Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 58 - 24. mars 2005 80 ára føðingardagur 28. mars verður Lis Nolsøe, Klaksvík, 80 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Gullbrúdleyp Páskadag, 27. mars, kunnu Sigga og Ingolvur Andreassen, Norðskáli, halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Silvurbrúdleyp 29. mars kunnu hjúnini Annika og John Heinesen, Klaksvík, halda silvurbrúdleyp. Vælkomst verður frá kl. 17.00 í heiminum í Mylnugøtu 4. Brúdleyp Skírisdag kl. 15.00 giftast í Vágs kirkju Linda Meyer, Trongisvági, og Heðin Hansen, Vági. Veitslan verður fyri innbodnum í Tvøroyrar klubba. Føðingar 20. mars fingu Bjørghild Nolsøe og FróðI Jacobsen, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3500 gr. 13. mars fingu Camilla Baumann og Mike Larsen, Keypmannahavn, ein son. Hann vigaði 3825 gr og var 53 cm langur. 16. mars fingu Sóleyð Joensen og Sunberg Wang Jacobsen, Sandavági, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4100 gr. 16. mars fingu Mary Joy og Dan Kruse Thomsen, Svínáir, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3520 gr. 17. mars fingu Elsa Lamhauge og Hugo Leo, Leir- vík, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3550 gr. 18. mars fingu Maria og Erik Parada, Glyvrar, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3250 gr. 18. mars fingu Bjørg Patursson og John Zacharias- sen, Vestmanna, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 3750 gr. 19. mars fingu Mary Klein og Jákup Petur Juul, Fuglafirði, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3750 gr. 19. mars fingu Súsanna og Guttorm Sundstein Joensen, Amager, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3810 gr. 20. mars fingu Andrea á Rípuni og Tórarinn Nicla- sen, Kvívík, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3150 gr. Dagurin 24. mars. Ulrika. Teir vita ikki, hvønn hetta halgi- navnið sipar til. Týska navnið Ulrikus kemur av uodal, ið er sama orð sum óðal, rikus merkir eyður. 25. mars. Mariumessa um várið. Til minnis um, at eingilin Gabriel boðaði Mariu Moy frá, at hon skuldi bera frelsaran í heim (Lukas 1, 26-38). Grikska navnið navnið Maria er tað sama sum hebráiska Mirjam, týdningurin er ókendur. Venceslaus Ulricus Hammershaimb varð føddur hendan dagin í 1819. 26. mars. Gabriel. Beint eftir mariumessu er nevndur høvuðseingilin Gabriel, sum bar tey góðu tíðindini. Navnið merkir guðsmaður. 27. mars. Kastor. Tær gomlu søgurnar nevna fleiri annars ókend halgimenni, sum itu Kastor og vórðu tikin av døgum 27. og 28.mars. 28. mars. Eustachius, deyður umleið ár 625. Abbati í kleystrinum Luxeuil í Fraklandi. Victor Danielsen varð føddur hendan dagin í 1894 29. mars. Jónas, deyður umleið ár 326. Tikin av døgum í Persiu. Navnið merkir dúgva ella er kanska ein stuttur formur av Jóannes. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Leygardagin 19. mars fylti Heri Mohr í Havn 80 ár. Heri er havnamaður, son- ur Amaliu Mohr (f. Eg- holm) og Einar Mohr, tele- grafist. Heri vaks upp á Skansa- garði úti á Reyni, men sum stórur smádrongur flutti hann við familiuni í nýggju húsini yviri við Strond - tað einasta húsið sum var har um leiður tá. Undir krígnum bleiv hús- ið tikið av eingilsmonnmu, og búðu tey Undir Pisu- varða øll krígsárini. Heri hevur arbeitt sum roknskaparmaður stóra partin av sínum lívi, hjá Thomas Dam, Wenzel Pet- ersen, og Leif Waagstein. Í 1957 byrjar hann at arbeiða á Føroya Gjaldstovu sum roknskaparleiðari, seinni bleiv hann fulltrúi. Í 30 ár arbeiddi Heri sum tænastu- maður, og í 1987 gjørdist hann stjóri á Føroya Gjald- stovu og var har til 1. nov- ember 1991. Heri giftist við Maritu Pálsdóttir Hansen, úr Gøtu, í 1950. Tey eiga 5 børn: Sigrún, Biritu, Tordis, Mal- una og Gunnar. Eisini eigur Heri dóttrina Lis. Marita og Heri eiga 15 ommu- og abbabørn og 4 langommu- og langabbabørn. Heri hevur havt stóran áhuga fyri Havnar Bóltfel- ag. Hann var við til at end- urstovna HB-stuðlar og sat har sum kassameistari í nógv ár. Í HB-stuðlum er hann gjørdur heiðurlimur fyri sítt stóra arbeiði har. Heri Mohr 80 ár Fríggjadagin 18. mars 2005 fylti Jógvan Ki Jacobsen í Havn 80 ár, og dagin eftir bleiv hann útnevndur til heiðurslim í Havnar Bad- mintonfelag (HBF), har hann enn er virkin. Jógvan er føddur og upp- vaksin í Havn og útbúgvin maskinsmiður. Tá ið hann í sínum arbeiði sum maskin- smiður hjá Wenzel Petersen var við at byggja Føroya Banka-bygningin í N. Fin- sensgøtu síðst í 50-unum, førdi tað við sær, at hann varð settur í starv sum hita- meistari hjá bankanum í 1957. Seinni bleiv hann húsavørður, og eftir tað tók hann sær av postinum og arkivinum hjá bankanum. Føroya Banki bleiv hansara lívsstarv, og hann gavst har sama dag, sum hann fylti 67 ár, í 1992. Jógvan er kanska mest kendur sum ítróttarmaður. Hann er ein fyrimynd innan føroyskan ítrótt. Til dømis spældi hann í 1. deild hjá B36, til hann var umleið 40 ára gamal. Hóast álvarsama sjúkra- legu fyri umleið 13 árum síðan, tá hann misti annað lunga, merkist tað ikki á honum í dag. Hann spælir t.d. badminton tvey kvøld um vikuna. Eisini spælir hann tennis, og um summ- arið gongur hann túrar í fjøllunum. Hann er ótrúliga fimur og skjótur, hóast hann nú er vorðin 80 ára gamal. Foreldrini hjá Jógvani vóru Johanna Súsanna, f. Joensen, ættað úr Árna- firði, og Christian Jacob- sen, vanliga nevndur Ki hjá Bøkjaranum, úr Havn. Har- frá kemur millumnavnið hjá Jógvan, Ki. Jógvan er giftur við Winny, f. Meitilberg, úr Havn, tey eiga tvey børn, Høgna sum býr í Havn, og Unn sum býr í Barcelona í Spania. Winny og Jógvan eiga tvey ommu- og abba- børn í Barcelona, har Jógvan inn ímillum styttir sær um stundir við at hyggja at fótbóltsdysti á "Camp Nou" stadion í bý- num. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum mintust okkum á diamantbrúdleypsdegnum tann 25. februar 2005. Tøkk fyri gávur, telegramm og upp- ringingar, bæði her í Føroyum og úr útlandinum. Tøkk til tykkum mongu, sum stukku inn á gólvið og settu tykkara serstaka dám á dag- in. Eisini ein tøkk til tykkum mongu, sum á ymiskan hátt rættu eina hjálpandi hond. Ein serstøk tøkk til børn, svigarbørn, ommu- og abbabørn og langommu- og langabbabørn fyri, at tit gjørdu tað møguligt at halda dagin á ein slíkan hátt. Gleðiligar páskir øll somul. Bestu heilsanir Jovnitha og Hans Jacob Midjord, Lopra Jógvan Ki Jacobsen 80 ár Jógvan Ki Jacobsen við heiðursbrævinum frá Havnar Badmintonfelag, HBF