini,
altso boða ST frá, at skeivar
upplýsingar eru lætnar og
at rætta hesar.
Í meðan ger Løgmaðurr
eisini av at senda Per Stig
Møller bræv, har hann átal-
ar at Danmark hevur latið
ST skeivar upplýsingar og
biður um at fáa hetta rætt-
að. Og hann fer eisini eitt
stig víðari og biður um at
føroyingar sjálvur skulu
verða umboðaðir, tá svar
skulu latast ST.
Hetta vísir, at talan er um
at tryggja okkara egnu við-
urskiftir. Talan er ikki um
fullveldismál í hesum sam-
bandi. Men alt málið vísir,
at tað umráðandi at vit
sjálvi gera vart við okkum
og um viðurskifti, sum ikki
eru í lagi. Hetta vísir eisini,
at eg og tú kunnu gera mun,
tá vit hava rættvísi aftanfyri
okkum, og at hetta er neyð-
ugt fyri at byggja Føroyar
upp, við ella uttan fullveldi,
uttanfyri ella innanfyri Rík-
isfelagsskapin. Tað mest
umráðandi er at vit standa
saman um viðurskifti, vit
eru samd um og sum her,
uttan at verða bangin krevja
okkara rætt, at skeivleikar
verða rættaðir og leggja
upp til eina betri skipan og
har vit sjálvi hava ávirkan.
At úrslit er komið burturúr,
er orsakað av at bæði fólka-
tingslimir og føroyska pol-
itiska skipanin, bæði and-
støða og samgonga, hava
tikið málið upp, og kann
hetta verða eitt dømi um
hvussu umráðandi tað er at
arbeiði frá fleiri síðum.
M.a. var nevnt í flestu
donsku fjølmiðlunum, at
Løgmaður hevði sent Per
Stig Møller hetta brævið.
Men ’timing’ hevur eisini
sína ávirkan. Danmark er
limur í ST trygdarráðnum í
løtuni. Danmark verður
vanliga sæð sum tað nor-
mativt pena barnið í flokki-
num, og tí vildi tað verið
sera óheppið at fingið stríð
um hetta málið sum kundi
hildið áfram og komið al-
tjóða fram. Tí er tað fyri
Danmark gløgt av Per Stig
at viðurkenna mistakið nú.
Hetta kann í altjóða samfel-
agnum enntá geva Dan-
mark plussstig, tí hygg
Danmark viðurkennir og
rættar. Skrivliga svarið kom
fríggjadagin 3. mars 2005.
Sama dag hevði Per Stig
eisini fund við Kofi Annan,
so nú er bert upp til tann
einstaka at meta um saman-
hang og tilvild.
Sigast kann at úrslit kem-
ur burturúr, tí tjóðskaparlig
semja er um at gera nakað
við hetta.
Eg vil her eisini vísa á, at
hesin kapitul er skrivaður
av mær við tí fyri eyga, at
vita hvat finst um Føroyar
og Grønland í ST skjølum.
Endamálið hevur ikki verið
at finna feilir, tað var av til-
vild at komið var á hesar
feilir, gjørdir av donsku
skipanini. Kapitulin inni-
heldur eisini annað um
hvussu Føroyar og Grøn-
land verða lýstar í ST skjøl-
um og tænir hann tí sínum
endamáli.
Harafturat er at siga, at
eg sjálvur havi tikið stig til
henda kapittulin. Eg havi
ikki verið, ella eri limur í
nøkrum politiskum flokki.
Arbeiðsbólkurin settur av
Norðuratlantsbólkinum,
hevði skrivliga kravið í
sínum sáttmála, at arbeiði
ikki varð politiskt bundið,
at politikkarnir ikki máttu
luttaka á arbeiðsfundunum,
fáa ella brúka tilfarið,
áðrenn tað bleiv útgivið. Í
bólkinum sótu m.a. tríggir
altjóða
viðurkendir
proffessarar, sum neyvan
høvdu vilja lagt navn til eitt
politiskt manifest.
Føroyar í ST skjølum
Vit eiga onki men læna alt
Jógvan Jacobsen
formaður Unga
Tjóðveldisins
Samstundis sum landskass-
in hevur hundratals milli-
ónur í undirskoti, roynir
Sambandsflokkurin
at
renna undan ábyrgdini fyri
sínum egna fíggjarpoli-
tikki.
Tá Tjóðveldisflokkurin
kom í samgongu 15. mai
1998 og fekk fíggjarmál at
umsita,
vóru
678.275.784,25
krónur
landskassanum. Tá sam-
gongan slitnaði 5. desem-
bur
2003
vóru
2.220.833.007,49 krónur í
landskassanum. Eitt yvir-
skot
uppá
1.542.557.223,24 krónur.
Tá Sambandsflokkurin
kom í samgongu 3. februar
2004 og fekk fíggjarmál at
umsita,
vóru
1.854.287.441,00 krónur í
landskassanum. 28. februar
2005, eitt ár og 25 dagar
eftir,
vóru
1.276.874.445,00 krónur í
landskassanum. Eitt undir-
skot uppá 557.412.996,32
krónur.
Uttanlandsskuldin er ikki
tikin við í hetta roknistykk-
ið. Men hon hevði bara
gjørt munin størri millum
tjóðveldispolitikk og sam-
bandspolitikk.
Sambandsflokkurin ger
fyri tíðina alt tað hann kann
fyri at geva Tjóðveldis-
flokkinum ábyrgdina fyri
fíggjarpolitikkin hjá Sam-
bandsflokkinum!
Fyri tað fyrsta er tað
ábyrgdarleyst at hava und-
irskot á fíggjarlógini. Men
tað er ikki tað ringasta.
Sambandsflokkurin roynir
nú av øllum alvi at geva
Tjóðveldisflokkinum
ábyrgdina fyri Sambands-
floksins førda fíggjarpoli-
tikki.
Higartil hevur fíggjar-
politikkurin hjá Sambands-
flokkinum kostað Føroya
fólki 557.412.996,32 krón-
ur. 557 milliónur krónur.
Uppá eitt ár og 25 dagar.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur ikki ábyrgdina fyri tí nú
førda fíggjarpolitikkinum.
Sambandsflokkurin vildi
hava ábyrgd. Sambands-
flokkurin hevur sitið í sam-
gongu meir enn eitt ár.
Sambandsflokkurin hevur
ábyrgd. Nú er tíðin komin
at taka við ábyrgd.
Er Sambandsflokkurin
ikki til reiðar at taka ábyrgd
fyri sínum egna førda poli-
tikki, so ráði eg Sambands-
flokkinum til at lata onnur
sleppa framat. Alt annað er
ábyrgdarleyst.
Ábyrgdarleysur fíggjarpolitikkur