mikudagur 23. mars 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 58 - 24. mars 2005
Styrkisroyndir á skránni
1. deild eitur nú Formuladeildin
KÍ, HB, B36 og NSÍ
verða øll mett millum
liðini, sum kunnu
gera seg galdandi.
Longu fyrsta umfarið
fæst ein ábending á,
hvussu tey eru fyri,
nú álvarin aftur er í
bóltspælinum
UPPTAKT
Jákup Mørk
Fyri ein ítróttarskrivara
kann tað vera eitt sindur
møtumikið, at fótbólts-
landskappingin byrjar um
høgtíðina. Serstakliga tí
hetta ger tað at kalla vón-
leyst at hava eina feska
upptakt til ymsu liðini, sum
skulu í eldin annan páska-
dag.
Í so máta kundi tað verið
ynskiligt, at fyrstu dystirnir
vórðu spældir skírisdag,
men tá vildi talan helst
verið um hálvgum ræstar
dystarfrásagnir, tá næsti
útgávudagurin
er
um
knappa viku, so alt í alt fær
tað helst ikki verið øðrvísi
enn tað sama.
Hinvegin verður lesarin
ikki
snýttur
fyri
fót-
bóltsskriving um høgtíðina,
tí í blaðnum í dag er stóra
fótbóltsblaðið hjá Sosialin-
um, sum vit í dag geva út
sjeynda árið á rað.
Brak í Klaksvík
Fyri fyrstu ferð verður fót-
bóltslandskappingin í bestu
deildini – sum nú eitur
Formula-deildin - í ár leikt
yvir 27 umfør, og longu í tí
fyrsta av hesum eru tvær
styrkisroyndir, sum tykjast
serstakliga áhugaverdar.
Ikki minst kann talan
gerast um ordans brak í
Klaksvík, har javnaldrarnir
báðir, KÍ og HB, fara at tak-
ast. Seinnu árini hevur HB
havt munin, og ikki minst
man tað níva í Klaksvík, at
HB nú skal roknast sum
mest vinnandi felag í
landinum.
Seinasta vikuskifti vunnu
bæði liðini seg víðari í
steypakappingini, og hjá
HB mundi sjálvsálitið fáa
eitt lop rætta vegin, tá teir
uppiborið vunnu á NSÍ.
Hinvegin ber illa til at nýta
7-1 sigurin á Fram sum
nakað mát fyri styrkina hjá
KÍ í ár. Hinvegin kunnu
klaksvíkingarnir líta aftur á
KÍ-kappingina
fyrr
í
mánaðinum, har teir vunnu
4-1 á HB. Tann dystin varð
sagt, at spælið hjá KÍ var á
eini heilt, heilt góðari leið,
og so er spurningurin, um
teir megna at finna tað
spælið framaftur.
NSÍ sýndi til tíðir veik-
leikar, tá teir vitjaðu HB
farna sunnudag, og hesa-
ferð skulu teir so aftur í
Gundadal. Hesaferð móti
B36.
Í árstalsfelagnum hava
teir í ár enn einaferð styrkt
sær um liðið, og vónin er
heilt greitt, at silvurið frá í
fjør skal skifast um við gull
í ár. Sigurin á Skála í
steypakappingini bar boð
um, at liðið er við at vera
væl fyri, og megna teir at
leggja fyri við einum sigri á
NSÍ, sær kanska slettis ikki
so galið út, hóast tað fram-
vegis eru 26 dystir eftir tað
at spæla.
TB sum ókendur
faktorur
Í Vági verður endurtøka av
1/8-finaluni í steypakapp-
ingini, tá ÍF kemur á vitjan.
Sunnudain vann ÍF tepran
sigur vesturi á Eiðinum, og
verður úrtøkan hin sama
hesaferð, er einki at ivast í,
at teir eru væl nøgdir.
Í Gøtu hevur EB/Streym-
ur staðið seg væl seinnu
árini. Teir eru tó skerdir av
leikbanninum, sum Marni
Djurhuus hevur, eftir at
hann fekk reytt kort sein-
asta vikuskiftið. Gøtumenn
hava seinnu árini lagt dent á
at byggja eitt nýtt lið upp,
og so verður spennandi at
síggja, hvønn íblástur Sám-
al Joensen og Magni Jarn-
skor kunnu geva ungu
monnunum.
Seinasti dysturin verður á
Skála, har heimaliðið má
roknast sum stórfavorittur,
nú TB kemur á vitjan. Hin-
vegin kann TB yvirraska í
ár, tí liðið hevur fleiri
ókendar
faktorar.
Ikki
minst verður spennandi at
vita, í hvønn mun nýggju
útlendingarnir
fara
at
styrkja um liðið.
Fótbóltssamband
Føroya hevur gjørt
stuðulsavtalu við KT-
fyritøkuna For-
mula.fo um at verða
høvuðsstuðul hjá
fremstu deildini í
mansfótbólti. Tískil
er nú einki, sum eitur
1. deild, men ístaðin
er komin Formula-
deildin
FORMULADEILDIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Á tíðindafundi í FSF-hús-
inum mikumorgunin bleiv
stuðulsavtala millum Fót-
bóltssambandið og For-
mula.fo undirskrivað. Av-
talan inniber, at gamla 1.
deildin í mansfótbólti nú
eitur Formuladeildin.
Báðir partar fegnir
um avtaluna
Tað vóru teir báðir Óli
Holm og Torkil Holm Pet-
ersen, ið vegna ávíkavist
FSF og Formula.fo, undir-
skrivaðu avtaluna, sum í
fyrstu atløgu er galdandi
fyri hetta kappingarárið.
Báðir partar søgdu, at teir
vóru fegnir um avtaluna.
Formaðurin í FSF, Óli
Holm, segði á tíðindafund-
inum, at Fótbóltssamband-
ið hevði arbeitt við málin-
um í umleið eitt hálvt ár.
Hugskotið til at fáa ein
høvuðsstuðul til fremstu
deildina, hevur FSF fingið
úr okkara grannalondum,
har tað er púra vanligt, at
landskappingarnar hava ein
høvuðsstuðul. Til dømis
eitur tað jú SAS-ligain í
Danmark,
Landsbanka-
deildin í Íslandi og Tippe-
ligain í Noreg.
Formula hevur sum
ábyrgd at stuðla
Forstjórin hjá Formula.fo,
Torkil
Holm
Petersen,
segði, at KT-fyritøkan var
sera fegin um, at tað var
hon, ið gjørdist fyrsti høv-
uðsstuðulin hjá fremstu
deildini í føroyskum mans-
fótbólti.
Torkil Holm Petersen
greiddi frá, at tað ofta
verður spurt, um fyritøkur
fáa nakað aftur fyri stuðul-
in. Eftir hansara tykki er
tað ikki tað mest týdning-
armikla, tí ein fyritøka sum
Formula.fo
hevur
sum
ábyrgd at stuðla ítróttinum í
ávísan mun.
Torkil Holm Petersen
segði eisini, at Formula.fo
ikki hevur sett FSF nakrar
treytir fyri, hvussu stuðuls-
peningurin skal býtast, tí
eftir hansara tykki hevur
Fótbóltssambandið betur
førleika til at gera hetta.
Feløgini fáa sín part
av pengunum
Óli Holm, formaður í Fót-
bóltssambandinum,
var
sera fegin um, at tað hevur
eydnast FSF at fáa ein høv-
uðsstuðul til kappingina.
Spurdur hvussu stuðuls-
peningurin verður nýttur,
segði Óli Holm: - Feløgini í
1. deild fáa sjálvsagt sín
part av pengunum. Nakað
skal eisini nýtast til leikara-
menningina hjá FSF, men
enn er endaliga býtið ikki
gjørt.
Fyri einum ári síðani
gjørdi HSF líkandi avtalu
um fremstu deildirnar hjá
kvinnum og monnum, men
HSF rendi seg í ávísar
trupulleikar, tí tað hevur
víst seg, at luftmiðlarnir
treyðugt vilja nýta nýggju
heitinum hjá teimum báð-
um kappingunum. Hetta
sama kann fara at gera seg
galdandi í sambandi við
fótbóltin, men Óli Holm
sigur, at FSF ætlar sær at
fara á fund við stjóran fyri
ÚF og SVF, soleiðis at hetta
kemur í rættlag.
Hóast 1. deild nú kemur
at eita Formuladeildin, so
verður ikki gjørt sum í
hondbóltinum, har fyrr-
verandi 2. deild nú eitur 1.
deild. Í fótbóltinum verður
2. deild verandi 2. deild.
Tvær ferðir Holm, Torkil og Óli, taka lógvatak. Formula.fo er nú høvuðsstuðul fyri bestu fótbóltsdeildina í landinum
Mynd: Jens Kr. Vang