mikudagur 23. mars 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 57 - 23. mars 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hvat um tað, um tað
tók sína tíð? sungu
sørvingar leygar-
kvøldið, tá teir á sjálv-
ari hundrað ára føð-
ingardagsveitsluni hjá
SÍ eisini hátíðarhildu,
at flogbóltsliðið hevði
vunnið sítt fyrsta
meistaraheiti
HÁTÍÐARHALD
Orð og myndir:
Edvard Joensen
Sørvági: Eitt rimmar ball
við dansi til tann ljósa
morgun. Tað var tað, sørv-
ingar góvu sínum ítróttar-
felag og sær sjálvum í
hundrað ára føðingardags-
gávu. Eisini varð ein snotu-
lig bók um søguna hjá SÍ
hesi hundrað árini givin út
til føðingardagin.
Skipað varð fyri hátíðar-
veitslu í fimleikarhøllini í
skúlanum leygarkvøldið.
Út móti 400 sørvingum
burturi og heima hvødu
leitað sær í høllina hetta
kvøldið saman við inn-
bodnum gestum.
Nógvar røður vórðu hild-
nar, og felagið fekk nógvar
gávur hetta kvøldið. Røð-
aralistin umfataði lands-
stýrismannin við menta-
málum, borgarstjóran í Sør-
vági, ÍSF forsetan, umboð
fyri Fótbóltssamband Før-
oya, Sandavágs Ítróttarfel-
ag, Sørvágs Arbeiðsmanna-
felag, Atlantsflog og fleiri
einstaklingar, sum nýttu
høvið at heilsa felagnum.
Umframt sang røður og
frálíkt undirhald av palli-
num, fingu flogbóltsmeist-
ararnir hjá SÍ síni heiðurs-
merki og steyp handað frá
formanninum fyri Flog-
bóltssambandi
Føroya.
Hesa avgerðina hjá Flog-
bóltssambandinum dámdi
veitslufólkinum væl.
Sum serligur partur av
undirhaldinum vórðu eldri
videoupptøkur, sum Reðin
Leonsson hevur gjørt av
ymsum hendingum, sum
viðkoma SÍ, vístar. Slíkt,
sum vakti minni hjá mong-
um veitsluluttakara.
Eftir borðhaldið í fim-
leikarhøllini í skúlanum,
varð farið oman í dansi-
stovuna, har Sørvágsbólk-
urin Tinganest spældi til
dans til tann ljósa morgun .
Um tað tók sína tíð
Reðin Leonsson letur ikki eitt slíkt høvið fara óupptikið framvið
videotólinum
Meistaraliðið í flogbólti fekk síni heiðursmerki og steyp handað frá
formanninum í Flogbóltssambandinum á jubileumsveitsluni
Formaðurin í SÍ. Jákup á Stongum, var bæði fegin og rørdur hetta kvøldið