mikudagur 23. mars 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 57 • mikudagur • 23. mars 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
2. partur
VINNUBÓKMENTIR
Finnbogi Ísakson
Rættilig broyting kom í
viðurskiftini millum stat og
búskap í 1979 og 1980, tá
fyrst Margaret Thatcher
gjørdist forsætisráðharri í
Bretlandi og Ronald Reag-
an síðani forseti í USA.
Bæði vóru fyri frælsum
marknaðarkreftum og hart
ímóti, at staturin legði uppí.
Keypmansdóttirin og sjón-
leikarin
úr
Hollywood
vrakaðu Keynes og háls-
fevndu búskaparfrøðingar
sum Milton Friedman og
Friedrich Hayek. Báðir
ásannaðu, at marknaðar-
kreftirnar høvdu sínar veik-
leikar. Men teir hildu, at
frælsar marknaðarkreftir
vóru betur førar fyri enn
staturin at fordeila vørur og
tænastur, og at royndirnar
hjá myndugleikunum at
stríðast ímóti veikleikunum
hjá marknaðinum skaddu
meira, enn tær gagnaðu.
Teir tóku hugskotið fram
aftur, sum hevði myndað
búskaparpolitikkin
frá
Victoriutíðini
fram
til
krakkið í Wall Street. Stat-
urin skuldi tryggja, at
marknaðarkreftirnar ikki
vórðu órógvaðar, og syrgja
fyri, at vinnulívið fekk best
hugsandi trivnaðarmøgu-
leikar.
Tað er framvegis ivasamt,
um hetta kundi roknast sum
ein
nýggj
hugsjón,
tí
Thatcher og Reagan førdu
ikki sama búskaparpolitikk
í øllum førum. Umsitingin
hjá Reagan helt, at skatta-
lætti var besti hátturin at
økja framleiðsluna. Thatch-
er legði dent á ein strangan
peningapolitikk – tað var
tann sokallaða monetar-
isman. Felags fyri bæði var,
at tey avnoktaðu tann keyn-
esianska politikkin, sum
hevði verið førdur í Vestur-
heiminum síðani kríggið.
Heldur enn at seta sær ar-
beiði til allar hendur og eitt
stórtøkið vælferðarsamfe-
lag sum mál, valdi tann
nýggi høgrivongurin at
basa inflasjónini og minka
tær almennu útreiðslurnar. Í
staðin fyri blandingsbúskap
vildu tey hava ein mini-
mumsstat, har mong virkis-
øki vórðu privatiserað ella
boðin út.
Marknaðarliberalistarnir
hildu, at fólk høvdu væntað
sær alt ov nógv av statinum
í árunum eftir kríggið.
Staturin skuldi ikki annað
enn linna tær ringastu plág-
urnar í mannalívinum, og
annars skuldi hann skapa
karmar, sum vinna og sam-
felag kundu virka innan-
fyri. Væferðarsamfelagið
hevði gjørt fólk løt og
ófræls. Staturin skuldi ikki
longur býta samfelagsins
ágóða so javnt sum gjørligt
millum fólk, men fólk
skuldu taka sær av sær
sjálvum og eisini syrgja
fyri at útvega sær arbeiði.
Tað varð hildið gott at vera
sjálvsøkin.
Í USA setti Reagan
strangari reglur í verk fyri
tey, sum søktu almanna-
hjálp, og rætturin til mat-
kupongir og stuðulin til
barnafamiljur vórðu skerd.
Í Amerika átti staturin ong-
antíð stórvegis av vinnulív-
inum, og tí gjørdist høvuðs-
tátturin í liberaliseringini
hjá Reagan at minka al-
mennu ávirkanina á bú-
skapin. Tað var Jimmy
Carter, sum byrjaði henda
politikk í seinnu helvt av
sjeytiárunum. Reagan tók
príseftirlitið á olju av, link-
aði avmarkingar fyri jarn-
breytaflutningi, kringvørp-
ini, olju- og gassídnaðin og
var varin við at brúka kapp-
ingarlógir.
Amerikansku fakfeløgini
høvdu ikki havt stórvegis at
sagt í mong ár, men kortini
valdi Reagan at fara líka
harðliga fram sum Thatcher
móti fakfeløgunum. Stutt
eftir, at hann hevði tikið við
sum forseti, fóru flogleiðar-
ar í verkfall. Reagan gjørdi
ikki mætari enn at geva
øllum sekkin. Hernaðar-
ligir flogleiðarar og ný-
lærdir fingu størvini.
Í 1981 gav Reagan stóran
skattalætta, og skattalógin
varð samstundis broytt, so
at vinnulívið fekk nógvar
møguleikar at sleppa bíliga
í skatti. Nógvar stórar
amerikanskar
fyritøkur
rindaðu ikki eitt oyra í
skatti. Marginalskatturin
lækkaði úr 70 niður í 28%.
Í Bretlandi seldi stjórnin
statsognir fyri 67 miljardir
pund í 80-unum og 90-
unum. Tað almenna hevði
átt tað mesta av kolinum,
stálinum, gassinum, elveit-
ingini, vatninum, jarnbreyt-
unum, flogfeløgunum, tele-
samskiftinum, kjarnorkuni
og skipasmiðjunum, og
haraftrat átti staturin nógv í
oljuni, bankunum, farma-
flutninginum og flutningi
eftir vegunum.
Thatcher lækkaði skattin
bæði hjá vinnuni og borgar-
um, prís-, vinnings- og
valutaeftirlitið varð tikið av.
Fleiri 1000 fólk í Bank of
England vórðu søgd upp.
Eftirlitið við kringvørpum,
flutningi og reklamu varð
tikið av. Í 1979 vóru fýra
ferðir so nógvir limir í fak-
feløgunum
sum
parta-
brævaeigarar. Áðrenn 10 ár
vóru farin, vóru hesir
seinnu í meiriluta. Kapital-
isman skuldi gerast “fólks-
lig”, og øll, sum vóru ímóti,
vórðu álopin. Fakfeløgini
fingu skyldina av, at tað
gekst ídnaðinum so illa.
Nýggja kapitalisman
fór um alln heim
Trúarorðini
hjá
anglo-
amerikanska marknaðar-
búskapinum vórðu skjótt
breidd út um allan heim.
Nýggj tøknifrøði innan
samskifti
og
sjónvarp
gjørdu sítt. Tað hevði al-
stóran týdning, at altjóða
lánistovnar sum valuta-
grunnurin IMF og Heims-
bankin styðjaðu ta nýggju
kapitalismuna, sum fór sum
eldur úr Latínamerika til
Asia, India, tað mesta av
Afrika, frá gomlum kapital-
istiskum londum í aftur-
gongd, sum Bretland, til
sterk kapitalistisk lond sum
Týskland, ið annars hevði
eina gamla siðvenju við
almennum eftirliti. Og at
enda til tey kommunistisku
londini, sum høvdu havt
planbúskap. Marknaðurin
gjørdist loysunarorðið, so
hvørt sum liberaliseraðir
statir kundu vísa á góð úr-
slit.
Tey fyrstu londini, sum
fevndu anglo-amerikansku
kapitalismuna, vóru tey,
sum
áður
vóru
undir
bretskum harradømi, Au-
stralia og Kanada. Og vit í
Føroyum,
sum
fingu
Carragataálitið, hava eisini
frætt um New Zealand, eitt
av heimsins best útbygdu
sosialdemokratium,
sum
gjørdist ein nýliberalur
statur. Samfelagið varð
radikalt nýskipað, og ongin
av teimum mest týðandi
sosialu stovnunum fekk
frið. Hernaðarligu einaræð-
isharrarnir í Latínamerika í
80-árunum – sum Pinochet
í Chile – og leiðararnir í
Mexico,
Argentina
og
Brasilia fóru somu kós. Teir
ásannaðu, at hetta var treyt-
in fyri at fáa lán frá IMF.
Høg inflasjón og stór
skuld noyddi leiðarar í
Evropa at seta spurnartekin
við
búskaparpolitikkin.
Helmuth Kohl í Týsklandi
og Chirac í Fraklandi vóru
ikki fanatiskir høgramenn
sum Thatcher og Reagan,
men ásannaðu, at fíggjar-
ligir fyrimunur vóru við
privatisering. Kohl avmark-
aði sosialar stuðulsskipanir
og heilsutilboð, fyritøkur
vórðu privatiseraðar, verk-
falslógirnar broyttar til
frama
fyri
arbeiðsgev-
ararnar, og skatturin á vinn-
uni varð lækkaður. Í Italia
og Fraklandi vórðu al-
mennar fyritøkur privati-
seraðar í 10 ára skeiðinum
fram til 1995 fyri 50 mil-
jardir dollarar.
Samstundis vóru dagar-
nir hjá kommunismuni –
einasta rættiliga avbjóðar-
anum hjá kapitalismuni –
taldir. Á heysti í 1988 helt
Gorbatjov røðu í ST og
segði, at kalda kríggið var
av. Árið eftir fall Berlin-
múrurin, og trý ár eftir tal-
una hoknaði Sovjetsam-
veldið saman.
Vilhjálmur
Landtøku-
maður tók Ongland við
svørði, men tað vóru fjøl-
miðlarnir, sum bastu Sov-
jetsamveldinum.
Tøkni-
frøðin gjørdi tað ómøguligt
hjá
Sovjetsamveldinum
framhaldandi at forða fyri,
at borgararnir fingu at vita
um glæstritilveruna í Vest-
urheiminum. McDonalds,
Levis, BMW og rocktón-
leikur gjørdust fyri eystur-
evropearar líka týðandi
ímyndir av vesturlendskum
lívsstíli sum fleirflokka-
skipan, talu- og skrivifrælsi
og frælsi at ferðast. Hern-
aðarútreiðslurnar beindu
fyri sovjettiska búskapin-
um, og tað var púra vón-
leyst at hugsa um at gera
eina skipan, sum kundi
kappast við stjørnukrígs-
ætlanina hjá Reagan.
Lond, sum høvdu havt
sovjettisku kommunismuna
sum fyrimynd, løgdu eisini
um. Nevnast kunna India
og
afrikansku
londini
Zambia og Tanzania. Eisini
Kina fekk marknaðarbú-
skap.
Lond, sum sóu fram-
gongdina
í
asiatiskum
tikarabúskapum
sum
Singapore, Hongkong, Tai-
wan og Suðurkorea, fóru nú
at loyva útlendingum at
gera beinleiðis íløgur. Tey
sóu, at hesi lond og øki
fingu almikið gagn av at
gera loyvisavtalur og felags
framtøk og fingu fyrimunir
burtur úr kapitalinum og
tøknifrøðini, sum tær út-
lendsku fyritøkurnar og
íleggjararnir komu við.
Lat-standa-til
kapitalisman
Samstundis minkaðu tey
ríku londini menningar-
hjálpina. Í 1992 vóru bein-
leiðis útlendskar íløgur í
menningarlondunum fyri
fyrstu ferð størri enn menn-
ingarhjálpin, og munurin er
vaksin síðani. Í 1997 vóru
íløgurnar 160 miljardir
dollarar og menningar-
hjálpin 40 miljardir dollar-
ar. Til sammetingar kann
nevnast, at í 1990 var
menningarhjálpin 60 mil-
jardir dollarar og íløgurnar
20 miljardir dollarar. Í
teimum ríku londunum
ansaðu stjórnirnar nú væl
eftir, at tær almennu út-
reiðslurnar skuldu ikki vera
ov stórar, og tí skerdu tey
menningarhjálpina heldur
enn at skerja sínar egnu
tænastur ov nógv.
Hugsjónin um ta ný-
liberalu lat-standa-til-kapi-
talismuna hjá Thatcher og
Reagan var tann ráðandi í
heiminum fyrst í nítitalin-
um, og eisini vinstrasinn-
aðir flokkar tóku hana til
sín. Teir nýggju demokrat-
arnir í USA við Bill Clint-
on á odda løgdu ikki so
stóran dent á sosialt rætt-
vísi, men á vinnulív, íløgur,
kappingarevni og fríhandil.
Teir vildu heldur geva
Tann tigandi kollveltingin
20-ára nýliberala eksperimentið, sum byrjaði í Westminster og
Washington, hevur ikki gagnað okkum øllum. Tann tradisjo-
nelli hátturin at máta búskaparligan vøkstur, so sum brutto-
tjóðarframleiðsla pr. íbúgva ella vøkstur í bruttotjóðarfram-
leiðsluni, fjalir veruleikan. Tað er millum annað staðfestingin
hjá Noreena Hertz. Tað er bók hennara, sum er grundarlag
undir greinarøðini hjá Finnboga Ísakson
Framhald á næstu síðu