mikudagur 23. mars 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 24. mars 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Andlát
16. mars
Oda Lamhauge, úr Klaksvík, 74 ár.
17. mars
Jofrid
Nilstrup,
fødd
Joensen,
fyrrverandi
sjúkrsystir, ættað úr Haraldssundi, 90 ár.
18. mars
Nicodemus Brimsvík, á Strondum, vanliga kallaður
Demus, 87 ár.
Vilhelm Hansen, Sandavágur, 85 ár.
19. mars
Sonja Veihe, Porkeri, 57 ár.
Svanhilda Jacobsen á Oddafløtti, Vágur, 72 ár.
20. mars
Dánjal Jacobsen av Skála, 72 ár.
Trygvi Midjord í Trøðini í Hovi, 57 ár.
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá góða
mamma, vermamma og omma okkara
Brynhild Niclasen
Hesti
doyði og varð jarðað.
Takk fyri hjálpsemi við sjúkrarøkt, jarðarferð
og ervi.
Tøkk fyri blómur og gávur til Lágargarð og takk til
tykkum øll, sum fylgdu henni av Lágargarði og
úti í Hesti.
Familjunnar vegna
Louisa, Hans Jákup, Kári og Jórun
Eg milda geri sorg og gleði trygga
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu,
tá elskaði maður, pápi, verpápi og abbi
Niels Persson
Tórshavn
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Sverra Steinhólm, prest.
Takk til kirkjutænarar, sangarar og berarar.
Takk fyri vitjanir og samrøður.Takk fyri blómur,
kransar og gávur. Hjartans tøkk til tykkum,
ið hjálptu til við ervinum.
Tøkk til tykkum, ið fylgdu honum til hvíldar.
Gleðiligar páskir øll somul.
Familjunnar vegna
Marin Kristina
Petur Eli, Jón Herluf og Rúni við familjum
Týsdagin 22. mars 2005
hevði Sverri Viderø, deild-
arleiðari, í Havn, 40 ára
starvsdag hjá Postverki
Føroya.
Sverri er 60 ára gamal,
havnarmaður og B36 við-
haldsmaður. Hann arbeiddi
á Majarínum í Tórsgøtu í
Havn, áðrenn hann byrjaði
sum postboð á posthúsi-
num hinumegin gøtuna í
1965, og hevur hann starv-
ast hjá Postverkinum øll ár-
ini.
Seinastu nógvu árini hev-
ur hann arbeitt sum deildar-
leiðari og havt ábyrgdina av
øllum post- og fraktflutn-
ingi og av flutningstólunum
hjá postverkinum. Hann er
kendur sum ein fyrikom-
andi og álítandi ábyrgdar-
maður.
Foreldrini hjá Sverra
vóru: Birgitte, f. Joensen,
vanliga nevnd Birta, og
Niels Johannes Viderø,
vóru bæði av Viðareiði. Tey
fluttu til Havnar at búgva
miðskeiðis í 30-unum.
Sverri er giftur við Mal-
uni f. Øre, úr Syðrugøtu.
Tey eiga tríggjar døtur:
Súsanna, Birita og Jórun.
Ommu- og abbabørnini er
6 í tali.
Sverri Viderø, Tórshavn:
40 ára starvsdag hjá Postverkinum
Tórhallur Andreasen í Fuglafirði hevur sent okkum hesar myndirnar.
Húsini uppi á Trøðni í Fuglafirði
Anna Eldevig, f.
Gaard, ættað av
Hellunum, giftist við
Albert Eldevig í
Fuglafirði, og dóttirin
Hertha, sum í dag er
86 ára gomul
Børnini hjá Annu og Albert Eldevig framman fyri barnaheimið uppi á Trøðni í Fuglafirði. Systkini á myndini eru f.v.: Hertha
Andreasen, Fuglafjørður, Gunhild Isfeldt, Tórshavn, Betty Justinussen, Tórshavn, Amanda Ellingsgaard, Eiði, Kristian Eldevig,
Fuglafjørður, Olivia Johannesen, Húsar, Jákup Frants Róin, Fuglafjørður, og Hilda Andreasen, Fuglafjørður. Einasta av
systkjunum sum er eftir á lívi er Hertha Andreasen, sum í dag er 86 ára gomul.
Jolina Andreasen, f.
Isfeldt, giftist við
Tummas Andreasen,
búsitandi í Fuglafirði