Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 24. mars 2005 25 var serfrøðingur í lungna- og ortopædi skurðviðgerðum. Hann hevði konu og fýra børn, men tað vóru tó persónligar umstøður hjá pápanum sum gjørdi, at sam- band millum pápa og dóttur ikki kom í lag fyrr enn seinni. – Hetta gjørdi at eg ikki kendi meg heila og hevði torført við at finna mín samleika, sigur Katrin í Gongini. Nøkur ár seinni kom ein pápa- beiggi Katrina til Føroya í arbeiðsørindum. Hann visti at beiggi hansara átti dóttur í Føroyum, og fór at leita eftir henni. Soleiðis fekk Katrin samband við systkin og familjuna hjá sær í Danmark. – Sjálvandi hevur tað verið ein saknur í lívinum, at tað gingu so nógv ár, áðrenn eg hitti pápa mín, men so mikið betur: Hann er ein persónligheit, sum gevur mær eina kenslu av at vera heil- skapað. Fyri tveimum árum fylti pápin 80 ár. Hann bjóðaði familjuni - eini 36 fólk og Katrini við familju, eina ferð til Kreta í 14 dagar. – Tað var ein sonn uppliving at vera saman við familjuni. Løgið var eisini at hoyra tey siga, hvussu nógv eg líktist pápanum í faktum og verumáta, gongulagi o.s.fr.. Beiggjarnir í Danmark siga, at eingin í familjuni líkjast so nógv sum vit bæði. – Mamman býr í grannalagnum Katrin ætlar sær ikki at sita hendur í favn, fyri tað um hon er givin at arbeiða í mótahandlin- um. – Tað besta sum eg havi fing- ið, er at eiga tíðina fult og heilt. Eg eri farin undir at umvæla húsini, og kann gera sum eg vil. Um eg verði verandi ella fari av landinum, stendur mær frítt fyri. – Mamma mín, sum býr í grannalagnum, sigur, at eg ikki skal setast aftur fyri hennara skyld. Vit hava altíð verið tætt knýttar, og tosa saman hvønn dag. Nú kunnu vit vitja hvør aðra, eisini í dagtímunum, tað er hugaligt, sigur Katrin og situr tigandi lítla løtu. – Tað er einki skeivt í tí, at fólk sita í einum starvi alt arbeiðslívið, men tað skal eisini verða loyvt at broyta starvs- mynstur. Fyri mín part, seti eg eina æru í at byggja nakað upp, heldur enn at fáa "medalju" fyri langa og trúgva tænastu. – Hevur tú dirvi at royna nakað nýtt og hevur teg sjálva við, um tú kastar teg út av ovastu vippuni, er tað persónligur vøkstur, og gevur mær kensluna at liva fult og heilt, sigur Katrin. Fer kanska inn á gomlu slóðina Í sínum yrki hevur Katrin í Gongini knýtt nógv vinarbond og fingið samband við starvs- felagar í Danmark og aðrastaðni. Nú tað frættist at hon er givin í Klivanum, hevur hon fingið nógv tilboð og fyrispurningar um ymiskt arbeiði. – Eitt nú tilboð innan gamla farmakonom yrkið, sum snýr seg um gransking. - Kanska fari eg inn á gomlu slóðina aftur, hvør veit? sigur Katrin brosandi - ella okkurt annað. Møguliga innan ferðavinnu, og sum triði møgu- leiki ein uppgáva, sum hevur við mentan at gera. Fyribils fari eg á fund við danskan granskara á heilsuøki- num, sum starvast í Rom. Har- næst havi eg eina uppgávu innan mótaheimin. Tað er at skipa fyri eini mótasýning á EuroFashion í Berlin, har dótturin Barbara, sum er sniðgevi og onnur skulu lut- taka, sigur Katrin í Gongini, sum annars heldur, at hetta verður seinasta uppgáva hennara innan mótaheimin. – Mín ætlan er at finna eina nýggja hill at arbeiða út frá, har eg kann bróta upp úr nýggjum. Síðani fari eg at nýta ta tíð sum skal til, fyri at fáa tað at virka, sigur Katrin í Gongini. – Katrin hevur við góðari samvitsku handað móta- handilin til nýggju eigararnar Mynd Dagny Joensen Katrin ætlar sær ikki at sita hendur í favn, fyri tað um hon er givin at arbeiða í mótahandlinum Mynd Dagny Joensen