Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 23. mars 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 23. mars. Fidelis. Sigst at vera halgimenni, sum varð tikið av døgum í Afriku í 5. øld, men annars vita teir einki um hann. Fidelis merkir tann trúfasti. Rasmus Effersøe doyði hendan dagin í 1916. Mikudagin 23. mars fyllir Birgit Hentze í Skopun 70 ár. Birgit er fødd og upp- vaksin í Skopun. Hon byrj- aði at arbeiða í Búrhandl- inum hjá abba sínum, har hon eisini gekk við posti. Seinni bleiv hon gift vid Melanchthon W. Hentze og fingu tey 5 børn: Harry, Fríðhild, Ella, Hildur og Maj-Britt. Birgit hevur arbeitt á flakavirkinum í Skopun sum álitskvinna, og hevur verið skrivari hjá arbeiðs- mannafelganum í 16 ár. Hetta var ólønt arbeiði, so tað var áhugin ið dró. Hon var við til at seta kvinnufelagið Vónina á stovn, og var skrivari har í 20 ár. Eisini sat hon eitt skeið í Skopunar komm- unu. Síðan bleiv maður hennara sjúkur, og hon gavst við at arbeiða fyri at vera heima og passa hann. Í dag er hon pensionerað, og henni dámar væl at brúka tíðina við at ganga á kvøldskúla. Hervið er hon blivin skørp við telduni, so hon kann samskipa við øll síni uttanlands. Hon kemur saman við pensionistunum í Diduhús- inum í Skopun, og er eisini luttakari í tilhaldinum á Sandi. Vit børn, ommubørn, langommubørn og svigar- børn takka henni fyri alt tað hon er og hevur verið fyri okkum og ynskja henni hjartaliga tillukku við tí stóra degnum. Vit gleða okkum til at halda dagin saman við henni og teim- um, ið hava hug at gera dagin hugnaligan við at støkka inn á gólvið í Sam- ljóð tann 23. mars 2005 kl. 19.00, har øll eru hjartaliga vælkomin. Annan páskadag kann mamma hátíðarhalda sín 80 ára føðingar- dag. Hennara upphav sum klaks- víkingur tók sína byrjan í 1885, tá abbi okkara, Mouritz Winther, flutti heiman av Sandi og norður til fastrina Sigrid Mariu, sum var gift við Nickels Lutzen. Í 1910 giftist Mouritz við Onnu Karolinu Theodoru (f. Gaard). Omma var úr Oyndarfirði, og sam- an fingu tey sjey børn. Mamma er tað yngsta av teimum. Mouritz var tá 56 ára gamalur, og tí eru næstan hundrað ár ímillum Mourtiz abba og yngsta abbabarn- ið, Eyðun, sum er føddur í 1966. Tað er tí rættuliga hugvekjandi, at mamma er uppald av einum pápa, sum varð føddur einans 13 ár eftir at einahandilin varð avtikin í 1856. Mamma er tað einasta av systkin- unum, sum varð verandi í Klaksvík hjá foreldrunum. Pápi okkara, Eli, kom beint eftir kríggið til Klaksvíkar at arbeiða hjá sýslumanninum. Her møttust tey bæði, og eftir at tey vórðu hjúna- vígd 11. juni í 1945 í Vágs kirkju, búsettust tey í Víkunum, beint om- an fyri barnaheimið hjá mammu, og bygdu heim okkara har. Eftir 20 árum høvdu okkara kæru foreldur fingið øll okkum nýggju systkin undan. Sanniliga ein stórur flokkur nú á døgum. Men hóast tað, so vuksu vit upp í einum livandi og tryggum heimi, uttan nakrantíð at mangla nakað. Meðan pápi okkara tey flestu árini arbeiddi sum skrivstovumað- ur, og í eini 10 ár í Løgtingi og Landsstýri, stóð mamma á odda í tí barnaríka heiminum. Vit hava allar orsøkir til at ynskja tær, góða mamma, hjartaliga til- lukku á stóra degnum. Takk fyri alt tað, sum tú hevur verið fyri okkum. Vónandi fáa vit nógv góð ár afturat saman. Tað skal vera okkara inni- liga ynski, at tú framvegis varð- veitir títt fríska, unga sinnið og tína friðsælu á lívsins kvøldarstund. Í okkara hjørtum ert tú, og fert tú altíð at liva, sum ein vinarlig áminning um, at tann kærleikin, sum tú og babba valdu, er ein liv- andi máttur og ein stinn hella hjá okkum at byggja á. Børnini Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum á ymiskan hátt mintust meg á 100 ára føðing- ardegi mínum norðuri við Gjógv. Ein ser- støk tøkk til Sunda kommunu, til Kingo- bólkin í Tjørnuvík og til Eysturoyar Røktar- og Ellisheim fyri tann stóra heiður tit sýndu mær á føðingardegnum. Við ynskjum um gleðiligar páskir og Guds signing. Karl Jacob Sigvardsen Lis Nolsøe 80 ár Birgit Hentze 70 ár Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýndu samkenslu, tá okkara høgt elskaði sonur, beiggi og svágur Ingi Naresh Petersen Norðragøta doyði og varð jarðaður. Ein serlig tøkk til øll, sum hjálptu á ymsan hátt. Dagfinnur, Dagny, Anita,Terji og Eyðvør Tøkk Vit takka hjartaliga øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara kæri maður, pápi, verpápi og abbi Óla Jákup Gaard Olsen (Agga) andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Hera Joensen, Ingu Poulsen Dam og Agnar Nielsen fyri troystarrík orð í kapellinum og missiónshúsinum. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, gravarar, berarar og øll, sum hjálptu til.Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til kirkjuna. Tøkk øll somul, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Ragna