mikudagur 23. mars 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 58 - 24. mars 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tann 3. januar 2005 kendist tað
fyri
mær,
sum
knøtturin
sprongdist, so hart legði tann
stóri bóltspælarin til. Ella hevði
eg fingið skotið beint framm-
aná, sum tað sortnaði fyri eyg-
unum. Aldri gloymi eg hendan
dag - ikki so leingi, sum eg eri
við í tí „stóra fótbóltsspælin-
um". Tí tá mistu vit tann besta
mannin á liðnum.
---
Eg var farin til arbeiðis á skriv-
stovuni á lærda háskúlanum í
Álborg hendan mánamorgun,
sum so mangan áður. Alt var tó
ikki sum vanligt. Eg var júst
afturkomin úr Føroyum, har
Beinta - ein góður vinur úr
heimbygdini Miðvági - hevði
verið fyri einari ferðsluvan-
lukku. Nú stóð um lív hjá henni.
Eg greiddi starvsfeløgunum
frá støðuni, at tey skuldu vita, at
eg var meint raktur sálarliga. Eg
minnist, hvussu løgið tað var at
hoyra meg sjálvan siga, at aft-
urat tí, at eg hevði kent Beintu,
líka síðani hon var smágenta, so
gekk hon nú saman við vin-
manninum Róa, sum eg var
vorðin eitt sindur bangin um. Tí
so væl kendi eg hann, at hann
kundi taka støðuna ógvuliga
persónliga og nær.
Ein av kvinnuligu starvsfe-
løgunum spurdi meg, um hetta
var "den flotte Roy", sum hon
mintist plagdi at fylgjast við
mær í lestrartíðini í Álborg. Eg
segði: " Ja. Tað er hann."
---
Kvøldið fyri hevði eg í tele-fon-
ini lagt ráð saman við tveimum
øðrum av næstu vinmonnunum
hjá Róa. Nú støðan var blivin,
sum hon var, var tað altavger-
andi, at Rói fekk allan tann
stuðul, vit vóru førir fyri at veita
honum. Vinmenninir skuldu
hitta Róa eina løtu seinni - tað
ráddi um at sannføra hann um,
at vit stóðu sum ein maður sam-
an við honum í hesi sera sváru
tíð.
Seinni um kvøldið frætti eg
frá teimum, at teir høvdu talað
sera væl saman. Tó hevði Rói
sagt ein setning, sum undraði,
júst tí tað var hann, sum segði
hann. Eftir samanhanginum
kunnu vit siga, at hesin setning-
ur varð meintur í síni breiðastu
merking, sínum mest almenna
høpi og á tí hægsta møguliga
stigi - okkum so líkt. Rói segði:
"Tað sosiala hevur spælt fallitt!"
Annar av vinmonnunum lov-
aði at ringja til mín dagin eftir,
at siga hvussu gekk. Var ikki
meira enn komin heim frá
arbeiði, tá ið telefonin ringdi.
Jú, tað var vinmaðurin heima í
Føroyum, júst sum avtalað. Eg
kendi nummarið á nummarvís-
aranum og spurdi beinanvegin:
"Nú, hvussu er støðan?". Í tele-
fonini var svarið stutt: "Tað
ringasta er hent". Eg gjørdist illa
við og spurdi: "Er Beinta far-
in?". "Nei," svaraði vinmaðurin
í telefonini: "Tað er Rói!"
---
Eg kom so heimaftur við flog-
farinum dagin eftir og fylgdist
við einum øðrum góðum vin-
manni okkara, sum hevur havt
óteljandi góðar løtur saman við
Róa - bæði á vøllinum og uttan-
fyri. Hesir dagarnir ganga ong-
antíð frá mær aftur, tí øll vóru
niðurboygd av sorg, nú árs-
skiftið gjørdist so ræðuligt.
Tá ið Rói var komin á sín
hvíldarstað,
sloknaði
eisini
Beinta. Hon fór í Harrans hend-
ur ein tíma eftir, at Rói var jarð-
aður. Hugur og kenslur mínar
leita til son hennara, Gest, og
dóttrina, Rók, sum Rói eisini var
so góður við. Eftir situr familjan
og serliga beiggin, Jóannes, sum
eg beri mína inniligastu kvøðu,
nú sorgin aftur tyngir. Friður
veri við minninum um Beintu.
---
Einaferð mitt í áttatiárum hevði
pápi mín verið í Sandavági, har
fótbóltsdystur var millum SÍF
og HB. Sjálvur var eg av oynni
við MB tað vikuskiftið. Tá vit
báðir, pápi, hittust, spurdi hann
ikki tann vanliga spurningin,
hvussu tað hevði gingist okkum
(hetta var áðrenn fartelefon-
ina!). Nei, pápi legði beinan-
vegin fyri við at siga, at "tú
skuldi sæð ein ungan klantra-
sligan HB´ara á miðvøllinum í
dag - hann var fantastiskur. So-
leiðis skuldi tú spælt!" Tað var
Rói Árting.
Eitt hálvt ártíggju seinni fóru
hesin sami fótbóltsnillingurin
og eg saman við nógvum øðrum
góðum fólkum niður til Álborg-
ar at lesa. Tá fekk eg veruliga
eyguni upp fyri, at Rói var so
ómetaliga nógv annað - og meiri
- enn hond- og fótbóltssnillingur
av Guðs náði.
Rói var ein sera tilvitaður per-
sónur. Umhvørvislig, politisk,
mentanarlig og - fram um alt
annað - sosial atlit vóru altíð
raðfest frammarlaga hjá Róa.
Og so kundi Rói tað kynstur,
altíð at fáa sagt tað, ið hann
vildi, á ein sjáldsama sjarmer-
andi hátt; men hóast tað var
hann sera beinrakin, tá hann
kom við sínum viðmerkingum -
av klárum himli. Sum ta ferðina
Rói og eg spældu fyri eitt danskt
felag í Álborg. Eftir leiktan dyst
stóð ein av okkara liðfeløgum
og oysti seg undir í luktilsi, sum
hann sprændi undir armarnar úr
einari stórari spreydós. Uttan
nakað roks fór Rói yvir til hend-
an unga og smarta ungling og
segði: "Nu! Skal ozonlaget lige
have et ordentligt pift?"
Rói hevði sera gott oyra fyri
tónleiki. Hann elskaði at fara til
konsert bæði í Føroyum og
uttanlands. Serligan tokka hevði
hann til Bob Dylan, og hann var
eisini til konsert hjá honum. Tað
var stórt, segði hann.
Rói var eisini millum stigtak-
ararnar, tá ið fótbóltsfelagið
"Fintan" varð stovnað í Álborg.
Rói var ikki bara ein av stigtak-
arunum, men hann var eisini
millum teir fáu, sum komu til
venjing uttan mun til, um tað var
regn, kavi, vetur - ella sól og
summar. Eisini eru vit fleiri, ið
minnast aftur á, hvussu Rói við
sínum geniala skemti kundi fáa
okkum at gera okkara ítarsta.
Hesin ansur fyri tí skemtiliga
kom okkum eisini til góðar í
øðrum samanhangi, har Rói var
við, m.a. í Føroyingafelagnum í
Álborg. Har hevur mangur fing-
ið ein góðan látur, tá Rói Árting
læt sín skemtisans koma fjøldini
til gagns.
---
Rói var tjóðveldismaður burtur-
av. Helst ikki so løgið, tá ið
hugsað verður um, at langomm-
an var Andrea Árting, sum Rói
bæði var góður við og errin av.
Mangan kundi Rói taka til okk-
urt, sum hann mintist langomm-
una hava sagt - ikki minst tá ið
talan var um sosial, arbeiðs-
marknaðar- ella tjóðskaparmál.
Ofta kjakaðust vit um sam-
felagsviðurskifti. Rói hugsaði
yvirhøvur soleiðis, at um "allar
góðar kreftir" lyfta í felag, so
kann úrslitið ikki annað enn ger-
ast gott. Sjálvur hevði (og havi)
eg ta hugsan, at tíverri er tað
ikki nøktandi, at allar góðar
kreftir lyfta í felag. Um stór
samfelagslig mál skulu røkkast,
eru tað ofta hugsanir, skipanir
og bygnaðir, sum skulu broytast,
samstundis sum "lyft verður í
felag." Tá ber til at koma á mál.
Men Rói hinvegin helt fast um,
at alt byrjar her við tær og mær.
Hann hevði eina nærum treyta-
leysa trúgv á, at góð menniskju
røkka stórum og góðum málum.
Í arbeiði sínum legði hann
stóran dent á at byggja føroyskar
skipanir upp. Hann helt ikki, at
fremmandar skipanir virkaðu,
sum tær skuldu, tí menniskjað
eigur at vera tað tilfar, sum sam-
felagið skal vera bygt av. Eisini
vísti hann mangan á, hvussu
nógv orka fer til spillis, júst tí at
skipanir ikki eru bygdar úr
neðra. Nú arbeiðir hann ikki á
Maggies farm nomore.
---
Eisini sum lesandi við Álborg
Universitet gjørdi Rói vart við
sínar serstøku eginleikar. Eina-
ferð Rói var í starvsvenjing sum
sosialráðgevi í einari lítlari
kommunu uttan fyri býin, kom
hann út fyri at verða tikin gísli
av einum sosialum brúkara. Í
Norðurjútlandi var hesin brúkari
kendur sum ’Rottukongurin’.
Hann hevði tamar rottur heima í
skirvisliga summarhúsinum og
stríddist nú fyri at verða viður-
kendur sum partvíst vinnurek-
andi. So hann kundi fáa frían ost
til rotturnar aftrat almannahjálp-
ini. Rottukongurin hevði verið
ómøguligur á sosialfyrisitingini
á tann hátt, at hann hevði nakrar
rottur við sær til samrøðu - sum
hann tó stýrdi við einari floytu,
so tær sótu sum mýs. Tá starvs-
fólkið sýtti fyri at viðurkenna
hann sum partvíst vinnurekandi,
helt hann upp at at geva ljóð úr
floytuni, og rotturnar fóru í allar
ættir.
Nú skuldi so støða takast til,
hvat gerast skuldi við mannin.
Konufólkið á sosialfyrisitingini
tordi ikki at biðja hann koma til
samrøðu aftur; men so kom Rói
í starvsvenjing.
Beint ímóti øllum hugskotum
og uppskotum, sum vórðu sett
fram hesum viðvíkjandi, helt
Rói fyri, at hann skuldi sjálvur
fara at vitja mannin. Øll mæltu
staðiliga frá, men hann fekk
sannført tey um, at hetta var tað
einasta rætta. "Maðurin skal
hava ein kjans", segði Rói.
Komin út til Rottukongin, fór
Rói sjálvandi á sín natúrliga og
innarliga hátt í holt við at
"treingja inn aftan fyri Rottu-
kongin - hvør var hesin mað-
urin, og hví var hann blivin so-
leiðis?"
Meðan Rói var inni á gólv-
inum hjá Rottukonginum, vóru
tvær telefonsamrøður. Telefonin
var inni í hinum rúminum. Tann
fyrra var, tá Rottukongurin fór
inn at ringja; men Rói hoyrdi
ikki, hvat sagt varð. Tann seinna
var, tá telefonin ringdi. Rottu-
kongurin tók hana og segði við
Róa: "Tað er telefon til tín." Rói
undraðist, men nú er tað sosial-
fyrisitingin. Tey siga, at Rottu-
kongurin hevur ringt fyri løtu
síðani og sagt, at hann sat yvir
av Róa við byrsu, og góðtóku
tey ikki krøv hansara, so skjeyt
hann. Rói segði við sosialfyri-
sitingina, at har var eingin byrsa
og als eingin vandi á ferð.
Rói og Rottukongurin høvdu
ikki prátað leingi eftir hetta, nú
sær Rói út ígjøgnum skitna
vindeygað, at eitt bilafylgi
steðgar nakað frá húsinum. Tað
var fólk frá sosialfyrisitingini og
eitt lið av vápnaðum løgreglu-
monnum. Rói royndi at standa
fyri vindeyganum til at vísa, at
alt var í lagi, men við eitt storm-
aðu teir inn. Rottukongurin
bleiv tikin við hørðum, boygdur
niður og lagdur í hondjørn. - Rói
vildi ikki arbeiða ein tíma
afturat fyri ta sosialfyrisiting-
ina...
---
Rói og eg møttu ofta einum
heimleysum manni í Álborg.
Hann var at síggja næstan hvønn
dag, sitandi í bussskýlum, á
beinkjum í parkum osfr. Vit
hoyrdu meiri og meiri um hend-
an mannin, sum tíðin leið. Hann
segðist vera bæði stuttligur, væl
lisin og klókur. Hendan freist-
ingin varð sjálvsagt ov stór hjá
Róa - hann skuldi práta við
mannin!
Ein dagin, vit hittu hann í eini
park í býnum, legði Rói fyri at
práta. Jú, rætt var: Maðurin var
bæði skemtiligur og klókur. Tá
ið vit vóru um at verða lidnir at
práta, og vit báðir, Rói, vóru á
veg avstað, segði tann heimleysi
- sum ein farvælheilsan, ið vit
ongantíð gloymdu: "Her i livet
må man sgu være en Laudrup -
man må drible sig igennem!"
Rói og eg vóru samdir um, at vit
skuldu sita fleiri dagar á skúla-
beinki á AAU, áðrenn vit fingu
so nógv at hugsa um, sum hesin
heimleysi maðurin gav okkum
við einum setningi.
Lagnunnar speisemi er tó, at
ein av Føroya bestu bóltsnilling-
um nakrantíð kláraði ikki at
finta seg í gjøgnum lívið. Ið
hvussu er kunnu vit siga, at hasa
fintuna skilur eingin hesumegin,
men helst bara Hann, sum nú
hevur styrkt sær miðvøllin.
---
Rói! Ein partur av tær fer altíð at
liva í mínum hjarta og sinni.
Tíni gullkorn, tá ið vit prátaðu
um Guð, frælsi, Marx og Freud,
fullu ikki á karga grund. Eg
takki tær. Tínir tankar og orð
verða ein týdningarmikil partur
av mínum viðføri, nú eg haldi
fram á lívsins leið - hetta til tann
dag vit møtast aftur hinumegin
ringvegin.
Mínir tankar og kenslur leita í
hesi tíð til tykkara, sum varða av
Róa. Regin, Solveig, Jóannes,
Uni. Guðrun, Rasmus og Janus.
Omman, abbin og pápabeiggj-
arnir í Kongsgili. Vit øll, sum
vóru góð við Róa, sita eftir við
einari sorg, sum einans kann
temjast við at hugsa um tann
frið, sum Rói nú hevur funnið.
Hvíl í friði.
vinmaðurin - Suni
Minningarorð um vinmannin,
Róa Árting