mikudagur 23. mars 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 57 - 23. mars 2005
25
prinsin á, at teir gingu í
fimta
flokki
saman
í
Chelsea í London í 1957, 9
ára gamlir. Síðani hevði
lívsleið teirra verið sera
ólík.
Harold var sonur ein rík-
mann, vaks upp í einum
fimmhæddahúsum í einum
tí fínasta býlinginum í
London, og endaði við at
sova úti í býarpartinum
Strand. Nú livdi hann av
almannastuðli á einum ból-
og-bita gistingarhúsi og
seldi Big Issue á undir-
grundarstøðini í Holborn.
Tá leiðir teirra skildust í
1957 fór Charles á góðan
skúla og Harold fór á dýr-
asta privatskúla í Bretlandi.
Í sjeytiárunum var hann
dugnaligur journalistur, var
reportari hjá Sun og gav
eina bók út um flúgvandi
borðiskar. Hon gjørdist nr.
8 millum mest seldu bøkur.
Hann hevði verið giftur
tvær ferðir og átti 3 børn.
Trupulleikarnir tóku seg
upp, tá bæði pápin og stjúk-
móðirin doyði í 1987. Hann
hevði leingi verið heldur
vátligur og gjørdist nú
alkoholikari. Arvin uppá
30.000 pund søplaði hann
burtur, og húsini misti hann
eisini.
Charles prinsur segði við
fjølmiðlarnar: “Sjálvt um
tey hava havt góðan upp-
vøkstur, hava mong ung í
dag ilt við at varðveita
álitið á sær sjálvum, tá tey
møta tí øgiliga trýstinum í
okkara nýmótans lívi. Tá eg
hitti Harold Clives, fekk eg
eina livandi áminning um,
at mestsum ein og hvør
kann enda við at sova úti.
Vit liva í einari verð, sum
gerst alsamt meira materi-
alistisk og verðslig, har
samleikin hjá fólki mangan
einans verður roknaður
eftir teirra avrikum og inn-
tøku heldur enn eftir,
hvussu nógv tey veita sam-
felagnum sum heild.”
Og Noreena Hertz tekur
samanum:
“20-ára nýliberala eks-
perimentið, sum byrjaði í
Westminster og Washing-
ton, hevur ikki gagnað okk-
um øllum. Tann tradisjo-
nelli hátturin at máta bú-
skaparligan vøkstur, so sum
bruttotjóðarframleiðsla pr.
íbúgva
ella
vøkstur
í
bruttotjóðarframleiðsluni,
fjalir veruleikan. Tað er ikki
bara Harold Clive, sum er
útihýstur
frá
vakstrar-
gongdini, óteljandi mong
onnur eru eisini útihýst.”.
Tann
heimsumfatandi
nýskoðanin móti nýliberal-
ismu í 1980-unum og 90-
unum skuldi javna livifótin
millum rík og fátæk lond.
Tað hendi ongantíð. Inn-
tøkumunurin millum eyst-
ur-vestur og suður-norður
er størri nú enn nakrantíð.
Heilivágurin hjá Heims-
bankanum og IMF – struk-
turtillaging, liberalisering
av handli og fíggjarviður-
skiftum og minni eftirlit –
hevur gjørt samráðingar-
megina hjá fakfeløgunum
veikari, ført til stórar pri-
vatiseringar yvir háls og
herðar og forðað londum at
økja tær almennu útreiðsl-
urnar, so tey kundu nøkta
vælferðartørvin. IMF og
Heimsbankin kunna treyta
lánveiting við kravi um, at
londini skula góðkenna
teirra búskaparligu sjónar-
mið.
Mangan versnaði sjúk-
lingurin. Innlendis minkaði
búskaparligi
ójavnin
í
mongum londum frá 1945-
70, men síðani hevur tað
gingið øvugtan veg um
allan heim. Í øllum teimum
fyrrverandi kommunista-
londunum eystanfyri, í
mesta partinum av Latín-
amerika, og nógvastaðni í
Suður-, Suðureystur- og
Eysturasia er fíggjarligi
ójavnin vaksin nógv tey
seinastu 20 árini. Í Meksiko
livdu 49% av fólkinum í
fátækradømi í 1981, nú er
talið 75%.
Heldur ikki lond, sum
hava roynt at fylgja krøv-
unum úr Washington út í
odd og egg, hava havt vinn-
ing av tí. Síðani 1994 hevur
Suðurafrika stílað eftir, at
landið skal gerast integrer-
aður partur í heimsbúskap-
inum. Á summum økjum er
liberaliseringin av handlin-
um farin longur, enn fyrst
GATT og síðani WTO hava
kravt. Stuðul kann ikki
longur veitast klædnaídn-
aðinum, sum gav mongum
arbeiði. Búskapargongdin
hevur verið vánalig. Síðani
apartheid varð tikið av
hevur vøksturin í Suður-
afrika verið lítil, arbeiðs-
loysið vaksandi, útbygg-
ingin av almannaverkinum
og
undirstøðukervinum
hevur verið óhugnaliga lítil.
10% av húsarhaldunum
standa fyri næstan 50% av
nýtsluni, meðan tey fátæk-
astu 10% so dánt standa
fyri 1%. Líkt er til, at tann
strangi
marknaðarstýrdi
vinnupolitikkurin
máar
undan heldur enn styðjar
sosiala endurreisn.
Alt verður gjørt fyri at
draga kapital til sín
Kina er tað landið í heimin-
um, sum hevur ein tann
størsta búskaparliga vøkst-
urin. Nú hevur Kina gjørt
av at gerast limur í alheims
handilsfelagsskapinum
WTO. Landið noyðist so at
liberalisera handilspolitikk-
in og avtaka alt tað ídnaðar-
politiska apparatið, sum
hevur stuðlað statsfyritøk-
unum. Tær flestu av hesum
fyritøkunum standa seg
ikki í fríari kapping og við
ongum studningi. Arbeiðs-
pláss hjá 90 miljónum fólk-
um eru í vanda, og Kina
hevur ikki eitt sosialt trygd-
arnet, sum kann taka ímóti
so mongum.
Kili er eitt av londunum,
sum hevur havt stóran
búskaparvøkstur við at
halda seg til tey nýliberalu
búskaparprinsippini, men
heldur ikki har verða tær
vunnu ognirnar býttar mill-
um fólkið. Bara ein minni-
luti fær fyrimun av vinn-
inginum.
Myndugleikarnir í lond-
um í triðja heiminum royna
at fáa fleirtjóða fyritøkur at
gera íløgur. Serligur tørvur
er á íløgum nú, tá menn-
ingarhjálpin er minkað so
nógv. Fyri at fáa íløgurnar
fremja
myndugleikarnir
strong tiltøk: avmarka eftir-
lit ella taka tað av, lækka
lønirnar, skerja vælferðina,
og heilsutænasturnar, sum
arbeiðsgevararnir gjalda til,
verða avmarkaðar. Fakfe-
løgini verða niðurbundin. Í
Kina eru hundraðtals fak-
felagsfólk sett í fongsul ella
send í arbeiðslegur. Fyri-
tøkurnar sleppa at dálka
umhvørvið nógv meira enn
ynskiligt er, sæð frá sam-
felagsins
sjónarmiði,
mannarættindini
verða
brotin,
myndugleikarnir
látast ikki at síggja lógar-
brot, alt samalt fyri at draga
útlendskar íløgur til landið
og alt í navni marknaðar-
búskaparins.
Fyritøkurnar fáa profitt-
in, men ráðharrar og kor-
ruptir embætismenn fáa
eisini sín part. Somuleiðis
tey, sum fáa arbeiði hjá út-
lendsku fyritøkunum. Van-
liga rinda tær hægri løn enn
heimligar fyritøkur.
Kina hevur havt fyrimun
av at vera tað landið, sum
hevur fingið flestar út-
lendskar íløgur tey seinastu
árini.
Árligi
búskapar-
vøksturin hevur verið óvan-
liga stórur tey seinastu 20
árini og er nú 8,5%. Kortini
livir ein fimtingur av fólk-
inum fyri minni enn ein
dollara um dagin. Í nítiár-
unum hevði India størri
framgongd í kunningar-
tøkni enn nakað annað
menningarland, men kortini
livir helvtin av fólkinum
fyri hálvan annan dollara
um dagin. Munurin millum
viðurskiftini í bygd og bý í
Kina og India er nú so
stórur, at tað ber ikki til at
hugsa sær, at hesir heimar
eru partar av sama landi. Í
Nigeria liggja 80% av av-
lopinum hjá oljufyritøk-
unum eftir í landinum, men
tað er bara ein lítil vald-
stætt, sum fær gagn av tí.
Marknaðurin virkar ikki
sum flóðin, ið lyftir øll før í
senn. Verða bygnaðartil-
lagingar og liberaliseringar
framdar, uttan at tað er
skylda samstundis at býta
ágóðan, so tykist tað, sum
at broytingarnar hava havt
við sær, at nógvir sosialir
bólkar hava tað verri, ser-
liga teir viðbreknu og tey
fátæku.
Ein leiðari í oljuvinnuni í
Columbia segði tað so-
leiðis: “Hesar verkætlanir-
nar eru góðar fyri stjórnina
og okkum sum fyritøku…
tær eru góðar fyri øll, sum
duga at gera sær dælt av
støðuni… men meirilutin
hevur ongar fyrimunir…
tær eru bara góðar fyri tey,
sum duga at sleppa upp í
part.”
Summastaðni verða fólk
forfylgd,
mótmæla
tey
íløgustreyminum, tí tey
óttast, at prísurin gerst ov
høgur. Fleiri fráboðanir eru
um, at nigerianskir trygdar-
hermenn hava fongslað ella
dripið fólk, sum hava mót-
mælt
virkseminum
hjá
oljufeløgunum. Í november
1995 varð Ken Saro-Wiva í
Nigeria avrættaður saman
við átta øðrum eftir eitt
rættarmál, sum ikki stóð
mát við altjóða standard.
Hann var politiskur aktiv-
istur, skald og sjónleika-
høvundur og stóð í fimm ár
á odda fyri frígering av
Ogonilandi og kravdi end-
urgjald frá Shell fyri um-
hvørvisskaða, sum Shell
hevði voldað í landinum.
Í mai í 1997 bukaði ind-
iska politiið 180 friðarlig
mótmælisfólk uttan fyri
portrið hjá Enron, sum síð-
ani er komið í ringt orð.
Fólk
mótmæltu
einum
vatnorkuverki, tí tey hildu,
at tað fór avstað við tí vatni,
sum heldur lítið var av
frammanundan, og at fisk-
ur fór at doyggja. Í stremb-
anini
eftir
útlendskum
kapitali hava stjórnir í triðja
heiminum ikki fýrt fyri at
offra sínar egnu borgarar –
og vinningin hava tær
mangan stungið í egnan
lumma.
Órættvísið í triðja heim-
inum er skakandi. Kon-
vensjonellur lærdómur sig-
ur orsakirnar vera, at lond-
ini eru búskaparliga til-
afturskomin, og at demo-
kratiið er veikt ella als ikki
til staðar. Henda læran
sigur, at alt hetta broytist og
batnar, verður búskapurin
latin upp og útlendskar
íløgur gjørdar. Tað hevur
við sær útbúgving og upp-
læring, sum so aftur gevur
eina meira upplýsta ar-
beiðsmegi og umhugsna
miðalstætt.
Noreena Hertz skrivar,
tann konvensjonelli lær-
dómurin loypur um, at bæði
arbeiðslagið og úrslitini av
einum politikki, sum frem-
ur
marknaðarkreftirnar,
kann gera munin á monn-
um størri enn tað, sum kann
verða góðtikið. Sundur-
lyndið, sum vinnur fram í
samfelagnum, kann beina
fyri teimum góðu spádóm-
unum um, hvat handilin og
íløgurnar kunna hava við
sær. Sum dømi nevnir hon
ófriðin í Argentina í 2001.
Tað er ein sterkur vitnis-
burður um skrædlið í so-
siala
kapitalinum,
sum
stendst av øktum misjavna:
Um tað mundið fullu 2000
fólk hvønn dag niður undir
fátækramarkið í Argentina.
Kina er tað landið í heiminum, sum hevur ein tann størsta búskaparliga vøksturin