mikudagur 23. mars 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 58 - 24. mars 2005
SJÓRÆNARAR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Føroyar vórðu nógv herjaðar av
útlendskum sjórænarum í goml-
um døgum, og soleiðis var eisini
Nólsoyggin fyri ráni – og tí sum
verri var.
Søgnin sigur, at tíðliga ein
summarmorgun læt eitt stórt
fransaskip akkerið falla á Nóls-
oyarvík. Fjáltur kom á fólk, og
tey ánaðu, at her var talan um
eitt ránsmannaskip. Eingin ivi
var um tað. Nógv fólk flýddu úr
bygdini við tí, tey áttu og kundu
bera og hildu leiðina til fjals.
Men onkur var verandi eftir í
bygdini.
Ránsmenninir komu í land og
byrjaðu at ræna. Teir flestu fóru í
hagan at ræna neyt og seyð.
Aðrir rændu í bygdini.
Umsíður høvdu teir fingið
fatur á øllum neytunum í Nólsoy
og høvdu rikið tey oman í fjør-
una, har tey vórðu dripin og førd
umborð á skipið. Tá ið ránið
hasaði av, var bert ein kvíga eftir
í oynni, sum teir ikki høvdu
funnið. Staðið, har hon hevði
krógvað seg fyri ófriðakroppun-
um, góvu nólsoyingar navnið,
Loynikovin, og soleiðis er
staðarnavnið enn tann dag í dag.
Hendan dagin krógvaðu
nógvir nólsoyingar seg í Gomlu-
gørðum, sum er ein rók, ið
gongur gjøgnum bergið eystan
fyri á Nólsoynni. Tey høvdu
borið nógv grót til sín, og her
sótu tey og hugdu at, meðan
fransarnir rændu undir í neðra.
Tá ið teir flestu sjórænararnir
vóru rýmdir, settist ein av
teimum at lata seg úr klæðunum.
Søgnin sigur, at hann settist at
leita sær eftir lúsum.
Best, sum hann soleiðis situr,
fer grót at rulla úr homrunum
fyri oman; tað vóru nólsoyingar,
sum grýttu grót omanyvir teir.
Sjórænarin sá, at hann mátti til
beins við sín bera kropp. Tá ið
hann var farin, leyp ein
nólsoyingur niður úr rókini og
oman, har maðurin hevði sitið og
tók bæði byrsu og klæðini, sum
maðurin var rýmdur frá.
Henda byrsa, sum verður rópt
klæmintsbyrsa eftir manninum,
sum fann hana, er enn til skjals í
Nólsoy, og var í mong ár í
húsunum í Búð.
Tá ið vit vóru skúlabørn í
Nólsoy, høvdu vit nakrar ferðir
høvi at síggja klæmintsbyrsu.
Skar bróstini av konu
Ein av sjórænarunum, sum
rændu í bygdini hendan dagin,
var komin inn í Gortrastovu, sum
er norðrasta húsið í niðastu lon í
dag. Har helt maðurin alt húsið í
einum ruðulleika. Eingin var inni
uttan konan.
Sjórænarin legðist á eina kistu,
sum stóð har á gólvinum. Men
kistan var løst. Hann kravdi at
fáa lykilin frá konuni, og hon
formáddi sær ikki nógv ímóti
hesum ránsmanni – og gav
honum tískil lykilin. Hann læsti
kistuna upp og legðist á knæ
frammanfyri henni og fór at róta
í henni. Sjórænarin tók ein lutin
fyri og annan eftir upp úr kistuni.
At enda tók hann eitt gullbikar
upp, men tá kundi konan ikki
bara sær longur; hon tók undir
kistulokið og ripaði tað aftur í
skallan á manninum, sum lá
frammanfyri. So hart ripaði hon
lokið, at hann svímaði.
Konan tók nú gullbikarið og
leyp av durum í eitt skot nakað
omanfyri húsini at krógva seg.
Men ólukkutíð hevði hon stokkar
við sær í hondini og misti noðað
niður á gólvið, áðrenn hon slapp
út. Í rokanum ansaði hon ikki
eftir, at noðað lá eftir.
Tá ið sjórænarin vaknaði aftur,
sá hann einki til konuna, men
hann sá noðað liggja á gólvin-
um! Hann lesir seg eftir tráðnum
niðan í skotið, har konan stóð.
Sjórænarin tók tá gullbikarið frá
konuni, fór illa við henni. At
enda skar hann bæði bróstini av
konuni og rýmdi.
Tá ið maðurin kom umborð
aftur, og skiparin frætti um brots-
gerðina, gjørdist hann so illur, at
hann læt mannin binda til mastr-
ina og læt hann buka til deyðis.
Síðan varð maðurin kastaður í
havið og rak á land úti í Seiða-
gjógv í Nólsoy, sum liggur skamt
uttan fyri bygdina.
Dagin eftir funnu nólsoyingar
mannin, tóku hann niðanfrá og
gróvu hann í bønum, beint oman
fyri gjónna. Teir løgdu ein stóran
stein á grøvina, og hesin steinur
og hetta stað rópa nólsoyingar
enn úti á Fransinum.
Steinurin liggur beint á gøtuni,
tá ið tú gongur omanfyri Seiða-
gjógv. Sum smádreingir plagdu
vit at stýga á steinin og spýta á
hann, tá ið vit gingu framvið.
Hetta gjørdu vit, tí søgan segði,
at her lá ein maður, sum hevði
gjørt seg inn á eina konu í bygd-
Tá ið sjórænari skar bróst
Skiparanum hóvaði ikki illgerðina, sum ein
av monnum hansara hevði framt. Tá hann
kom umborð aftur, varð hann bukaður til
deyðis, kastaður í havið og rak á land í
Nólsoy, har hann liggur grivin. Skiparin
sendi eina krukku við salvu í land til at
grøða konuna, men tað hjálpti einki, og
konan doyði. Í nøkur hundrað ár var
krukkan í Gortrastovu í Nólsoy, har
hendingin fór fram, men fyrst í farnu øld
endaði hon á danska tjóðsavninum, har
hon hevur verið í varðveitslu seinastu 100
árini. Krukkan, sum stavar frá hesi
eirindaleysu hending, er nú komin aftur til
Føroya
Her – undir steininum fremst á myndini – sigur søgnin, at sjórænarin liggur
grivin, eftir at hann varð bukaður til deyðis umborð og tveittur í havið
Mynd: Vilmund Jacobsen