mikudagur 23. mars 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 58 - 24. mars 2005
STARVSMYNSTUR
Dagny Joensen
Tað er stutt fráliðið síðani Kartin
í Gongini fór frá sum stjóri í
Klivanum. Tekin um at hon
hevur verið væl umtókt í hesum
arbeiði sæst heima hjá henni, har
blómur og takkarkort frá
viðskiftafólkum í stórum tali
prýða stovuna.
- Eg fari frá einum handli í
framgongd. Tað er ein góð
kensla, serliga tá eg havi valt tað
sjálv. Annars hevði tað ikki verið
til at borið, sigur Katrin.
Hóast hon bert er 57 ára
gomul, hevur hon verið á
arbeiðsmarknaðinum í samfull
40 ár. Katrin fór í starvsvenjing á
Tjaldurs Apoteki í 1964, og tað
gav henni hugskotið at fara til
Danmarkar at útbúgva seg til
farmakonom, sum er hjálparfólk
hjá apotekarum.
Heimafturkomin í 1972 fór
hon á Apotekið at arbeiða, og var
har til 1987, tá hon fekk í boðið
at stovna og byggja upp móta-
handilin í SMS.
Tá eitt ár var umliðið keypti
hon handilin.
Stund at broyta kós
– Seinastu tvey árini havi eg
hugsað um at enda hetta kapitlið
í mínum arbeiðslívi, og tá høvi
beyðst, tók eg stigið fult út,
sigur Katrin í Gongini.
Hon hevur hesi árini broytt og
umvælt handilin 11 ferðir og
heldur, at nú var henda avbjóð-
ingin rokkin. Mótahandilin er nú
júst sum hann skal vera, og hon
kann við góðari samvitsku handa
hann til nýggju eigararnar.
Tað hava verið hendingarík og
áhugaverd ár.
– Tá tú hevur verið í eldinum í
40 ár, og hevur havt ábyrgd og
skyldur fyri øðrum, hava onnur
eisini havt ræði á tínari tíð. Tí er
tað ein gáva at duga at síggja, at
tað ikki nýtist at vera soleiðis
altíð.
– Eg havi latið eina hurð aftur.
Tað er ein prosess í sjálvum sær,
men samstundis fara aðrar
hurðar upp, sum eg ikki visti um,
sigur Katrin í Gongini.
–
Tey róptu meg
leysingabarn
Katrin í Gongini hevur at kalla
verið einsamøll mamma við
trimum børnum, síðani hon fór
undir mótahandilin, men tað
heldur hon ikki hevur verið
nøkur forðing. Børnini vistu altíð
hvar mamman var, og vóru eisini
nógv í handlinum í frítíðini.
– Harnæst var pápi, sum búði
á Skarvanesi, góður pápafigurur
fyri børnini, serliga sonin. Teir
gingu í haga, skóru torv og fóru
á fjall saman og tílíkt, sigur
Katrin í Gongini.
At hon hevur verið ógvuliga
stjálvstøðug og megnað stóra
arbeiðsbyrðu og familjulív, held-
ur hon kom av, at hon í upp-
vøkstrinum noyddist at stríðast
meira enn onnur, fyri at gera seg
galdandi.
– Eg hevði góð foreldur og ein
góðan barndóm. Hóast nógv, góð
fólk vóru um meg, setti ein
skelkandi hending kortini dám á
lívið hjá mær, sum hevur fylt
mær til fyri fáum árum síðan,
sigur Katrin í Gongini
– Tað var ein vanligan ger-
andisdag, stutt eftir at vit vóru
vóru flutt heim úr Danmark, at
nakrar gentur róptu "leysinga-
barn" eftir mær. Eg kendi ikki
orðið, og fór at spyrja mammu,
hvat hetta merkti.
- Tá fekk eg at vita, at Eyðun
(Winther, blkv.), pápi mín, ikki
var biologiski pápin.
– Hetta setti dám á mínar
barna- og umgdómsdagar, tí eg
kendi meg øðrvísi og helt, at eg
ikki var sum hini, sigur Katrin í
Gongini.
–
Pápabeiggin fann
bróðurdóttrina
Sum tilkomin fór hon at leita
eftir biologiska pápa sínum, sum
Hon gavst
at selja
mótaklæði
- Tað er einki skeivt í tí, at fólk sita í einum
starvi alt arbeiðslívið, men tað skal eisini
verða loyvt at broyta starvsmynstur. Fyri
mín part, seti eg eina æru í at byggja nakað
upp, heldur enn at fáa "medalju" fyri langa
og trúgva tænastu, sigur Katrin í Gongini,
sum seinastu 17 árini hevur verið stjóri í
mótahandlinum Klivanum