Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 23. mars 2005 17 Áhugin fyri heilsu og matvanum er vaknað- ur her á landi. Tað grør um gangandi fót. Onkur hevur sáað annar heystar. Eru allir samverkamenn? Áhugin fyri matvøru- spurningum birtir vónir um, at ein harð- liga tiltrongdur nýggj- ur matvørupolitikkur vera lagdur. Um hetta skal eydnast nóg væl, so má eitt gott, frítt, breitt orðaskifti fáast ílag. Bæði millum fakfólk, almenning og politikkarar. Hetta skal vera ein roynd at varpa ljós á nakrar av spurningunum MATVØRULÓGGÁVA, 1. PARTUR Dánial K. Christiansen danialkc@hfs.fo Í Føroyum er matur og drekka í yvirflóð. Guð havi tøkk og lov fyri tað. Um henda Guðs gáva verður væl umsitin, so líður ongin í hesum landi nakra hung- ursneyð. Soleiðis er ikki allastaðni í heiminum minni enn so. Nógvastaðni manglar bæði matur og drekkivatn við álvarsligum umfarssóttum sum fylgju. Sagt verður frá okkara forfedrum, at teir í ringastu tíðum vóru kundu vera funnir deyðir við tarabløð- um í munni. Nógv var lagt fyri, tá farið var til útróðrar at fáa kók í pottin og mang- ir bóru ikki boð í bý. Nóg mikið av mati og vatni er als ikki ein sjálv- fylgja. Vit eiga at sleppa burturúr tí ótakksama, neg- ativistiska, deprimerandi hugburðinum, sum seinastu ártíggini hevur verið alt ov ráðandi (og ræðandi) í okkara parti av heiminum, hvat mati og matvørum viðvíkir. Heldur eiga vit, at hava vissu fyri at øll nátúran frá Skaparans hond er góð, ja heilsugóð, bert vit ikki misbrúka okkara nátúru og tilfeingi. Verið takksom, virðið gávuna og farið væl við henni. Síggið hana sum ein veldigan møguleika og ikki ein trupuleika. Matur er í veruleikanum frálíkur heilivágur. Tað vit kalla medisin, kostískeiti og nátúrheilivágur verða mangan útvunnin úr mat- vørum. Hetta verið seg djórum, plantum, kryddurt- um, herbum, smáverum osfr. Men sum við øllum, matur kann misbrúkast. Misbrúk er vanliga heilsu- skaðiligt og tí av tí ónda. Ovát og skeivur kostur skildast ofta ósketni og líkasæla, og kann tá rokanst sum synd ala royking. Fyri ikki at tala um óreiðiligan handil við mati ella sølu av heilsuskaðiligum mati. Evnisvikur í skúlanum Hoyrdi frá tveimum mammum at børnini í Hoy- víkar skúla hava lært um sunnan kost og motión í seinastuni. Onnur teirra segði, at dótturin hevði rist við høvdinum, tá mamman ætlaði sær okkurt søtt og heldur ósunt í einari kiosk. Børnini hava gingið millum heim og skúla, fortaldi hin mamman. Við kvøldar- stund hevði dóttur hennara ongan trupuleika at sovna. Her var verunliga komin stór vend í eftir nøkrum fá- um temadøgum, greiddi hon frá. Slíkt er sera upp- lyftandi at hoyra. Føroyskur matur Í seinna helmingi av februar var eitt sera áhugavert og undirhaldandi borðhald á Hotel Føroyum. Eg var so heppin at vera boðin við. Tað sum gjørdi hetta borð- hald til nakað heilt serligt, var kappingin um tað besta turra seyðakjøtið.. Undir leiðslu av cand brom Leilu Jacobsen á framkomnan hátt roynt at lýsa organo- leptisku eginleikarnir á turr- um kjøti (smakk, lukt, kons- istens, lit). Hetta kann sigast at vera eitt pionerarbeiði. Tó, organoleptiskir (sensor- iskir) hættir ikki ókendir í fiskiídnaðinum. Men her er talan um serføroyskan mat. Okkara kæri professari í fólkalísvfrøði Jóan Pauli Joensen sum var við at skipa fyri tiltakinum var so in- spireraður, at hann seinni boðaði frá útvarpinum, at hann vil geva út eina bók. Vónandi verður líknandi tiltak endurtikið, soleiðis at vit koma enn nærri einum góðkendum standard sum vit kunnu brúka tá metast skal um skerpikjøt. Eisini vil eg vóna at vit koma fram við kanningarúrslitum sum vísa hvør besti fram- leiðsluhátturin er. Til døm- is, hvørjar treytir galda fyri ein góðan hjall (plasering, konstruktión o.l.). Ongin ivi er um, at slíkt mennir føroyska mentan, land- búnað og landbúnaðarvør- ur. Og tað er tiltrongt. Tí í veruleikanum eru vit stutt komin á hesum øki. Okkara útflutningsvøru hevur verið væl og virðiliga kannað, meðan minni hev- ur verið lagt í, hvat vit sjálvi hava eti og drukki. Mest talandi dømi um hetta er kanska, at fiskur í ár- tíggir bert hevur skula verið skolaður í sóttreinsaðum drekkavatni, meðan sektin meira ella minni hevur ligið á um drekkavatni í húsar- haldinum var skitið. Ym- iskar frágreiðingar kunnu gevast til hesa slagsíðuna í okkara hugsunarhátti. Men eisini her tykist vend vera komin í . Nú vilja borgarnir hava reint drekkivatn og nógvar kommunur sýnast vísa stóran áhuga fyri kann- ingarúrslitum, reinsingar- hættum og at seta av neyð- ugar pengar til íløgur her. Sum eitt kuriosum til hetta kann eg her skoyta uppí, at mær er sagt frá, at fyrstu vrakieftirlitsmennin- ir mangan vóru bóndir. So- leiðis kundi vitanin um góðskumeting av saltfiski eisini vera brúkt til skerpi- kjøt. Jens Christian Djur- huus bóndi á Tinggarðinum í Kollafirði sigst hava góðskumett og stempla turt kjøt. Áhugavert at fingið nærri at vita, hvussu hetta fyrigekk og um nakað skrivligt tilfar er goymt. Grind eitt heilsuvandamál ? Í fyrra helmingi av februar mánað hava 2 yvirlæknar- nir, Jákup Petersen og Pál Weihe, verið í heilsufrøði- ligum hornatøkum um kviksilvur í grind. Orða- skifti hevur verið rættuliga hvast Tað er farið fram bæði bløðunum og í Út- varpi Føroya. At dylja álvarssamar heilsuvandar við teirri und- anførslu, at hetta er ein elligomul mentan, kann sjálvandi ikki vera rætt. Ger ein fakmaður tað, so er tað at meta sum álvarsamt fusk. Ein sum stendur í ábyrgd innan fyri tað almenna kann dømast fyri groft ósketni fyri slíkt. Um hann ger tað av vinnuligum or- søkum ella fyri at verja eina mentan er í hesum sam- bandi undirorna. Tað veri seg fyri tvøst ella spik. Men ávarðar/tilræður ein fakmaður okkum borgarar á ósakligan hátt um heilsu- vandar, sum ikki eru at meta sum heilsuvandar og ger hann hetta við einari duld- ari, ósakligari dagskrá, so kann viðkomandi somuleið- is skuldsetast fyri álvarsamt fusk. Er tað ein sum al- mennt varðar av økinum, kann viðkomandi skuldset- ast fyri valdsvreingjan og brot á fyrisitingarlógina. Endamálið verið seg tá nokk so idealistiskt ella bara reint egoistiskt. Tað verið seg fyri at steðga amerikanskari dálking ella fyri at fáa fígg- ing til egnar granskingar- verkætlanir við almennum tilmæli ímóti at eta grind og spiki. Nær eitthvørt verður roknað vandamikið ella nær bindast skal um heilan fing- ur er ikki altíð ein einfaldur spurningur at avgera. Summar lóggávur siga, at allur ivi skal koma brúkar- anum til góða (sonevnda "forsigtigheds-prinsippet"). Aðrar matvørulóggávur brúka onnur prinsipp. Okk- ara (so frægt eg havi duga at lisið hana) byggir á "for- sigtighedprinsippið". So- leiðis kann hon nýast sera restriktivt. Men spurningin- um hvør vandi kann loyvast, vil altíð vera relevantur. Tí í teoriini kann alt vera vanda- mikið, so ella so. Sjálvt hjá besta serkunnleika kann spurningurin vera trupul at svara. Myndugleikarnir hava ofta ikki nógv annað at velja í enn blint at fylgja ráðum serfrøðinga, serliga um hesir ikki eru frægir serfrøðingar sjálvir. Vanliga vera slíkir serfrøðingarnir útpeikaðir til endamálini. Teir skulu hava sera góðan fakligan førleika og vera óheftir. Teir ráðgeva mynd- ugleikanum sum tekur av- gerð. Vanliga verður ikki farið út í alment tjak uttan í serligum førum. Trupuleikin í tjakinum millum Pál og Jákup steðgar upp við spurningin um formligan myndugleika. Hvør hevur myndugleika at ráðgeva fyrisitingini í hes- um málinum ("risiko vurd- erarar") og hvør tekur av- gerðina. ("risiko hondterar- ar"). Eru Pál Weihe, Jákup Petersen tilnevndir at varða av hesum vegna alt føroya fólk. Og ikki minst er spurn- ingurin. Á hvørjum grund- arlag vera metingarnar- &avgerðirnar tiknar. Tað heildarsjónarmið, sum Jákup Petersen ger seg til talsmann fyri sýnist vinna alsamt størri frama úti í heimi. Hetta krevur sera breiða vitan. Pál stendur óiva fyri teirri djúpu vit- anini, men sjálvsagt á einum avmarkaðum øki vil eg meta. Hvør stendur fyri teirri breiðu vitanini ? Hendan fæst til vega har nógv fólk samstarva og skifta orð um felags mál. Kanska manglar slíkt felags mál. Óiva manglar eitt eisini eitt fakligt orðaskifti á hóskandi støði um slíkar torgreiddar spurningar, sum Hg, PCB, Dioxin, pestisidir, ómettaðar fitisýrur, gen- modifiseraðar matvørur, til- setingarevnir, vakstrahor- monir "you just name it". So læt okkum endiliga halda fram í røttum forum. Er ein nýggjur matvøru- politikkur í eygsjón ? Nær eitthvørt verður roknað vandamikið ella nær bindast skal um heilan fingur er ikki altíð ein einfaldur spurningur at avgera. Summar lóggávur siga, at allur ivi skal koma brúkaranum til góða (sonevnda "forsigtigheds-prinsippet"). Aðrar matvørulóggávur brúka onnur prinsipp