Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 57 - 23. mars 2005 Til Jógvan Ki á 80 ára degnum Várt land hevur fostrað so fáar, ið íðka so leingi sum tú. So kvikar, so fimar, so knáar, - heil áttati verður tú nú. So lættur á fótum sum fáur, tú venur hvønn einasta dag. Í badminton, enn ert tú knáur, - men tú fært nógv annað í lag. Í Suðurstreym fjøllini gongur, har finnur tú sælu og frið. So spelkin enn er sum ein drongur, ei tyngja tey áttati. Á leikvøllum, millum teir bestu, á landsliði leikti tú við. Ein fyrimynd fyri teir flestu, ið settu sær ítrótt sum mið. Úr Gundadali tú eigur, mong minni um ítróttarbrøgd. Teir "Svørt-hvítu" spældi til heiður, í leiki, tú mettur varð høgt. Enn hevur tú rætta viljan, - tú løðir væl upp til hvønn dyst. Hjá mongum tað ringt er at skilja, at Jógvan, enn vera vil fyrst ! Vit takka tær fyri tær løtur, ið vit eiga saman í høll. Takk fyri - tú slóðaði gøtur, við mangan ein ítróttarvøll. Hjartaliga tillukku ynskja Badmintonvinir ! Páskadag 27. mars 2005 verður Sunneva Holm í Havn 75 ár. Sunneva er best kend frá føðideildini á Landssjúkra- húsinum, har hon hevur starvast í yvir 30 ár sum sjúkrasystir. Hon hevur eisini arbeitt á øðrum deild- um á Landssjúkrahúsinum. Sunneva er fødd og upp- vaksin á Velbastað, dóttir Ebbu og Jóhann Brekk- stein, bónda. Mamman doyði, tá Sunneva var 17 ár, og tók hon sær av húsinum inntil bróðurin giftist og tók við festinum. Í 1953 fór Sunneva á Landssjúkrahúsið at læra til sjúkrasystir, sum eisini innibar eina tíð í Danmark á Sankt Hans hospitali í Roskilde og eini føði- klinikk í Keypmannahavn. Afurkomin til Føroyar giftist Sunneva við Tor- bjørn Holm, og eiga tey fýra børn, og eru tey: Tordis, Atli, Jákup og Elsuba. Ommubørnini eru 8 í tali. Í dag, mikudagin 23. mars 2005, leggur Marin sítt lívsverk sum sjúkrasystir í psykiatriini í samfull 36 ár niður. Formliga fer hon frá tann komandi fyrsta, og í veruleikanum byrjaði hon saman við Árna Olsen og hinum undangongufólkun- um at fyrireika deildina væl undan upplatingini av Statshospitalinum á heysti 1969, so tey íalt 36 virkis- árini uttan slit í føroyskari psykiatri munnu vera á einari leið. Árini eru so har, men kenni eg Marina rætt, hevur henni dámað so væl ar- beiðið innan sinnisrøkt, at hon fer at megna illa at gevast soleiðis heilt, men helst vera boð eftir henni til onkrar stakvaktir, og verður heilsan verandi góð, er lagamanni, so væl hon heldur sær bæði í sinn og skinn. Eg plagi at taka til, tá starvsfólk høvdu lyndi til at hokna undir arbeiðsbyrð- ini: "Hyggið bara at Marini á deild 1, hon er og ber seg - hóast árini og strevið - sum ein ung genta, altíð til dystin fús og hartil blíð og skemtingarsom". Nú umsíðir fækkast við lít tey undangongufólk, sum settu varandi sálar- sjúkurøkt á stovn í Føroy- um, og tey sum enn eru í starvi kunnu teljast á einari hond. Og Marin er í so máta ikki hvør sum helst. Um- framt at hava havt mann, børn og heimið at passa, hevur hon havt menniskja- ligt yvirskot til at arbeiða mest sum burturav fulla tíð í óslitið samfull 36 ár. Tað krevur sín "mann", í eini bransju og tíð har tað er sjáldsamt, eins og fólk í slíkum yrki ofta leggjast fyri í styttri og longri tíð. Fyri eina sjúkrahúsdeild er tað av týdningi, at onkur starvsfólk støðast fulla tíð, hetta fyri kontinuitetin í sjúklingasamskiftinum eins og í viðgerðini. Havi sjálvur havt ta eydnu at samstarva nógv við Marina, eins og gott samlag og beinleiðis vinar- lag ikki gjørdi støðuna verri. Hennara fakliga støði, ment við ymsari framhalds- útbúgving var eitt, annað vóru hennara íbornu góðu evni at fara við fólki um- framt hennara jaligi hug- burður og lætta lyndi. Álvari og gaman hvørt til sínar náðir. Minnist eisini, tá tað mangan sá svart út, tað tyktist standa varandi fast í botni viðgerðarliga og eingin glotti at hóma framman fyri stavn, hvussu væl hon mangan dugdi at síggja tað hóast alt skemti- liga í neyðini, og vit fingu dirvi til at herja á av nýggjum. Góður skemtari er hann, íð dugir at halda sær at gleimi uttan fyri tann skuld at niðra fólk, og tað dugir Marin sum fáur. Marini hevur eyðvitað dámað sítt arbeiði, tí hevur hon verið so holl og trúgv í tænastuni øll hesi mongu ár, hóast eg ivist í, at hon tímiliga hevur havt fyri neyðini at arbeiða so nógv og so leingi. Marin kundi við sínum fakliga førleika og vinnandi atburði saktans komið sær upp á hægri starvsrók, men eg giti, at hon hevur brent meira fyri beinleiðis sam- skifti við sjúklingar heldur enn leiðsluarbeiði. Um- framt fakkunnleika ger tað ikki verri at vera væl støðu- festur í føroyskum familju og gerandislívi. Seinru mongu árini hevur hon tó starvast sum "stýri- maður" á deildini, men hesa allarseinastu tíðina kortini sum "skipari", síð- ani tað beinleiðis varð heitt á hana, og tað bar hjá henni illa til at bera seg undan. Persónliga hevur Marin verið mær ein góður fak- ligur stuðul og sparrings- partnari, og tað eg veit av, hevur ikki øvugt orð verið okkara millum, hetta mest takkað verið Marini sjálv- ari. Marin er ættað av Sandi, úr góðum bergi brotin, til- tikin menta- og fróðafólk. Hon er gift Heðini Samuel- sen úr Horni (í Havn) og eiga tey børnini trý, øll væl komin undan, umframt fleiri barnabørn. Góða Marin, tú kanst óskammað líta aftur á eitt drúgvt og ríkt arbeiðslív, har so mong medmenniskju millum ár og dag munnu hava kent fløvan av tínum hondum og mennandi sinni. Ynski tær framhaldandi góða heilsu, eitt varandi ungt sinni og mong góð ellisár. Ey Jo Sunneva Holm 75 ár Marin Samuelsen sjúkrasystir pensionerað NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.