mikudagur 23. mars 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 57 • páskirnar 2005 • 24. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Skála størsti
favoritturin
Aftur í ár ber til at
vedda um føroyskan
fótbólt á NordicBet.
Og nú ber eisini til
at gita, hvør verður
meistari
VEDDING
Jákup Mørk
Eins og teir gjørdu tað í
fjør, so fer veddingarfyri-
tøkan, NordicBet.com, at
hava dystir úr føroysku
fótbóltslandskappingini í
sínum útboði.
Oddsini til fyrstu dystir-
nar eru ásett, og sambært
hesum, so er Skála størsti
favoritturin at vinna sín
dyst í hesum umfarinum.
Oddsini
hetta
fyrsta
umfarið síggja soleiðis
út:
VB-ÍF
2,10 3,65 2,50
GÍ-EB/S 2,15 3,80 2,35
Skála-TB 1,40 3,95 5,45
KÍ-HB
2,25 3,80 2,25
B36-NSÍ 1,70 3,35 3,80
Umframt einstøku dystir-
nar, so hevur NordicBet í
ár eisini sonevndu vinn-
araspølini, har tú longu
nú kanst spæla uppá, hvør
verður meistari í ár. Her
er HB favoritturin hjá
fyritøkuni, meðan B36 og
KÍ eru næst í røðini.
Hartil ber eisini til at
spæla sonevnt head-to-
head. Tá skulu tvey lið
veljast, og veddast skal so
um, hvat av hesum verður
fremri, tá allir 27 dystir-
nir eru leiktir. T.d. kann
spælast HB-B36, har HB
gevur pengarnar 1,65
ferðir aftur, og B36 2
ferðir.
Um spurningin, hvør
verður føroyskur meist-
ari, hevur veddingarfyri-
tøkan annars hesi boðini.
Tað kann sjálvandi verða
justerað upp og niður,
sum dystirnir líða.
HB
2,10
B36
3,50
KÍ
4,50
EB/S
15,00
GÍ
20,00
NSÍ
30,00
Skála
40,00
ÍF
60,00
VB
70,00
TB
100,00
Øll verða javnstillað
Lutfallið millum
styrki og vekt verður
avgerandi, tá besti
rógvarin skal finnast
á stórari rógvikapp-
ing í Runavík
RÓGVIKAPPING
Jákup Mørk
Fish-fair kappingin eitur
rógvikappingin, sum NSÍ
kappróður
skipar
fyri
annað vikuskiftið.
Her verður so møguleiki
hjá bæði rógvarum og heil-
um
bátsmanningum
at
royna, hvussu formurin er,
nú nýggja róðrarárið stend-
ur fyri framman, og skal
metast eftir tilmeldingini
higartil, so er áhugin fyri
kappingini sera stórur.
– Longu nú hava nøkur
og fjøruti teknað seg til
kappingina í opna bólkin-
um, so eg rokni við, at talan
verður um heilt góða und-
irtøku, sigur Sámal Han-
sen, sum er ein av fyrireik-
arunum hjá NSÍ.
Styrki/vekt
Í mun til FM-kappingina,
sum varð hildin í Havn fyri
stuttum, so er talan um eina
broyting í reglunum, nú
rógvast skal í Runavík.
Tað ræður framvegis um
at rógva málið sum skjót-
ast, men tað er tó ymiskt,
hvussu langurin teinurin á
málið er hjá rógvarunum.
– Vit hava valt at nýta ein
altjóða góðkendan rokni-
frymil, soleiðis at tað verð-
ur lutfallið millum styrki og
vekt, sum verður avgerandi.
Í kappingarháttinum, sum
verður nýttur í t.d. FM og
DM, hevur ein stórur rógv-
ari sín sjálvsagda fyrimun,
tí maskinan sær ikki mun á,
hvør rógvarin er. Tá hevur
ein maður upp á eini 90
kilo sum oftast meira rá-
styrki enn ein, sum vigar
65, men tann munin vilja
vit burturbeina hendan
dagin.
– Mátingar, sum eru
gjørdar, vísa, at fyri hvørt
kilo, sum ein rógvari vigar
meira, skal hann nýta
0,55% meira orku at fáa
ferð á bátin. Tað er jú mun-
ur á, hvussu tungt báturin
liggur í sjónum. Hetta verð-
ur so nakað, sum rógvi-
maskinan tekur hædd fyri,
og á tann hátt vil kappingin
svara til, hvussu bátarnir
høvdu flutt seg, um hesir
rógvararnir veruliga sótu í
báti – og ikki á eini rógvi-
maskinum, sigur Sámal.
Og lítið man vera at ivast
í, at hetta er nakað, sum
hevur stimbrað undir áhug-
an fyri tilmelding. Eftir
vanliga kappingarháttinum
hevði lítil ivi helst verið
um, at vinnarin av degnum
fór at verða Jón Rosenblad,
sum til FM-kappingina var
eini 15 sekund framman
fyri næsta mannin. Sjálv-
andi kann hann framvegis
vinna, men við sínum 95
kilo er Jón ein storur mað-
ur, og tí skal hann rógva ein
longri tein enn fleiri av
lættaru
kappingarneyt-
unum.
Góðir karmar
Hóast stóru tilmeldingina,
sum longu nú er veruleiki,
so rokna fyrireikararnir tó
ikki við, at talan verður um
nakrar
trupulleikar,
tá
kappingin skal avgreiðast.
Ítróttarhøllin í Runavík
verður karmur um tiltakið,
so plássi er ovmikið av.
Rógvimaskinur verða lænt-
ar frá feløgum kring landið,
so eisini hetta skuldi verið
upp á pláss, og heldur til-
meldingin somu ferðina,
sum hon hevur gjørt, so
verður talan eisini um hóp-
in av róðrarfólki.
Sjálv
bólkingin
av
róðrarfólki verður eisini
nakað øðrvísi hesaferð, enn
hon var til FM-kappingina,
sigur Sámal.
- Kappingarhátturin legg-
ur upp fyri vektarbýtinum,
sum vanliga verður nýtt, og
tí hava vit valt, at vit heldur
vilja býta luttakararnar eftir
aldri. Hesi verða flokkað
soleiðis, at tey 12-15 ára
gomlu kappast fyri seg, 14-
18 ára gomlu fyri seg, 18-
35 ára gomul fyri seg, og so
verður ein bólkur fyri
veteranar eisini.
– Hartil verður so talan
um stafettir, og her er bólk-
ingin eftir bátsmanningum.
Tað vil siga, at 10-manna-
før kappast fyri seg o.s.fr.
Áskoðaravinarligt
Tað skerst ikki burtur, at
hóast
rógving
á
eini
maskinu kann ljóða sum
eitt ítriv, sum at kalla bara
er ætla til fantastar, sum
hvønn dag stríðast móti sær
sjálvum og eini maskinu,
so er tað at rógva á maskinu
ein sera áskoðaravinarlig
ítrótt.
Teldutøknin
ger
tað
nevnliga gjørligt við áskoð-
arunum at fylgja við,
hvussu gongst einstøku
rógvarunum, og í Runavík
verður nógv lagt fyri í so
máta. Allar maskinurnar
verða íbundnar eina teldu,
sum varpar rógvingina upp
á stórskíggja. Her verður
kappingin sýnd, sum vóru
rógvararnir á einum vatni,
so áskoðararnir veruliga
síggja, hvussu munurin er.
Rógvaranir sjálvir hava eitt
display á maskinuni, har
teir alla tíðina síggja, hvar
teir eru í feltinum, eins og
metrarnir aftur og fram til
næsta rógvaran framganga.
So eisini hjá teimum man
hetta vera meira hugaligt,
enn at rógva einsamallir.
Umframt Fish Fair, sum
er høvuðsstuðul, eru Før-
oya Tele og Føroya Bjór
eisini stuðlar til tiltakið. Og
eisini hesi fara at seta dám
á. Fartelefonir verða lutaðar
burtur millum luttakarar-
nar, og verður hitin og tost-
in ov nógvur, so hava teir á
Føroya Bjór nóg mikið av
isotoniska Spark við, so-
leiðis at eisini tann síðan av
sakini skuldi verið í lagi.
Tilmelding til kappingina
fer
annars
fram
á
www.itrott.info, har reglur
v.m. eisini framganga.
Dystaryvirlit
Fótbóltur
1. deild menn
Dagur
dystur
dómari
28.03
VB-ÍF
Birgir Sondum
28.03
GÍ-EB/S
Lassin Isaksen
28.03
Skála-TB
Páll Augustinussen
28.03
KÍ-HB
Suni Johansen
28.03
KÍ-VB
Dagfinn Olsen
Hondbóltur
Sunset-kappingin
Dagur
kl.
Dystur
24.03
14.30
StÍF-Stjørnan
24.03
14.30
Kyndil-Tjaldur
24.03
14.30
VB-Neistin
24.03
14.30
VÍF-Søljan
Roknað verður við stórari luttøku, tá NSÍ kappróður skipar fyri rógvikapping
mynd: www.drekin.fo