Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 57 - 23. mars 2005 partaeigarum skattalætta enn økja tær almennu út- reiðslurnar. Í Bretlandi hevði Arbeið- araflokkurin tapt fýra fylgj- andi parlamentsval. Flokk- urin skifti kós og tók undir við liberalum marknaðar- búskapi. Longu í 80-árun- um tók Tony Blair undir við konservativa fíggjarmála- ráðharranum Nigel Law- son, tá hann gjørdi rammur fyri vinnulívið at virka undir. Labour fór at ansa væl eftir útreiðslunum og fáa tamarhald á inflasjón- ini, segði Tony Blair longu tá. Grein 4 í viðtøkunum hjá Labour varð strikað – tað var paragraffin, sum segði, at Arbeiðaraflokk- urin skuldi virka fyri, at tað almenna skuldi eiga fram- leiðslutólini. Bæði í New Zealandi og Avstralia vóru tað arbeið- arastjórnir, sum stóðu fyri avtøkuni av sosialdemo- kratisku skipanini og teir fyrstu at fremja nýliberala umskipan. Ongin skipan hevur roynst líka væl sum fríu marknaðarkreftirnar, tá tað ræður um at skapa ríki- dømi. Í hesi verðini trívist tann gamla sundurbýtingin millum høgra og vinstra ikki. Tony Blair hevur fleiri ferðir tosað um at flyta orðaskiftið tvørtur um tey gomlu mørkini millum høgra og vinstra. Bill Clint- on fordømdi teir heila- deyðu høgra- og vinstra- flokkarnar. Í dag eru bæði republikanarar og demo- kratar í USA fyri fríhandli, og hvørgin flokkur vil hækka skattin ella tær al- mennu útreiðslurnar. Anglo-amerikanska skip- anin hevur eisini fingið fótafesti í teimum fyrr- verandi kommunistalond- unum eystanfyri, sum halda, at marknaðarbúskap- ur er ein fyritreyt fyri væl- ferð. Tað sama er í Suður- afrika, har ANC annars hevði øktan skatt til sosiala vælferð á skránni. Tað er bara í Asia, pørt- um av Latínamerika og Evropa, at politikarar drála við at hálsfevna ta nýggju skipanina. Asiatiskar stjór- nir hildu fram við at fremja búskaparlig tiltøk gjøgnum nítiárini. Tey, sum vóru fyri fríhandli, søgdu, at hetta var orsøkin til, at ein stór fíggjarkreppa rakti Asia fyri nøkrum árum síðani. Stuðul til londini hevur síð- ani verið treytaður av, at tey skipaðu búskapin eftir amerikanskari fyrimynd, og ikki hevur verið hugsað um, at hesi londini líkjast als ikki Amerika. Tey hava heilt aðrar mentanir, menn- ingarstøði, stovnar og ein heilt annan tørv. Í Latín- amerika hava nývaldir for- setar í Brasilia, Venezuela, Argentina og Ecuador lovað veljarunum ein heilt annan vælferðarpolitikk enn tann, amerikanarar bjóða. Fyrilitarloysið við anglo- amerikansku skipanini fekk ongantíð rættiligt fótafesti á evropeiska meginlandin- um, har politikararnir fram- vegis vilja varðveita sam- haldsfastar skipanir, væl- ferðarsamfeløg og búskap- arligt samstarv, og at bú- skapurin skal regulerast til samfelagsins besta. Tey rokna Bretland sum ein trojanskan hest, ið dregur amerikansku business-hug- sjónina inn í Evropa. Kort- ini hevur ekkin um vaks- andi tal av eldri í samfe- løgunum, stórt arbeiðsloysi og evrusamstarvið gjørt, at eisini evropeiskir sosial- istar hava kent seg noyddar at fremja politisk tiltøk, sum áður høvdu verið rokn- að sum trúarvilla. Pen- sjónsaldurin hjá fólki í al- mennum starvi er hækkað- ur í Týsklandi, Grikkalandi, Italia og Finnlandi, og eftir- lønin er lækkað. Í Fraklandi og fleiri øðrum londum eru arbeiðsloysisskipanirnar broyttar, so tær ikki skula eggja fólki til at lata vera við at royna at fáa arbeiði. Flestu evropeisku londini halda nú, at sosiala skipan- in má broytast, skal kapp- ingarførið økjast. Londini hava gjørt arbeiðs- og kapitalmarknaðin fríari, lækkað skattin og krympað vælferðarstatin, so at tey skula vera meira lokkandi hjá altjóða stórfyritøkun- um, sum flyta í heilum. Í endanum á túsundárinum framdu griksku sosialistar- nir beinharðar niðurskurðir, so at Grikkaland kundi verða við í evrusamstarvin- um. Og franskir sosialistar høvdu privatiserað fleiri vinnufeløg enn høgra- stjórnin frammanundan. Á evropeiska meginlandinum er tað týski kanslarin Gerhard Schröder, sum er mest fúsur at fylgja enska- amerikanska politikkinum til høgru. Líka síðan hann varð valdur í 1998, hevur hann veitt bæði vinnuni og borgarunum skattalættar. Hann hevur eisini skorið tær almennu útreiðslurnar niður og roynt at lækka eftirlønina og at skerja aðrar vælferðargóðgripir. Búskaparvøksturin hevur verið stórur Samstundis sum hugsjón- irnar hava borið saman, er heimurin krympaður. Libe- raliseringin av altjóða fíggjarøkinum hevur havt við sær, at kapitalur streymar um allan heim. Tøknifrøðin innan sam- skifti hevur hjálpt væl til hesa gongd. Í 1930 kostaði tað 300 dollarar, rokna í 1996-dollarum, at tosa í telefon í 3 minuttir millum New York og London. Nú kostar tað minni enn ein hálvan dollara. Prísurin á datumegi er fallin í miðal 30% um árið 10 tey sein- astu árini. Miljardir av doll- arum verða nú fluttir um allan heim eftir fáum sekundum, alt samdøgrið. Íleggjarar, partabræva- og pensjónsgrunnar spjaða váðan við at flyta peningin úr einum landi í annað. Tær stóru fyritøkurnar himprast ikki við at býta sítt virksemið sundur, so at framleiðslan verður snið- skapað í einum landi, kom- ponentar verða gjørdir í einum øðrum landi osfr. Alt verður gjørt, har arbeiðs- megin er bíligast, skatta- fyrimunirnir størstir og rávøran bíligast. Tá td General Electric vildi fremja kostnaðarsparing á sínum tólum, turbinum og jettmotorum, bóðu teir amerikansku undirleveran- dørarnar flyta til Meksiko ella onkra aðrastaðni, har arbeiðsmegin var bíligari. Annars fóru teir at finna sær aðrar undirleveran- dørar. Sjálvt fyritøkur, sum hava verið rótfestar í heim- landinum, flyta nú fram- leiðslu og umsiting úr móðurlandinum fyri at minka um útreiðslurnar. 300 fleirtjóða fyritøkur eiga nú 25% av øllum kapitali í heiminum. Einans 21 lond hava størri brutto- tjóðarframleiðslu enn 6 tær størstu fleirlanda fyritøkur- nar. Teirra árligi umsetn- ingur liggur millum 111 og 126 miljardir dollarar. Sølan hjá hesum fyritøkum er tveir triðingar av heims- handlinum, og tær eiga ein triðing av úrtøkuni. Fyritøkurnar gera íløgur um allan heim. Beinleiðis útlendskar íløgur vóru 60 miljardir dollarar í 1980. Í 2001 vóru tær 700 miljardir dollarar. Í menningarlond- unum eru útlendsku íløg- urnar øktar úr 2,3 miljard- um dollarum fyrst í sjeyti- árunum til 80 miljardir í tíðarskeiðinum 1991-96. Vørurnar hjá stórfyritøk- unum eru kendar um allan heim. Coca-Cola er so gott, at tað hoyrir við til hvørt brúdleyp í India, og bú- merkið hjá Pepsi, sum er hvítt, reytt og blátt, er kend- ari enn Union Jack. Altjóðagerðin hevur givið okkum eina yvirflóð av valmøguleikum, og vøksturin í materiellu vælferðini hevur ikki sæð sín líka, ikki einans í ídn- aðarlondunum, men eisini í londum, sum vóru armóðs- lond, tá seinni heimsbar- dagi endaði. Í USA hevði búskapar- vøksturin staðið við so leingi sum ongantíð fyrr, tá vit fóru um aldaskiftið. Arbeiðsloysið var tað lægsta í 30 ár, og fyri fyrstu ferð í 42 ár var hampiliga stórt yvirskot á fíggjarlóg- ini. Amerikanskar stórfyri- tøkur høvdu óvanliga stór- an vøkstur í nítiárunum, og stjórarnir fingu góða sam- sýning afturfyri. Nevnast kann, at inntøkan hjá stjór- anum í Disney var 576 miljónir dollarar í 2001. Tað svarar umleið til bruttotjóðarframleiðsluna á Seychellunum. Í 1980 átti stívliga helvt- in av bretum sína egnu íbúð ella hús. Talið var økt til tveir triðingar, tá Thatcher- tíðarskeiðið endaði. Fýra av fimm húsarhaldum í Bret- landi eiga sjónbandaupp- takara og 34% teldu – hetta seinasta talið nærum tví- faldaðist eftir tveimum árum. 60% av fólkinum halda seg nú hoyra til miðalstættina. Bretar brúka í dag meira pengar uppá frí- tíðarítriv enn mat, býli og klæði. Í New Zealandi hevur bú- skaparvøksturin verið 4% í miðal síðani 1992, og ar- beiðsloysið er minkað nið- ur í helvt til 6%. Avstralia hevur ein tann størsta bú- skaparvøksturin í heimin- um, og Kili hevði í 10-ára skeiðinum frá 1988 ein búskaparvøkstur uppá 7% í miðal. Teiland hevur trí- faldað bruttotjóðarfram- leiðsluna pr íbúgva síðan 1975, tá bara eitt av 6 fólk- um úti á bygd kundi fáa reint drekkivatn. Í dag kunna 4 av 5 fáa reint vatn. India stríddist ímóti út- lendskum íløgum og libe- ralisering, men hevur verið lagaligari tey seinastu árini, og búskapurin blómar. Bilasølan øktist 57% níggju teir fyrstu mánaðir- nar í 2000, og indiskir telduserfrøðingar seldu forrit fyri 4 miljardir doll- arar í 2000. Og so ikki at gloyma Kina, sum hevur havt eina búskaparliga framgongd sum kanska einki annað land, síðani lagt varð um frá planbú- skapi til marknaðarbúskap. Hvat er prísurin? Noreena Hertz skrivar: “Lat-standa-til-kapital- isman tykist at hava sigrað. Tað tykist, sum var tað rætt val at lata marknaðin stýra búskapinum. Alt sær frálíkt út. Við fyrsta eygnabragdi, væl at merkja. Men, sum sagt verður, einki er ókeyp- is? So – hvat er prísurin, vit noyðast at gjalda?”. 4. desember 1998 vitjaði Charles prinsur av Bret- landi London-skrivstovuna hjá Big Issue, sum er eitt vikublað, sum fólk, ið eru niðurundirkomin, selja fyri at vinna nakrar krónur. Har møtti hann tí heimleysa Clive Harold, sum seldi á gøtuni. Hann loypti hvøkk bæði á prinsin og fjølmiðl- arnar, tá hann bjóðaði Charles vælkomnum við orðunum: “Minnist tú meg?” Harold hevði jólamans- húgvu á høvdinum og var í einum tjúkkum frakka, mestsum á holi. Hann minti Á heysti í 1988 helt Gorbatjov røðu í ST og segði, at kalda kríggið var av. Árið eftir fall Berlinmúrurin, og trý ár eftir taluna hoknaði Sovjetsamveldið saman Longu í 80-árunum tók Tony Blair undir við konservativa fíggjarmálaráðharranum. Her sæst Blair á fundi við týska kanslaran, Gerhard Schröder, sum hevur verið fúsur at fylgt enskt-amerikanska høgrapolitikkinum Framhald av síðu 23