Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 24. mars 2005 23 tini av eini konu í Nólsoy ini. Mær kunnugt er steinurin ongantíð lyftur oman av fyri at vita, um eitthvørt goymir seg undir honum. Tað var sagt, tá ið vit vóru børn, at virðismiklir ognarlutir hjá manninum vóru grivnir við honum. Men hetta sigur søgan hjá Poul Nolsøe, sála á Mýruni í Nólsoy, sum er skrivað í Varðanum í 1937, einki um. Eftir at maðurin hevði framt illgerðina, sendi skiparin á sjórænaraskipinum eina krukku við salvu í land til at grøða kon- una, sum hevði mist bæði bróst- ini. Men einki hjálpti, og konan doyði. Henda krukka var í húsunum í Gortrastovu í mong, mong ár, men endaði á danska tjóðsavn- inum fyri umleið hundrað árum síðan. Fyri trimum árum síðan kom krukkan heimaftur úr Dan- mark og er nú til skjals á Forn- minnissavninum í Hoyvík, har myndin, sum er prentað saman við hesi greinini, er tikin í síðstu viku! Krukkan er úr leiðuri og er líka heil enn tann dag í dag, sum tá ið skiparin á sjórænaraskútuni á sinni sendi fólk í land við henni í Nólsoy. Ein gomul toft miðskeiðis í Nólsoyarbygd hevur verður rópt Fransatoft. Henda toft var hús í gamlari tíð, og søgnin sigur, at ein av fransunum kom innar í hesi húsini at ræna. Um hetta mundið var konan einsamøll inni, og hon setti seg upp ímóti ránsmanninum. Í sama bili kom maðurin inn, og handfast varð teirra millum. Teir tókust nú úr einum horni í annað, til teir einaferð komu beint á hurðina og endaðu úti í túninum. Tá gjørdust teir leysir av hvørjum øðrum, og fransurin rýmdi. Bjargaði sær í torvu Ein av fransunum, sum var við í ráninum í Nólsoy hendan dagin, hevði tikið eina gentu, sum hann ætlaði at hava við sær umborð. Gentan græt og illa læt og royndi at slíta seg leysa, men einki hjálpti. Tá ið maðurin kom oman í fjøruna við henni, snávaði hann, datt og misti gentuna. Hon leyp nú avstað tað skjótasta, hon kundi, og fransurin aftan á. Gentan rann suður um bygdina, úti í gjøgnum Berg, tey rópa. Í fyrstani rann gentan skjótari enn sjórænarin, men so møddist hon, og tá fór at ganga saman teirra millum. Tá ið tey vóru komin stívliga ein hálvfjórðing suður frá bygdini, hevði hann næstan fingið fatur í henni. Í sínari neyð og angist leyp gentan út av, men so væl vildi til, at hon kom niður í eina torvu, sum var tætt undir eggini. Fransurin hugdi út av bakkanum og sá gentuna, har hon sat. Hann fór nú at rulla grót omanyvir hana, men lukkutíð var torvan soleiðis háttað, at hon fekk kropið sær í eitt hol undir berginum. Fransurin helt fram at rulla grót, men tordi ikki niður. At enda gavst hann og rýmdi. Gentan sat nú í torvuni, til sjórænaraskipið hevði lyft akkerinum og stevndi út av víkini. Tá kleyv hon uppaftur og fór sær til hús, uttan mein. Hendan gentan kallaðist Barba ella Barbara og stovan í Nólsoy nevnist eftir henni, Barbustova. Uppi í Skipi Uppi í Skipi eitur eitt pláss í Nólsoy, sum liggur í skráanum, tá ið tú gongur upp á oynna. Hetta er ein kluft undir hamrin- um við nógvum djúpum holum. Eisini her plagdu nólsoyingar at krógva seg í ófriðartíðum. Søgnin sigur, at niðan í Skip vórðu altíð dýrgripir og aðrir lutir bornir, sum fólk helst ikki vildu missa, tá ið tey vardu, at ófriðarskip var í nánd. Hesar holur eru nú soknar saman, og tí er ikki gott at vita, um nakrir lutir kunnu vera fyri innan. Eisini nøvn sum Kagið og Kagavál knýta seg til hesar søgur úr Nólsoy, men torført er at siga frá, hvør rætti samanhangurin er. Summi av teimum gomlu søgdu, at fólk í gomlum døgum gingu til hesi pláss at kaga oman av, nær sjórænaraskipini vóru rýmd av víkini. Ymiskar søgnir kunnu vera um hesa gomlu tíð, bæði í Nólsoy og aðrastaðni, men eg havi í hesi grein neyvt lagt meg eftir at fylgja tí, sum søgufróði, Poul Nolsøe á Mýruni, sáli, hevði í Varðanum í 1937. Uppi í frásøgnini er okkurt minni ískoyti, ið eg minnist sum smádrongur at hava hoyrt um hesar hendingar. Leggjast kann aftrat, at tað var við stórum áhuga, at eg vitjaði Fornminnissavnið í síðstu viku og fekk høvi at avmynda krukk- una, sum er nevnd í hesi grein. Á vitjanini var Regin Debess, sum starvast á savninum, mær til hjálpar – við sínum áhuga og vitan um fornar lutir. Eftir at hava verið í "útlegd" í hundrað ár, er krukkan, sum sjórænaraskiparin sendi í land við salvu til nólsoyarkonu, nú komin aftur til Føroya og stendur í glasskápi á Fornminnissavninum í Hoyví Mynd: Vilmund Jacobsen Tað var í hesum húsunum, Gortrastovu í Nólsoy, sum standa upp at kirkjuni, at sjórænari gjørdi feigdina um seg. Í einum skoti skar hann bæði bróstini av konuni í húsunum Mynd: Vilmund Jacobsen